mánadagur 24. august 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
André Olsen
B36 tók sunnudagin eitt risa
stórt fet í royndini eftir at
endurvinna FM heitið fyri
fyrstu ferð í søgu felagsins.
B36 vann avgerandi odda
dystin í Effo-deildini 1-0 móti
Víkingi. Avgerandi leikarin í
dystinum var sum so ofta
áður B36 profilurin, Lukasz
Cieslewicz, sum skeyt einsa
malla málið í dystinum eftir
eitt frálíkt einmansavrik.
Brendir málmøguleikar
Umstøðurnar og karmarnir
til ársins oddabrak í Effo-
deildini vóru í topp sunnu
dagin. Frálíka gott føroyskt
summarveður, ein nýggjur
vøllur og ein rúgva av áskoð
arum settu av álvara sín dám
á oddadystin.
Sjálvur dysturin líktist
eisini einum veruligum odda
brakið. Dysturin var alla tíð
ina intensur og spennandi,
har leikararnir góvu alt sum
teir høvdu í nærdystunum.
At dysturin hevði nógv at
siga fyri bæði liðini merktist
eisini fyrstu løtuna av fyrra
hálvleiki. Tað sást eisini
týðuligt, at B36 liðið var
munandi meira tendrað til
dystin sunnudagin, enn teir
vóru til seinnu hálvfinaluna
í Løgmanssteypinum móti
Víkingi, sum var fyrr í ár.
B36 leikararnir vunnu
nógv fleiri takklingar, og
tað var eisini heimaliðið B36,
sum teir fyrstu tíggju min
uttirnar av dystinum, sat á
tí mesta.
Men síðani kom Víkingur
av álvara við, og tað sum eftir
var at fyrra hálvleiki, var tað
nógv meira Víkingur sum var
nær við at koma á odda enn
B36.
Serliga
álopsleikarin
Finnur Justinussen eigur at
iðra seg um fleiri stórar mis
nýttar málmøguleikar.
Tann størsta hevði hann
um miðjan fyrra hálvleik.
Heðin Hansen fann væl
Finn
Justinussen,
sum
snýtti offside felluna hjá
B36. Finnur slapp at renna
púra einsamallur móti Tórði
Thomsen í B36 málinum,
men fekk onkursvegna alt
ov nógva luft undir bóltin, og
skeyt tí bóltin uppum málið
hjá Tórði. Eisini seinni hevði
Finnur ein risa møguleika,
tá hann aftur varð spældur
innum verjuna hjá B36.
Finnur tóktist ikki at vita,
hvussu nógva tíð hann hevði
á bóltinum, tí hann valdi at
avslutta fyrstuferð, hóast at
eingin verjuleikari var í nær
heitini av Finni.
Møguleikarnir hjá Víkingi
í fyrra hálvleiki vóru tó ikki
teir einastu, tí bæði Lukasz
Cieslewicz og Róaldur vóru
í tveimum førum eisini nær
við at leggja B36 á odda.
Javnleikurin hóvaði
heimaliðnum
At tað stóð á jøvnum 0-0 í
hálvleikinum, hóvaði heima
liðnum B36 nógv betri enn
gestunum úr Víkingi. Skuldi
Víkingur hava nakra vón í
FM dreyminum, máttu teir
vinna dystin, og tí visti man
í hálvleikinum at Víkingur í
seinna hálvleiki fór at leggja
nógv fyri at vinna dystin.
Samstundis
visti
man
eisini, at B36 við Lukasz
Cieslewicz á odda kanska tað
er tað besta liðið í landinum
til at sekta mótstøðuliðini
uppá skjótálop. Nakað sum
eisini varð prógvað í seinna
hálvleiki – men aftur til tað
seinni.
Víkingur trýsti
– Lukasz avgjørdi
Fyrstu
løtuna
í
seinna
hálvleiki
løgdu
gestirnir
úr Víkingi eisini nógv fyri
at fáa málið, ið vildi geva
teimum leiðsluna. Finnur
Justinussen og Súni Olsen
vóru í tveimum førum nær
við. Tó var tað ein annar
Víkinga leikari, ið kom fram
til teir allar størstu møgu
leikarnir hjá Víkingi. Tað var
miðverjin Atli Gregersen, ið
kom fram til tveir risa møgu
leikar. Fyrri møguleikin hjá
honum var eftir innlegg frá
Súna Olsen úr vinstru, har
sum Atli vann luftbóltin við
mótstøðuleikaran, og skall
aði bóltin á yvirleggjaran.
Bólturin sprakk síðani út
fótbóltur
H E S A V I K U N A
4
Tórður Thomsen
Hevði nógv at gera, men
hevði ongantíð nakra avgerandi
bjarging, av tí at flestu skotini
fóru omanfyri málið. Helt tó
nullið og var tryggur í tí hann
fyritók sær.
4
Høgni Eysturoy
Kom sera væl frá dystinum,
har Víkingur mestsum ongantíð
slapp ígjøgnum í verjustøðu
yvirfyri Høgna.
3
Andrias Eriksen
Var fangaður á skeiva bein
inum nakrar ferðir í fyrra hálv
leiki, har Finnur Justinussen slapp
leysur. Var tó tryggur á bóltinum
gjøgnum allan dystin.
4
Odmar Færø
Tykist at vera serstakliga væl
fyri. Var sannførandi í teimum
duellunum sum hann fór í, og
var mest eyðsýndi maðurin í
verjupartinum hjá B36.
4
Jónas Tór Næs
Víkingarnir hóttu munandi
meira gjøgnum høgru síðu enn
vinstru síðu, og tí hevði Jónas
eisini nakað at síggja til. Stóð
tó væl í verjustøðu og gav ein
heilhjartaðan innsats.
3
Róaldur
Jakobsen
Var sera nær við at leggja B36
á odda í fyrra hálvleiki. Stríddist
væl, men B36 fekk ongantíð av
álvara fatur í tí vanliga spælinum,
sum teir annars eru eyðkendir fyri
3
Eli Falkvard
Nielsen
Átti uppleggið til málið, og
arbeiddi hart alla tíðina á
miðvøllinum. Hevði tó fleiri
heldur løgin bólttap í fyrra
hálvleiki, ið vóru nær við at kosta
mál til Víking
3
Hanus
Thorleifsson
Arbeiddi eisini sera væl gjøgnum
allan dystin, og skuldi havt gjørt
tað til 2-0 til B36 móti endanum.
Ein góður innsatsur, hóast hann
ikki var serliga eyðsýndur
3
Hans Pauli
Samuelsen
Kom ongantíð av álvara í tær
støðurnar, sum hann er best til,
av tí at dysturin var so tættur.
Arbeiddi tó væl, og var maðurin
sum vann bóltin á miðjuni, tá B36
fekk málið
3
Alex
Mellemgaard
Kom væl frá fleiri støðum í
fyrra hálvleiki, men var minni
eyðsýndur í seinna hálvleiki. Varð
eisini útskiftur tá gott og væl 70
minuttir vóru farnir
5
Lukasz
Cieslewicz
Maðurin, sum við einmansavriki
avgjørdi dystin. Hevur spælt
dystir har hann hevur verið
meira eyðsýndur, men var
allíkavæl munurin millum liðini í
oddadystinum.
3
Jákup á Borg
Kom inn seinastu tjúgu
minuttirnar fyri at koyra sigurin
heim. Tók skilagóðar avgerðir, tó
uttan at vera serliga eyðsýndur
Gestur B. Dam
Inni ov stutt til at fáa meting
spælarameting Nú gongur
ikki galið
hjá B36
Tað skal ganga óvanliga illa í hond hjá B36, um felagið
ikki fer at endurvinna FM heitið fyri fyrstu ferð í søgu
felagsins. B36 vann sunnudagin avgerandi oddadystin
móti Víkingi 1-0 við máli frá Lukasz Cieslewicz
1 til 6
Myndir: Sigmar Mørkøre
Lissi Mouritsen
B36
Øll sum halda við Víking
HOPPA NÚ HOPPA NÚ
Fantastiskt B36!
Saman standa vit stinn
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Nú er bara eitt at gera og tað er
at vinna næsta dyst.
fjepparin