Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96 Vilmund Jacobsen Tað var ógvuliga stórur áhugi at fáa ókeypis fisk & kips og sodavatn frá JFK á sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin. Køin, sum byrjaði longu um 13-tíðina henda dagin, tók ongan enda, og til langt út á seinnapartin stóðu fólk og bíðaðu eftir at sleppa at smakka tosk hjá Gadusi úr Barentshavinum. Ikki tí, at tað gekk seint hjá teimum, sum stóðu fyri mat­gerðini – ella tí, at Hanus Hansen, sum sjálvur ser­ver­ aði, var seinur í vendingini. Køin var so long, og fólk løgdust aftrat allan seinna­ partin, at tað snøgt sagt var ein ómøgulig uppgáva at halda tørn við matgerðini. Við diskin stóð reiðarin sjálvur, og aftanfyri vóru kønar hendur úr Onglandi, Gavin og Craig, sum løgdu lag á matgerðina - og sjálvandi var høvuðskokkurin, Heini Ósá, eisini við. Harumframt gekk Jógvan Hansen eisini til handa, og harumframt vóru mong onnur, ið hjálptu til. Fisk & Kips búð Nú eftirspurningurin eftir fiski & kipsi frá Hanusi Hansen og hansara fólkum var so ómetaliga stórur, bíða klaksvíkingar spentir eftir at vita, um stóra stóra succe’in leygardagin fer at føra til, at JFK møguliga fer at lata upp eina Fisk & Kips búð upp í Klaksvík við toski úr Barentshavinum. Sagt verður úr Klaksvík, at rætturin, sum borðreiddur varð í Klaksvík og sum so stórur eftirspurningur var eftir, er sami rættur og sama fiskavøra, sum Gavin og Craig hava vunnið hópin av kappingum við í Onglandi. Vilmund Jacobsen Í kappingini í egning, sum var í Klaksvík á sjó­manna­ degnum leygar­dagin, gjørd­ ist Anfinn Hansen vinnari og føroyameistari. Anfinn er áður endaður ovarlaga í kappingini, men í dag syfti hann allar kapp­ ingarneytarnar og gjørdist føroyameistari. Úr Klaksvík verður sagt, at hóast Anfinn ikki hevur nortið eina línu í fleiri ár, so var hann kortini so kvikur og drúgvur í kappingini, at hann gjørdist vinnari. Og tó. Bert tveir húkar eftir Anfinn, kom Karst­in Joen­ sen, sum eisini hevur roynst drúgvur í undan­far­ num egnikapp­ingum. Tað var royndi línu­mað­ urin og skiparin á Kallanesi, Árni Zachariassen, sum end­aði á triðja plássi í kapp­ ingini, har tilsamans níggju mans luttóku. Fiskarætturin, sum JFK borðreiddi við í Klaksvík og sum so stórur eftirspurningur var eftir, er sami rættur og sama fiskavøra, sum hevur vunnið fleiri kappingar í Onglandi Kortini var Anfinn Hansen so kvikur og drúgvur í kappingini á sjómannadegnum, at hann gjørdist vinnari Øll vildu hava fisk & kips frá Hanusi Ikki nortið línu í fleiri ár Karl Jakob Ósá Eliasen var skjótasti trolbøtari á sjómannadegnum leygardagin. Á øðrum og triðja plássi komu ávikavist Kári Vitalis og Haldur Johansen Soleiðis gongur fiski­veiðan Vilmund Jacobsen Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, var bara eitt línuskip til fiskiskap undir Føroyum. Skipið kemur inn at landa síðst í hesi vikuni - ella fyrst í næstu viku. - Níggju línuskip fiska í løtuni við Eysturgrønland og øll, sum ísa veiðina umborð, hava landað í Íslandi. Okkurt av línuskipunum, sum í løtuni liggja við bryggju, fara helst til Íslands at fiska. - Streymurin verður góður, men hann harðnar, sum vikan gongur. Veðrið sær út til at hátta sær væl, og tí vænta vit nakað av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu, og onkur fær nakað av kalva. Sum heild hava partrolarar framvegis smáligan fiskiskap, men onkur pør gera góðar túrar. Umframt upsa, fáa skipini eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski. - Partrolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur, og framvegis eru trý pør á gulllaksaveiði. Um djúpvatnstrolararnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at fýra eru til fiskiskap. Teir fiska mest svartkalva, kongafisk og upsa. Ein fiskar tó mest av upsa og nakað av toski og hýsu. - Ein djúpvatnstrolari landar miðskeiðis í vikuni, og hinir landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Lagt verður aftrat, at ein trolbátur er á landleiðini og fiskar mest tosk, reyðsprøku, tungu og havtasku. Hesin landar helst síðst í vikuni. - Tríggir trolbátar eru á Rygginum, og tveir eru norðanfyri. Tveir ella tríggir koma inn at landa í dag, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni, verður lagt aftrat. Hanus Hansen, reiðari, hevði úr at gera á sjómannadegnum leygardagin Mynd: Dávur Winther Hann hevur verið dómari í trolbøting á sjómannadegnum øll árini. – Hetta er ein hugnaligur dagur, sigur Sámal Olsen Hóast hann ikki hevur egnt í fleiri ár, gjørdist Anfinn Hansen føroyameistari Mynd: Norðlýsið