mánadagur 24. august 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
ítróttur
Neli Heldarskarð
Í næstbestu deildini snýr
spenningurin seg í høvuðs
heitum um, hvat lið fylgir við
Skála í Effodeildina komandi
kappingarár.
Skálamenn
hava verið nógv tað besta
liðið í deildini gjøgnum alt
kappingarárið, og tí var tað
als ikki óvæntað, at tad farna
mikukvøld eydnaðist Skála
at tryggja sær uppflyting í
Effodeildina, tá id appilsin
gulu
eysturoyingarnir
á
heimavølli basti 07 Vestur
1-0.
Spurningurin
er
so,
hvat lid flytur upp afturat
Skála. B68 og 07 Vestur hava
stríðst um hetta plássið alt
kappingarárið, og nú tá ið
fá umfør eru eftir er spenn
ingurin í hásæti um, hvat lið
av hesum megnar at tryggja
sær umráðandi annað pláss
ið, ið viðførir uppflyting í
bestu deildina í Føroyum.
Gullkrónurnar
fara á Skála
Á Svangaskarði var satt
oddabrak
ímillum
júst
Skála og B68, sum eru bæði
fremstu liðini í deildini.
Talan var tó um heldur lin
ligan dyst, ið endaði 0-0.
Úrslitið merkir, at Skála
longu nú hevur tryggjað
sær fremsta plássið og gull
heiðursmerkini í deildini,
hóast heili fýra umfør eru
eftir at spæla. Tað eru heili 14
stig niður til toftamenninar
á øðrum plássi, og tí er tað
støddfrøðilga ómøguligt hjá
Skála at blaka oddasessin
yvir borð.
Liðið
hjá
Skála
er
í
størstan mun mannað av
lokalum leikarum. Nakrir
heilt fáir leikarar eru ikki
upprunaleikarar av Skála,
men tó hava nógv teir flestu
av leikarunum spælt á liði
saman í nógv ár, og hetta ger
sjálvsagt tað, at liðið er sterk
ari sum ein eind. Tá ið Skála
royndi seg í bestu deildini í
fjør vóru tað ógvuliga fáir av
leikarunum, ið áður høvdu
spælt í bestu deildini. Nú
fáa skálamenninir enn ein
møguleika í bestu deildini.
Tá ið hugsað verður um, at
nú hava menninir royndir
úr fremstu røð, afturat sann
royndini um, at liðið er væl
samanspælt, so eigur liðið hjá
Skála at vera betur brynjað
at royna seg í fremstu røð í
føroyskum fótbólti í mun til
heldur óroynda liðið, sum
spældi í Effodeildini í 2014.
Av profilum á liðnum hjá
Skála kunnu leikarar sum
Jákup Johansen og Brian
Jacobsen takast úr rúgvuni.
Jákup hevur skorað 13 mál,
meðan Brian er greiður topp
skjútti í deildini. Hann hevur
skarað framúr og hevur
skorað heili 24 mál í 22 dyst
um. Eisini er garvaði Pætur
Dam Jacobsen at finna í hóp
inum hjá Skála.
Kreppa í Sandavági
Størsta partin av hesum
kappingarárinum hevur 07
Vestur ligið á øðrum upp
flytingarplássinum,
men
hetta er broytt nú. Leygar
dagin taptu vágamenn sera
óvæntað 1-2 á heimavølli
ímóti Víkingi, ið er nummar
sjey í deildini. Hetta var triði
dystur upp í slag, at tað ikki
eydnaðist felagsliðnum úr
Vágoynni, sum í ár spælir
sínar heimadystir í Sanda
vági, at vinna sær fulla úr
tøku. Ringa gongdin hjá 07
Vestur merkir, at B68 nú
hevur yvirtikið annað upp
flytingarplássið. Tó eru fýra
umfør eftir at spæla enn, og
tí er als onki avgjørt í upp
flytingarstríðnum ímillum
hesi liðini. Komandi sunnu
dag er stórdystur í deildini,
har júst 07 Vestur og B68
bresta saman í Sandavági.
Sandoyingar sterkir
heima í Dalinum
Sermerkt hevur verið við
B71, sum í fjør flutti upp úr
triðbestu deildini, at liðið er
sum dagur og nátt alt annað
eftir, um liðið spælir á heima-
ella útivølli. Sandoyingarnir
hava bara vunnið ein útidyst
alt hetta kappingarárið, men
í Dalinum er B71 eitt heilt
annað lið. Her hevur liðið
fingið nógv tey flestu stigini
til høldar, og leygardagin
gjørdist tað enn einaferð
til ein heimasigur, tá ið teir
næstbestu hjá KÍ komu á
vitjan. Úrslitið gjørdist 2-1
til B71.
Vónleysir miðvingar
Í fjør vann MB 2. deild og
flutti sostatt upp í 1. deild.
Tað gjørdist tó skjótt greitt,
at liðið als ikki hevði støðið
til deildina og tað sæst eis
ini aftur á stigatalvuni, har
liðið
bert
hevur
skavað
tveir javnleikir saman í 23
dystum. Heilt illa hevur tað
gingið eftir summarsteðgin,
har miðvingarnir hava latið
31 mál inn í fýra dystum.
Leygardagin var NSÍ á vitjan
á MB-Arena, sum heimavøll
urin hjá MB verður nevndur,
og tað gjørdist til ein tryggan
og greiðan útisigur áljóðandi
0-4. MB er langt síðani flutt
niður í triðbestu deildina,
og spurningurin er, um teir
megna at vinna ein sigur,
áðrenn teir biða næstbestu
deildini farvæl á hesum
sinni.
Javnleikur ímillum
topp og botn
Í Effodeildini er B36 á mark
inum at gerast meistari,
meðan AB stríðist í botn
inum. Í 1. deild er støðan tó
ein heilt onnur, har AB er
á fjórða plássi beint eftir
uppflytingarkandidatarnar,
meðan B36 er væl undir
niðurflytingarstrikuni.
Leygardagin spældu hesi
liðini á Argjum. Úrslitið
gjørdist 0-0 í einum góðum
dysti, har bæði liðini høvdu
møguleikar at fáa bóltin
inn um strikuna. Í sjálvari
yvirtíðini fekk málverjin hjá
B36, Trygvi Askham, reytt
kort. Trygvi er eisini eyka
málmaður á besta liðnum
hjá B36, og tí hevði hann
leikbann og kundi ikki sita á
bonkinum hjá B36 í gjár, tá ið
árstalsfelagið staðfesti odda
støðu sína ímóti Víkingi.
Ístaðin var 45 ára gamli Egin
Høgnesen á bonkinum hjá
B36.
fótbóltur
Uppflytingar
stríðið harðnar
1. Deild støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
Skála
23
18
4
1
68
15
+53
58
2
B68
23
13
5
5
47
23
+24
44
3
07 Vestur
23
12
6
5
51
26
+25
42
4
AB II
23
12
6
5
45
28
+17
42
5
KÍ II
23
11
0
12
53
40
+13
33
6
B71
23
9
6
8
42
38
+4
33
7
Víkingur II
23
8
4
11
32
35
-3
28
8
NSÍ II
22
7
3
12
39
39
0
24
9
B36 II
22
2
8
12
18
59
-41
14
10 MB
23
0
2
21
12
104 -92
2
Skála - B68 0-0 (0-0)
07V - Víking 1-2 (1-1)
0-1: Svein Justinussen 7.
1-1: Andras Dalbø 24. (sjálvm)
1-2: Magnus Jarnskor 63.
MB - NSÍ 0-4 (0-2)
0-1: Petur Knudsen 43.
0-2: Petur Knudsen 43.
0-3: Jann J. Benjaminsen 47.
0-4: Helgi L. Petersen 78.
B71 - KÍ 2-1 (1-0)
1-0: Bjørgfinnur Winther 24.
2-0: Tummas Pauli Olsen 74.
2-1: Óli A. J. Johannesen 78.
(sjálvm)
Brent brotsspark:
Jógvan Isaksen 60. (KÍ)
AB - B36 0-0 (0-0)
Reytt kort: Trygvi Askham 90.
Úrslit 23. umfar
Úrslitini í 1. deild í vikuskiftinum lagaðu seg soleidis, at B68 kom eitt stig nærri uppflyting í Effodeildina.
Eisini blivu heldur fá mál skorað í teimum fimm dystunum, sum allir blivu spældir leygardagin
Mynd: Sigmar Mørkøre