mánadagur 24. august 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Tað skal vilja meiri enn illa
til hjá B36, um tað eftir 1-0
heimasigurin á Víkingi í
gjárkvøldið ikki skal eydnast
at endurvinna FM heitið.
Árstalsfelagið er fimm stig
frammanfyri NSÍ og sjey
stig frammanfyri Víking.
Hóskvøldið hava Víkingur
og NSÍ frí. Tá skal B36 spæla
grannauppgerð ímóti HB.
Um B36 vinnur, so er FM
spurningurin svaraður. Um
B36 ikki vinnur, so verður
B36 framvegis stórur favo
rittur at verða meistari.
Víkinga venjarin Sigfríður
Clementsen iðraði seg um, at
tað ikki eydnaðist at vinna
úrtøku burturúr ímóti B36, tí
Víkingur spældi seg til fleiri
stórar málmøguleikar, uttan
at tað eydnaðist at skora.
Lukasz Cieslewicz man
vera besti fótbóltsspælarin
av øllum í Føroyum. Í hvussu
so er hevur hann ofta víst
seg at vera avgerandi, og so
leiðis var tað eisini í gjár, tá
ið hann úr vinstru setti bólt
in í handara síðunetið.
– Høvdu vit í Víkingi átt
ein sum Lukasz, so hevði
tað verið avgerandi fyri FM
stríðið. So tað er einki ann
að at gera enn at keypa ein
sovornan kapasitet, var stað
festingin millum víkingarnar
eftir dystarlok, tá ið tey í B36
leguni stórfegnaðust.
B36
venjarin
Eyðun
Klakstein var ovurfegin um
úrslitið, sum ber við sær, at
FM so at siga er á gáttini í
B36 húsinum. Men Eyðun
selur ikki skinnið, fyrrenn
bjørnin er skotin:
– Tølini siga, at vit skulu
vinna tríggjar av teimum
fimm síðstu dystunum. So
verða vit meistarar, uttan
mun til um NSÍ vinnur fulla
úrtøku úr sínum fýra dyst
um. Eftir góðu gongdina
nógvu tær seinastu ferðirnar
hava vit stórt sjálvsálit,
og vit fara hvørja ferðina
á vøllin við áliti á, at tað
skal eydnast at vinna, sigur
Eyðun Klakstein.
B36 hevur vunnið fulla
úrtøku átta tær seinastu
ferðirnar. Síðani summar
steðgin er úrtøkan fimm
sigrar við samantalda mál
muninum 14-0! Toppliðið
hevur ikki fingið mál ímóti
sær í 500 minuttir (síðani
AB javnaði til 1-1 í 3-1 B36
sigrinum á Argjum). Einasta
tapið higartil í ár var 3-1 tapið
í Fuglafirði 19. apríl.
Tað ber illa til at ímynda
sær annað, enn at B36 fer
at skriva søgu við at endur
vinna FM árið eftir, at FM
varð vunnið.
Hvussu tað verður við
hinum heiðursmerkjunum,
við síðsta atgongumerkini
til europeiskan fótbólt, og
hvussu tað verður við niður
flytingini er tað framvegis
stórur spenningur um.
Seks NSÍ mál
í ein hálvan tíma
Tað varð roknað við, at NSÍ
skuldi vinna stórt á EB/
Streymi, og soleiðis endaði
tað í góðveðrinum við Løkin.
Men tað var ikki bara bara,
tí EB/Streymur megnaði at
halda tørn í ein heilan tíma,
áðrenn Árni Frederiksberg,
sum eftir dystarlok fekk
landsliðsboð, setti hol á.
So gekk skjótt, tí NSÍ vann
6-0. Spenningur var um,
hvussu tað fór at ganga við
málskjótingini hjá Klæminti
A. Olsen, sum undan hesum
umfarinum var fýra mál frá
teimum 24, ið eru metið fyri
eitt kappingarár. Klæmint
skoraði eitt mál – tað fjórða –
og harvið er hann undan fýra
teimum síðstu umførunum
trý mál frá at røkka metið og
fýra frá sjálvur at seta met.
Innskifti Christian Høgni
Jacobsen var væl upplagdur
og
skoraði
tvær
ferðir.
Haraldur R. Højgaard, sum
varð skiftur inn beinanvegin
eftir steðgin, skoraði eitt mál,
og Pól Jóhannus Justinussen
skoraði fyri 9. ferð í lands
kappingini í ár.
NSÍ
venjarin
Trygvi
Mortensen var nøgdur við
úrslitið, men ikki við avrikið
undan steðginum:
–
Fyrri
hálvleikur
mundi vera tann lakasti
á heimavølli hjá okkum
higartil í ár. EB/Streymur
vardi væl, og teir vóru ikki
lítið vandamiklir í mótálop
um, uttan at teir fingu nak
að burturúr. Eftir steðgin
vóru vit meiri fokuseraðir.
Tá ið vit skoraðu fyrsta
málið, vóru teir troyttir,
og so høvdu vit eina rúgvu
av møguleikum. Vit hava
arbeitt fyri at endurvinna
næstfremsta
plássið,
og
vit eru fegnir um, at tað
nú eydnaðist, sigur Trygvi
Mortensen.
Bartal er fantastiskur
Í gjár fylti ÍF miðverjin og
superveteranurin
Bartal
Eliasen 39 ár. Í dýrdarveðr
inum í Fuglafirði var hann
fyri 369. ferð í víggi í bestu
deildini. Um steypadystirnir
verða lagdir aftrat, so er talið
463. Í nógv teimum flestu
dystunum,
síðani
Bartal
fyrstu ferð var á besta lið
num 19. juni í 1993 ella fyri
22! árum síðani, hevur hann
verið miðverji.
Um tap hevur verið í
hendi, tá er Bartal so mangan
fluttur fram í álopið. Tann
heilivágurin
varð
eisini
brúktur
ígjár.
Innskifti
Andrew av Fløtum legði HB
framum 2-1, tá ið ein minuttir
var eftir av vanligu leiktíðini.
Sera hegnisligt avrik sum
eftir øllum at døma sá út til
at verða sigursmálið, ið fór
at halda HB trygt á Europa
kósini.
Fuglfirðingar iðraðu seg.
Teir vóru greitt omaná í
2. hálvleiki, og teir spældu
seg til fleiri heilt góðar mál
møguleikar. Men Adeshina
Lawal og Clayton Soares
høvdu ikki marginalirnar við
sær. So var tað, at Bartal varð
fluttur fram í álopið. Í 95.
minutti stakk hjálparvenj
arin á flogbóltslandsliðnum
seg upp um allar hinar, og
við høvdinum smasjaði hann
bóltin niður í svørðin og upp
undir nettakið.
Hetta var mál nummar
75 í landskappingini. Um
málini í steypakappingini
verða løgd aftrat, so hevur
Bartal Eliasen skorað 113 mál
í fremstu røð!
HB
spælararnir
vóru
vónbrotnir.
Stutt
undan
steðginum legði Christian R.
Mouritsen teir framum 1-0,
og hóast Andy Ó. Olsen javn
aði, tá ið ein tími var farin, so
misti HB á stokkinum, eftir
at Andrew av Fløtum hevði
lagt teir framum aftur:
– Vit høvdu tamarhald á
støðuni fyrsta tíman, men
eftir at ÍF javnaði til 1-1, varð
tað opið og við nógvum
møguleikum í báðum end
um. Báðir málverjarnir vístu
góð avrik. Vit kundu havt
verið frammanfyri 3-0, áðr
enn ÍF javnaði, og Teitur
bjargaði fleiri ferðir, eftir at
teir høvdu javnað, sigur HB
venjarin Milan Cimburovic.
ÍF liðformaðurin Fritleif
í Lambanum fegnaðist um,
at tað í síðstu løtu eydnaðist
at javna, men hann harmast
um úrtøkuna í 2. hálvleiki:
– Fyrra hálvleik vóru teir
greitt betri, og vit runnu
aftaná. Men tá ið vit høvdu
javnað, tóku vit yvir, og tá
áttu vit at havt skorað fýra
mál. Seinni hálvleikur var
besta avrikið síðani summar
steðgin,
sigur
Fritleif
í
Lambanum.
Heðin átti lyklaleiklut
Klaksvíkingar góvu KÍ kær
komna føðingardagsgávu í
gjár – Klaksvíkar Ítróttar
felag fyllir 111 ár í dag. 2-0
sigurin á Vágseiði ber við
sær, at møguleiki framvegis
er fyri, at dreymurin um
europeiskan fótbólt næsta
summar kann verða veru
leiki. Tað eru tvey stig fram
til HB.
Heðin Klakstein hevur
verið eyðsýndasti KÍ spæl
arin í ár. Soleiðis var tað
eisini í gjár, tá ið hann átti
avgerandi leiklut. Tað var
B36 er á tryggari meistarakós, AB lyfti seg upp um strikuna, og KÍ togaði seg
nærri HB í kappingini um atgongumerkið at spæla í Europa næsta summar
Europa og
niðurflyting
upp á spæl
Páll Lervig
fc Suðuroy
Nú stendur á gomlum nøglum.
Nú eru vit undir strikuni tíverri.
Blívið við FC Suðuroy
fjepparin
Rógvi Dam
EB/Streymur
Eg sá ikki dystin í dag, eg var til
arbeiðis í dag. Nú er 90 procent
sikkurt, at vit flytta niður.
fjepparin
Jan B. Antonioussen
nsí
Hesaferð bleiv sigurin ikki líka
ógvusligur sum seinast vit møttu
Eb/Str., men tó líka sannførandi.
Ein sera góður seinni hálvleikur.
Meira av hasum! Góðir!
fjepparin
Allan Enghamar
hb
1 stig er betri enn onki. Nú mugu
vit bert ansa okkum, at KÍ ikki
fer fram um okkum. Kom so
dreingir.
fjepparin
Sæbjørn Leiti
íf
Sera góður 2 hálvleikur, gott
spæl og nógvir góðir kjansir.
Synd at vit ikki fingu 3 stig men
1 stig í part, tað var tað rætta
aftaná 90 min Koyr á ÍF
fjepparin