mánadagur 24. august 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Tróndur Arge
KÍ hevur verið einaráðandi
í ár. Hóast ongin tordi at
venja tær, so hava tær
uttan stórvegis trupulleikar
trumla alla mótstøðu umkoll
í ár.
Tíðliga í ár vóru boðini úr
Klaksvík, at ongin tordi at
verða venjari hjá KÍ kvinn
unum. Ongin vildi standa
við ábyrgdini, um KÍ nú ikki
vann FM, eftir at tær høvdu
sett heimsmet.
Í gjár vann KÍ 6-0 á ÍF/
Víkingi. Við sigrinum hevur
KÍ longu tryggjað fær FM,
hóast tað mangla fimm um
før.
Hetta var í 20. og fimti
síðsta umfari. KÍ hevur 46
stig, og næsti avbjóðarin –
um tað ber til at tosa um av
bjóðara – hevur 30 stig. Tað
er EB/Streymur/Skála.
KÍ restar fýra dystir. Teir
eru ímóti HB á heimavølli, ÍF/
Víkingi á útivølli, AB/B36 á
heimavølli og í síðsta umfari,
sum verður 10. oktober, ímóti
EB/Streymur/Skála á úti
vølli.
Komandi
vikuskiftið
spæla KÍ og EB/Streymur/
Skála í seypafinaluni.
trondur@sosialurin.fo
Mynd: Norðlýsið
KÍ kvinnurnar seta nýtt heimsmet
Misjøvn gongd hjá útisetunum
Gongdin hjá útisetunum er heldur misjøvn í løtuni. Christian
L. Holst skoraði og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk spælitíð,
men tapti. Eisini Hallur Hansson og Vendsyssel taptu
Tróndur Arge
Aftaná fimm dystir eru før
oyski
landsliðsspælarin,
Hallur Hansson og liðfelagar
nir í Vendsyssel FF ikki long
ur ósigraðir í næstbestu
donsku fótbóltsdeildini. Áðr
enn útidystin ímóti HB Køge
í dag hevði Vendsyssel FF 10
stig fyri fýra dystir, men um
vikuskiftið gjørdist talan um
tap.
Køge kom á odda í 23.
minutti, og stutt undan
dystarloki øktu teir til 2-0.
Fredericia og Lyngby møtt
ust í oddadysti í Fredericia.
Fredericia vann 3-1.
Fredericia er á odda við
11 stigum, Vendsyssel FF er
nummar tvey við 10 stigum,
og Lyngby er nummar trý
við níggju stigum. Øll liðini
hava leikt fimm dystir. Hitt
føroyingafelagið í næstbestu
donsku
fótbóltsdeildini,
Vejle er nummar fimm við
átta stigum. Jóan Símun
Edmundson skoraði einsa
malla
málið,
tá
Vejle
hóskvøldið
vann
1-0
á
Næstved.
Holst skoraði
í heimasigri
Føroyski landsliðsveteran
urin, Christian Lamhauge
Holst
og
liðfelagarnir
í
Fremad Amager vunnu teirra
fyrsta heimadyst í hesum
kappingarárinum í triðbestu
donsku
fótbóltsdeildini
í
gjár.
Fremad Amager tók ímóti
gamla
høvuðsstaðarfelag
num B93. Dysturin endaði
við 2-0 heimasigri til Fremad
Amager.
Christian
Lamhauge
Holst legði Fremad Amager á
odda longu tá fimm minuttir
vóru farnir. 1-0 varð eisini
hálvleiksstøðan. 11 minuttir
undan dystarloki økti Niklas
Mortensen til 2-0, og stað
festi sigurin hjá Fremad
Amager.
Fremad Amager hevur
fýra stig aftaná tríggjar
dystir í donsku 2. deild bólki
B. Fremad Amager er numm
ar trý av teimum átta lið
unum í bólki B.
Kaj Leo fekk
88 minuttir í tapi
Føroyski landsliðsspælarin,
Kaj Leo í Bartalsstovu fekk
88 minuttir á vøllinum, tá lið
hansara í næstbestu norsku
fótbóltsdeildini taptu 0-3 á
heimavølli ímóti Nest-Sotra.
Støðan varð 0-0 til 71
minuttir vóru farnir, men
eftir tað gekk alt galið. Fyrst
kom Nest Sotra á odda 1-0,
og løtu aftaná bleiv maður
rikin av vølli hjá Levanger, og
seinasta korterið fekk Nest-
Sotra tvey mál aftrat.
Levanger er tó enn eitt
stig røttumegin niðurflyt
ingarstrikuna.
Teir
eru
nummar 10 við 23 stigum.
Nummar 13 til 16 flyta niður í
triðbestu deildina.
Ongin Brandur
og ongin Gilli
Brandur H. Olsen kom ikki á
vøllin, tá FCK og AGF í gjár
spældu javnleik. FCK hevur
styrkt sær miðvøllin nógv til
hetta kappingarárið.
Gilli Sørensen er ikki
millum teirra, sum er úttikin
til Superliga dystin í kvøld
millum AaB og OB. Hann er
komin fyri seg eftir skaða og
hevur spælt á eykaliðnum.
Ein føroyingur verður á
vøllinum, tá Stjarnan tekur
móti Breiðablik í íslendsku
deildini í kvøld.
trondur@sosialurin.fo
Kaj Leo í Bartalsstovu,
Levanger
Savnsmynd
KÍ er FM vinnari fyri 16. ferð
upp í slag í bestu deildin hjá
kvinnum. Sostatt hava tær
sett nýtt heimsmet. Tær eiga
longu heimsmetið frá í fjør