hósdagur 20. august 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015
SOSIALURIN 95
18
TÓNLEIKUR
Fríggjakvøldið 7. august var Sirkus í Vágsbotni
karmur um eina noise konsert, har ikki færri
enn tríggjar noise framførslur vóru á skránni,
umframt ein rokkframførsla við bólkinum
Ranchus. Tey trý framførandi noise nøvnini
vóru Balak, Heðin og Vomit Nation
Á NOISE
KONSERT
Í SIRKUS
TEKSTUR: KNÚT HÁBERG EYSTURSTEIN
MYNDIR: HANNA VANG
H
ava vit nakrantíð havt
nakað, ið líkist einum
avantgarde ráki í før
oyskari list? Um ein
t.d. hyggur nærri at hvussu føroysk
tónlist hevur ment seg gjøgnum
tíðina, kann tað vera torført at fáa
eyga á avantgardistisk eyðkenni. Ein
møgulig frágreiðing er, at føroyska
samfelagið ongantíð hevur upplivað
eina modernismu, men heldur er
lopið úr nationalromantikkini og
beint inn í eitt postmodernað ella
seinmodernað tíðarskeið, ið ikki
hevur tikið seg upp fyrrenn í heilt
nýggjari tíð.
Hvussu enn er og ikki, so var
konsertin hetta fríggjakvøldið ein
hending, ið kundi verið lýst út frá
avantgarde tankanum. Í tónlistar
ligum høpi kann »avantgarde« skiljast
sum tilburðir, har siðbundna verk
hugtakið so ella so verður upployst.
Eitt kent dømi er 4’33” hjá John Cage
frá 1952, har ein klaverleikari spælir
onki uppá eitt klaver í 4 minuttir
og 33 sekund. Tónleikurin er her at
fatað sum alt tað, ið hendir ljódliga
í rúminum í teir fýra minuttirnar og
trýogtredivu sekundini. Her er v.ø.o.
talan um eina allýsing av tónleiki, ið
fer langt útum siðbundnar fatanir av
nótum, verki, skipan, bygnaði o.s.fr.
Noise í søguligum høpi
Spurningurin er síðani hvørji tón
listarlig fordømi finnast innan
noise. Í rokktónleiki man plátan
Metal Machine Music hjá Lou Reed
frá 1975 vera eitt slag av noise »ur
teksti«. Plátan inniheldur heilar
64 minuttir við óviðgjørdum gittar
feedbacki og óljóði. Innan tónleik í
breiðari merking finnast tó væl eldri
keldur til ein noise uppruna. Italski
futuristurin Luigi Russolo (1883-1947)
útgav longu í 1913 manifestið The Art
of Noise (L’arte dei Rumori), har hann
m.a. staðfestir at:
»Fornaldarlívið var tann bera kvirra.
Í nítjandu øld, við uppfinningini av
maskinuni, føddist óljóðið. Í dag
sigrar óljóðið og ræður einsamalt yvir
kenslusemi menniskjanna. Í nógvar
øldir gekk lívið framvið í kvirru, ella
í mesta lagi í ljódligum tónum. Hini
sterkastu óljóðini, ið órógvaðu hesa
kvirru, vóru hvørki harðlig ella drúgv
ella fjølbroytt. Um vit hyggja burtur frá
hendinga rørslum sum jarðskjálvtum,
ódnum, illveðri, omanlopi og fossum, so
er nattúran kvirr.« (Russolo 1913, egin
umseting).
Í 20. øld sæst sostatt eitt skifti,
har óljóð gerst sameindur partur
av menniskjaligu tilveruni, og upp
gjøgnum ártíggjuni síggjast ymsar
tónlistarligar óljóðstulkingar. Avant
garde tónaskøld sum áðurnevndi
John Cage og Edgar Varése tóku
táttin upp frá Russolo, og í 50’unum
sóust slóðarar innan eitt nú musique
concréte (Pierre Schaeffer, Pierre
Henry) og elektronische musik (Karl
heinz Stockhausen, Györgi Ligeti),
ið á ymsan hátt skipaðu óljóð í tón
listarligum samanhangi.
Noise í rokktónleiki
Í rokktónleiki hevur larmur í høvuðs
heitum verið miðsavnaður um
tvinnar effektir, ið báðar eru knýttar
at el-gittaranum: distortion og
feedback. Distortion er ein trevsing
av gittartónanum við tilvitaðari ov
erving av ljóðsignalinum. Feedback er
loop effektin, ið hendir, tá pickuparnir
á gittaranum uppfanga og endurtaka
ljóðið úr gittarforsterkaranum í tað
óendaliga. Tilvitaða nýtslan av hesum
effektum í rokktónleiki kann slóðast
aftur til gittarleikaran Link Wray og
instrumentallagið »Rumble« frá 1958.
Onnur nøvn sum The Kingsmen,
The Kinks, The Who, Jimi Hendrix,
Velvet Underground, The Stooges og
áðurnevndi Lou Reed gjørdu eisini
sítt til at gera óljóð til ein integreraðan
part av rokk úttrykkinum. Í 80’unum
sæst ein framhaldandi estetisering av
óljóði í rokktónleikaligum høpi, við
bólkum sum Sonic Youth, My Bloody
Valentine, The Jesus and Mary Chain,
Spacemen 3 o.ø. (Sangild 2002). Sein
astu 40 árini hava nøvn sum eitt
nú Throbbing Gristle, Merzbow,
Einstürzende Neubauten, Earth og
Sunn O))) gjørt altjóða vart við seg
við ymiskum tulkingum av noise.