mánadagur 24. august 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Flokkarnir sum stilla upp til
løgtingsvalið 1. september, hava
allir lagt valskráirnar fram.
Tað sum verk er at leggja
til merkis hesaferð er, at
tað sær út sum allir flokkar
samlast á einum staði, tá ið
tað snýr seg um allan van
ligan politikk.
Semjan kann lesast klárt
og týðuliga um farið verður
gjøgnum skráirnar.
Semja er um, at avlop skal
fáast á fíggjarlógini næsta
ár. Vælferðin skal tryggjast
og býskapurin skal styrkjast.
Ella at búskaparvøksturin
skal fasthaldast.
Meðal- og láginntøkurnar
skulu sleppa lættari í skatti.
Fleir av flokkunum siga, at
hetta sjálvandi skal gerast í
samráð við kommunurnar, tí
lægstu inntøkurnar gjalda so
at siga ikki landsskatt, men
bara kommunuskatt.
Á tí meira lágpraktiska
økinum sær út til at vera
breið semja um, at barsilfar
loyvi skal leingjast. Málið
eigur at vera eitt ár, siga
flokkarnir. Fleiri eru eisini
samdir um, at tað ikki er rætt,
at lesandi bert fáa stuðul 11
mánaðir um árið. Tað skal
hækkast til at lestrastuðulin
verður latin alt árið.
Javnaðarflokkurin
og
Nýtt Sjálvstýri siga, at hjálpin
til familjur við børnum undir
skúlaaldur skal hækka og
Javnaðarflokkurin vil lata
“barnabeina”
uppá
1000
krónur um mánaðinf yri
hvørt barnið.
Setrið skal mennast
Skeiva aldurssamansetingin
av okkum føroyingum fær
flokkarnar at hyggja eftir,
hvat kann gerast við hettar.
Ein ætlan er gjørd um
fólkavøkstur, har millum
annað dentur verður lagdur
á, at skal hetta broytast so
er neyðugt at vit ikki lata øll
okkara ungu fara av land
inum í langa tíð at nema sær
hægri útbúgvingar.
Fyri at forða fyri hesi
ógvusligu fráflyting verður
mælt til, at umstøðurnar at
lesa hægri lesnað í Føroyum
verða gjørdar munandi betri.
Hetta
hava
flokkarnir
tikið til sín. Teir nevna í val
skráunum, at Fróðskapar
setrið skal mennast og vit
skulu hava fleiri útbúgvingar
– fleiri nevna serliga fleiri
útbúgvingar
málrættaðar
meira móti vinnuni.
Orðið
campus
ella
lestrarbýur, er nevnt fleiri
ferðir. Ein lestrarb´åyur er
eitt stað, har lesandi av øllum
handa slag búgva saman og
hittast dagliga. Hetta er kent
í londunum kring okkum og
verður mett sum ein sera
góður máti at menna lestrar
hug og stað at býta vitan
millum sín.
Heilsuverkið
Ein avgerandi partur av væl
ferðini er heilsuverkið.
Hetta vita allir politikarar
og allir politiskir flokkar. Tey
vita eisini, at heilsuverkið er
eitt verk, sum etir meira og
meira av fíggjarlógini.
Dýrari heilivágur, nýgg
ir viðgerðarhættir og meira
vitan í heilatikið er ein part
ur av tí, sum ger heilsuverkið
dýrari, men aðrir trupul
leikar eru eisini, sum smá út
jaðarasamfeløg dragast við.
Til dømis er tað torført
at fáa læknar at flyta til hesi
økir. Tað krevur undir øllum
umstøðum pening og hegni
at gera avtalur við onnur
um, at læknar koma hendan
vegin í styttri tíðarskeiðum.
Mentanararvurin
Teir fýra størru flokkarnir
vilja allir varðveita føroyska
mentanararvin og styrkja
hann.
Tveir
av
flokkunum
nevna bátasmíð, sum ein
part av hesum arvi.
Í tinginum hevur fyrr
verið eitt uppskot um, at lata
studning til júst bátasmíð,
FELAGS VALSKRÁ,
MEN ONGIN SEMJA
UM FISKVINNUNA
Lítil munur er á nógvum av tí, sum flokkarnir sum stilla upp til løgtingsvalið, hava í valskránni
Árni Gregersen
Politisku flokkarnir hava nógv
felags á valskráunum til valið
týsdagin í næstu viku.
Higartil er ikki so nógv
tosað
um
nýskipan
av
fiskivinnuni,
men
allir
flokkar hava fiskivinnuna í
valskránni.
Meðan tað á fleiri økjum
Allir flokkar hava við í valskránni,
at ein nýskipan skal gerast fyri
føroysku fiskivinnuna til 2018
Fiskivinnan skal broytast so
Fiskivinnan skal nýskipast til 2018,
men ongin semja er um hvussu