Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Meðan flatskatturin hjá hesi samgonguni fyrst og fremst gav ein skattalætta til hægru inntøkurnar, so tykist semja vera í politisku skipanini um, at nú skulu lágu og meðal­ inntøkurnar lívgast. Enn er ikki javnvág á fíggjarlógini, men kortini vilja næstan allir flokkar lækka skattin hjá teimum sum forvinna í lægra endan­ um av lønartalvuni. Fólkaflokkurin hevur verið mest konkretur og sagt, at ongin lág- ella meðal­ inntøka skal gjalda meira enn 30 prosent í skatti. Hinir flokkarnir nevna allir – uttan Framsókn – at ein skattalætti skal veitast teimum, sum forvinna minst í Føroyum. Fleiri av flokkunum nevna, at hetta skal gerast í samráð við kommunurnar, tí veruleikin er, at ein stórur partur av av tí saktti, sum lág- og meðalinntøkurnar gjalda, fer til kommunurnar. Á tíðinafundinum, har Fólkaflokkurin legði sína val­ skrá fram, segði for­maðurin at meðalinn­tøkurnar røkka upp til 400.000 ellla 450.000 krónur um árið. Hann nevndi eisini, at hetta helst skal gerast í samráð við kommunurnar, men vilja tær ikki, so hevur Løgtingið aðrar møguleikar – til dømis at hækka botn­ frádráttin. Í tí sum verður brúkt í hesi grein verður markið fyuri meðalinntøkum sett til 400.000 krónur um árið. At spara um mánaðin Lág- og meðalinntøkurnar eiga at kunna trúgva uppá, at tá ið Løgtingið kemur saman eftir valið 1.september, so fer eitt arbeiði í gongd, sum fer at tryggja, at tey ikki skulu gjalda eins nógv í skatti, sum tey gera nú. Tað er eftir valskráunum at døma líka mikið, hvør sam­ gongan verður, tí so at siga allir flokkar lova skattalætta. Kortini eru tingini ikki serliga konkret. Fólkaflokkurin hevur sett eitt mark, men flokkurin hevur ongastaðni sagt, at tað ikki ber til at lækka skattin til minni enn 30 prosent av samlaðu lønini. Útrokningar, sum ting. fo og Sosialuirin hava latið gjørt vísa, at vanligar inntøkur upp til 240.000 krónur um árið – ella 20.000 krónur um mánaðin gjalda minni enn 30 prosent í skatti av samlaðu inntøkuni. Útroknignarnar byggja á tøl frá Taks. Fyri at fáa ein lætta, tá ið skatturinv erður settur til hægst 30 prosent, er neyðugt at tjena meira enn 240.000 krónur um árið. Verður bólkurin av teim­ um sum forvinna millum 240.000 krónur og 400.000 krónur tikin fyri seg og skatt­urin lækkaður til 30 prosent av lønini, so sleppa tey í meðal fyri slakar 500 krónur minni um mánaðin – ella 6.000 krónur um árið. Spennið í sparingum hvønn mánaða er millum 150 kronur og 900 krónur – alt eftir hvar á skattastiganum inntøkan liggur. Nógvu atkvøðurnar Hóast næstan allir flokk­ar­ nir lova lægri skatt til lág- og miðalinntøkurnar, so kunnu grundgevingarnar fyri at gera tað vera ymiskar og spretta úr ymiskum grund­ sjónar­miðjum. Men onki er at ivast í, at júst hetta vallyfti er vent móti teimum, sum hava lægru inntøkurnar, tí tað er har atkvøðurnar eru. Hyggja vit fyrst eftir, hvussu nógv fáa skattalætta um eitt mark verður sett, so tað bert eru tey undir 400.000 krónur um árið, sum fáa lættan, so er her talan um smá 10.000 fólk. Altso ein stórur bólkur av atkvøðum. Taka vit so tann bólkin við, sum forvinnur minni enn 240.000 krónur um árið, so er talan um 20.000 atkvøður afturat. Harumframt eru tað um 5000 fólk, sum als ikki gjalda nakran skatt, tí teirra inntøka er so lítil. So talan er í veruleikanum um nógv tann størsta partin av føroyingum, sum liggja í hesum bólki, sum flokkarnir nú vilja geva skattalætta. Talið er í veruleikanum um 35.000 av teimum 42.000 fólkunum, sum Taks hevur á sínum lista. Onki løgið er í, at flokk­ arnir nú síggja, at skulu at­ kvøður savnast, so er tað stóra atkvøðuhavið at finna millum teirra sum lítð og onki forvinna og tey sum for­vinna 400.000 krónur um árið. Verður markið sett til hægst 30 prosent og lættin bert verður givin teimum, sum gjalda yvir 30 proent, fer skattalættin at kosta landskassanum millum 50 og 60 milljónir krónur. GJARA ÚT VIÐ SKATTA­ LÆTTA FYRI SLAKAR 60 MILJÓNIR Verður skattalætti latin teimum, sum forvinna millum 240.000 og 400.000 krónur um árið, so fer tað at kosta millum 50 og 60 milljónir krónur um árið Skatturin álág- og miðalinntøkum skal niður, siga allir flokkar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, lovar lægri skatt til lág- og miðalinntøkur