Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015 SOSIALURIN 95 22 Óli Jacobsen KJØLBRO VAR EIN MEGNARMAÐUR Sjómannadagin tann 22. august verður løgd fram bók um Jógvan F. Kjølbro. Her verður dentur lagdur á at svara spurningin: Hvør og hvussu var Kjølbro? T ey flestu munnu hava hoyrt um Kjølbro. Tey meira tilkomnu minn­ ast hann eisini, hóast tað eru nærum 50 ár, síðan hann doyði í 1967. Tey eru tó ikki so mong, sum vita nógv um mannin. Hjá teimum flestu stendur hann sum fremsti vinnulívsmaður í 20. øld. Hann átti skip og virkir, veruliga »átti« hann Klaksvíkina nærum alla sum hon var! Tað er skrivað nokk so fitt um hansara vinnu­liga virksemi, men Kjølbro var nógv meira enn tað. Abbasynir hansara, Finn Kjølbro, Anders Harboe Ree og Jóannes Kjølbro, settu sær fyri at fáa bók skrivaða, sum skuldi lýsa abban, sum hann var. Bókin skuldi ikki vera nøkur glansmynd. Hon skuldi geva eina so rætta mynd av abbanum, sum tað bar til. Nú er so bókin liðug, og hon verður løgd fram í Ósáskúlanum í Klaksvík sjómannadagin, 22. august kl. 15, har tað eisini verður møguligt at keypa signeraðu bókina fyri serprís. Bókin er 500 síður og hevur 180 myndir. Hon gevur í meira enn 30 kapitlum eina nágreiniliga lýsing av øllum tættum í lívinum hjá Kjølbro. Byrjað verður við at greiða frá Klaksvík um ta tíðina, tá ið Kjølbro varð føddur í 1887. Tá var tað havnarmaðurin, Johan Christian Djurhuus, kallaður faktorin, sum var drívmegin í menningini av Klaksvík. Tann ungi Jógvan Fredrik Joensen var frá barndómi av »dømdur« at verða út­róð­rar­mað­ ur og kanska jarðareigari, men tað hevði hann ongan hug til. Yrkisleiðin byrjar Tískil tók hann annað jólakvøld í 1902 mót til sín og fór at biðja faktorin um arbeiði. Hetta var játtað honum. Hann kom at arbeiða í út­ handlinum á Biskupstøð, har leiðarin var tann 5 ár eldri Karin. Tey funnu saman og giftust í 1909. Tá tók Kjølbro yvir og fekk løn í mun til um­setningin. Hetta gekk so mikið væl, at hann í 1913 saman við bróðrinum, Dáva, keypti fyrsta skipið, Soli Deo Gloria. Í 1915, fyri júst 100 árum síðan, gjørdi Kjølbro seg heilt leysan av faktorinum, og fór at handla fyri egnu rokning. Síðan gekk tað slag í slag, fyritøkan vaks og vaks. Frá at Klaksvíkin var eftirbátur í mun til restina av landinum viðvíkjandi sluppum og seinni við at seta motor í tær, kom bygdin skjótt í fremstu røð. Í bókini eru skattatøl, sum vísa gongina í inntøkunum hjá fyritøkum og skattgjaldarum annars í Klaksvík. Tað varð skjótt, at Kjølbro gjørdist millum teir fremstu. Fekk trolaradriftina at bera til Byrjanin til skipasøguna hjá Kjølbro er sera áhugaverd. Tá ið hann og Dávur ætlaðu at keypa Soli Deo Gloria, høvdu teir tørv á einum láni uppá 3.000 krónur. Tá ið Føroya Banki noktaði at fíggja, legði kendi framburðsmaðurin, Jens í Dali, peningin út. Áhugavert er tað eisini, at Thomas J. Petersen, sýslumaðurin í Klaksvík, pápi Thorstein Petersen, gav eisini eitt íkast. Hetta kom seinni at verða nýtt politiskt millum Kjølbro og Thorstein! Kjølbro kom at keypa nógv skip, sum øll eru umrødd. Hann var framskygdur og var tann, sum fyrsti fekk trolaradriftina at bera til í Føroyum. Royndir høvdu verið gjørdar við trolarum, men tær vóru allar farnar fyri bakka. Men í 1933 keypti Kjølbro saman við Christ­iani Holm Jacobsen tann fyrsta Skála­berg. Aftaná kríggið vóru teir báðir eisini undangongumenn við nútímansgerð av trolaraflotanum. Kjølbro við at byggja Sjúrðarberg, har tann stóri munurin var, at maskinan nú nýtti olju í staðin fyri kol. Og so hevði Sjúrðarberg sum fyrsta skip í Føroyum nakað so fantastiskt sum radara! Fyritøkan, sum í dag eitur JFK trol, er framhald av hesi søgu. Tí kann sigast at Kjølbro byrj­aði hetta virki, sum nú hevur vart í meira enn 80 ár. Kjølbro eigur eisini sín part av út­róð­rar­ søguni. Her vísti hann eisini sítt framskygni. Meðan aðrir løgdu minni dent á útróðurin, keypti Kjølbro ein stóran útróðrarflota, sum til tíðir var eitt munandi íkast, ikki bert til fyritøkuna, men eisini til útróðrarmenn og samfelagið sum heild. Eisini fremst í fiskavirking Ein natúrligur partur av reiðaravirkinum var eisini fiskavirking á landi. Her var Kjøl­ bro eisini millum teir fremstu sum við fiska­ turking. Men hann vildi eisini ganga nýggjar leiðir. Aftan á kríggið bygdi hann hermetikk­ virki, sum var ein nýhugsan tá. Tá ið tíðin við køliskápum og frystarum kanska var farin frá hermetikki, kom Kósavirkið, sum tá mundi vera fremsta flakavirki í landinum. Hetta stóra arbeiðsplássið er framvegis partur av JFK-samtakinum. Hanna: Ein av keldunum Við so nógvum vinnuligum virksemi var tað natúrligt, at Kjølbro eisini fekk sær handlar. Hann hevði nógv fólk í arbeiði, og keyptu tey frá honum, gav hetta eisini inntøkur til fyri­ tøkuna. Eitt skifti var lønin goldin í egnum peng­um hjá Kjølbro, og teir kundu bert brúkast í hansara handlum. Tað var eisini skjótt, at stórt sæð alt, sum tørvaði í einum húsarhaldi, kundi fáast frá Kjølbro. Her var eisini nýtt nútímans marknaðarføring sum avsláttarmerki. Tað eru nógvar keldur, sum hava givið íkast til bókina, og ikki minst til partin um handils­ virkið, har tað ikki er so nógv tilfar. Tað var tað í tøkum tíma, at tosað varð við fleiri av hesum keldum. Ein teirra var Hanna Sørensen, f. Heinesen, ættað úr Klaksvík. Hon var fyrst í klædnahandlinum, og síðan varð hon arbeiðsgenta heima hjá Kjølbro. Hon mint­ ist væl til og dugdi væl at greiða frá. Hanna andaðist tann 9. august, so hon náddi júst ikki at síggja bókina, har hon eigur sítt íkast. Hon gevur eina jaliga mynd av Kjølbro-hjúninum. Tí kann tað vera hóskandi til minnis um Honnu at endurgeva ein part av tí, har hon er kelda: »Hanna Sørensen, f. Heinesen, stóð eina tíð í Toystovuni hjá Kjølbro. Hon var 15 ára gomul, tá ið hon byrjaði. Pápi hennara var gingin burtur við Ekliptiku árið fyri. Karin Kjølbro kom til mammu Honnu at spyrja, um Hanna kundi koma at arbeiða í klædnahandlinum á Biskupsstøð. Tað er neyvan ivi um, at hetta var hátturin hjá Karini at hjálpa hesum heimi, har pápin var farin. Klædnahandilin var í erva, og mathandilin, har Niels Vang var leiðari, helt til í neðra. Í klædnahandlinum var nógv at gera, fimm kvinnur arbeiddu har. Ingibjørg Mørkøre var leiðari. Hon var ættað av Eiði og kom sum ung í toystovuna, har Karin sjálv stílaði fyri. Ingibjørg var seinni leiðari, til nýggja klædnabúðin kom í 1955. Seinni fór hon til Havnar, har hon var við at stovna Línbúðina. Hon var granni hjá Kjølbro og vinkona Karinar alt lívið. »Her var alt møguligt at fáa av klæðum, skóm og enntá kosmetikk. Tað var ikki so nógva staðni at fara, um klæði skuldu keypast. Jens Klæmint Isaksen hevði eitt sindur av klædnavørum og Mikal Jacobsen somuleiðis. Hetta var undir krígnum, so allar vørur komu úr Bretlandi. Hetta vóru fín klæði, ikki minst meturvørurnar, sum vóru av besta kamgarn. Nógv varð selt av meturvørum, tí flestu klæðir vórðu heima¬seymað. Nógv var frakkar, undir­klæðir og ikki minst keppar. Nógvir eingilskir trolaramenn komu til Klaksvíkar, og teir keyptu ofta eitt og annað. Um prís- og lønarleguna kann eg minnast, at eg keypti mær Siðsøga Kjølbro saman við konuni, Karin, sum var hansara fremsti samstarvsfelagi í fyritøkuni