hósdagur 20. august 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015
SOSIALURIN 95
13
ÁRNI GREGERSEN
T
að skal steðgast, at privat
sleppa at selja rættindi til
fiskatilfeingið, sum tey
hava fingið frá tí almenna,
til onnur privat.
Tað er høvuðsboðskapurin í
einari framløgu um framtíðar fiskf
ivinnuskipanina, sum Tjóðveldi legði
alment fram.
– Tað sum vit leggja fram
er grundarlagið undir einari
fiskivinnunýskipan, sum vit halda
tað ber tila t finna eina politiska
semju um, sigur Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldi.
Tjóðveldi sigur eisini, at vit eiga
at fara frá einari politiskari úluting
av loyvum. Í staðin fyri skal tað vera
soleiðis, at vinnan sjálv bjóðar seg
fram at fiska móti at hon letur eitt
avgjald afturfyri.
Tjóðveldið sigur, at atað er stór
undran millum manna, tí føroyska
politiska skipanin ikki megnar at
finna eina semju um hvussu okkara
fiskivinna skal skipast í framtíðini.
Føroyingar fiska millum 500.000
og 600.000 tons av fiski hvørt ár. Tað
er meira pr. íbúgva enn nakað annað
land í heiminum fiskar.
– Tí er hetta eitt ríkidømi, sum,
sum vit lættliga eiga at kunna liva
av við góðari vælferð, sigur Høgni
Hoydal.
Seks punkt
Í framløguni hevur Tjóðveldi
seks punkt um fiskivinnuna, sum
flokkurin heldur til ber at finna
semju um.
– Vit halda ikki, at øll viðurskifti
skulu broytast í einum, tí brúk verður
fyri einari skiftistíð. Tað eru sjálvandi
nógvir teknikalitetir, sum skulu
loysast, men hetta halda vit er tað
randi, sigur Høgni Hoydal.
•
Bæði føroysk vinna og Føroyaland
skulu hava meira burtur úr okkara
stóra ríkidømi.
•
Tað má staðfestast, at fiski
ríkidømið er ogn Føroya fólks,
so rættindini ikki gleppa okkum
føroyingum av hondum. Hetta
skal somuleiðis staðfestast í
føroysku grundlógini.
•
Verandi vinna má framhaldandi
hava góðar karmar, men onnur
skulu eisini hava møguleika at
sleppa framat. Hvørki av hesum
er uppfylt við politiskari útluting.
Tey seks punktini, sum flokkurin
heldur, hinir politisku flokkarnir fara
at taka undir við eru hesi:
1. Fiskiríkidømið er
ogn Føroya fólks:
Loyvi og rættindi kunnu ikki keypast
og seljast millum privat. Rættindini,
t.e. kvotur og fiskidagar, fella aftur til
landið, tá tey ikki eru brúkt.
Samráðingar
verða
tiknar
upp við vinnupartarnar um eina
skiftisskipan í tíðarskeiðnum, tá farið
verður burtur frá politiskari útluting
til útbjóðing á almennum marknaði.
Í lóg verða avmarkingar settar fyri,
hvussu stóra atgongd einstakar
fyritøkur hava til samlaða tilfeingið.
2. Stovnsrøkt og
burðardygg veiða
Fiskiríkidømi skal vera varandi
grundarlag undir føroyska búskap
inum. Stovnarnir skulu endurnýggja
seg, og vit skulu semjast um at fylgja
ráðgeving, ið byggir á fremstu vís
indaligu royndir, gransking og neyva
innsavning av vitan og royndum hjá
teimum, ið hava rikið og reka vinnu.
3. Á føroyskum hondum
Fiskirættindini skulu vera á
føroyskum hondum og ikki á
útlendskum. Bara fyritøkur, ið
eru skrásettar í Føroyum og fult
skattskyldugar í Føroyum, kunnu
taka lut í at veiða og troyta tilfeingið.
4. Virðisøking í Føroyum
Alt tilfeingið skal koma til høldar og
til lands, og atkomiligt skal vera hjá
føroyskum feløgum at bjóða upp á
veiði, sum er veidd við føroyskum
rættindum.
5. Føroyskir sáttmálar
og reglur
Øll, sum starvast í vinnuni, skulu
fylgja føroyskum reglum og galdandi
sáttmálum á økinum.
6. Altjóða avtalur og
atgongd til marknaðir
og virðisøking
Føroyskir myndugleikar skulu
við sterkum samráðingartoymi
brúka alla orku at tryggja rættindi
Føroya til felags fiskastovnar í
Norðuratlantshavi, góðar avtalur
um at fiska hvør hjá øðrum og at
gera handilssáttmálar við onnur
lond, ið geva marknaðaratgongd og
virðisøking fyri føroyskar fiskavørur.
Ein tílík skipan av fiskivinnuni er
grundarlagið undir einum sjálv
berandi og sosialt rættvísum Før
oyum.
Privat søla av fiskirættindum
skal steðgast beinanvegin
Tjóðveldi leggur uppskot til grundarlag fyri einari
semju úm nýskipan av fiskivinnuni fram
ÁRNI GREGERSEN
Tjóðveldi heldur, at sjálvt um fiski
vinnan verður skipað á ein nýggjan
hátt, so fer tað ikki at taka møguleikan
frá teimum, sum eru í fiskivinnuni nú
at halda fram.
Flokkurin vil burtur frá, at loyvir
verða lutað út politiskt og flokkurin
vil heldur ikki, at avgjøld á vinnuna
verða ásett politiskt.
Flokkurin mælir til, at tá ið loyvir
eru, so skulu tey bjóðast út. Øll í
vinnuni kunnu bjóða seg fram og
siga, hvat tey kunnu lata fyri loyvini.
Ongin ivi er um, at tað í eina langa
tíð framvegis fara at vera somu
aktørarnir, sum fara at hava størstu
møguleikarnar at bjóða hægst fyri
loyvini.
– Men tað er avgerandi, at at
komiligheitin er eins fyri øll. Tí vilja
vit burtur frá, at vit, at loyvini verða
útlutað politiskt. Og fáa vit skipa tað
soleiðis, at vinnan sjálv bjóðar uppá
loyvini, so sleppa vit eisini undan, at
vit politiskt skulu áseta loyvisgjøldini,
sigur Høgni Hoydal.
Tjóðveldi tykist hava broytt
mátan, flokkurin leggur sín politikk
fram uppá – og á tíðindafundi var
klárt,a t flokkurin heldur sdeg ikki
hava dugað nóg væl at leggja upp
skotið um fiskivinnunýskipan fram.
Nú hevur flokkurin so valt at tóna
boðskapin niður og hevur í staðin valt
at gera eitt upplegg, sum flokkurin
metir allir teir politkisku flokkarnir
kunnu taka undir við.
Eitt prik var tó til Fólkablokkin
og Sambandsflokkin, sum Tjóðveldi
metir hava forðað fyri, at nakað er net
á økinum enn.
– Men hetta uppleggið eiga allir
flokkar at kunna taka undir við, segði
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Tjóðveldi:
Núverandi aktørar í vinnuni sleppa at halda fram
Sjálvt um ein nýskipan verður gjørd av føroysku fiskivinnuni, so fer tað
ikki at forða núverandi aktøruma t halda fram í vinnuni
Tjóðveldi roynir at seta dagsskránna í valstríðnum við einum uppleggi
um fiskivinnuna
Tey, sum eru í
vinnuni nú, sleppa
framvegis at
vera partur av
fiskivinnuni