hósdagur 20. august 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. august 2015
sosialurin 95
31
Við aftur:
Henry Heinesen (leikbann)
Ivasamur: Kenan Hajdarevic
Ikki við: Páll A. Klettskarð
(Skaddur)
Ivasamur:
Jan Ellingsgaard (Baklær)
Við aftur:
Bartal Eliasen (Eftir skaða)
Við aftur:
Heðin Stenberg og
Álvur F. Christiansen
Við aftur: Heini Mikal Mortensen
(klárur aftur eftir skaða)
Martin Tausen
(klárur aftur eftir karantenu)
Kofi Appiah
(spæliloyvi væntandi klárt)
Við aftur:
Jón Krosslá Poulsen (leikbann),
Høgni Madsen (leikbann)
loftaði NSÍ sær sunnudagin ímóti FC
Suðuroy:
– Hóast vit skoraðu fimm ferðir,
so høvdu vit møguleikar at skora
uppaftur fleiri. Nú skulu vit vera
uppaftur neyvari. Vit fáa ikki gjørt
nakað við støðuna hjá B36 og Víkingi.
Nú fokusera vit á avbjóðingina ímóti
EB/Streymi. Vit ætla okkum at vinna,
og tað hevði sjálvandi eisini við kær
komið at fingið góða upptakt til
steypafinaluna, sum verður ímóti
Víkingi um tvær vikur, sigur NSÍ venj
arin Trygvi Mortensen.
Europa er í eygsjón
ÍF - HB: Rúni Gaardbo
Sunnudagin kl. 15.00
Hóast hetta kappingarárið er um at
fara í søguna sum eitt av teimum
soltnu hjá HB, so er møguleikin
framvegis góður fyri at vinna pláss í
europeisku kappingini næsta summ
ar. Sannlíkindini fyri at vinna fjórða
plássið øktist sunnudagin, tá ið HB
vann á heimavølli ímóti AB sam
stundis, sum avbjóðarin í Klaksvík
spældi 1-1 í Trongisvági.
Nú skal HB til Fuglafirðar, har
uppgerðin í 2. umfari endaði 1-1. Tá
ið ÍF vitjaði í Gundadali, kendu fugl
firðingar seg hava betri uppiborið
enn 1-0 tap.
– Tað var ein góð kensla at vinna
sannførandi ímóti AB. Spælararnir
vístu góðan hugburð, og eg eri fegin
um, at vit skoraðu trý mál, tí HB
hevur ikki skorað so nógv mál í ár,
sigur væl nøgdi Milan Cimburovic,
sum sunnudagin fyri fyrstu ferð
hevði ábyrgdina av HB liðnum:
– Vit hava møguleika at vinna
pláss í Europa næsta summar. Um
tað skal eydnast, so skulu vit vinna
allar dystirnar. Eg hugsi ikki um onn
ur lið og als ikki um KÍ, sum vit ikki
skulu hitta aftur í ár. Vit fokusera
fult og heilt á uppgávuna í Fuglafirði,
og vit hava gott mót, sigur Milan
Cimburovic.
Fuglfirðingar vóru sunnudagin
um reppið at fáa um endan í Gøtu.
Teir minkaðu um munin til 2-1, og
teir høvdu beinanvegin eftir steðgin
møguleika at javna. Men so økti
Víkingur um leiðsluna, og so endaði
tað við 4-2 heimasigri.
– Vit høvdu ikki marginalirnar
við okkum. Avrikið hesa ferð var
betri, enn tað var tær fimm ferðirnar
frammanundan. Vit vóna, at talan
eisini verður um framgongd ímóti
HB, sum vit hava spælt tveir tættar
dystir ímóti í ár, sigur ÍF veteranurin
Bartal Eliasen.
Skal ikki endurtaka seg
AB - TB: Petur Reinert
Sunnudagin kl. 15.00
AB hevur alt kappingarárið stríðst
fyri at sleppa upp um niðurflytingar
strikuna. Higartil er tað ikki eydnast.
AB venjarin, Sámal Erik Hentze, var
eftir greiða tapið í Gundadali ógvuliga
vónbrotin av sínum monnum:
– Tað sást einki í hugburðinum til,
at vit stríðast fyri lívinum. Uggin er,
at eg veit, at spælararnir fara ikki at
endurtaka sovorðið avrik, og tí rokni
eg við heilt øðrvísi avriki ímóti TB.
Um spælararnir gera alt tað, sum
teir eru mentir, so kunnu vit hyggja í
eyguni á hvørjum øðrum, uttan mun
til, hvat úrslitið er. Soleiðis vóni og
vænti eg, at tað verður sunnudagin,
sigur Sámal Erik Hentze.
Í TB ásanna teir, at tað í 1-1 javn
leikinum ímóti KÍ var talan um eitt
vunnið stig heldur enn tvey tapt:
– Serliga í 2. hálvleiki vístu vit
góðan hugburð. Vit vóna og rokna við,
at hann verður sjónskur beinanvegin
ímóti AB, sigur TB venjarin Ivan
Stojkovic.
AB og TB hava dystast tvær ferðir
fyrr í ár. Í báðum førum var úrslitið
1-1.
KÍ
ÍF
AB
TB
FC Suðuroy
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
21
14
6
1
49
18
+31
48
2
Víkingur
22
12
8
2
59
29
+30
44
3
NSÍ
22
13
4
5
60
34
+26
43
4
HB
21
9
8
4
30
24
+6
35
5
KÍ
21
8
7
6
37
31
+6
31
6
TB
21
4
11
6
30
35
-5
23
7
ÍF
21
5
8
8
35
42
-7
23
8
FC Suðuroy
21
4
4
13
27
54
-27
16
9
AB
21
1
10
10
22
35
-13
13
10 EB/Streymur
21
1
4
16
19
66
-47
7