Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Helena Dam á Neystabø valevni fyri Javnaðarflokkin Viðhvørt siga talv­ ur meiri enn orð. Hend­an mynd­in vís­ir størstu av­ bjóð­ing­ina í før­ oyska sam­fe­lag­ num yvir­høvur. Landið eldist við rúk­andi ferð, færri og færri arbeið­ andi fólk skulu fíggja fleiri og fleiri uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og uttan neyðugar nýskipanir og mið­ vís átøk hongur roknistykkið ikki saman, um okkara eftirkomarar skulu arva eitt ríkt og trygt væl­ ferðarsamfelag. Ein nýggj samgonga má leggja sín politikk til rættis í mun til hesa einu yvirskipaðu avbjóðingina – bæði í mun til útbúgving, sosial­ politikk og vinnupolitikk. Tí fari eg at virka fyri: • Einum haldførum og sterkum búskapi • At lág- og meðalinntøkur nú fáa tann skattalætta, sum tey áttu at fingið fyri fýra árum síðani • At smábarnafamiljur fáa ískoyti upp til 1.000 kr um mánaðin, fyri hvørt barn undir skúlaaldur • Eitt ára barnsburðarfarloyvi • Betri korum fyri tey sum vilja útbúgva seg í Føroyum • At fyribyrgja fátærkaváða • Lestrarstuðul í allar 12 mán­ aðirnar í árinum, og barna­ ískoyti í lestrarstuðlinum. Tín krossur 1. September snýr seg um, hvørt vit skulu dagføra og langtíðartryggja okkara væl­ ferðarsamfelag, ella um vit skulu førka okkum enn longur burtur frá hesi skipan við framhaldandi at økja um stættamunin, ójavnan og skeivu fólkasamansetingina. Einar yngri Føroyar Suðuroyggin og løgtings­ valið Magnus Rasmussen Valevni hjá Sambandsflokkinum Vinnan er ein av horna­stein­un­um und­ir sam­felag­ num. Øll vinna eig­ur at hava lang­ tíðar ­trygg j­aðar karm­ar, bæði tá um bygna og tann búskapar­liga partin ræður. Hetta er neyðugt, fyri at vinnan kann gera sær fram­tíðar­ætlanir. Her manglar nakað at gera hjá okkum í dag. Neyðugt er beinanvegin at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Vit eiga at skipa soleiðis fyri, at vinnan hevur tað gott, trívist og er kappingarfør. Eisini er neyðugt at gera alt fyri at fáa breiða politiska semju um hesi viðurskifti, soleiðis at vit veruliga fáa langtíðartryggjaðar karmar. Umframt langtíðartryggjaðar karmar, so er alneyðugt at polit­ iski myndugleikin er árvakin í menningini og broytingunum hjá vinnuni. Her hugsi eg m.a. um tað neyðuga í, at vit allatíðina hava góðar handilssáttmálar við hesi ym­isku londini, sum vit útflyta til. Gera vit ikki tað, so forða vit fyri menning og vøkstri, og tað má bara ikki henda. Eru vit hin­ vegin virkin við at betra verandi handilssáttmálar og fáa nýggjar eisini, so eru vit við at tryggja fram­ burð her á landi. Nógv hevur verið tosað um skattir og gjøld hjá vinnuni, og mein­ingarnar eru rættiliga ymiskar um hetta mál. Eitt, sum vit skulu gera okkum púra greitt, og tað er, at føroyska vinnan kappast ikki bara sínamillum í Føroyum, men kappingin er í størsta mun mill­um føroysku vinnuna og út­ lendsku kappingarneytarnar. Hes­ ir útlendsku kappingarneytar hava sínar karmar at arbeiða undir við­ víkjandi skattum og gjøldum. Hjá mær er eingin ivi um, at skattir og gjøld á føroysku vinnuna eiga at liggja á einum slíkum støði, at tað ikki er ov høgt, soleiðis at vinnan missir hugin at forvinna, ikki er kappingarfør ella kanska flytir sítt virksemi í onnur lond. Heldur ikki skal støðið vera so lágt, soleiðis at tað gevur ov lítið til at reka okkara sam­felag. Her má ein javnvág finn­ ast, og tað má bera til at finna hesa javnvág við, at politiski myndug­ leikin og vinnan tosa jaliga saman um hetta, tí vit hava brúk fyri hvørjumøðrum. Gott val! Símun Pauli Jacobsen Tá Hann kemur, tá Hann kemur at savna sínar skattir, síni elskaðu, dýrtkeyptu børn í sín favn. Ja, tá skulu tey skína rætt sum morgunstjørnan í ævir Honum lova og prísa Hans navn. Soleiðis sungu vit í sunnu­dags­ skúl­anum fyri mongum árum síðani. Ja, tað verður ein undur­ fullur morgun, tá Harrin kemur aftur. Tað verður ein morgun, sum eingin annar. Bíblian sigur týðiliga frá um nøkur av úrslitunum av Jesu Kristi afturkomu. Fyrst vil friðurin verða fingin í lag í heiminum. Tá Karl Barth, tann sveisiski teologurin vitjaði Sameindu Tjóða, segði hann: »Tann internationala organisa­tiónin kundi verið ein mynd av tí himmalska ríkinum, men veriligur friður vil tað ikki vera su eitt úrslit av hesu. Gud sjálvur vil skapa friðin í eindatíðini.« Louis Mumford hevur sat: »Kríggj er eitt serligt produkt av sivilisa­tiónini.« Tað tykist vera nak­að, sum karakteriserar menniskjað fram um djórðið, tí menniskjað fer við sínum medmenniskjum á ein hátt, sum ikki fyrikemur millum dýrini. Við oyðileggingaramboðum, sum fólk í gomlum døgum einans tordu at tilleggja sínum gudum, og við møguleikum at útvega enn meira vandafull vápn, hevur menn­iskjað skapt viðurskifti, sum tilreiðarger og framskunda Jesu afturkomu. Tann einasta loysnin á hesum krígstrupulleika er Jesu afturkoma. Hann má gera ein enda á krígnum í hesum heimi. Vi allari okkara militerakt og okkara æpolitisku alliansum og okkara mongu royndum at varð veita friðin, eru vit nú komnir til endan. Okkara vón um frið kann ikki verða bygt á tað faktum, at støðugt fleiri kríggj verða byrjað. Tá Hann kemur KJAK Kristianna Winther Poulsen valevni fyri Javnaðarflokkin Menniskjan livir ikki av breyði eina. Sum vit mugu eta, drekka og hava tak yvir høvdið, hava vit eisini brúk fyri mentan og list, sum er ein upprunaligur menniskjansligur tørvur. Í Føroyum hava vit nógv lista­ fólk, ið spæla, mála, syngja og skapa. Ikki tí at tað peningaliga loysir seg, men tí at tey kunnu ikki lata vera. Og hvønn dag kunnu vit njóta tað, sum tey arbeiða hart fyri at skapa. Við neyð og deyð At vera listafólk í Føroyum er fyri nógv tey flestu ein evindaligur kampur fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tey liva fyri listini, sum er teirra lív, og listin ríkar tilveruna hjá okkum øllum. Men listafólkini sjálvi gerast alt annað enn rík, tí føroysk yrkislist er í tí serligu støðu, at hon blómar í einum lítlum landi við avmarkaðum fólkatali. Tað eru allarfægstu, sum kunnu liva av listini. Men sum land og sum menniskju kunnu vit ikki liva uttan hesa listina, og tí skulu vit syrgja fyri, at lisin fær betri kor. Eisini tá ið hon ikki kastar pening av sær, men bara tí at listin er til og skal vera til. Yrkislist betri kor Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri betri korum til yrkislist. Umframt at økja játtanina til Mentanargrunn landsins skal ferð setast á arbeiðið við at byggja Tjóðpallin. Hetta er ein íløga, sum Javnaðarflokkurin raðfestir høgt. Eisini skal ein skipan gerast fyri yrkis­listafólk, so at tey fáa virði­ ligar umstøður at liva og at virka í. Føroyar hava brúk fyri einum til­vit­aðum og ábyrgdarfullum poli­ tikki á listaøkinum. Eg vil arbeiða fyri betri korum fyri yrkislist. Ikki av breyði eina – listin fyri C