hósdagur 20. august 2015síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 95
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015
NÝSKIPAN
AV
Vit mugu tryggja, at miðleingjan í búskapinum = fiskivinnan — verður
liberaliserað eftir einum skipaðum leisti og síðani ríkin eftir
marknaðartreytum.
Tað er bæði skelkandi og skomm, at fráfarandi samgonga ikki hevur
havt vilja til og/ella megnað at arbeiða fram móti eini semju millum
politisku flokkarnar um karmarnar kring høvudsvinnuna frå og við
2018. Úrslitið er, at fleiri og fleiri nú tosa um at lata gomlu lógina um
vinnuligan fiskiskap halda fram.
Tað er avgjørt neyðugt, at vit ikki skjóta broytingarnar longur út. Tær
mugu og skulu byrja 1. januar 2018. Hinvegin fara vit við eini
skiftistíð og á annan hátt at tryggja, at broytingarnar komandi árini
henda eftir einum skipaðum leisti, sum allir partar kunnu kenna seg
tryggan við.
Fiskirikidømid er ogn Føroya fólks. Havuðsamboðini at tryggja, at
vinnan gerst handilslig, eru tvær uppboðssglur — onnur skal umsita og
selja veiðurættindi, hin sjálva veiðuna. Best er, um tær frá byrjan hava
all rættindi og alla veiðu um hendi, men tær skulu sum minstamát
umsita ein vaksandi part.
Fyri at teir núverandi stóru leikararnir í iskivinnuni kunnu fáa umstødur
at laga seg til nýggjar tíðir, fara vit at arbeiða fyri, at teimum Í
skiftistíðini verður tryggjaður ein forkeypsrættur til ein part av
veiðurættindunum. Hesin parturin fer at minka ár fyri ár. Prísásetingin
fyri hendan forkeypsrættin verður kortini marknaðarstýrd og ikki eitt
politiskt ásett tilfeingisgjald, sum valdast tað krónutal, sum vantar í
almenna búskapinum.
LIBERALI TJÓÐSKAPARFLOKKURIN
Framsókn heldur, at millum annað hetta skal eyðkenna nýggju fiskivinnu-
skipanina:
* Fiskivinnan skal vera livfrødiliga og búskaparliga burðardygg.
* Ski
heild fær sum mest burtur úr føroysku fiskastovnunum og veiðurættindum
panin skal verða gjagnumskygd og tryggja, at samfelagið sum
í femmandum ella altjóða sjógvi.
* Ski
sleppa upp í vinnuna.
panin skal eisini tryggja, at nýggir virkisfúsir og dugnaligir leikarar
- Veiðurættindi og veiða skulu seljast gjøgnum uppbodssølur, sum
tryggja marknaðarstýrdar prísir. Peningurin frå sølunum skal fara í ein
búskapargrunn og ikki beinleiðis í almenna renslið. Fiskimaðurin skal
ikki vera við til at gjalda fyri veiðurættindi.
+ Rættindini kunnu verða seld við ymsari stødd og við rímiliga stuttari loyvistíð.
- Verandi havarar av veiðurættindum skulu í eini skiftistíð hava
forkeypsrætt til ein minkandi part av rættindunum. Politiska skipanin
skal semjast um ymsar aðrar treytir í skiftistíðini.
*- Bara uppboðssglan kann selja veiðurættindi. Loyvishavarar kunnu ikki
selja tey sínamillum. Óbrúkt rættindi skulu latast tí almenna aftur eftir
greiðari skipan.
* Føroyskt skrásett skip skulu veiða fiskin. Umborð skulu føroyskar treytir
og sáttmálar galda. Veidan skal í høvudsheitum um føroyskan
bryggjukant, og hon skal altíð sum minstamát umvegis eitt
landingarstað við góðkendum eftirliti.
- Útlendskur kapitalur skal í minst møguligan mun vera í veiðiliðinum.
FRAMSOKN.FO