Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. august 2015 sosialurin 95 8 Men enn er andstøðan framman fyri og fær skipað nýggja samgongu, vísir nýggjasta veljarakanningin Eirikur Lindenskov S amgongan missir 8,3 pro­ sent­stig í nýggjastu veljara­ kanning, men hon hálar kort­ini inn á andstøðuna í mun til seinastu veljarakanningarnar. Sum ein veljarakanning í mun til seinasta løgtingsval hevur hon rætt­ iliga stórar broytingar við sær við tað, at Fólkaflokkurin missir tveir ting­ sessir, og Sambandsflokkurin ein. Men í mun til aðrar kanningar, sum gjørdar eru síðani seinasta val, so eru broyt­ingarnar ikki so stórar. Niðurstøðan er tó, at samgongan missir meirilutan – eisini um vit telja Sjálvstýrisflokkin við, sum varð partur av samgonguni, tá hon tók við. Men í mun til seinastu veljara­ kann­ing, sum varð kunngjørd her í blaðnum fyri tveimum vikum síðani, so hevur samgongan hálað inn á and­ støðuna við 2,9 prosentstigum. Í kann­ ingini fyri tveimum vikum síðani var munurin millum »blokkarnar« 11,2 prosentstig. Nú er munurin tódnaður niður á 8,3 prosentstig. Sambandið vinnur Tað er serliga Sambandsflokkurin, sum vinnur inn í mun til seinastu kanning. Tá stóð Sambandsflokkurin til 5,7 prosentstig í afturgongd, nú er afturgongdin 3,6 prosenstig. Hóast 3,6 prosentstig er stór afturgongd, so er broyting stór tann positiva vegin upp á tvær vikur, og so kunnu vit bara gita, hvat næstu 12 dagarnir kunnu broyta. Hjá Javnaðarflokkinum er eisini talan um ein pena framgongd í mun til seinasta løgtingsval. 3,5 prosentstig er stór framgongd. Men broytingin síðani seinastu kanning fyri tveimum vikum síðani – tá framgongdin var 5,3 prosentstig, er ein afturgongd upp á 1,8 prosentstig. Vit kunnu við hesi kanning stað­ festa, at stóri munurin sum hevur verið millum »blokkarnar« – andstøðu og samgongu – er tódnaður, og hann kann sjálvandi tódna enn meira, sum valið nærkast. Framsókn buldrar fram Tað er aftur hesaferð Framsókn, sum fær størstu framgongdina, 5,5 prosentstig og tveir tingsessir afturat. Javnaðarflokkurin gongur sum nevnt 3,5 prosentig fram og fær ein tingsess afturat. Allir hinir fimm flokkarnir hava afturgongd. Hjá Fólkaflokkinum er aftur­ gongdin 4,2 prosentstig, og tað merkir, at flokkurin fær seks tingsessir valdar í mun til teir átta, sum flokkurin fekk á valinum seinast. Síðani valið hevur Janus Rein skift flokk frá Framsókn til Fólkaflokkin. Verður hann taldur við, so missir Fólkaflokkurin tríggjar tingsessir. Sambandsflokkurin gongur 3,6 prosentstig aftur og missir ein tingsess í mun til seinasta løgtingsval. Men síðani valið er Gerhard Lognberg, sum varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum í 2013, komin upp í Sambandsflokkin. So í mun til støðuna í dag, so missir Sambandsflokkurin tveir tingsessir. Tjóðveldi gongur aftur Hin stóri andstøðuflokkurin, Tjóð­ veldi, stendur hesaferð til afturgongd. Flokkurin fekk á valinum seinast 18,3 prosent. Men hesaferð fær hann – sambært kanningini – 17,6 prosent. Tað er ein afturgongd upp á 0,7 pro­ sent­stig. Framsókn tvífaldar nærum sítt atkvøðutal – og í mun til støðuna í dag, so ferfaldar nýggi flokkurin ting­mannatalið. Flokkurin fekk 6,2 prosent á seinasta løgtingsvali og stendur sambært kanningini til at á 11,7 prosent. Tað er ein framgongd upp á 5,5 prosentstig og tveir tingsessir í mun til valið seinast. Tað áhugaverda við framgongdin hjá Framsókn er, at hetta er triða kanning á rað, sum sigur tað sama. Í kanningini fyri tveimum vikum síð­ani fekk flokkurin 11,6 prosent og í kann­ingini 22. apríl fekk flokkurin 11 pro­sent. Tí eru ábendingar um, at Fram­sókn kann rokna við einum góð­ um valúrsliti. Nýtt Sjálvstýri inn í hitan At Javnaðarflokkurin gongur sam­ bært kanningini 3,5 prosentstig fram frá 17,7 til 21,3 prosent, gevur sum sagt flokkinum sjey tingessir, sum er ein meira enn á valinum seinast, men tveir meira enn flokkurin hevur havt, síðani Gerhard Lognberg varð koyrdur úr flokkinum. Miðflokkurin stendur til at fáa 5,9 prosent, sum heldur minni enn á valinum seinast, tá flokkurin fekk 6,3 prosent av atkvøðunum. Tað merkir, at flokkurin varðveitir sínar tveir tingsessir. Nýtt Sjálvstýri stendur til at fáa umboðan á ting hesaferð, sambært kanningini. Flokkurin fær nett sama prosenttal, sum seinast, 4,2. Tað er nóg mikið til tann eina tingsessin. Vit kunnu siga, at andstøðan framvegis klárar at gerast alternativið til sitandi samgongu. Men munurin er teprari nú enn seinast. Býtið er nú 15 til samgonguna og 18 til teir fýra flokkarnar í andstøðuni, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri. Savnsmynd Veljarakanning Nú styttist millum andstøðu og samgongu