Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 21. august 2015 – Samgongan vinnur inn á andstøðuna Hava seinastu veljarakanningarnar ikki ver­ið tespiligur lesnaður hjá løgmanni og sam­ gonguni, so er dagsins veljarakanning ikki serliga hugaligur lesnaður hjá and­støðu­flokk­u­ num, fyrst og fremst hjá Tjóðveldi og Javn­að­ ar­flokki. Gamaní standa teir tríggir and­støðu­flokk­ar­ nir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn til at fáa meiriluta. Men framgongdin hjá and­ støð­uni er tódnað. Rættilga stóra framgongdin, sum Javn­að­ar­flokkurin hevur fingið í fleiri velj­ara­kann­ingum er tóndað niður í 3,5 pro­ sent­stig og ein tingsess. Tó at tað er ein pen fram­gongd at hava, so er hon ikki so stór, sum hon hev­ur verið. Hjá Tjóðveldi er framgongdin vorðin til aft­ur­gongd upp á 0,7 prosentstig. Hinvegin stendur Framsókn í triðu kanning á rað til at fáa stóra framgongd. Hóast fleiri enn tríggjar vikur er farnar, síðani løgmaður skrivaði út valið, so hevur valstríðið ikki enn tikið dik á seg. Ilt er fram­ veg­is at siga, hvat valið snýr seg um. Flokkarnir eru ikki komnir úr startholinum enn, hóast list­ar­nir nú eru lidnir og allar valskráirnar eru lagd­ar fram. Andstøðan hevur ikki megnað at livað upp til tær forvæntingar, sum fólkið hevur havt á eini henni, sum ein mótvekt til borgarlgia poli­ tikkin við flatskatti, forskatting av pensjónum og veiði­loyvum, sum verða givin nøkrum á­vís­ um – at ríkidømið savnast á færri hondum. Einki nýtt alternativt er komið frá stóru and­støðu­flokkunum. Tjóðveldi vil geva Føroya fólki eina fólkaatkvøðu um grundlóg í 70 ár føð­ing­ardagsgávu hjá fólkaatkvøðuni frá 1946. Javnaðarflokkurin vil geva famljum ein barna­ beina. Hetta er líkasum ikki ordiliga tað, sum flytir tær stóru linjurnar. Hvussu fáa vit haldføri í búskapin, hvussu skal fiski­vinnuríkidømið býtast, hvør skal hava veiðiloyvi og hvussu. Hvør er ætlanin við pen­ sjóns­nýskipanini? Tað eru nakrir fáir men stórir spurningar, sum and­støðan átti at svarað – saman ella hvør sær, um hon skal bjóða seg fram sum eitt alter­n­ativ til sitandi samgongu. Sjálvt skattalættin til láglønt er nú blivin til eitt fólkafloksprosjekt. Flokkurin, sum higartil hevur verið ímyndin av honum, sum savnar ríki­dømi á fáum hondum. Skal andstøðan gera sær vónir um at vinna stjórnarvaldið, so má hon fara til ar­beið­is nú og melda greitt út – sum eitt greitt alt­er­ n­a­tiv til Jørgen og Kaj Leo. Nýggja sendinetið er gjørt við nýggj­ astu tøkni, sum tí fer at geva bestu ljóð­góðskuna Rás2 flytir nú á sítt egna sendinet. Talan er um netið, har KissFM hevur verið. Hetta netið er út­bygt, og verður enn meira útbygt í næstum, so tað verður at kalla landsdekkandi. Rás2 verður frá í dag av at hoyra á 98,7 í Suð­ ur­streym­oy og partar av Eysturoynni og á 88,7 í Norð­oy­ggjum, har sum KISS FM hoyrist í dag. Á nýggja Rás2 sendinetinum verða fram­ hald­adi tíðindi, fótbóltur og góður KISS tónleikur. Nýggja sendinetið er gjørt við nýggjastu tøkni, sum tí fer at geva bestu ljóðgóðskuna. Sum nú er hoyrist nýggja netið í øllum høv­uðs­ staðar­økinum, í Suðurstreymoy, í Eysturoy og í Klaks­vík. Netið verður alsamt útbygt, og málið er, at tað um stutta tíð eisini verður at hoyra í Vágum, Sand­oy og Suðuroy. Somuleiðis verður VoxPop netið, sum sama fel­ag eigur, útbygt munandi. Tað ber framvegis til hjá øllum at hoyra bæði Rás2 og KissFM á internetinum. Nevndin fyri Íverksetarahúsið og Rani Nolsøe hava gjørt eina fráfaringaravtalu – Rani Nolsøe og nevndin í Í­verk­ set­ara­hús­i­num hava gjørt frá­far­ ing­ar­avtalu Tað sigur nevnd­in fyri Í­verk­setara­húsið í eini stuttari frá­ boð­an. – Rani Nolsøe og nevnd­in í Íverk­setara­húsi­ num hava gjørt frá­far­ing­ar­av­talu. – Orsøkin til skilnaðin partanna millum er ó­semja um nakrar dispositiónir hjá nú fyrr­ver­ andi stjóranum, skrivar nevnd­in í stuttu frá­ boð­anini Valið verður ein gysari Ósamd um dispositionir útvarp íverksetarahúsið ikki so lætt at skilja Les eisini blaðið á telefonini Blæurnar taka ein heilan litur... Jóhann Mortensen Tíðargrein síða 21 Nýtt Sjálvstýri dyrgir á aðrari leið Politikkur síða 15 Visti tú? At talið av kvinn­ um, sum stilla upp til løg­tings­valið er tað lægsta í 20 ár? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Rás2 nú á egnum sendineti Zakarias Wang, valevni hjá nýggja gamla Sjálvstýrinum »Í Eysturoy tíma tey at arbeiða. Í Havn sita tey bara á skrivstovum. Kortini velja eysturoyingar samband og bidda meira blokk«