mánadagur 24. august 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
Yvirlit yvir tað, sum flokkarnir hava felags í valskráunum
Sambandsflokkurin
Avlop á fíggjarlógina í 2016
Fasthalda búskaparvøkstur
Ferðavinna bestu karmar at virka innan fyrI
Fremja ein yvirskipaðan skattapolitikk í samráð við
kommunurnar til gagns fyri lág- og miðalinntøkur
Fátækrahjálp og ráðgeving
Nýggj pensjónsskipan – langtíðartryggja útgjaldspartin
Lestraríbúðir og campus
Fleiri vinnurættaðar hægri útbúgvingar
Varðveita bátasmíð og føroyskan dans
Tjóðveldi
Barsilsskipanin skal víðkast í stigum, so
vit fáa eitt ára barnsburðarfarloyvi.
Miðvíst arbeiði gerast at fáa fólk úr fátækraváða
Við hegnisligari samskipan seta uppaftur størri ferð á
menningina av ferðavinnuni
Heildarætlan fyri heilsuverkið
Útbyggja Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlan og gransking.
Stuðla føroyska mentannaraarvin, herundir bátasmíð.
Skipa fyri økispsykiatri
Javnaðarflokkurin
Barnabeini – 1000 kr. Til hvørt barn undir
skúlaaldur
Barnburðarfarloyvið í eitt ár
Lestrarstuðul 12 mánaðir
Lestraríbúðir byggjast
Stimbra og menna Setrið – bæði verandi og nýggjar
útbúgvingar
Heilsuverkið skal mennast
Vit vilja stuðla og styrkja livandi mentannararvin í
Føroyum
Fólkaflokkurin
Eitt samvirki heilsuverk við hágóðsku
Barnsburðarfarloyvi leingjast upp í
eitt ár
Fróðskaparsetrið skal hava altjóða góðkenning og tað
skal mennast.
Betri kor til lesandi við børnum
Lestraríbúðir
Pensjónsnýskipanin skal fremjast
Varandi orkukeldur
Lægri skatt til lág- og meðalinntøkurnar
Miðflokkurin
Ongin skal liva í fátækradømi
Barsilsfarloyvið við løn skal leingjast.
Málið er eitt ár.
Barnastuðulin skal vaksa fyri hvørt barnið, sum kemur
afturat.
Skattalætti skal veitast lág- og meðalinntøkum.
Arbeiðið við pensjónsnýskipanini skal gerast liðugt og
setast í verk
Arbeiðið við pensjónsnýskipanini skal gerast liðugt og
setast í verk
Greiningin (heildarmetingarætlanin) av heilsuverkinum,
ið skjøtul er settur á, skal halda fram.
Sjálvstýris-
flokkurin
Nýggja pensjónskipan
Skattatrýstið á láginntøkur skal lækka.
Barnafrádrátt til familjur við børnum undir sjey ár
Leggja um til grøna orku
Nýggj stjórnarskipan fyri Føroyar
Føroyskt mál og føroysk mentan skulu stimbrast
Framsókn
Ferðavinnan skal mennast
Føroysk stjórnarskipan skal setast í gildi
alt fyri eitt
Skattalætta hjá teimum lág- og meðalløntu
Fremja nýskipan í heilsuverkinum
Pensjónirnar skulu fáast uppá pláss
Fróðskaparsetrið skal styrkjast og vit skulu hava
lestraríbúðir
Varandi orku
men tað uppskotið fall.
Men framvegis tykjast
flokkar hava áhuga fyri, at
hesin studningurin verður
latin, so handverkið ikki fer
fyri bakka.
Eisini føroyski dansurin
verður nevndur, sum ein
partur av siðaarvinum, sum
vit eiga at tryggja.
Bæði Sambandsflokkurin
og Tjóðveldi halda, at tað
gongur
rættan
veg
við
ferðavinnuni, men at vit eiga
at seta uppaftur meira ferð á.
Á einum veljarafundi var
semja millum pallborðslut
takararnar, at júst innan
ferðavinnuna
eru
møgu
leikar at vaksa, men at vit
eisini eiga at ansa eftir, at vit
ikki misbrúka náttúruna.
Orka
Eitt annað, sum sæst aftur í
valskráunum er orka.
Flokkarnir eru eftir øllum
at døma sannførdir um, at tað
sum SEV hevur gjørt í sein
astuni við at gagnnýta vind
orku er ein gongd leið fram.
Summir flokkar seta sær
sum mál, at næstu 15 árini
eiga vit at tryggja, at øll orka
á landi kemur frá varandi
orkukeldum, heldur enn frá
olju ella aðrar termiskari
orku.
At hetta eisini sæst aftur
á innflutningstølunum ger,
at flokkarnir helst allir ganga
inn fyri, at vit gagnnýta teir
møguleikar, sum vit hava.
Vatn og vindur spara
samfelagnum fyri ein stóran
part í innflutningi.
er semja um hvussu broyt
ingar skulu gerast annars,
so er tað ikki á sama hátt við
fiskivinnuni.
Her eru flokkarnir heilt
ósamdir um, hvussu fiski
vinnan skal skipast í fram
tíðini.
Sitandi samgonga heldur
í stóran mun, at ongin grund
er til at fremja nakra ný
skipan. Hon heldur, at juster
ingar skulu gerast, men at
vinnan annars klárar seg
væl við tí lóg um vinnuligan
fiskiskap, sum er galdandi í
løtuni.
Andstøðan heldur hin
vegin, at stórar broytingar
eiga at gerast og at tað eigur
at leggjast inn í eina nýggja
lóg um vinnuligan fiskiskap
Hvør skal eiga?
Grundleggjandi er stríð um,
hvør skal sleppa framat
føroyska tilfeinginum og
hvør skal eiga rættindir og
loyvir.
Í galdandi lóg um vinnu
ligan fiskiskap er staðfest,
at tilfeingið í sjónum er ogn
Føroya fólks.
Tí viðvíkjandi er so at siga
ongin ósemja.
Ósemjan er um, hvør skal
fáa ágóðan av tilfeinginum
og hvussu tað skal latast frá
tí almenna til sjálva fiski
vinnuna.
Galdandi lóg gevur teim
um, sum eru í vinnuni, nøkur
rættindi, sum onnur ikki
sleppa framat.
Tey sum hava verið í vinn
uni hava loyvini og kunnu
selja tey sínamillum.
Fólkaflokkurin
og
ein
partur
av
samgonguni
millum Fólkaflokkin, Sam
bandsflokkin og Miðflokkin
eru samd um, at hetta er besti
mátin at gagnnýta tilfeingið
og tað gevur størsta avkastið
til samfelagið.
Hesum tekur andstøðan
als ikki undir við. Hon vísir
á, at loyvir og rættindir ikki
skulu kunna seljast, men
skulu latast tí almenna aftur,
verða tey ikki brúkt.
Andstøðan heldur, at tað
almenna hinvegins skal selja
loyvir og rættindir. Hetta
skal millum annað gerast
fyri at tryggja, at onnur
eisini sleppa framat í vinn
uni enn tey, sum eru har
frammanundan.
Ongin semja
Millum flokkarnar er ongin
semja um fiskivinnuna.
Orsøkin er fyrst og fremst,
at fiskivinnupolitikkurin í
veruleikanum er mátin, før
oyska ríkidømið verður býtt
millum borgararnar.
Býtið av ognum og ágóð
um landsins er í veruleikan
um politikkur.
Politikkur er frodeiling
av tí ríkidømi, sum eitt land
hevur.
Tí er hart stríð um júst
okkara livandi tilfeingið í
sjónum.
Við býtinum staðfesta
politiskir flokkar og polit
iskar hugsjónir, hvussu tey
vilja hava, at okkara sam
felag er sett saman.
Núgaldandi lóg um vinnu
ligan fiskiskap fer úr gildi 31.
desember 2017. Tí skal ein
loysn finnast.
Avbjóðingin eftir valið
verður at gera eina sam
gongu, har felags stev verður
funnið um fiskivinnuna, men
allir flokkar siga kortini, at
nógv tað besta og tryggasta
fyri vinnuna er, um ein breið
semja millum fleiri stórar
flokkar finst júst um hetta
stóra og álvarsliga mál.
nýskipan er klár 2018