Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015 SOSIALURIN 95 4 Fyri fyrstu ferð hevur norður­ lendska flogfelagið Norwegian havt fleiri ferðafólk enn SAS N ógv fólk vóru á flogi í juli mánaði, og eisini stóru norðurlendsku flogfeløgini kundu fegnast um økta ferðslu og góð tøl. Gleðin var tó ivaleyst størst hjá Nor­ wegian, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð flutti meira fólk enn SAS í einum mánaði. Norwegian hevði 2,69 milliónir ferðafolk í juli mánaði, meðan talið hjá SAS var 2,59 milliónir fólk. SAS kann fegnast um, at 86,8 prosent av setrunum í teirra flogførum vóru seld, og tað er methøgt. Hinvegin ger Norwegian tað eisini eina tonn betur har, tí tey selja 93,8 prosent av sínum setrum. Fólk skulu helst venja seg við, at Norwegian verður størsta norðurlendska flogfelagið frameftir. Norwegian er nógv vaksið seinastu árini, og felagið heldur fram at keypa nýggj flogfør. Í ár fær Norwegian 11 nýggj flogfør. Seinastu fýra árini er umsetningurin hjá Norwegian tví­fald­aður, og roknað verð­ur við, at vøksturin fer at halda fram komandi árini. Skotskur vinarbýur hjá Klaksvík uppsigur vinarlagið orsaka av grindadrápinum Nú klaksvíkingar hesa vikuna skipa fyri Sjó­mannadøgum, kom bræv til Klaksvíkar kommunu úr Skotlandi – og boðini í brævinum vóru lítið hugalig. Klaksvík og Wick eru vinarbýir, men í norðurskotska býnum leggja tey nú vinarlagið á ís. Gail Ross, ið er kommunustýrisumboð fyri Wick umboðandi skotska loysingar­ flokkin SNP, og sum eisini er sonevndur civic leader fyri Caithness, ið er eitt slag av leiðara uttan stórvegis politiska ávirkan, hevur sent borgarstjóranum í Klaksvík eitt skriv, har hon mótmælir grindadrápinum. Í skrivinum stendur, at hóast hon veit, at seinastu grindirnar ikki eru dripnar í Klaksvík, so harmar hendan siðvenjan hana almikið, og hon heldur ikki, at tílíkt eigur at ganga fyri seg nú á døgum. - Vit kunnu ikki góðtaka slíka djórapínslu, og tað harmar meg almikið at muga kvetta tað samband vit hava við tykkara vakra bý, inntil vit fáa fulla vissu um, at hesum ræðuleikin er av, skrivar hon millum annað. Í gjár stóðst kjak av brævinum úr Skotlandi, og Steinbjørn O. Jacobsen, sum er varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, heldur, at brævið eigur at fáa fylgjur, og hann mælir til, at býráðið í Klaksvík tekur málið upp sum skjótast. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaks­ vík­ar kommunu, hevur svarað brævinum úr Skotlandi. Hann sigur, at um Wick noyðir Klaksvík til at velja ímillum vinar­ býar­samstarvið og rættin til at drepa grind, verður valið ógvuliga lætt at taka. Jógvan Skorheim sigur í brævinum, at grindadrápið er partur av føroyskari mentan og er ein natúrligur partur av fólkalívinum í Føroyum. Borgarstjórin sigur seg harmast, at Wick vil blanda seg upp í grindastríðið og mælir Gail Ross til at kunna seg nærri um grindadrápið. Fríggjadagur Leygardagur Sunnudagur 8-13 m/s 2-7 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 2-7 m/s 8-13 m/s av landsynningi og suðri. Skýggjað og nakað av regni, men út á dagin turrari, og sólin kagar fram. Um náttina skýggjað og ælaveður. Hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig. 8-13 m/s av landsynningi og suðri, minkandi til 2-7 m/s av landsynningi og eystri. Skiftandi skýloft og okkurt æli. Hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig. 2-7 m/s av landsynningi og eystri, sum veksur upp í 5-10 m/s av landsynningi. Skýggjað og út á dag regn. Um kvøldið 5-10 m/s av landsynningi, skýggjað og sum frálíður turt. Hitin alt døgnið millum 10 og 15 stig. Mánadagur 5-10 ms av landsynningi, turt og helst nakað av sól. Hitin millum 12 og 17 stig. Um náttina 10-15 m/s av landsynningi og eystri, turt og mest klárt veður, hitin millum 12 og 15 stig. Týsdagur 10-15 m/s av landsynningi og eystri, sum minkar niður í 2-7 m/s. Mest skýggjað og regn av og á. Hitin millum 10 og 15 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Teknmálstulkarnir verða spardir fyri nógv, nú Jóhan Dahl ikki stillar upp aftur.« Sæð á Facebook: »Hvat við at gera alla Suður­oynna til ein tjóðargarð. Vakrasta oyggj i landinum, hon skuldi verið friðað øll sum hon er..« 24 ára gamal maður var í vikuni í Føroya rætti, har hann var skuldsettur fyri at hava dripið ein mann í Hvalba í august mánaði í fjør. Tann skuldsetti játtaði seg sekan og viðurkendi, at hann hevði stungið ein annan mann til deyðis. Hann skuldsetti segði seg ikki vita, hví hann hevði gjørt tað. Rætturin dømdi tann 24 ára gamla mannin 13 ára fongsulsrevsing. Hann skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin, umframt at hann møguliga verður kravdur eftir endurgjaldi frá teimum avvarðandi hjá myrda. Maðurin tók við dóminum og skal sita dómin í Danmark. tað at myrða, (loyniligt) dráp, manndráp, fremja ~; ~ og mannsláttur Ternan flutti 5.274 fólk um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnu farna vikuskiftið. Edmund Joensen og Magni Laksafoss stilla upp fyri Sambandsflokkin á komandi løgtingsvali. Rani Nolsøe er givin sum leiðari í Íverk­ setarahúsinum í Klaksvík. Danska veðurstovan hevur keypt nýggja superteldu, so veður­for­sagn­ ir­nar – eisini í Føroyum – kunnu gerast neyvari. Handverks­ meist­ara­felagið sigur, at føroyskar byggifyritøkur eru førar fyri at gera Eysturoyar- og Sandoyar­tunlarnar. Nú rennur vatn í langhylin í í Pálshøll í Vági. Borgarar í Tórshavnar kommunu máttu í vikuni kókað vatnið, tí vatnið var dálkað av koliformum bakterium. 24 ára gamal maður verður í Føroya rætti dømdur 13 ára fongulsrevsing fyri morð í Hvalba í august í fjør. »Morð« Nú hevur Norwegian munin Vinarbýur hjá Klaksvík kvettir samband MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt nýggir persónbilar vórðu skrá­settir fyrstu sjey mánaðirnar í ár. Tað er vøkstur á meira enn 15 prosent samanborið við somu tíð í fjør. 1119 MANGT OG HVAT Visti tú? at 169 fólk stilla upp á løgtingsvalinum 1. september. Tey umboða sjey flokkar. GRINDASTRÍÐ FLOGFERÐSLA