Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-18, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. august 2015 · Nr. 94 ítróttur KÍ kós móti greipuni Hóast KÍ ikki megnaði at gera so nógv um seg í Champions League undankappingini, so eru fleiri spennandi uppgávur fyri framman. Í landskappingini eru tær 13 stig fremst og bara ein sigur frá at vinna meistaraheitið fyri 16. ferð upp í slag. Ein betring av heimsmetinum, sum tær tóku í fjør. Umframt tað, so er liðið eisini í steypafinlauni, har EB/Streymur/Skála er mótstøðuliðið. trondur@sosialurin.fo fótbóltur Tað sigur venjarin hjá KÍ- kvinn­unum um Champ­ ions League undan­um­far­ ið á Kýpros. Bæði Apollon og Stjarnan vóru alt ov sterk, meðan hitin var ein onnur stór avbjóðing. Odd­bjørn metir tó, at KÍ hevði besta spælaran í kapp­ingini. Vit høvdu ongan kjans móti Apollon og Stjarnu­ ni. Tað var fleiri klass­ ar á muni. Vit tosa um spælarar sum venja at kalla fulla tíð. Tað sæst aftur í bæði styrki og bólt­ spælinum. Dysturin móti maltes­iska liðnum kundi far­ið báðar vegir, sigur Odd­bjørn Joensen. KÍ kvinnurnar liva eisini eina lætta tilveru í føroysku kappingini, har tær sjáldan fáa mót­ støðu. Millum annað eru tær 13 stig á odda í lands­ kapp­ing­in, meðan ongar lands­liðs­upp­gávur eru á skrán­ni í ár. Tað ávirkar eisini stigi á hópinum, at tær – við allari virðing fyri hinum liðnum - so sjáldan fáa verulga mótstøðu í heimligu kappingini. Tá so heldur ongar lands­ liðs­upp­gáv­ur eru, so er ikki neyðugt at stríðast meiri enn eitt vist, sigur Odd­bjørn Joensen. Venjarin hjá KÍ kvinnu­num er tó ikki í iva um, at KÍ hevði besta spæl­ar­an í kappingini. Talan er um 28 ára gomlu Anu Ivanovic, sum kom til felagið í ár. Serbiski mál­verj­in hevði fleiri fram­úr bjargingar. Um eg skuldi valt, so hevði eg valt hana sum besta spælaran í kapp­ ing­ini. Var hon ikki í mál til dystirnar móti Apollon og Stjarnan, so stóð verri til í teimum dystunum, sig­ur Oddbjørn Joensen, ið leggur afturat, at KÍ lið­ið er væl brynjað til steypa­finaluna móti EB/ Streymur/Skála, eftir túrin á kýpros. trondur@sosialurin.fo Vit høvdu ongan kjans Týsdagin 11. august: Apollon Limasol – KÍ 2-0 (2-0) 1-0 Tiffany Cameron, 6 2-0 Antri Violari , 33 Dómari: Anastasia Pustovoitova (Russland) KÍ: Ana Ivanov - Erla Christiansen(Sigrun Sirdal, 83.min), Katrina Akursmørk, Ragna Patawary, Malena Josephsen (liðsk), Rannvá Andreasen(Gudny Johannesen, 77.min), Maria Thomsen, Sigrid Jacobsen, Olga Kristina Hansen, Eydvør Klakstein(Hervør Olsen, 90+2.min), Bára Klakstein Á bonkinum: Jóhanna Króki, Liljan Jacobsen, Amanda Johannesen og Tóra Mohr Venjari: Oddbjørn Joensen Hósdagin 13. august KÍ – Stjarnan 0-4 (0-0) 1.1 Lára Pedersen, 50 1.2 Harpa Thorsteinsdóttir, 62 1.3 Poliana, 63 1.4 Harpa Thorsteinsdóttir, 81 Dómari: Vesna Budimir (Kroatia) KÍ: Ana Ivanov - Erla Christiansen, Katrina Akursmørk, (Sigrun Sirdal, 88.min), Ragna Patawary, Malena Josephsen(liðsk) (Liljan Jacobsen, 83.min), Rannvá Andreasen(Gudny Johannesen, 66.min), Maria Thomsen, Sigrid Jacobsen, Olga Kristina Hansen, Eydvør Klakstein, Bára Klakstein Á bonkinum: Jóhanna Króki, Liljan Jacobsen, Amanda Johannesen og Tóra Mohr Venjari: Oddbjørn Joensen Sunnudagin 16. august Hibernians – KÍ 3-3 (1-1) 1.1 Malena Josephsen, 14 1.1 Emma Xuereb, 45+1 2.1 Charlene Zammit, 61 2.2 Maria Thomsen, 62 2.3 Malena Josephsen, 70 3-3 Dorianne Theuma, 90+3 Oddbjørn Joensen: