hósdagur 20. august 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. AUGUST 2015
SOSIALURIN 95
29
»Okkara hundur bítur ikki!«
Olga Kruse
Hetta er eitt hjartasuff
og varskó til eigarar á
leysgangandi hundum. Vit
eiga ein hund av lítlum slag,
sum frá fyrsta degi av hevur
verið partur av familjuni.
Pápi mín var nú ein dagin
farin gongutúr við hundinum
fram við sjóvarmálanum.
Sum teir ganga og njóta friðin,
kemur bráðliga ein rímiliga
stórur hundur undan einum
neystahorni. Hann er leysur og
hevur beina kós í móti okkara
hundi. Við ferð gloypur hann
um ryggin á hesum lítla við
sínum stóra kjafti.
Hetta hendir so brádliga,
at pápi mín og lítli hundurin
eru púra hjálparleysir. Okkara
hundur verður harðliga
kroystur niður í sandin, men
tíbetur fær pápi mín, sum
hevur okkara hund í bandi,
togað so mikið í tað, at stóri
hundurin ikki fær tak á
okkara hundi og stendur
tískil eftir við fullum kjafti
av pelsi. Men hann gevst
ikki so. Pápi mín syftir lítla
hundin upp í føvningin og
vendir síðani ryggin til leysa
hundin. Men hesin kemur
aftaná og loypir beint í krovið
á honum. Pápi mín roynir sum
frægast at verja seg sjálvan og
neyðardýrið í føvninginum. Tá
hundurin loypir á pápa mín,
fær hann sparkað hundin so
mikið fæst í búkin, at hann
gevur seg og fer eitt sindur
burtur frá. Men hann fer ikki
frá teimum, fyrr enn pápi mín
í sjálvverju kastar ein stein
eftir leysa hundinum, sum –
tó uttan at verða raktur – fer
við halanum millum beinini
yvir til ein drong, sum gongur
eini 100 m longur frammi
við bandinum sveinggjandi
í hondini. Hesin drongur er
sonur eigaran.
Hendingin var so mikið
skelkandi, at pápi mín fór
beina leið heim til eigaran at
tosa um, hvat júst var hent.
Meðan pápi mín stendur
uttan fyri húsini og greiðir
frá, verður hann avbrotin
av eigaranum, sum heldur
forhánisliga sigur:
»Nei, okkara hundur bítur
ikki!« og smekkar síðani
dyrnar í.
Í góðveðrinum í dag avgera
eg og sjeikurin at fara ein
fjørutúr saman við okkara
eitt ára gamla soni, og vit hava
hendan sama lítla hundin við.
Í bandi. Vit hava gingið eina
løtu og standa øll og leita eftir
skeljum o.ø. í sandinum, tá
sjeikurin brádliga ger eitt róp
og loypir upp! Nú er hesin
sami leysi hundurin við ferð
á veg í móti okkum. Hann
steðgar beint framman fyri
sjeikinum og sær út til at verða
klárur at leypa á, men broytir
ætlan og fer smáloypandi
aftur til eigaran, sum hesuferð
sjálvur gongur við bandinum í
hondini og sær tilburðin.
Hann stendur nakað burtur
frá og bíðar, til hundurin
kemur til sín og kvikar sær
síðani avstað.
Eg eri glað fyri, at eg ikki
var einsamøll við soninum og
hundinum í dag, og eg tori illa
at ímynda mær, hvat kundi
hent við okkara soni, sum
stóð í millum leysa hundin og
okkara hund, um hesin valdi at
leypa á enn einaferð. Eg eri tó
vís í, at hundurin steðgaði og
vendi, tí vit vóru tvey vaksin
og tí í meiriluta.
Orsøkin til, at eg skrivi hetta
er, at hóast hesar hendingar,
fær hetta ongar avleiðingar
fyri eigaran ella hundin. Í
ringasta føri fáa tey eina átalu
og eina lítla bót frá lógregluni
og kunnu síðani aftur fara ein
túr við bandinum sveiggjandi
í hondini. Men eg nokti at
góðtaka, at vit antin ikki
longur kunnu føla okkum
trygg av tílíkum leysgangandi
hundum ella heilt mugu
halda uppat at ganga túrar
við okkara hundi.
Mær dámar væl tankan um
at kunna lata hundin renna
og spæla leysur í náttúruni.
Men ein hundur kann finna
upp á slíkt, hóast hann er væl
vandur. Og tá eigarin hevur so
lítið eftirlit við sínum hundi,
at hendingar sum hesar – og
verri vanlukkur – eru úrslitið,
er mín meting, at eigarin bæði
er líkasælur og ikki sørt frekur
at halda áfram við at ganga við
leysum hundi.
So varskó! Hav hundin í
bandi. Altíð. Í øllum førum til
stig verða tikin til at avbyrgja
eitt øki í grannalagnum, sum
burtur av er ætlað leysum
hundum at renna og spæla
sær í. Eisini haldi eg, at lógin
í samband við leysgangandi
hund, ið ger seg inn á fólk og
onnur djór, skal endurskoðast
– ongantíð ov skjótt.
16. august 2015
Familjutúrurin, ið mundi endað við eini vanlukku
Det Ferösche Compagnie
invites you to a night with music, dance
and entertainment.
SJÓNLEIKARHÚSIÐ
21. August - 6. Septembur 2015
Atgongumerki til sølu á telefon 509190 ella
við dyrnar ein tíma undan sýning.
information.dfc@gmail.com
Operation
Valentine
AlmAnnAmálAráðið
Kunngerð um dag
og tíð fyri valið o.a.
sambært § 6, stk. 3 í
løgtingsval
Við heimild í § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 49
frá 20. juli 1978 um val til løgtingið, sum
seinast broytt við kunngerð nr. 69 frá 28. mai
2013, kunnger landsstýriskvinnan í
Almannamálum hervið, at løgtingsval verður
Týsdagin 1. september 2015
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og
heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar
møta uttan steðg.
Vallistarnir liggja frammi til alment eftirlit hjá
kommununum, og valkort eru send út til teir
persónar, ið sambært lógini hava valrætt til
løgtingið.
Kærur um:
a) at persónur ikki er komin á vallistan,
b) at persónur av órøttum er tikin við, og
c) um manglandi valkort ella valkort við feili
ella mangli skulu stílast til avvarðandi
kommunu.
Kommunustýri skal uttan drál viðgera
innkomnar kærur. Vísir tað seg, at mangul ella
feilir eru í valkorti ella vallista, skal mangul ella
feilur rættast við at útskriva nýtt valkort, og
rætting gerast í vallista. Tílíkir feilir kunnu
rættast til og við valdagin.
Almannamálaráðið
20. august 2015
Annika Olsen
landsstýrikvinna