Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015 SOSIALURIN 95 15 RÓGVI NYBO N ú teir flestu flokkarnir av álvara eru farnir at trongjast á miðjuni í føroyskum politikki, bæði tá tosað verður um búskap og um ríkisfelagsskap, er skjótt at detta niðurímillum hjá einum lítlum flokki á miðjuni í føroyskum politikki. Hetta hevur Sjálvstýrisflokkurin helst eisini ásannað, og roynir nú sum einasti flokkur at skilja seg úr mongdini við einstøkum merkismálum. Hetta var sjónligt, tá Nýtt Sjálvstýri týsdagin legði fram valskránna. Flokkurin velur Tað er greitt, at Nýtt Sjálvstýri dyrgir á aðrari leið enn teir flestu. Merkismálini Tað er serliga á trimum økjum, at Nýtt Sjálvstýri vil fremja teirra politisku hugsjón, fáa teir møguleika til tað eftir valið. Hesi eru útbúgvingar, grøn orka og integratión. Á útbúgvingarøkinum vil Nýtt Sjálvstýri raðfesta Fróðskaparsetrið munandi hægri. Sum mál hevur flokk­urin at vit sum samfelag geva øll­um teimum, ið ynskja at taka út­ búgving í Føroyum, møguleika at gera tað her heima. Hetta merkir mill­ um annað at raðfesta Setrið hægri, betra um karmarnar og víðka um út­búgvingarnar, ið verða bjóðaðar á Setrinum. Við øðrum orðum skal tað ikki vera manglandi útboð ella karmar, ið gera, at lesandi velja at fara uttanlands at lesa. Sum grundgeving fyri, hví flokk­ urin serliga leggur seg eftir at fremja batar á hesum øki sigur Nýtt Sjálv­ stýri, at ein av hornasteinunum í at fáa haldføri aftur í føroyska búskapin er at fáa fólkavøkstur og halda serliga yngru ættarliðunum til her á landi. Nýtt Sjálvstýri ynskir eisini at seta grøna orku aftur á breddan. Við dømi í grønari umlegging hjá Klaksvíkar kommunu ynskir Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri og borg­ ar­stjóri í Klaksvíkar kommunu, at munandi fleiri almennir stovnar skulu leggja um til grøna orku. Jógvan Skorheim greiðir eisini frá, at Nýtt Sjálvstýri ynskir at gera tað bíligari hjá fólki at keypa sær grønar orkuskipanir. Hetta ætlar Nýtt Sjálvstýri at gera við eitt nú at frítaka útbúnað til grønar orkuskipanir fyri meir­virðis­ gjald, og sostatt gera tær bíligari. Eisini ynskir Nýtt Sjálvstýri at orku­ sparandi bilar, eitt nú elektriskir bilar, skulu frítakast fyri avgjøld, ið annars verða løgd á bilar. Integratiónspolitikkur hevur eisini høga raðfesting hjá Nýggja Sjálvstýri. Nýtt Sjálvstýri ynskir at tryggja øllum tilflytarum í Føroyum innlit í føroyskt mál og føroyska ment­an, soleiðis at tey gerast natúr­ ligur og integreraður partur av sam­ felagnum. »Sjálvstýri liggur í okkara DNA« Formaðurin í Nýggja Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, segði upp til fleiri ferðir undir framløguni, at tað liggur í arvastronginum, DNA’inum, hjá Nýtt Sjálvstýri at ynskja størri sjálvstýri. Í valskránni hjá Nýtt Sjálvstýri stendur, at flokkurin miðvíst arbeiðir móti, at føroyingar taka ábyrgd av egnum landi, og at hetta skal gerast stigvíst, har málsøki verða yvirtikin so hvørt fíggjarligur førleiki er til tað, uttan at seta vælferðina hjá fólkinum í váða. Flokkurin leggur eisini dent á, at ein nýggj stjórnarskipan eigur at verða gjørd fyri Føroyar. Skattalætta og hægri barnafrádrátt Umframt merkismálini hjá Nýtt Sjálvstýri, leggur flokkurin eis­ ini dent á onnur stórmál í val­ skránni. Nýtt Sjálvstýri sigur, at ovur­stóra skattatrýstið á lág- og miðalinntøkur eigur at linkast, og at barnafrádrátturin fyri familjur við børnum í aldrinum frá null til sjey ár skal hækkast. Harafturat skal peningurin fylgja barninum, soleiðis at foreldur kunnu ansa børnum teirra heima, ístaðin fyri á stovni. Nýtt Sjálvstýri nertur eisini var­ liga við tørvin á at einari pen­sjóns­ nýskipan og at umrøða spurningin um tilfeingisrentu. Nýtt Sjálvstýri ynskir at tað skal loysa seg at arbeiða, eisini tá tú verður pensjónist, og eru eisini opin fyri at fleiri verða verandi longri á arbeiðsmarknaðinum. Viðvíkjandi nýskipan av fiski­ vinnuni, leggur Nýtt Sjálvstýri ikki upp til størri broytingar í mun til í dag. Umframt at tilfeingisrentan skal umrøðast, sigur flokkurin í stevnu­skránni, at hann vil virka fyri at eitt serstakt avgjald verður lagt á víðarisølu av kvotum og fiski­ loyvum. Við hesum sigur flokkurin sam­stundis, at hann heldur tað verða í lagi, at kvotur og fiskiloyvi eru umsetilig, so leingi eitt avgjald er á, tá hesi verða umsett. Nýtt Sjálvstýri dyrgir á aðrari leið Útbúgving, grøn orka og integratión standa ovarlaga á dagsskránni hjá Nýggja Sjálvstýrinum. Trongligt er á miðjuni, so flokkurin dyrgir eftir atkvøðum á aðrari leið enn hinir Jógvan Skorheim Kári P. Højgaard Pól Jákup Poulsen Bárður Kass Nielsen Arnfríð Vestergaard Sofus Hansen Hans Jákup Hermansen Zakarias Wang Rúna Sivertsen Bjørn á Heygum Lasse Klein Jóhann Clementsen Jógvan á Høvdanum Rúni Jacobsen Erhard Jacobsen Rógvi Fossádal Ronald Poulsen Hesi 17 stilla upp fyri Nýtt Sjálvstýri Sleppur Nýtt Sjálvstýri at sita við borðið, tá samgonga skal skipast eftir valið, vil Jógvan Skorheim hava trý mál framd. Útbúgving, grøn orka og integratión skulu verða merkismálini, sum eyðkenna Nýtt Sjálvstýri í eini samgongu (savnsmynd)