Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. august 2015 sosialurin 95 6 E in 24 ára gamal hvalbingur var í Føroyar rætti miku­ dag­in dømdur til 13 ára fongsuls­revsin fyri at hava drip­ið 36 ára gamla Hjalmar Holm, hin 9. august í fjør. Eftir eina stóra veitslu í Royn-høll­ ini kvøldið fyri, var dømdi hvalb­ing­ urin farin á gátt hjá einum kenningi. Teir stóru og smáprátaðu og drukku eina løtu, áðrenn teir fóru upp á loft at hyggja at einum filmi. Báðir menninir sovna í hvør sínari sofu. Nakað seinni vaknar hin dømdi og ætlar sær at lata vatninum, men fer ­gjøgnum skeiva hurð og inn í eitt kam­ar. Har liggur ein, fyri honum ókend­ur, maður og svevur, sum hann vekir og biður um eina sigarett. Sov­ andi maðurin kveistrar hann burtur, og hvalbingurin fer niður í køkin at leita. Sigarett finnur hann onga, men hann finnur ein stóran køksknív, sum hann tekur við sær upp á loft. Uppafturkomin letur hann fyrst hurð­ina inn í stovuna, har eigarin av húsunum svevur, aftur, fer síða­ ni inn á kamarið, har Hjalmar Holm ligg­ur og roynir at vakja hann aft­ ur. Tað eydnast ikki, og so sting­ur hvalbingurin Hjalmar Holm tólv ferðir í hálsin og ovara partin av bringu­ni. Blaðið á knívinum er heilar 20 sentimetrar langt og 4,5 senti­met­ ur breitt á tí breiðasta. Hin dømdi greid­di frá, at hann stakk við stórari megi, inntil hann merkti mótstøðu ella blaðið varð farið heilt inn. Síðani vaskar hann knívin og hendur­nar, leggur knívin í køkin, og fer heim. Har skiftir hann klæði, men finn­ur enn ongar sigarettir og fer tí om­an til abba sín. Haðani tekur hann eina pylsu, ein grindaknív og eina cola við sær og fer niðan í hagan. Hann legg­ur seg at sova handan ein stein, og tá hann vaknar leitar hann sær til grót­brotið í Hvalba. Hann stendur á egg­ini og umhugsar at loypa, tá hann sær unnustuna og pápa sín koma gang­andi til hansara og brýtur tá sam­an í sjóheitan grát. Hann fortelur pápa sínum, hvat hann hevur gjørt, og pápin ringir til løgregluna. Ákærin kravdi 13 ára fongsul, og Før­oya rættur eftirlíkaði kravinum. Verj­in bað um ikki hægri enn 10 ára fongsul, tí hann metti at ymiskar um­ støð­ur gjørdu, at revsingin kundi vera lin­ari enn vanligt er fyri slík dráp. Linda Hesselberg, ákæri, legði sum grund fyri kravinum um 13 ár, at meðan vanliga revsingin er 12 ár, so fekk ungi maðurin í oktobur 2012 ein treyt­að­an dóm í tvey ár. Treytaða tíð­ in var tí ikki úti, tá maðurin í august í fjør drap Hjalmar Holm. Maðurin varð tá dømdur 18 mán­ aðar fongsulsrevsing, har av 12 teirra vóru gjørdir treytaðir. Av tí at hann longu hevði sitið nærum seks mán­að­ ir í varðhaldi, var hann leys­lat­in bein­ an­vegin. Men í august, tveir mánaðir áðr­enn treytaða tíðin varð úti, framdi hann so morðið í Hvalba. Linda Hesselberg metir, at tað eru aðrar herðandi umstøður, sum krev­ja, at revsingin verður 13 ár. Hon vísir millum annað á, hvussu serliga eirinda­leyst drápið var. Her nevndi hon millum annað hvussu ofta og hart, ákærdi hevði stungið Hjalmar Holm. Ákærin metti eisini, at júst hetta, at Hjalmar Holm lá og svav og tí varð full­komiliga verjuleysur, talar fyri, at revs­ing­in eigur at verða herd, í mun til vanligu revsingina. Verjin hjá tí ákærda, Christian Andrea­sen, metti, at 10 ár mundu vera nokk. Hann vísti á, at tann ákærdi játtar seg sekan nú og hevur annars ongantíð noktað seg sekan held­ur. Hann sigur, at hóast hetta er ein ræðulig gerð, at ein ósekur maður er dripin, so heldur hann, at ymiskt er, sum talar fyri, at revsingin eigur at vera linari enn vanligt er. Christian Andreasen, verji, vísti fyrst og fremst á, at drápið ikki varð plan­lagt framman undan. Ákærdi fór ikki inn í húsini við tí ætlan at drepa, førdi verjin fram. Christian Andreasen nevndi eisini, at ákærdi kendi seg óttafullan, tá hann var inni í húsunum. Ákærdi varð kynsliga misnýttur sum barn, og tá eigarin av húsunum bjóðar honum upp á at hyggja eftir einum filmi, kem­ur gamla misnýtslan fram fyri hann aftur. Tað er í hesi sinnisstøðu, at hann vaknar aftur og stutt eftir hev­ur dripið Hjalmar Holm. Dómarin var tó samdur við ákæra­num, og dømdi mannin til 13 ára fongsulsrevsing. Hann skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin, um­framt at hann møguliga verður kravd­ur eftir endurgjaldi frá teimum av­varð­ andi eftir Hjalmar Holm. Rætturin metti, at hin dømdi handl­aði við vitandi og vilja, tá hann, eftir at vera farin niður í køkin, fór upp aftur við knívi í hond, lat hurð­ ina inn í stovuna, har eigarin av hús­ unum lá og svav, aftur, og síðani upp í saman stakk ein sovandi mann tólv ferðir í hálsin og ovara partin av bringuni. Dómarin var samdur við ákæranum, at tann myrdi var ful­lkomiliga verjuleysur og at hetta eisini talaði fyri eini harðari revsing. Dómarin var ikki samdur við verjanum, at nakað grundarlag var fyri at gera revsingina linari enn vanlig. Eftir at hava ráðført seg við verjan, valdi maðurin at taka við dómi­num. Eftir dómin fór hann aftur í varð­ haldsfongsling, inntil klárt er at sita dóm­in. Sambært Jón Klein Olsen, kann­ing­ar­leiðara, skal ungi maðurin sita dómin í Danmark. 36 ára gamli Hjalmar Holm lá og svav og hevði tí ongan møguleika at verja seg, tá hvalbingurin stakk hann 12 ferðir við einum køksknívi Drap verju­ leysan mann