mánadagur 24. august 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
Kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í eini
fyritøku í menning ? Dámar tær væl nýggjar
avbjóðingar? So hava vit møguliga rætta
starvið til tín. Vit leita eftir einum starvsfólki
til avgreiðsluna hjá Smyril Line Cargo, ið er í
støðugari menning.
Førleika krøv:
Tú er álítandi, ágrýtin, fyrikomandi, tekur
ábyrgd av tínum arbeiði, arbeiður sjálvstøðugt
og hevur rímiligan KT/teldu kunnleika. Vit vænta
samstundis, at tú ert fleksibul og brennir fyri
arbeiðinum. Skrivstovuroyndir er ein fyrimunur.
Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt starv, ið eisini er spennandi og
til tíðir krevjandi. Tú fært nógvar spennandi
arbeiðsuppgávur, sum í høvuðsheitum eru:
• kundasamskifti
• at avgreiða flutningskjøl
• at samskipa farmaflutning
• tollavgreiðsla
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber.
Lønin er sambært avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til
Jónfinn Simonsen, deildarleiðara á telefon 239603.
Umsókn
Send tína umsókn og avrit av møguligum
prógvum í seinasta lagi hósdagin 27. august,
umvegis t-post til: jos@cargo.fo.
Smyril Line · Yviri við Strond 1 · P.O.Box 370 · 110 Tórshavn · Faroe Islands · Tlf 34 59 00 · Fax 34 59 01 · cargo@cargo.fo · www.cargo.fo
STARVSFÓLK TIL
AVGREIÐSLUNA HJÁ
SMYRIL LINE CARGO
Um Smyril Line
Í dag er Pf. Smyril Line eitt reiðaravirki, ið hevur gott orð á sær. Smyril
Line rekur farleiðuna ímillum Danmark, Føroyar og Ísland við bæði
ferðafólki og farmi. Felagið hevur bygt upp eitt gott umdømi bæði tá ið
tað snýr seg um ferðafólka flutning og farm. Í 2014 var Norröna eisini
kosin at vera ársins skip. Í alt starvast umleið 250 fólk hjá Smyril Line
samtakinum.
Heystkappríðing
Kappríðing er leygardagin 29/8 Kl. 14
á ríðibreytini við MarKnagil.
Kappast verður í hesum greinum:
tølt - Skeið - trav - tvíspor ung - tvíspor opin flokkur - tvíspor vaksin
Meldast kann til á hesum tlf. nr. 511618 - 292040
Seinasta freist at melda til kapping er hóskvøldið 27/8 kl 19.