Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015 SOSIALURIN 95 23 Komandi partur Í komandi parti verður millum annað greitt nærri frá framløguni av bókini, eins og tað verður greitt meira frá Kjølbro. ein frakka fyri 120 krónur, og mánaðarlønin var 90 krónur. So frakkin mátti keypast upp á avbetaling«. Kjølbro plagdi viðhvørt at støkka inn á gólvið. Hann kom eina rundu av og á. Hanna sigur, at hann var ein fittur maður, men hann var rættiliga álvarsamur. Karin kom eisini, hon mundi vera kønari í klæðum enn hann. »Kjølbro var eisini góðgerin. Einaferð ein maður doyði frá seks børnum, kom Kjølbro og bað meg pakka ein pakka við klæðum til tey, sum sótu eftir«.« Aðrar av mínum munnligu keldum, sum heldur ikki upplivdu bókina at koma út eru Jógvan Gerðalíð, Poul Jacobsen í Svínoy, Ewald Sørensen og Regin Olsen. Virksemi á øllum økjum Kjølbro hevði nógv vinnuligt virksemi um­ framt tað, sum er nevnt her. Her kann verða nevnt oljusøla, timburhandil, beding, blikk­ smiðju, ullvirki, dampvaskarí og ikki at for­ gloyma bóndaskap. Eisini royndi hann seg innan farma- og ferðamannasigling. Hann hevði enntá í hug­anum at byggja eitt ferðamannaskip at kappast við Tjaldur. Kjølbro var eisini í politikki. Fyrst var tað í kommunupolitikki, har hann varð valdur í kommunustýrið í trý skeið. Triðja skeiðið møtti hann ikki upp á einum tí einasta fundi! Frágreiðingin er í bókini. Hann var eisini tingmaður árini 1943-46. Hann royndi at sleppa úr tinginum, beint áðrenn tingið í 1946 skuldi taka støðu í loysingarspurninginum. Men hann slapp ikki úr tinginum tá. Hann var kanska ikki so avgjørdur loysingarmaður sum flestu av hin­ um tingmonnunum í Fólkaflokkinum. Brøðrasamkoman og læknastríð Tað er kent, at Kjølbro var ógvuliga virkin í Brøðra­samkomuni. Hann var enntá lagdur undir fyrst og fremst at geva arbeiði til fólk, sum lótu seg »gendøbe« til endamálið. Tað var eitt drúgt orðaskifti um hendan spurning í bløðunum nakað herfyri. Men í bókini verður víst á, at um alt verður tikið við, er neyvan grundarlag fyri hesum pástandi. Hetta er útgreinað nærri í bókini. Tað hevði ikki kunnað latið seg gjørt at bygt eitt slíkt virki upp, um Kjølbro ikki valdi tey mest skikkaðu til at skipa fyri á teimum ymisku økjunum í virkinum. Og at lata seg doypa fyri at fáa arbeiði, so einfalt var tað ikki! Komið verður eisini inn á læknastríðið í fyrst í 1950-unum. Her føldi Kjølbro seg illa viðfarnan, og tað í einum máli, sum hann fyri so vítt einki hevði við at gera. Stór virðing Tað var sera stór virðing um Kjølbro. Hetta var fyrst og fremst galdandi í Klaksvík, har hann var »kongurin«. Men hetta kom ikki minst til sjóndar, tá ið hann var biðin um at gerast nevndarformaður í Sjóvinnubankanum í kreppuni í 1950-unum, hóast hann annars var Føroya Banka maður. Afturfyri skuldi hann fáa trolaran Jóannes Patursson lagaliga. Trolarin var tá farin á húsagang, og vandi var fyri, at hann fór av landinum. Bankin kom undan kreppuni ta ferðina, og Jóannes Patursson gjørdist eitt framúr íkast til bæði Kjølbro, Klaksvíkina og føroyska samfelagið annars. Men innlitið í Sjóvinnubankanum skalaða eisini hansara álit á egnar floksfelagar, sum høvdu størri og minni ábyrgd av støðuni, sum bankin var komin í. Kjølbro kundi eisini vera harður. Stundum hevði hann ringt við at góðtaka, at onnur kundu hava onnur sjónarmið enn hann sjálvur. Hetta kom serliga til sjóndar, tá ið hann seinast í 1930-unum hevði eitt rættiligt stríð við kommununa um grundstykki til hansara virksemi. Í slíkum førum kundi hann gerast beinleiðis ósakligur. Kjølbro varð eisini lagdur undir at køva øll onnur, sum royndu seg við virksemi í Klaksvík. Men her kann eisini vísast á, at tað var eftir áheitan frá bankum og kreditorum, at hann tók yvir virkir, sum vóru farin á húsagang. Men at hann gjørdist so stórur, kann saktans hava givið ta kenslu, at onnur ikki sluppu framat. Virkin í 50 ár Kjølbro kom at leiða sína fyritøku í 50 ár. Hon gjørdist tann størsta í landinum, og alt tyktist at ganga væl. Tí var tað ein hvøkkur, at danski tjóðbankin í 1962 mátti taka um endan at forða fyri, at fyritøkan fór á húsagang. Fyritøkan var tá blivin so stór, at tað bar snøgt sagt ikki til at lata hana fara. Tá kom tjóðbankin eisini at seta sínar egnu menn at stýra. Kjølbro gjørdist kortini nevndarformaður til deyða sín í 1967, stutt áðrenn hann hevði fylt 80 ár. Spurningurin er, hví tað gekk, sum tað gekk. Roynt verður at svara hesum spurningi og onkrar ábendingar eru í bókini. Men tann heilt stutta frágreiðingin er helst, at Kjølbro var blivin gamal og »troyttur«, sum hann ofta segði seg vera, tá ið tað ikki gekk eftir vild. Samanum tikið kann sigast, at Kjølbro var ein megnarmaður. Hetta verður væl og virði­ liga útgreinað í hesi bókini, har tað er nógv higar­til ókent tilfar um Kjølbro og hansara virksemi. Bókin kemur at standa sum ein minnisvarði ikki bert um Kjølbro sjálvan, men eisini um øll tey mongu, sum arbeiddu í fyritøkuni, og sum áttu sin lut í hansara virksemi. Umframt í Klaksvík verður eisini framløga í H. N. Jacobsens Bókahandli mánadagin 24. august klokkan 17. Bókin Kjølbro, lív og virki verður til keyps í bókhandlunum um landið frá mánadegnum 24. august. Fyrsta skipið Soli Deo Gloria Fyrsti trolarin Skálaberg Ørvur, kendur útróðrarbátur hjá Kjølbro Hanna Sørensen, f. Heinesen. Eitt av teimum mongu álítisfólkunum, sum arbeiddu hjá Kjølbro