Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015 SOSIALURIN 95 12 JÓHANN MORTENSEN BORGARI Í HAVN H on smýgur sær inn um dyrnar. Vit hoyra hana skavast. Hon letur seg í ljósabláu skølingarnar. Blídliga sníðið á heimarøktini kemur til sjóndar. – Nú komi eg at koyra teg í song góða. – Ájøssus, eg havi gestir. – Júmenn eg kann gera teg klára. Tá tað er gjørt, kemur heimarøktin og tann 92 ára gamla inn aftur í stov­ una. – Á, nú gloymdi eg tað. Eg ætlaði líka at biða teg gera..... – Eg vildi so gjarna, men eg má víðari. Eg havi fimm fólk eftir, og klokkan er næstan hálvgum tíggju. Eri forvitin, og spyrji, hvussu nógv fólk hon skal fáa til songar hetta kvøld­ið. 23, er svarið. Fleiri politiskir flokkar hava sagt, at tey eldru skulu verða sum longst heima. Hesum eru tey flestu samd í. Men fyritreytin er, at játtanin er so mikið rúm, at talið á heimarøktum er nóg stórt. Og at tíð er til at vera um tey. Er játtanin nóg stór, tá heima­ røktirnar skulu drøna frá einum húsi til annað? Spyrji eina aðra heimarøkt eitt annað kvøld. Sama svar – 23. – Jamen, so er heimarøktin at samanbera við »samlibandsarbeiði«, er niðurstøðan hjá mær. – Tað kunnu vit gott siga, ásannar heimarøktin. Er henda »samlibandsstøðan« virðilig fyri okkara gomlu? – Hvat siga valevnini og flokkarnir? Vit vanvirða tey eldru Tann 92 ára gamla er nú 93. Hon liggur ikki í teaktræsongini frá fimtiárunum og í litføgrum seingjarklæðum. Men í eini sjúkrahússong. Var áhaldsin og breyt lærleggin. Á LS eru tey blíð og tíð. Hon hev­ ur fingið eina gammaseym sett­an í brotna beinið og hevur tað gott, sigur tann blídligi sjúkrar­røkt­ar­frøð­ ingurin. Dagin eftir gremur hon seg, tá vitjanartíðin er kl 15. Er svong. Vit gera vart við støðuna. – Áhjaa. Hon orkaði ikki at fáa sær at eta. Og vit hava ikki tíð at »mata« fólki.... Sjúkrarøktarfrøðingurin rennur víðari. Teir hava bara meira og meira at gera, og alt skal skrásetast, fáa vit at vita. Beinasom eru tey. Vit fáa eina Sopi og geva tí 93 ára gomlu. Eftir fáaum døgum fáa vit at vita – eitt sindur tøvandi – at nú má sjúklingurin skjótt heim. – Jú, men skal hon ikki fyrst venj­ ast upp. Líkasum læra at ganga, spyrja vit. – Tíverri eru bara tveir fysio­tera­ peutar her, og tað verður prioriterað. – Ja, og ein 93 ára gamal fær ikki fremstu raðfesting, gleppur mær av munni. – Neiii, men tað, at vit leiða hana á vesi er eisini ein háttur fyri endurvenjing ... er svarið. Vit gera greitt, at tann 93 er ikki før at fara heim til sín sjálvs. Ferditt! Nú skal hon heim Teir komandi dagarnar kennist tað líkasum eitt verbalt psykologiskt stríð millum okkum og summi á deild­ini. Onnur, sum eru í somu støðu, halda tað sama. Eftir nøkrum døgum fái eg um­ vegis ein annan persón at vita, at nú SKAL tann 93 ára gamla heim. Fundur verður í ovurmorgin um tað. Frá Heilsuhúsinum hjá komm­ un­uni havi eg fingið at vita, at eg skal krevja at fáa umboð fyri heima­røktina við til henda fundin – visitaións­fundin – tí LS ger tað neyvan. Tað verður gjørt. Meðan eg bíði eftir, at fundurin skal setast, fái eg at vita frá deildar­ leiðaranum, haldi eg, at tilgongdin at fáa ta 93 ára gomlu heim hevur nú vart í 14 dagar. – Tað var løgið. Fekk tað at vita fyrradagin umvegis annan persón. Tað einasta, eg veit, er, at tveir dagar undan vóru tveir terapeutar heima hjá sjúklinginum og máldu hurðar og vinklar, kannaðu gáttir o.a. Tær kannaðu, um ein hjólhjálpartól kundi venda og koyra í heiminum. Blæurnar eru so góðar – taka ein heilan litur Fundurin er professionellur. Um­boð­ ið frá heimarøktini er væl fyri­reikað og setir viðkomandi spurn­ingar. Sjúkrarøktarfrøðingurin svar­ar greitt og samvitskufult. Heima­røktar­ umboðið greiðir frá, hvat røktin kann gera. Eitt nú »seta tey fleiri heimarøktir inn«. Spyrji, og fái at vita, at síðsta heimarøktin vitjar um 21-21.30-tíðina og um morgun kemur tann fyrsta kl. 10-10.30. Haldi, at tað er leingi at liggja. Fái viðhald, men so verður lagt afturat, at blæðurnar í dag eru so góðar, at hetta klára blæðurnar sum einki. Tær taka ein heilan litur! So vita tit – lesarar – tað. For ólukkan – talan er um fólk við sítt fulla vit. Skal viðganga, at nú seti eg meg mestsum at andøva. Eri í mótstreymi. Hetta ber ikki til. Tann 93 ára gamla er bart út ikki før fyri at fara heim at vera einsamøll. Eg fái sum frálíður viðhald. EINKI hendir teir fyrstu dagarnar. Støðan hevur skelkað meg. Sigi eitt kvøldi við eina javnaldraða havnar­ konu, sum er í somu støðu sum vit, á gongini á LS: »Álavaratos. Hetta er so mannminkandi, so vanvirðiligt og so forbiðið eyðmýkjandi, at eg vil ikki blíva gamal í Føroyum. Og fanans tíð«. – Tú, Jóhann, eg havi hugsað tað sama. Hetta er so syrgiligt og so skammiligt, at eg havi ikki orð fyri tí... tað er grátuligt! Einki pláss – 17 á akuttlista Í tíðini, sum er gingin, hava vit sam­ skift við fyrisitingina, sum varar av ellis- og røktarheimum, umlætting og endurvenjing. Fyrikomandi fólk, men onki verður lovað. Eini 17 fólk standa á akut-bíðilistanum, er svarið. Eingin av teimum fimm endur­ venj­iingar­stov­unum á Boðanes­heim­ inum eru tøkar í langa tíð fram. Hvat er so at gera? – Nokta fyri at lata sjúklingin fara heim, er svarið frá øðrum í somu støðu. Gera tit tað, so sleppur sjúklingurin ikki inn nakrastaðni. So eru tit fangað! Samskiftið millum ymisku part­ arnar – LS, heimarøkt, hjálpi­tóla­mið­ støð o.o. – tykist minni gott. Høgra hond tykist ikki vita, hvat vinstra ger. Onkuntíð følir man seg sum kasti­ bløðku. – Er tað ikki typiskt føroyskt, er turrisliga viðmerkingin frá einum í skipanini. Hvat hendir og ikki, veit eg ikki. Men knappliga ein dagin loysn­ar. Ein dagin er ein stova á Boðanes­ heiminum tøk. Tann 93 ára gamla flytur inn. Fær regluliga venjing frá dugnaligum terapeutum og førleikin batnar. Eftir seks vikum verður kósin sett móti heiminum. Hon er fegin og vil helst vera heima. Tit mugu ringja og ringja Tey gomlu vilja helst vera heima. Men fyrr ella seinri ásanna tey, at tey eru ikki før fyri at búgva einsamøll longur. Førleikin batnar ikki og orkan gongur undan. Og eingin ergoterapeutur kemur heim at venja. Besta loysnin er kanska eitt heim. Men. At koma á eitt heim er sum at spæla í eydnuhjóli. Nú er tað so, at nógvir javnaldrar eru í somu støðu. Frá einum starvs­ felaga fái eg at vita, at nú er pápin sloppin inn. Men, leggur hon afturat, at systurin hevur kimað sosialdu deild­ina niður og norður. Boðini frá einum øðrum er: »Tú mást ringja alla tíðina. So skjótt onk­ur er deyður, mást tú ringja. Tað gjørdu vit....« Henda óvirðiliga støðan setir mong í eina óluksáliga keðiliga støðu. Eina eyðmýkjandi støðu. Skal tú virkuliga ringja til heilsuhús og vistatiónsnevnd hvørja ferð, at onkur á einum heimi er látin. Sigi í einum av dagligu prátunum um tey gomlu og vælferðartænasturnar, at eg havi álit á skipanini. Havi álit á starvsfólkunum í Heilsuhúsinum. – Nei, nei, nei nei. Vissi man ikki trýstur, so kann mann gott upp­geva tað, letur í tí keipandi havnar­búgv­ anum. Soleiðis er tað bara... Er henda støðan virðilig? Álvaratos, halda tit, sum ábyrgdina hava, at hetta ein virðilig støða fyri okkara gomlu? Hetta eru kanska teir, sum stóðu við vaðbeinið, egndu á Flemmish Cap, stoyptu húsagrundir ella arbeiddu í køldum smiðum. Hetta eru kanska tær, sum vaskaðu fiskin í køldu kør­ un­um, ella stóðu við tey fyrstu flaka­ borðini. Hetta eru kanska tær, sum stóðu innan fyri skivurnar í gomlu krambúðunum. – Og bóru mangar 100 punds mjøl­ sekkir, sum tann 93 ára gamla plagar at siga. Sagt er í valstríðnum, at 500 milli­ónir krónur meira fara nú til væl­ferðar­økið. Og at fleiri lógir eru sam­tyktar til bata fyri tey, sum hava brúk fyri hesum ella hasum. Tað fegnast vit øll um. Vit fegnast eisini um, at íbúðir eru bygdar til borgarar, sum bera brek. Ja, rørandi var løtan í Klaksvík í mai, tá átta borgarar fyri fyrstu ferð fingu sína egnu snotiligu íbúð. Í hesum valskeiðnum eru hesi heim raðf­est og tað fær fulla undir­ tøku. Men hvat ætla tit – tit mongu valevni sum vilja stjórna haltandi vælferðarsamfelagi okkara – at gera við hesa óvirðiligu støðuna í kom­andi valskeiði – støðuna við tí himmalrópandi tørvinum á ellis­ heims­plássum í høvuðsstaðnum? Ætla tit at lata standa til – yppa øksl? Ella bretta upp ermar og »fremja úrslit«, sum eitt kent valevni hevur sum ávarp? Heimarøkt sum samlibandsarbeiði ... Støðan er so mannminkandi, so vanvirðilig og so eyðmýkjandi, at eg vil ikki blíva gamal í Føroyum, skrivar Jóhann Mortensen millum annað. Á LS renna teir blíðu sjúkrarøktarfrøðingarnir sum ongatíð fyrr. Vilja hava sjúklingar heim sum skjótast. Heimarøktin er frálík og blæðurnar eru sera góðar. Men at fáa eitt pláss á ellisheimi í høvuðsstaðnum er sum at vinna í eydnuhjóli.... TÍÐARGREIN Fleiri politiskir flokkar hava sagt, at tey eldru skulu verða sum longst heima. Hesum eru tey flestu samd í. Men fyritreytin er, at játtanin er so mikið rúm, at talið á heima­røktum er nóg stórt. Og at tíð er til at vera um tey. Er játtanin nóg stór, tá heima­ røktirnar skulu drøna frá einum húsi til annað?« Jóhann Mortensen