Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. august 2015 sosialurin 95 17 av hølisviðurskiftunum undan samanleggingini óneyðuga ljósa­reyð­ar, sambært Bjørn. - Men hetta er ikki heilt rætt, tí bara ein av teimum fýra skúlunum, sum nú eru lagdir saman til tveir, (Skúl­ in við Ósánna), hevur havt rími­ligar hølis­um­støður. Hinir skúlarnir (...) hava ikki havt góðar umstøður, og teir hava eisini húsast í fleiri bygningum á ymisk­um bústøðum. Av­bjóð­ ing­ar­nar við hølis­umstøðum hjá næmingum og lærarum eru sostatt ikki íkomnar orsak­að av samanleggingum, sum for­ maðurin í Lærarafelagnum vil vera við, svaraði mentamálaráðharrin aftur 29. mai. Bjørn ásannaði tó, at fyri­mun­ir og vansar eru við saman­legg­ingum, men í sama anda­drátti veitti hann vissu fyri, at Menta­mála­ráðið hevði tryggjað sær, at skiftistíðin var nøkt­andi áðrenn saman­ leggingarnar vórðu góð­kendar. áðrenn flyting økt­um samstarvi millum fakliga sterk­ar lærarar innan einstøku fakini, sig­ur Hanus. - Starvsfólkini hava verið drigin við inn í byggiætlanina og tað er ein stór gularót at vita, at vit hava ein nýmótans skúla um fá ár. Hóast tað ikki er ein ynskistøða, at vera spjødd um býin, kann tað vera ein styrki, at leggja saman áðrenn felags­bygn­ing­ ur­in er klárur. Av tí sama eru vit væl fyri­reikað og samansjóðað áðrenn vit flyta inn, sigur Hanus Joensen. Mugu bera skjótt at Bæði Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli stóðu fyri umfatandi ábøt­um, skuldu teir framvegis hýsa skúla­virksemi, og tískil var upplagt, at leggja skúlarnar saman, metir for­kvinnan í Mentamálanevndini í býráð­num. - Vit vórðu rakt av tí kreppuni, at báðir skúlarnir stóðu fyri kost­ nað­ar­miklum umvælingartørvi og besta loysnin varð at skipa okkum í felags­um­hvørvi, sigur Helena Dam á Neysta­bø. Millum ivamálini, sum tóku seg upp viðvíkjandi tilgongdini var hvør av skúlunum fór at draga fyrimun av samanleggingini. Sambært for­ kvinnu­ni í Mentamálanevndini var besti hátturin at varðveita allan lærara­hópin, at fara undir saman­ legg­ing­ina beinanvegin, soleiðis at hvørgin av skúlunum var fyri van­ býti. - Í skúlastýrunum var breið semja um, at seta sjøtul á tilgongdina at legg­ja saman, og ósemjan var heldur um hon skuldi fara fram farna vetur ella nú í summar. Tað er sjálvandi ein ógvuliga avbjóðandi prosess, men skipaðu vit samanleggingina øðr­ vísi, hevði tað helst gingið út yv­ir lærarahópin á teimum báðum skúlu­ num. Av tí, at vit hava gjørt á henda hátt, verða lærararnir ikki skornir, men fáa eina felagsverkætlan, sigur Hele­na Dam á Neystabø. FAKTA – Skúlin á Fløtum Skúlin á Fløtum Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli løgdu saman 1. januar 2015. Skúlastjóri er Hanus Joensen Áttanda juni fekk skúlin heiti »Skúlin á Fløtum« Skúlin húsast í seks eindum Fleiri enn 800 næmingar og fleiri enn 90 lærarar 73 børn byrjaðu í 1. flokki í ár Í 2018 verður flutt í fyrsta part av nýggja skúlabygninginum. Skúlin verður væntandi liðugur í 2020. Næmingar húsast Kongagøtu (garðinum hjá Frk. Cohr) Fríðrik Petersens gøtu við Landavegin á Frælsinum/Handan Á á Argjavegi Gundadali Í skúlanum ganga næmingar úr 1. upp í 9. flokk. Skúlaárið 2015/16 ganga umleið 831 næmingar í tilsamans 37 flokkum í Skúlanum á Fløtum. Í skúlanum eru umleið 84 lærarar, 8 serlærarar og 1 deyvalærari.