Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015 SOSIALURIN 95 28 Strámannaveldið má steðgast Mortan G. Berjstein nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag Seinastu tíðina hevur nógv uppstandilsi verið, tí íslendsku myndugleikarnir noktaðu Nærabergi at koma í íslendska havn, tí hann skuldi fiska grønlendska makrelkvotu, sum ósemja er um millum Strandarlondini øðrumegin og Ísland og Grønland hinumegin. Kalt er bróðurleyst bak, er helst fyrsti tankin hjá nógvum, og løg­ maður leyp á leistum til Reykjavíkar. Heimafturkomin vissaði hann fjøld­ ina um, at hetta fór ikki at henda aftur – tí talan var bert um ein feil, sum var hendur í umsitingini av Hoyvíks-sáttmálnum. Men sami feilur hendi altso eisini í fjør og fer helst at henda aftur, so leingi Ísland og Grønland ikki eru við í nakrari millumlanda makrelavtalu. Steðga strámonnum Spurningurin er tó, um vit skulu uppfata íslendska havnastongsulin sum eina skemdargerð mótvegis okkum sum bróðurtjóð. Gamaní hava íslendingar havt vánaligt pedagogiskt handalag í hesum máli og hava greitt alt ov illa frá, hví teir gera, sum teir gera. Tí í veruleikanum snýr tað seg um, at íslendsku fiski­vinnumyndugleikarnir við átakinum ímóti Nærabergi royna at steðga avreiðingini av upp­sjóvar­ tilfeinginum til útlendskar strámenn, í hesum førinum hollendskar strá­ menn. Í Íslandi verður tað nevniliga tikið í álvara, at útlendskur kapi­ tal­ur setur seg støðugt tyngri á valdið í fiskivinnuni, serliga upp­ sjóvar­vinnuni. Har hava teir, eins og vit í Føroyum, nakrar strámenn, sum longu hava bitið seg so fastar í fiskivinnuna, at bilbukt ikki fæst við teir. Nú royna so myndugleikarnir har at binda fyri, so ikki enn meira gleppur teimum av hondum. Mill­um annað verður hetta gjørt í makrel­ fiskiskapinum, sum ikki enn er skipaður har yviri. Tjena eina minstuløn Sum dømi um útlendska kapital­ valdið í íslendsku fiskivinnuni kunnu vit nevna uppsjóvarskipið Guðmundur. Skipið hevur í nógv ár verið ímillum tey bestu íslendsku uppsjóvarskipini, og manningin hevur tjent væl. Men nú er skipið flaggað til Grønlands fyri at fáa lut í teirra makrelríkidømi og hevur fingið navnið Tasiilaq. Útgerðarmaðurin er íslendskur, kvoturnar og formligi eigaraskapurin eru grønlendsk, og kapitalurin er hollendskur. Men hvussu er so støðan hjá mann­ingini nú? Jú, hon er farin frá at hava eina tí størstu inntøkuna í íslendsku fiskivinnuni til eina tí vánaligastu. Hvør maður fær 1100 krónur um dagin – á leið tað sama sum føroyska minstalønin – eftir at teir hava goldið alla oljuna, allan pakningin, allan proviantin, arbeiðs­ klæði og annað. Soleiðis er støðan í Íslandi. Fak­ feløgini har hava ikki havt styrki at staðið ímóti trýstinum. Vandi á ferð í Føroyum Í Føroyum eru manningarfeløg og sáttmálar betur skipað og sterkari enn í Íslandi, men kortini eru greið tekin um, at gongdin skjótt kann verða hin sama her sum har, um hon ikki verður steðgað nú. Vit hava havt strámannavirksemi í fleiri ár, og fleiri av reiðaríunum, sum strámenn standa á odda fyri, teljast nú millum størstu aktørarnar í fiskivinnuni og sita á stórum parti av valdinum í Føroya Reiðarafelag. Hesi hava ein týðandi fingur við í spælinum, tá samráðst verður um sáttmálar, og sterki armur teirra røkkur langt inn í politisku skipanina. Spakuliga eydnast teimum at avlaga sáttmálarnar. Enn er ryggurin í sáttmálunum á sjónum nøkulunda intaktur, men virðingin fyri teimum er lig null, og teir vera í alsamt størri mun brotnir og manipuleraðir til ókenniligheit. Individuellar avtalur verða gjørdar við manningarnar uttanum feløgini, og soleiðis ber til at spæla øll út ímóti hvørjum øðrum. Við hesum verður minni eftir at gjalda skatt av í Føroyum, og so manglar í í landskassanum. Hvat er so at gera? Jú, politikararnir leggja til­feingis­gjald á fiskivinnuna, sum síðani sendir stóran part av rokningini víðari til fiskimenninar. Strámenninir, ið sjálvsagt skuldu goldið sín ríkiliga part av rokningini, sleppa sum er undan, hóast nógv bendir á, at júst teirra leiklutur er orsøk til, at stórur partur av virðis­ økingini fer av landinum. Millióna yvirskot Trý uppsjóvarvirki eru higartil komin burtur úr føroyska upp­sjóvar­ ævintýrinum. Eitt er í Kollafirði, har kapitalurin er hollendskur. Eitt er í Fuglafirði. Ein stórur partur av kapitalinum aftanfyri hetta virkið er eisini útlendskur. Og eitt er á Tvøroyri, sum er føroyskt burturav. Tað eru fyrst og fremst reiðarar í uppsjóvarvinnuni, sum fyrst hava vunnið ørandi upphæddir uppá skipini og teirra framíhjárættindi, ið eiga hesi virkini. Og virkini hava seinastu árini havt millióna yvirskot. Tó síggja vit, at virkið í Kollafirði við sínum útlendska kapitali leggur væl minni eftir seg enn til dømis tað á Tvøroyri. Varðin Pelagic á Tvør­oyri hevði tey fyrstu tvey heilu rokn­ skaparárini eitt bruttoúrslit á til samans góðar 120 milliónir krónur – allarhelst eindømi í heimshøpi fyri virki av hesum slagi og stødd. Til samanberingar hevði Kollafjord Pelagic í Kollafirði eitt bruttoúrslit á til samans góðar 40 milliónir hesi bæði somu árini. Nú er nóg mikið Nú er tíð upp á, at fiskimenn standa saman og siga stopp! Vit skulu ikki góðtaka at gjalda tilfeingisgjald sum kompensasjón fyri pengarnar, sum umvegis strámenn hvørva av landinum og úr føroyska samfelags­ búskapinum. Og nú er tíð upp á, at føroysku myndugleikarnir eins og teir ís­ lendsku siga stopp og ikki longur góðtaka, at útlendski kapitalurin via strámenn sleppir at stýra fiski­ vinnuni og undirgrava føroyska ar­ beiðsmarknaðin bæði á sjógvi og á landi. Ísland hevur longu spælt sær valdið í fiskivinnuni av hondum, tí har tekur útlendskur kapitalur alsamt fleiri týðandi avgerðir. Og tað sama er um at henda her heima. Rokningina rindar fiskimaðurin. Tað slær Mortan G. Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, fast í hesi grein. Pensionistarnir gjalda gildið Frank Davidsen Aftan á at sam­gong­ an í hesum løg­tings­ skeiðið hevur rænt 1,2 milliardir, ella 1.200 milliónir við at forskatta pen­ sión­irnar frá okkara framtíðar pen­ sionistum til ein skattalætta, so tykist tað heilt ótrúligt, at Fólkaflokkurin brúkar hetta ránið sum valagn. Samstundis sum Fólkaflokkurin hevur rænt hesa góðu milliardina frá framtíðar pensionistum, so koma hesi somu landsstýrisfólk at sita afturá, tá tann tíðin kemur og njóta tær kr. 30.000,- um mánaðin, sum teir hava játtað sær sjálvum. Hetta uttan at hesi hava goldið eitt fimm oyra til sína egnu pensión. Oman á tað heila so smæðist sam­ gongan ikki fyri, at somu pensionistar skulu um nøkur ár gjalda 15% av síni løn til egnu pensión. Ikki nokk við, harafturat er lógarfest, at hækka skattin hjá framtíðar pensionistum úr 35% upp á 40%. Hvat hava so okkara pensionistar fingið í sín lut hetta valskeiðið, tí okkurt mega pensionistarnir fáa burturúr hesi milliardini, ið sam­ gongan so rúmsátt hevur latið teim­um á hægstu rókunum. Jú, aftaná at nakrir krákumánaðir eru eftir av hesum valskeiði, so var sam­vitskan so kolasvørt, at játtað varð pensionistunum kr. 350,00 um mánaðin frá 01.07.15. Tó var so seint atborið, at ístaðin fyri at peningurin varð játtaður frá 01.01.2014, so lá samgongan oman á hesum máli, at peningurin ikki var útgoldin fyrr enn fyrst í juli mánaði. So tað var ikki hissini fíggjarligur stuðul, ið pensionistarnir fingu. Tí hesar 350 krónurnar um mánaðin er akkurát fyri ein mjólkapakka um dagin hjá føroysku pensionistunum. So sosiali facitlistin hjá hesi sam­ gongu er: Upp í 7.000 krónur um mánaðin í skattalætta til tey á ovastu rókum. Forskatta framtíar pensiónir, eins og hækka pensiónssakttin frá 35% upp í 40%. Meðan tað gráa gullið, okkara pensionistar, tey sum hava uppbygt okkara samhaldfasta samfelag, teimum unnar sitandi samgonga 11 krónur um dagin, ella tað sum svarar til ein mjólkapakka um dagin. Løgtingsvalið snýr seg um hvønn einstakan, og um tit ynskja broyting frá einum ógvusligum harðrendum borgarligum politikki, ella tit ynskja ein samhaldsfastan politik, har sam­ felagsvirðini ikki bert skulu koma nøkrum fáum tilgóðar. Valið er títt. Sunneva Mohr Tá eg játtaði at siga mína søgu um kynsligan ágang í grein í Sosialinum, var eg greið yvir, at tað fóru at koma reaktiónir. At søgurnar og gitin­g­ arnar blivu so nógvar, hevði eg ikki væntað. Orsøkin til at eg valdi at siga mína søgu er, at hetta er besti máti at koma hesum stóra trupulleika til lívs. Hóast eg gjølla umhugsaði tað, ið eg tók fram í míni søgu skilji eg, at tað eru misskiljingar millum fólk. Tað harmar meg og ikki minst tað, at fólk eru farin at gita hvør gerningsmaðurin er. Tí vil eg hervið biðja tey fólk, ið verða mistonktu um umbering. Fyri at reinsa tey ið verða mis­ tonkt, kann eg upplýsa, at maðurin ið gjørdi seg inn á meg, ikki er úr Eysturoynni. Eg havi ikki rætt til, at upplýsað navnið á manninum. Um eg kundi, veit eg heldur ikki, um tað hevði gjørt søguna ørðvísi. Maðurin er meldaður og tann partin av søguni lati eg upp til løgregluna. Eg eri hvørki ikki ill ella beisk. Eg ynski at síggja frameftir og seta sjóneyguna á, hvussu ein kann fáa eitt gott lív eftir, at ein er útsettur fyri kynsligum ágangi. At enda ynski eg at takka øllum, ið hava stuðlað, ringt og skrivað til mín í samband við greinina. Tíverri verða sakleys fólk mistonkt! KJAK