Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. august 2015 sosialurin 95 30 Ikki við: Hørður Askham (lærkrikin, restin av árinum) Philip Lund (baklær, 1-2 vikur) Við aftur: Jákup á Borg (ryggurin) Andrias H. Eriksen (leikbann) Eli Falkvard Nielsen (leikbann) Ikki við: Pál M. Joensen (knæið, langtíðarskaddur), Arnbjørn T. Hansen (knæið, restina av árinum) Ivasamur: Poul Ingason (tjúkkin) Við aftur: Andrew av Fløtum og Rókur av Fløtum Jespersen Ikki við: Filip Djordjevic (knæið, 2-5 vikur) Við aftur: Sølvi Vatnhamar (leikbann) Við aftur: Pól Jóhannus Justinussen (leikbann) Jónleif Højgaard (eftir skaða) ikki við: Jóhannes Hansen (tjúkkin, vikur) Ivasamur: Arnar Dam (lær) Við aftur: Rói Olsen (eftir leikbann) Tóki Johannesen (brákað ryggjageisla og koygt fótin) Jóannes Hansen T að resta seks umfør av 2015 kappingini. Tredivu dystir eru eftir, áðrenn punktum verður sett leygardagin 3. oktober. Støðutalvan sigur, at eftir 21 umfør eru trý lið framvegis í kapp­ ingini um FM. Úrslitini hava verið soltin hjá EB/ Streymi, og síðani summarsteðgin hevur einki bent á, at tað skal eydn­ ast teimum í Sundalagnum í seks teimum seinastu umførunum at vinna níggju stig og nógv betri mál­ mun enn liðið, sum er á áttanda plássi. Frá niðurflytingarstrikuni er tað langt fram til TB og ÍF. Harvið eru tað FC Suðuroy og AB, sum næstu vikurnar fara at kapprenna fyri at sleppa undan niðurflytingini. Felags fyri bæði AB og FC Suðuroy er, at tey sunnudagin eiga heimavøll. Gongdin seinastu ferðirnar sigur, at tað er møguleiki fyri, at tað ber botn­ liðunum til at vinna úrtøku. AB eigur heimavøll ímóti TB, og FC Suðuroy eigur heimavøll ímóti KÍ. B36 er FM favorittur. Um tað eydn­ast Eyðuni Klakstein og hans­ ara monnum at vinna ímóti Víkingi í Gundadali sunnudagin, so verður kapp­ingin mest sum avgjørd. Topp­ lið­ið kann væl liva við javnleiki, og B36 verður eisini FM favorittur, um Víking­ur fer úr Gundadali við fullari úr­tøku. Víkingur og NSÍ hava framvegis møguleika at vinna FM. Í tí høpinum hava bæði Eysturoyar liðini knívin á bark­anum. Tað er alneyðugt at vinna fulla úrtøku hvørja ferð. Hesa ferð eigur NSÍ heimavøll ímóti EB/ Streymi. NSÍ plagar at dusa sær ímóti botnliðunum, og tá plagar Klæmint A. Olsen at skjóta nógv mál. Higartil hevur hann skorað 20 mál. Um hann sunnu­dagin við Løkin ger eitt stórt hál, so verður møguleikin varðveittur fyri, at hann fer at megna at skjóta fleiri mál, enn nakar nakrantíð hevur megnað. Málmetið eiga Súni Fríði Barbá og Uni Arge, sum ávikavíst í 1995 og 1997 skoraðu 24 ferðir. Gullið á silvurfati B36 - Víkingur: Lars Müller Sunnudagin kl. 17.15 Dreymurin um at endurvinna FM heitið árið eftir at FM varð vunnið er gamal í B36. Higartil er tað ikki eydn­ast, men nú er gulldeymurin heilt sterkur í sunnara húsinum í Gunda­dali. Eftir rimmar sigurin við Margáir sunnudagin hevur B36 fýra stig og betri málmun at geva av aftur til Víking, og haraftrat eigur B36 ein dyst á – og tað resta seks umfør. Møguleiki er fyri, at FM heitið sunnudagin fer at liggja á silvurfati framman­fyri B36 spælarunum. Næsti avbjóðarin, Víkingur, vitjar. – Víkingur hevur møguleika at vinna bæði steypakappingina og landskappingina, og vit ivast ikki í, at víkingarnir koma í Gundadal fyri at røkka úrsliti, sum fer at halda teir í FM stríðnum. Eg sá teir vinna á NSÍ, og tað vísti, at tað verður torført hjá okk­um. Vit hava sjálvsálit, og vit hava fult fokus á avbjóðingini sunnudagin, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Eftir tveir javnleikin glapp tað sunnudagin aftur hjá Víkingi við 4-2 heimasigri á ÍF: – FM møguleikin er horvin. Um hann aftur skal verða veruleiki, so skal B36 missa fleiri stig. Tað einasta, sum vit kunnu gera er at vinna okkara dyst­ir, og tað fara vit at arbeiða fyri, tá ið vit fara í Gundadal, sigur Víkinga lið­for­maðurin Atli Gregersen. Vónbrot skulu vaskast burtur FC Suðuroy - KÍ: Eiler Rasmussen Sunnudagin kl. 15.00 Annað vikuskifti á rað fara klaks­ víking­ar um Suðuroyarfjørð. Sunnu­ kvøldið høvdu teir øgiligt vónbrot við sær norður aftur. Fyri aðru ferð í ár var úrslitið á útivølli ímóti TB 1-1, og KÍ hevur skorað øll fýra málini! FC Suðuroy eigur tveir heima­ dystir eftir. Tað verða úrslitini ímóti KÍ sunnudagin og ímóti ÍF í næstsíðsta umfari, sum saman við úrslitinum ímóti EB/Streymi á útivølli annan sunnudag, ið verða øgiliga avgerandi fyri, um talan verður um niðurflyting ella ikki. – Vit taptu stórt í Runavík. Ofta reisa lið seg eftir ikki góð avrik, og tað fara vit at gera ímóti KÍ. Eg vóni og rokni eisini við, at TB fer at geva AB dygga mótstøðu, sigur Símun Samuelsen, sum tvær tær seinastu ferð­irnar hevur verið millum teir fyrstu ellivu hjá FC Suðuroy. Klaksvíkingar hava í vikuni arbeitt við at vaska vónbrotið burtur, sum tað var at missa tvey stig á stokkinum ímóti TB: – Tað, sum er farið, er farið. Talan er um nýggja støðu. Tað eru seks dystir eftir, og vit rokna framvegis við møgu­ leikanum at vinna pláss í Europa. Tað snýr seg um rættan hugburð og hart arbeiði, og tí hugburðinum fara vit suður til Vágs við. Vónbrotið frá sunnudegnum í Trongisvági verður ikki við í ferðalagnum, sigur KÍ mál­ verjin Meinhardt Joensen. NSÍ kvørnin bíðar botnliðnum NSÍ - EB/Streymur: Gestadómari Sunnudagin kl. 15.00 Tølini siga, at tað oftast endar við heilt trivaligum heimasigrum, tá ið botn­liðini vitja við Løkin í Runavík. Saman­taldi málmunurin ímóti FCS er 11-2, og EB/Streymur tapti í 2. umfari 5-1. Í viðførinum til Runa­víkar hevur EB/Streymur størsta tapið av øllum í ár. 25. mai vann NSÍ 8-0 við Margáir! – Tað er tungt, tá ið vit megna so illa at varðveita bóltin. Vit mugu vera betri at samanspæla frammi á vøllinum, enn vit hava verið. Í Runavík fara vit ikki at stýra spælinum. Tað verður ivaleyst, sum tað var ímóti B36, tá ið vit í fjøruti minuttir megnaðu verjuspælið væl, men so skrædnaði. Takið hesa ferð verður at halda tætt, meðan vit dúva upp á møguleikan at fara í kontra, sigur EB/Streyma mið­verjin Andras Olsen. Eftir tvey tap ímóti B36 og Víkingi LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur Í høvuðsstaðnum og í Vági eru lyklauppgerðir hesa ferð á skránni – bæði í kappingini um FM og í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting Upptakt til Effodeildina ítróttur Víkingar skulu berjast fyri gullinum