Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. august 2015 sosialurin 95 7 1967  Ein 22 ára gomul norsk kvinna, búsitandi í Havn, verður dripin við skoti av fyrrverandi unnusta sínum, ein 23 ára gamal føroyingur. Drápsgrundin tykist at hava verið øvundsjúka, har maðurin skeyt seg sjálvan eftir drápið og læt eftir seg skilnaðarbræv. 1970  Ein 24 ára gamal føroyingur stingur tvær ungar gentur og ein 30 ára gamlan mann, sum kom gentunum til hjálpar. Hendingin fór fram í Klaksvík, har onnur gentan og maðurin doyðu. 1979  Ein grønlendingur verður stungin til deyðis av nøkrum unglingum uttan fyri TB-húsið á Tvøroyri eitt dansikvøld. 1984  Ein grønlendsk kvinna verður skotin og dripin av unnusta sínum uttan fyri húsini í Kollafirði. Kvinnan sat í bilinum, og maðurin fór inn eftir byrsuni og skeyt hana. 1988  Ein ungur maður á Tvøroyri skeyt unnustu sína við byrsu. Málið varð viðgjørt sum eitt sonevnt øvundsjúkumorð. 2005  Ein sálarliga sjúkur maður setti eld í húsini, har hann búði í Sørvági. Bæði hann og mamma hansara doyðu, og er hetta skrásett sum víðkað sjálvmorð. 2011  Eftir fyrst at hava verið eftirlýstur í nakrar dagar, viðger løgreglan málið um Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, sum eitt drápsmál. Málið endar við, at unnustin hjá fyrrverandi konuni verður dømdur fyri morðið. 2013  Ein 61 ára gamla maður doyr av einum knívi, hann hevur fingið í bringuna. Ein 69 ára gamal maður verður handtikin. Málið endar við, at tann 69 ára gamli verður fríkendur fyri morð, men dømdur fyri harðskap av serliga grovum slag við deyða sum úrsliti. 2014  Ein 36 ára gamal maður verður funnin deyður í einum húsum í Hvalba. Tveir mans verða handtiknir. Annar verður latin leysur aftur, meðan hin fekk 13 ára fongsulsrevsing fyri morðið. Talan er um tað triðja drápsmálið í fýra ár og tað tíggjunda seinastu 48 árini. V erjin minti dómaran á, at hin dømdi var kynsliga mis­brúktur sum ungur drong­ ur, og at ring min­ni kunnu hava verið viðvirkandi til van­lukku­ligu gerðina. Hvalbingurin hevur onga frá­greið­ing um, hví hann drap Hjalmar Holm. Hann greiddi í rættinum frá, at tað var sum hann gekk uttan fyri seg sjálvan, sum at hann hugdi eftir ein­um filmi, uttan ljóð, har hann sá seg sjálvan taka stóra køksknívin, fara upp á loftið og síðani stinga Hjal­mar Holm til deyðis. Verjin hjá tí dømda, Christian Andrea­sen, strongdi á dómaran at taka atlit til, at hvalbingurin hevði ver­ið kynsliga misbrúktur sum ung­ur drongur, og at vond minni frá hes­um hendingum, kundu havt spælt ein leiklut hesa vanlukkuligu náttina. Hann vísti á tvær hendingar hetta kvøldið, veitslan var, sum høvdu loypt hvøkk á hvalbingin og mint hann aftur á kynsliga mis­ brúk­ið. Eina hendingin fór fram í Royn-høll­ini. Hin dømdi sigur, at hann kendi ikki Hjalmar Holm, men í grund­lógaravhoyrinum greiddi døm­di hvabingurin frá, at Hjalmar Holm hevði nortið við kynslimin hjá hvalbinginum. Verjin segði, at talan allarhelst var um eina mis­skilj­ing, men uttan mun til hvat, so festi hetta seg í minnið hjá hvalb­ing­inum. Seinna hendingin er, tá hvalb­ ing­urin situr inni í køkinum og drekk­ur við hinum hvalbinginum. Tá hann so verður bjóðaður upp í stovu­na at hyggja eftir filmi, minn­ist hann aftur á, hvussu hann var kyns­liga misbrúktur. Tá var hann eisini bjóðaður inn at hyggja eftir filmi. Hann var so óttafullur, at hann gjørdi ikki mætari enn at taka ein knív við sær upp í stovuna, í fall hon­um tørvaði at verja seg. Komnir upp, er tað ein actionfilmur, teir skulu hyggja at, og endin er, at menn­in­ir báðir sovna í hvør sínari sofu. Verjin vísti tó á, at tað var í hesi sinnis­støðu, við minnunum um kyns­liga misbrúkið, at maðurin aft­ur vaknaði í sofuni, og síðani endaði inni á kamarinum, har Hjalmar Holm, maður frá Royn- høllini lá og svav. Dómarin styðjaði seg til frá­ greið­ingar frá yvirlæknanum á Psykiatr­iska deplinum og danska rætt­ar­læknaráðnum, sum hava gjørt mentalkanningar av tí dømda. Teirra niðurstøða er, at maðurin ikki er sinnissjúkur og heldur ikki var tað, tá hann framdi morðið. Ei held­ur funnu teir nøkur tekin til, at maðurin skal hava verið í einari psy­kosu ella líknandi. Dómarin segði, at tað var vitandi og við vilja, at maðurin hevði dripið 36 ára gamla Hjalmar Holm. Mintist kynsliga misbrúkið Kelda: Ársfrágreiðings Landslæknans og dagføringar úr miðlunum 10 dripin í Føroyum síðani 1967 Eftir seinna heimsbardaga hava verið 10 drápstilburðir í Føroyum. Allir aftan á 1967, og tríggir teirra seinastu fimm árini.