Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Alfred Olsen, formaður í vinnu­nevnd løgtingsins, segði á Føroya Sjómanna­ degi í Klaksvík, at hesir dag­ar á serstakan hátt sam­ an­sjóða familjuna og fiski­ vinn­una í nøkrum góðum og gevandi tiltøkum. – Hugburður og atferð hjá fiskivinnuni styrkir mítt álit á, at vinnan umsitir okk­ara fiskastovnar væl og skynsamt. Vit fáa ferð eftir ferð at vita frá »serfrøðini«, at vit sum politikarar skulu taka fiskidagar frá vinnuni. Hann segði, at serfrøðin heldur fiskivinnuna upp­ føra seg soleiðis, at hevur hon nakrar fiskidagar at brúka – ja, so brúkar hon teir allar. – Í vár var tilráðingin, at vit fyrst skuldu taka allar óbrúktar dagar inn og haraftrat taka helvtina av teimum døgum, sum skipini høvdu brúkt. Hetta varð sagt vera neyðugt fyri at verja fiskastovnarnar móti vinn­uni. Men, Alfred segði seg ikki vera samdan í, at hetta er hug­burðurin og atferðin hjá fiskivinnuni. – Vit kunnu hyggja eftir bólki 3, sum eru línuskip yvir 110 tons. Skipini hava fingið tillutað sína kvotu av fiskidøgum. Sambært fiskifrøðini skuldu hesi skip verið úti og fiskað undir Føroyum fyri at brúka sínar seinastu fiskidagar í hesum fiskiári. Men, soleiðis er ikki. Alfred Olsen vísti á, at bert okkurt einstakt línu­ skip fiskar undir Føroyum í løtuni. Ikki tí, at eingir fiski­ dagar eru eftir. Tað er tí ikki rætt, at línumenn fiska bara fyri at brúka fiskidagar, men fyri at fáa fisk. Tað er tað, ið teir – og vit – liva av. – Hvar eru so okkara línu­ skip í dag, tá tey ikki liggja við bryggju? Jú, okkara dugna­ligu skipaeigarar hava for­handlað seg til brúkiligar avtalur við grønlendsk feløg. Hesar avtalur hava ført við sær, at okkara línuskip í dag fiska í Eysturgrønlandi, bæði inni við land og á djúp­ um vatni og hava brúkiligan fiskiskap. Alfred Olsen, formaður í vinnunevnd løgtingsins, helt, at okkara fiskivinna sjálv er besti umsitari av fiska­tilfeinginum undir Før­ oy­um. – Tað er ikki undarligt, at vit, sum kenna hesa vinnu, fáa størri og størri virðing fyri teimum dugnaligu fólk­um, ið her starvast. Tað dreiv, hugflog, framdrift og ótroyttiliga áhaldni, sum er í okkara samlaðu fiski- og alivinnu, er fantastiskt. Latið okkum tí hava tey høgt í metum okkara mill­ um, segði formaðurin í vinnu­nevnd løgtingsins á sjó­mannadegnum. – Tað dreiv, hug­ flog, framdrift og ótroyttiliga áhaldni, sum er í okkara samlaðu fiskivinnu, er fantastiskt, heldur Alfred Olsen, formaður í vinnunevnd løgtingsins Góður hugburður í vinnuni Fiskakassar við livandi fiski og ymiskum skeljadjórum er nakað, sum altíð hugtekur børn og vaksin á sjómannadegnum Grava út fyri býráðshúsi Vilmund Jacobsen Ein verkætlan, sum nú er farin í gongd í Eystur­ kommunu, er byggingin av nýggju býráshúsunum í Norðragøtu. Øll loyvi eru komin upp á pláss við eitt nú byggisamtykt og friðingarmyndugleikum, og um dagarnar eru maskinur farnar undir útgrevstur. Tað er byggifyritøkan KBH á Toftum, sum stend­ ur fyri arbeiðnum. Verkætlanin, sum fer at kosta slakar 20 miljónir krónur, er nakað krympað frá upprunaligu ætlanini. Onkrar sparingar ella skerj­ ingar eru eisini gjørdar, síð­ an arbeiðið varð boðið út, men verkætlanin er ikki minkað í vavi síðan út­bjóð­ ingina. Byggitíðin verður um­ leið hálvt annað ár. Tað er kendi arkitekturin og gøtumaðurin, Os­bjørn Jacobsen, sum hevur tekn­ að nýggju býráðs­húsini hjá Eystur­komm­unu. Annika og Karl vundu skjótast Millum kapping­ arnar á sjómanna­ degnum var eisini kapping í at vinda hespu upp á noða. Hetta er ein kapping, sum er fyri pør. Annika Ljósstein og Karl Johansen gjørdust vinnarar av kappingini hesaferð. Á øðrum plássi endaðu Karin Olsen og Regin Olsen, og á triðja plássi Gertrud Váðklett og Kalli Váðklett. Tað er Norðlýsið, sum eigur viðheftu mynd. – Vit eiga at hava tey, sum starvast í okkara fiski-og alivinnu, høgt í metum, segði Alfred Olsen á sjómannadegnum Mynd: Vilmund Jacobsen Útgrevsturin til nýggju býráðshúsini hjá Eysturkommunu í Norðragøtu er nú í gongd Í SkipaQuizzini á sjómannadegnum gjørdust Jóhan Sólheyg og Tummas Lervig vinnarar – annað árið á rað. Sámal Petur í Grund og Martin Vágsheyg endaðu á øðrum plássi