Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015 SOSIALURIN 95 14 Okkum manglar eisini eitt psykiatriskt røktarheim Karl Jóhan Staksberg runesean66@hotmail.com Hví eina sosial psykiatri Tað er ein klár at­ skilj­ing í paragraf 107 og 108, sum skulu nýtast hjá eini visitatións nevnd ella bólki til at meta um, tað einstaka búfólki, sum skal visiterast til eina íbúð innan tað sosial psykiatriska økið, tildømis hevur tørv á einari íbúð yvir longri ella styttri tíðarskeið. Um vit ynskja at hava eina væl­ virkandi sosialpsykiatri, so mugu vit eisini invistera meira pening í umráði og hetta krevur ein politiskan vilja. Sosialpsykiatriðin er sum nú tann forlongdi armurin hjá behandlings/ hospitalpsykiatriðini og tískil eigur tað at bera við sær á ein natúrligan hátt og ger tað eisni í stóran mun at øll búfólk, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til sosialpsykiatriðina eru sálarliga so mikið væl fyri, at tey megna at taka hond um seg sjálvi og í minni mun innan ymisk ella ávíst øki hava tørv á hjálp ella stuðuli frá starvsfólkunum. Í stuttum fyriheldur tað nú seg soleiðis, at tú sum eitt búfólk við sálarligum trupulleikum, kanst koma í eina medisinska við­gerð í behandlings/hospital psykia­triini og út frá eini fakligari heildar­met­ ing, sum tekur atlit útifrá eina heild­ ar­lýsing, kannst tú verða útskrivaður aftur, um tú ert stabili­seraður ella er mettur at hava ein góðan habituellan tilstand. Tað sum manglar innan tað psykiatriska øki er ein útslusning - ella rehabiliterings eind, sum eigur at verða tann forlongdi armurin hjá behandlings/hospital psykiatriðini og á hinari síðuni sosialpsykiatriðini. Henda eindin eigur at virka fyri, at eitt nú búfólk sum verða útskrivaði frá hospital/behandlingspsykiatriini aftur í styttri ella longri tíðarskeið her hava møguleika fyri, at venja seg við og átaka sær alsamt fleiri praktiskar uppgávur í gerandisdegnum og á henda hátt aftur brynja seg til, at taka hond um egna tilveru og allar tær praktisku uppgávur og aðrar avbjóðingar, sum standa seg upp, tá ið tú sum búfólk, skal liva í egnari íbúð. Tá ið so hesi fakfólk í tøttum sam­starvi við starvsfólk innan tað sosialpsykiatriska øki úti frá eina heildarlýsing meta um, at tað einstaka búfólki er komi seg so mikið og hevur gjørt so stór framstig, so verður tað heldur ikki eitt so stórt og í summum óyvirkomuligt fet at taka hjá tí einstaka búfólkinum, frá at hava havt eitt nú ein partvís sjálvsrætt til at fáa ein fullkomnan sjálvsrætt. Yvirornað skal tað sosial psyki­ atriska økið sjálvsagt hava eitt grundleggjandi virðisgrundarlag, sum byggir uppá menniskjalig virði, ið øll kunnu identifisera seg við og sum mangt annað fagnar, ymiskleika, samstarv, respekt, rættvísi, virðing og dialog. Vit mugu bara ikki gloyma, at øll mennisku nevnliga eru ymisk og standa í einari ymiskari støðu eitt nú vegna sálarliga avbjóðingar ella aldur. Okkara uppgávu er tískil eisini at skapa ymisk umhvørvir og tilboð innan tað sosial psykiatriska øki, har búfólk við heilt specifikkum/ serligum avbjóðingum kunnu liva saman og fólk, sum eru komin til pensiónsaldur, kunnu liva saman í einum psykiatriskum røktarheimi. Tey tilboð, vit sum fakfólk kunnu bjóða búfólkum í gerandisdegnum taka útgangsstøði útifrá tí einstaka búfólkinum og teirra førleikum og áhugámálum. Øll búfólk ynskja ikki tað sama og hava heldur ikki líka stórar ella umfatandi ætlanir til teirra lívsleið frameftur. Tað finnst ikki ein orsøk til hetta, men ein sera nærliggjandi og afturvendandi orsøk er, at eitt búfólk um 30 ára aldur hevur fleiri langtíðar mál og aðrar ætlanir, meðan eitt búfólk um 70 ára aldur í størri mun mest ynskir at nýta høvi til at nýta lívið. Vit eru einki aftanfyri eitt nú arbeiði og útviklingina innan tað sosial psykiatriska øki í Danmark. Ætlanin er, at tríggjar stórar eindir skulu byggjast í Keypmannhavn og verða lidnar til næsta ár. Øll bú­ fólkini, sum eru visiteraði til hesar eindirnar og hava fingið bjóða eina íbúð, hava eitt nú tað til felags, at tey ikki hava havt nakran møguleika, at velja ímillum eindirnar men at ein visitatiónsnevnd hevur tikid støðu til, hvat fyri eind, hvørt einstakt búfólk, skal hava møguleika at fáa eina íbúð. Tað er talan um specialiserings-eindir innan sosialpsykiatridina, har tann eina eindin verdur eitt psykiatrisk røktarheim. Vit eiga eisini at hugsa í hesar banar bæði til frama fyri tí einstaka búfólkinum og fyri at vit sum starsvsfólk í størri mun kunnu arbeiða meira málrætta við einum ávísum málbólki. Peningur skal til og hetta krevur, at tann politiski viljin er til staðar. Magnus Rasmussen Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið Føroyski búskap­ ur­in kann sveiggja nógv og tí er neyð­ ugt at føra ein fíggjar- og bú­skap­ ar­politikk, sum skapar stabilitet og lang­tíðar­javn­ vágir. Vit eiga at ansa eftir rakstrar­ útreiðsl­un­um hjá lands­kass­an­ um, soleiðis at hesar ikki vaksa meira enn hægst neyðugt, og sum inntøkur eru til. Í góðum tíðum eigur landskassin at halda aftur við útreiðslum, með­ an landskassin í ringum tíðum eigur at fremja virksemisskapandi íløgur o.a. Vit eiga at gjalda niður skuld, tí skuldin er tyngjandi fyri okkum, og svarar til at seta okkara frælsi í pant – skuldin er í løtuni yvir 6 mia.kr brutto. Harafturat koma rentuútreiðslur av skuldini uppá einar 120 mió.kr. árliga. Eydnast okk­um at tálma rakstrinum og gjalda niður skuld, so eru góðir møgu­leikar fyri at gera fleiri al­ mennar íløgur – íløgur, sum sam­ felagið hevur fyri neyðini og sum tí eisini fara at gagna okkum øllum. Seinastu árini hevur gingið framá í føroyska búskapinum, og tað er gott, men eisini neyðugt. Ar­beiðs­loysið er sera lágt í løt­ uni. Flestu vinnugreinar hava fram­gongd, og hetta stimbrar búskapar­gongdina. Henda góða gongd eigur at halda fram og økjast enn meiri, og tað kunnu vit gera við m.a. at syrgja fyri, at vinnan fær langtíðartryggjaðar karmar, soleiðis at hon kann leggja ætlanir fram í tíðina. Sjálvt um gongdin er góð nú, so vísir Búskaparráðið á, í eini av síni frágreiðingum, at búskaparliga haldførið í almenna geiranum er vánaligt. Hetta er nakað, sum eigur at verða tikið í størsta álvara, tí tað er ikki nóg gott, at tað gongst væl í dag, tá vit vita, at stórar bú­ skaparligar avbjóðingar liggja fyri framman næstu árini. Her mugu tøk takast og neyðugt verður at gera tillagingar og á øllum økjum í samfelagnum, og nýskipanir, sum tosað hevur verið um í áravís muga gerast veruleiki nú. So eitt nývalt løgting eigur bein­anvegin at leggja eina lang­ tíðar­ætlan, sum tekur hædd fyri teim avbjóðingum, sum m.a. Bú­ skaparráðið vísir á. Leggjast eigur upp til at fáa eina breiða undirtøku fyri hesum, til tess at kjølfesta ætlanina so væl sum til ber. Gott val! Búskaparmenning Kristianna Winther Poulsen valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið Syrg bara fyri, at tað er tú, sum fert ígjøg­ num myrkrið, og ikki myrkrið, sum fer ígjøgnum teg. Nakað soleiðis verður tikið til í skaldsøguni Hundehoved eftir Morten Ramsland. Í Føroyum er myrkur helvtina av árinum, og vit eru nógv, sum kenna, hvussu myrkrið ávirkar sálina. Fyri mong eru sálarligu avbjóðingarnar so stórar, at tey ikki orka gerandisdagin uttan hjálp. Og sjálvi rópa menniskju við stórum sálarligum avbjóðingum ikki harðast um lekjandi tilboð. Sálarlig líðing – ein føroysk fólkasjúka Í stóru fólkaheilsuætlanini, sum Almanna- og heilsumálaráðið gav út í 2006, verður sálarlig líðing nevnd sum ein av føroysku fólkasjúkunum. Sambært hesari fólkaheilsuætlan er sálarlig líðing orsøk til umleið 30 prosent av øllum seingjadøgum á føroyskum sjúkrahúsum. Men hóast sálarlig líðing í 2006 greitt varð stað­ fest sum partur av almennu fólka­ heilsuætlanini, tykist sálarheilsa tíverri at vera dottin burturímillum í arbeiðinum fyri fólkaheilsu. Tað er ringt at fáa eyga á, at sálar­ heilsa verður viðurkend sum partur av almenna arbeiðinum fyri eini betri fólkaheilsu. Sálarheilsa er fólkaheilsa Umframt teirra frálíka arbeiði við likam­ligu heilsuni eigur Fólka­heilsu­ ráðið eisini at seta sálarheilsu á skrá. Tí sálarligar avbjóðingar eru ikki minni álvarsligar fyri fólkaheilsuna enn kostur, rørsla, royking, rúsevni og rúsdrekka, sum í løtuni eru yvir­ skriftirnar á heimasíðuni hjá Fólka­ heilsuráðnum. Talan kann vera um at hava sálar­ heilsu við í upplýsingarátøkum á skúlum. Vit vita frá gransking, at nógv føroysk børn og ung hava sálarligar trupulleikar. Eisini fyri vaksin fólk eru upplýsningsátøk um sálarheilsu viðkomandi og týdningarmikil. Sum vit síggja í frágreiðingini Helse­statistik for de nordiske lande 2013 er nýtslan av antidepressivum heilivági økt nógv í Føroyum sein­astu árini. Ein viðkomandi spurningur er sjálvandi, í hvønn mun talan er um nýtslu til viðgerð av psykiatriskum sjúklingum og í hvønn mun fólk, sum ikki eru í við­gerð í psykiatriini, mugu taka antidepressivan heilivág fyri at megna tilveruna. Arbeiðið fyri sálarheilsu raðfestast Miðvísa arbeiðið hjá Fólka­heilsu­ ráð­num at styrkja fólkaheilsuna hjá føroyingum skal halda fram, sum tað eisini verður staðfest á hmr.fo. Men sálarheilsa má eisini vera mill­ um raðfestingarnar hjá Fólka­heilsu­ ráðnum og má sum heild takast í størri álvara. Verði eg vald á ting, vil eg arbeiða fyri, at sálarheilsa fær hægri rað­fest­ ing í føroyska samfelagnum. Sálarheilsan – ein treyt fyri trivnaði KJAK