Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. august 2015 sosialurin 95 16 Mortan Østerø F yrsta januar í ár løgdu tvey pør av fólkaskúlum saman. Í Klaksvík gjørdust Skúlin á Ziskatrøð og Skúlin við Ósánna til »Skúlatrøð«, meðan Venj­ ingar­skúlin og Tórshavnar Kom­mu­ nu­skúli vórðu til »Skúlan á Fløtum« í høvuðs­staðnum. Fyri næmingar og lær­ar­ar er bygnaðurin longu dag­førd­ ur hóast fysisku karmarnir ikki verða lidnir fyrr enn í 2018 í Klaksvík, meðan sam­an­lagdi skúlin í Havn stendur klár­ur í 2020. Við øðrum orðum, koma næm­ingar og lærarar at húsast í fleiri høl­um tey fyrstu árini. Formaðurin í Lærarafelagnum, Her­álv­ur Jacobsen, tók hvassliga til orð­anna undan summarfrítíðini, tá ið hann hartaði avgerðirnar um saman­legging uttan liðug felagshøli. Eftir hansara tykki, vóru neyðug atlit ikki tikin til lærarar ella næmingar, men heldur líktist avgerðin eini roynd at fáa politiskan vinning hjá bý­ráðs­ politikk­arunum. Tað eru kommunurnar, sum varða av skúlabygnaðinum, men all­ ar broytingar skulu góðkennast av Menta­mála­ráðnum. Formaðurin í Lærara­felag­num hevði tó lítið álit á lands­myndug­leikunum. - At vænta, at lands­myndug­ leik­ar­nir skera ígjøgnum og biðja kommunurnar bíða við saman­legg­ ingini, til bygningurin er klárur, kun­ nu vit ikki vænta, tí tað, sum eyð­ kenn­ir Mentamálaráðið, er tøgn og ráða­loysi, skrivaði Herálvur Jacobsen í Skúlablaðnum 28. mai. Mentamálaráðharrin ósamdur Bjørn Kalsø, Mentamálaráðharri, tók als ikki undir við próvførsluni, sum Herálvur nýtti til frama fyri sítt sjónarmið. Herálvur málaði myndina Mortan Østerø E ftir summarfrítíðina fóru 73 nýggir næmingar und­ir fólka­skúlaleiðina í Skúla­ num á Fløtum. Held­ur byggi­ætlan­in hjá Tórshavnar Kom­ mu­nu, verða næmingarnir í saman­ lag­da skúlanum ikki savnaðir und­ir sama taki fyrr enn í 2020, men skúla­ stjór­in er bjartskygdur. - Tað er altíð ein serlig avbjóðing at taka í móti fyrsta flokki, men tað hev­ur gingist ógvuliga væl, sigur Hanus Joen­sen. Ein av avbjóðingunum hjá skúla­ stjóra­num er at samskipa skúlan, hóast hann ikki er savnaður undir sama taki. Fyrstu tvey árini verða næm­ing­arnir býttir sundur eftir aldurs­bólk­um á fimm ymsar høvuðs­ eind­ir. Fyrsti og annar flokkur húsast sam­an í miðbýnum, triði flokkur við Heimará, fjórði til sætti flokkur á Frælsinum, sjeyndi til áttandi á Argj­ um meðan níggjundi flokkur húsast í Gundadali. - Sjálvandi hevði tað verið ynski­ ligt, at havt øll undir felagstaki. Somu­leið­is er tað keðiligt hjá foreldrum at fleiri børn, sum skulu í ymisk høli, men hesar eru treytirnar inntil fyrsti part­urin av nýggja skúlanum stendur klár­ur. Longu í januar 2018 flyta tríggir flokk­ar inn, sum ger tað møguligt at savna hinar árgangirnar saman inntil vit flyta endaliga inn í nýggja skúlan í 2020, sigur skúlastjórin á Skúlanum á Fløtum. Spennandi verkætlan Skúlabyggingin telist helst millum størstu byggiætlanirnar hjá bý­ráð­ num í nýggjari tíð, og Hanus Joensen sær stórar fakligar vinningar fyri sær í saman­leggingini. - Tað er týdningarmikið at minna seg á, at skúlin ikki bert eru teir fysisku karmarnir, men menniskjuni í hølu­num. Rákið í løtuni peikar móti størri eindum innan skúlaverki, og tað kann avgjørt vera fakliga lønandi við størri útboði av lærugreinum og Fyrimunur við samanlegging Skúlastjórin á Skúlanum á Fløtum, metir at lærarar og næmingar eru betri ílatnir til nýggj høli, um fyrireikandi arbeiðið byrjar áðrenn flytingina, meðan forkvinnan í Mentamálanevndini heldur at neyðugt varð at bera skjótt at Samanlegging uttan felagshøli Við stórum samanleggingum uttan felags hølisviðurskiftum innan skúlaøkið, koma næmingarnir ikki hvørjum øðrum við tvørtur um aldur tey fyrstu árini