hósdagur 20. august 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. august 2015
sosialurin 95
20
Hvussu smakka Føroyar?
Vit á Kunningarstovuni í Nólsoy vóru so heppin at sleppa uppí part,
tá ið umhvørvisstuðulin hjá Tórshavnar Kommunu var latin fyrr í ár.
Spurningurin Hvussu kunnu Føroyar smakka? er grundin í arbeiðinum
Tjóðhild Patursson
L
ukturin av smæru, vekir
nógv
barnaminni.
Eg
trúgvi at allar flestu okkara
hava onkur barnaminni
um smæru. Bæði um bløðini og
um blómuna. At royna at fanga og
goyma deiliga og sermerkta luktin av
smærublómunum.Eg havi mangan
roynt at gera luktilsi burturúr
smæru- men uttan eydnu. Roynt
við køldum vatni, roynt við heitum
vatni, roynt við sápuvatni. Tað luktar
alt væl, men lukturin vildi ikki festa
ikki við tað 5 ára gomlu barnahúðina.
Og so minnini um leitanina eftir
fýrkleyvarum. Eg minnist at eg ein
dag havi leita í fleiri tímar, tí eg ynskti
mær so nógv ein hulahoppring. At
enda gav eg leitanina upp, heintaði
tveir trýkleyvarar, sleit tvey bløð
av tí eina, og klistraði teir báðar
kleyvararnar saman saman. Nú
hevði eg mín ‘fýrkleyvara’, snýt
kanska, men tað órogvaði meg ikki
- enn. Eg sá bara hulahoppringin
fyri mær. Eg fór tíðliga at sova tað
kvøldið, kláraði ikki at bíða. Eg legði
‘fýrkleyvaran’ undir koddan, ynskti
mær ein hulahoppring, og mundi
ikki fingið sovnað tí eg var so spent.
Morgunin eftir fór eg glað í skúla,
eg var spent, ógvuliga spent. Tá ið
mamma seinni tann dagin kom
heim frá arbeiðið hevði hon ein
vakran stríputtan appelsingulan
hulahoppring við heim. Fyrst kendi
eg gleði, síðani angran. Áh nei, eg eigi
ikki at fáa handan hulahoppringin, eg
havi snýtt!! Mamma skilti ikki hví at
eg ikki var glað fyri hulahoppringin
eg so leingi hevði ynskt mær… Hesi
minnini leita sær framaftur nú eg
í morgun var úti og tók myndir av
smærunum. Kanska eg átti at keypt
onkrum ein hulahoppring, tað hevð
kanska hjálpt mær at fáa karma
uppá pláss aftur. Eg kundi keypt mær
sjálvari ein eisini.
Fyri at gera alt verri, so kom Anna
Malan inn á Kunningarstovuna
í morgun og segði: ‘Eg fann ein
FIMMkleyvara í dag, tað merkir at
man fer at hava eydnu í kærleika.’
HVAT? Eg visti yvirhøvur ikki at
fimmkleyvarar funnust, og eg visti
heldur ikki, at eg við mínum manglu
uppá fimmkleyvarar opinbart
eri óheppin í kærleika. Ongan
hulahoppring og ongan kærleika. Eg
má heldur fara út at leita víðari eftir
hasum fýra OG fimmkleyvuranum…
….Men so kom mamma Onnu
Maluna inn. ‘Nei, nei, nei’ segði
hon. ‘Fimmkleyvari er ikki eydna
í kærleika, tað er fjandans eydna’.
Anna Malan sá skuffa út. Mamman
troystaði hana (og meg): ‘Tað er annað
til í hesi verð enn kærleiki’
Joan, mamma Onnu Maluna
greiddi víðari frá, at kleyvarin
symboliserar trúgv, vón og kærleika.
Ein søga sigur, at Eva hevði ein
fýrkleyvara við úr paradísi, sum um
tú finnur ein fýrkleyvara berur tú
ein part av paradísi í tinum hondum.
Fýrkleyvarin er tekin upá eydnu. Sum
barn fekk eg at vita at um tú finnur
ein fýrkleyvara, kanst tú leggja hann
undir koddan og ynskja tær okkurt.
Fimmkleyvarin er fjandans eydna
- hann krevur nakað av tær áðrenn tú
fært eydnuna.
Um tú finnur ein sekskleyvara, so
fært tú eydnu í kærleika. - Vit onnur
mugu bara leita víðari.
summir kleyvarar hava fleiri ella
færri bløð, er orsaka av mutatiónum.
eg enn geri misseydnaðar royndir
uppá smæru-luktilsi, og leiti til fánýtis
eftir fýra og fimm og sekskleyvarum,
heintar Anna Malan smærublómur í
hópatali - ikki til luktilsi, men til mat.
Anna Malan brúkar smæru í bæði
søtan og saltan mat. Smærurnar
geva við sínum fantastiska aroma
mati eina heilt serliga kenslu - ja,
fyri meg gevur tað mær (næstan)
fri frá øllum teimum misslukkaðu
luktilsisroyndunum sum barn.
Smæru
smyrjiostur
1 dl av smærublómum
250 gr av neutralum
smyrjiosti
Hakka smærurnar og
blanda við smyrjiostin.
Koyr meira ella minni av
smæru í, alt eftir hvussu
sterkan smakk tú vilt
hava. Heintar tú eisini
kleyvarabløðini, kanst
tú koyra tað uppí eisini.
Smakkar ikki av so nógvum,
men sær vakurt út.