Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015 SOSIALURIN 95 19 Noise í Sirkus Föroyar Á konsertini í Sirkus brúktu øll trý noise nøvnini el-gittarar, og hetta er sum sagt siðbundið ljóðføri innan rokktónleik. Tó vóru gittararnir í Sirkus brúktir til tað øvugta av tí, ið teir upprunaliga vóru hugsaðir til: larm og óljóð heldur enn ljóm og sam­ljóð. Hóast hesir hættir hava síni áður­nevndu fordømi uttan úr heimi, er tað ikki gerandiskostur her um leiðir at fara á eina konsert, har tú kanst uppliva ikki bara eitt, men heili trý nøvn, ið framføra noise. Enntá í trimum ymiskum versiónum ella út­ leggingum. »Noise« er nevniliga ikki bara noise, men kann tulkast og estetiserast á ymsan hátt. Hesum fingu vit sjón fyri søgn fyri á konsertini, ið bjóðaði uppá tríggjar ymiskar útleggingar. Balak (Bogi á Lakjuni) legði dent á estetiskt vakurt, dronandi og tonalt funderað noise. Heðin (Heðin Ziska Davidsen) legði dent á skurrandi, elektroniskt viðgjørt og rútmiserað noise. Vomit Nation (Óli Jákup Müller og Hugin Brend Bech) stóð fyri aggressivum, ófýsiligigum og feedback grundaðum noise. Balak Konsertin var fríggjakvøld, og sama morgun var Balak í Útvarp Føroya og framførdi live noise tónleik. Hetta er helst fyrstu ferð at nakar hevur fram­ ført noise í ÚF, so hattin av fyri tí. Vónandi er tað ikki síðstu ferð. Tað ljóðar kanska sum ein and­ søgn, at óljóð skal kunna verða vakurt, men tað ber væl til. Í Balak’sa føri var avgjørt talan um óljóð, ja í roynd og veru ein »wall of noise«, men eisini um meditativan vakurleika. Ljóðmyndin var skapað við, at Bogi spældi dronandi tónar á el-gittara, ið var stemmaður í eini opnari akkord. Gittarpælið fór í gjøgnum ein hóp av effekt pedalum, og ávegis var signalið splittað í tvey, og fór sostatt í gjøgnum tvær ymiskar røðir av pe­dalum, og út í tvinnar gittar­for­sterkarar. Hetta gav ljóðmyndini enn stórbæran dám, og undirstrikaði kensluna av ein­um veggi av (ó)ljóði. Gittarspælið skifti millum hitt meditativa og still­ føra og hitt intensa og áleypandi. Mótsetingurin kom serliga til sjóndar móti endanum, tá Bogi eftir at hava larmað eina góða løtu, skifti yvir í stillar gittardronar við m.a. nógvum rúmklangi. Hetta elvdi til eina »vakuum« effekt: stillføri er sjáldan so vakurt sum aftaná ógvusligan fram­drátt. Blikalognin er ongantíð so kær­komin sum eftir harðastu ódnina. Heðin Næstur var Heðin, ið hevði koyrt sín gittara í gjøgnum eina røð av elek­ troniskum tólum, eitt nú teldu, teldil og sjálvandi obligatoriska hópin av effekt pedalum. Ljóðini, ið Heðin manaði úr gittaranum, vóru skitin og skurrandi á at lýða, og so hvørt sum tey komu úr gittaranum, vóru tey skipaði í rútmiskar eindir umvegis áðurnevndu elektronisku tól. Hetta elvdi til eitt hugtakandi samspæl millum skurr og skipan; millum klang­ligt óljóð og rútmiskt samljóð. Eins og hjá Balak var her greitt, at Heðin hevði gott tak á tí hann gjørdi. Eitt element av tamarhaldi var sostatt gjøgnumgangandi. Eis­ ini í hesum var ein forkunnug and­ søgn uppi í leikinum: at óljóð, sum í tess útgangsstøði er kaotiskt og óstýriligt, var viðgjørt og framført í eini kontrolleraðari tilgongd. Eftir eini løtu skifti Heðin mannagongd, og spældi á gittaran uttan at ljóðini vóru skipaði í rútmiskar eindir. Kanska nettupp fyri at bróta frá teirri skipaðu ella dogmatisku tilgongdini. Vomit Nation Høvdu Balak og Heðin tamarhald á støðuni, so tóktist tað øvugta at gera seg galdandi hjá Vomit Nation. Her búði ein ófrættakend og ørandi kensla av kaos undir allari fram­ førsluni, og tað gav tiltakinum eitt kærkomið spark í reyvina. Ikki at skilja sum at tær báðar undanfarnu framførslurnar ikki vóru góðar, tí tað vóru tær. Men hetta var hóast alt ein NOISE konsert, og ein ynskti sær sjálvsagt onkrar kaotiskar og punkuttar løtur. Henda vón var so sanniliga forloyst við Vomit Nation, ið framførdu ágangandi og feedback grundað noise frá byrjan til enda. Tað var hart frá. Í roynd og veru alt ov hart frá, og mong viðmerktu hetta við at halda fyri oyruni. Undirritaði hevði tíbetur tikið oyraproppar við á konsert, og slapp sostatt nøkunlunda heilskalaður, hóast ljóðtrýstið eisini hevði kropsliga ávirkan. Onkrir feed­ back tónar elvdu til fysiskt ófýsni fyri bæði oyru og maga. Teir báðir limirnir í bólkinum sóu eisini út til at leiðast yvir støðuna, sum høvdu teir nervar ella kanska vóru teir sjálvir merktir av fysiskum ófýsni. Einaferð kom ein abruptur steðgur í, og fólk klappaðu. Menn vóru tó ikki lidnir enn, og steðgurin merkti bert at Bogi á Lakjuni skuldi leika við teimum næstu løtuna. Hann so gjørdi, og kako­foniin slapp at halda áfram eina góða løtu. Brátt fekk framførslan ein enda. Eg haldi tað var tí at tann eini forsterkarin gav upp, men eg veit tað ikki fyri vist. Tími heldur ikki at vita ov nógv um tað, tí mær dámdi satt at siga væl óstýriliga og skilaleysa hug­ burðin, ið ráddi hesa løtuna. Kent og ókent Eitt annað hugtakandi við Vomit Nation, er at eg í mun til tey bæði fyrru nøvnini veit lítið og einki um limirnar báðar, annað enn at teir fram­føra noise. Bogi á Lakjuni og Heðin Ziska Davidsen eru kendir úr fleiri ymsum samanhangum. Til samanberingar eru Óli Jákup Müller og Hugin Brend Bech óskrivaði bløð á føroyska tónleikapallinum. Teir spæla noise, og meira vita vit ikki. Ikki enn í øllum førum. Sum skilst var hetta kvøldið upprunaliga hugsað sum teirra konsert, og hini nøvnini løgdust afturat so hvørt. Ranchus framførdu eisini, og hóast teir ikki eru ein desideraður noise bólkur, so hóskaði teirra skitni alternativi rokkur væl sum rosina í pylsuendanum. Við sær á konsert høvdu teir bæði roykmaskinu og lasaraeffektir, og hetta elvdi til eitt ikki sørt psykedeliskt huglag í Sirkus nú tað leið ímóti midnátt. Ein góður endi á eini forvitnisligari konsert. Hetta var annars sama kvøld sum túsundtals fólk savnaðust til Roxette í Klaksvík. Veit ikki hvørt tað var av tilvild ella tilvitað, at sama kvøld hýsti noisekonsert í Sirkus. Í øllum førum var talan um ein stutt­ligan mótsetning millum fjøldstekkjandi nostalgipopp og smalt avantgardenoise, og fult var eisini í Sirkus hetta kvøldið. Nú er tað ikki nakað stórt høli, men kortini. Fult hús. Tað er kanska í seina lagi, at bjóða avantgarduni vælkomnari til Føroya nú vit skriva 2015, men fyri tað var hetta ein mikið upplivingarrík noisekonsert. Noys! Keldur: Russolo, Luigi. 1913. The Art of Noise, unknown.nu, http://www.unknown. nu/futurism/noises.html Sangild, Torben. 2002. The Aesthetics of Noise, ubuweb.com, http://www. ubu.com/papers/noise.html