Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. august 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96 ítróttur aftur til Sølva Vatnhamar sum fekk bóltin í málið, men sum tíverri fyri Víking var rang­staddur. Seinni møguleikin var tó munandi størri. Eftir eitt sindur av aftur og fram spæl­ ið í feltinum, endaði bólt­ urin fyri føtrunum á Atla Gregersen, sum stóð beint uttan­fyri fimm meturin hjá B36. Hann fekk tó onkurs­ vegna ov nógva luft undir bóltin, og skeyt bóltin upp­ um málið. Hendan løtan var besta løtan hjá Víkingi í seinna hálvleiki, har man mestsum bara sat og bíðaði til at málið hjá teimum fór at koma. Tað hendi tó ongantíð, og ístaðin var tað B36, sum sektaði Víking í einum skjót­ álopi. Hans Pauli Samuelsen vann bóltin frá Súna Olsen miðskeiðis á B36 hálvuni, og so gekk skjótt fyri seg. Hans Pauli spældi bóltin víðari til Eli Falkvard Nielsen, ið setti ferð á frameftir. Eli fann síðani væl Lukasz Cieslewicz, ið var farin avstað í vinstru síðu. Lukasz slapp at bjóða av ein móti einum við Atla Gregersen í Víkinga verjuni, har Lukasz slapp framvið Atla Gregersen og smekkaði bóltin í handara málhorn til 1-0. Hóast hetta eitt sindur ímóti leikgongdini hesa løt­ una, so skerst tó iki burtur, at talan var um frálíkt avrik frá Lukasz Cieslewicz, sum sunnu­dagin enn einaferð var av­gerandi leikarin fyri B36. Tað sum eftir var av dyst­ inum, hevði B36 fult tamar­ hald á, og Víkingarnir vóru ongan­tíð av álvara førir fyri at svara aftur eftir at B36 hevði lagt seg á odda. Í yvirtíðini skuldi B36 eis­ ini havt lagt seg á odda 2-0, tá Hanus Thorleifsson og Hans Pauli Samuelsen sluppu at renna mestsum alla Víkinga hálvuna leysir. Miðverjin hjá Víkingi, Erling Jacobsen, var tó komin afturvið, og fekk í evstu løtu bjarga, tá Hanus Thorleifsson ætlaði at spæla bóltin uppá tvørs til Hans Paula Samuelsen. Við sigrinum er B36 í ver­andi støðu ótrúliga nær við at endurvinna føroya­ meistaraheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. B36 er í løtuni fimm stig framman­ fyri NSÍ á øðrum plássi, með­ an B36 enn eigur ein dyst til góðar. Vinna teir tann dystin, so er munurin 8 stig, har tað bert vera 12 stig eftir at spæla um. Tí skal ganga ófatuliga illa hjá B36 sein­astu dystirnar, um teir ikki skulu endurv­inna Føroya­meistara­ heitið. Lukasz var munurin Gjøgnumgangandi var talan annars um dyst sunnudagin, har Víkingur ikki kendi sína vitjunartíð. Víkingarnir høvdu sum heild teir far­lig­ ari mál­møguleikarnir, men dugdu ov illa at taka av. Tá var munur á Lukasz Cieslewicz, sum av álvara tók av, tá hann fekk kjansin. Hóast hann onkrar aðrar dystir hevur verið mun­andi meira eyðsýndur enn hann var sunnudagin, so var pólski profilurin á B36 lið­num, Lukasz Cieslewicz, sunnu­ dagin avgerandi munurin mill­um liðini. At B36 hevur fingið fatur í einum gimsteinið í Lukasz Cieslewicz, er einki at ivast í. Ferð eftir ferð hevur hann víst seg at vera munurin á B36 og hinum liðunum í avgerandi oddadystinum. Tí eiga tey í B36 at frøðast yvir, at Lukasz Cieslewicz fyrr í summar valdi at leingja sáttmálan við B36 í tvey ár afturat. andre@sosialurin.fo fótbóltur Karmarnir rundanum leik­ vøllin. Bæði B36 og Víkinga fjeppararnir møttu í góðari tíð, og settu av álvara sín dám á dystin við rópum og trummum. Til tíðir minti dysturin um onkra steypafinalu sum fyrr hevur verið á ovara vølli í Gundadali. Sum heild ringt at peika nakað út, men kanska vóru nakað nógv bólttap fyrstu løtuna av dystinum. Um tað vóru nervar ella tann nýggi vøllurin í Gundadali, ið høvdu eina ávirkan, skal vera ósagt. Men tað sá ofta heldur margháttligt út. 4 Geza Turi Kundi ikki gera nakað við málið, og var sum heild tryggur í Víkinga málinum gjøgnum dystin. 3 Bárður Hansen Spældi ein fínan dyst, men hevur onkuntíð verið meira eyðsýndur fyri Víking frameftir vøllinum enn hann var sunnudagin. 3 Atli Gregersen Spældi sum heild eisini ein fínan dyst, og skuldi havt lagt Víking á odda. Fær tó minus fyri málið hjá B36, har Lukasz Cieslewicz ikki skuldi sloppið til skot til høgra beinið 4 Erling Jacobsen Var sannførandi í tí mesta hann fyritók sær. Fekk eisini bjarga ímóti endanum, soleiðis at tað ikki endaði 2-0 til B36. Var sum heild tryggur í verjuspælinum. 3 Hanus Jacobsen Hevði gott tamarhald á í teimum flestu verjustøðunum, men hevur eisini verið meira eyðsýndur frameftir vøllinum enn hann var sunnudagin. 4 Hans Jørgen Djurhuus Tóktist tendraður og fór heilhjartaður í allar takklingar. Tað merktist á Víkinga liðnum tí seinastu løtuna, at hann fór av vøllinum við skaða. 3 Sølvi Vatnhamar Gunnar Vatnhamar 2: Stríddist væl gjøgnum allan dystin, og kom í góða støðu í fyrra hálvleiki, har hann ikki veruliga fekk skot á. Var tó ikki við í so nógvum avgerandi, og var ikki eyðsýndur 3 Heðin Hansen Fyllir nógv fysiskt á vøllinum, og er tryggur á bóltinum. Átti eisini avleveringina til Finnur Justinussen í fyrra hálvleiki, tá hann kom leysur. Var tó ongantíð veruliga eyðsýndur 4 Súni Olsen Var við í teimum flestu vandamiklu støðunum hjá Víkingi. Hevði fleiri góðar royndir við skotum, og átti innleggið tá Atli Gregersen var nær við at leggja Víking á odda. 5 Finnur Justinussen Var besti leikarin á Víkinga liðnum sunnudagin. Kom fram til eina rúgvu av møguleikum, men var tó ov óneyvur í avgerandi støðunum. Avrikið var tó sannførandi 3 Gert Hansen Kom inn seinasta hálva tíman. Kom væl inn í dystin, men fall eins og restin av Víkinga liðnum eitt sindur saman, eftir at B36 skoraði málið til 1-0 spælarameting Økslin hjá Hans Jørgen fór Miðvallarin hjá Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus, mátti tíðliga í seinna hálvleiki av vøllinum við skaða. Tað var ein skaði í økslini, ið argaði Hans Jørgen Djurhuus. Tað er enn ikki greitt hvussu álvarsamur skaðin er, og um Hans Jørgen Djurhuus missir steypafinaluna. Myndir: Sigmar Mørkøre 1 til 6 B36-Víkingur 1-0 (0-0) 1-0: Lukasz Cieslewicz 70. Dómari: Lars Müller B36: Tórður Thomsen ■ – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen ■, Odmar Færø, Jónas þór Næs – Róaldur Jakobsen ■ (Gestur B. Dam, 90.), Eli Falkvard Nielsen – Hanus Thorleifsson, Alex Mellemgaard (Jákup á Borg, 71.), Hans Pauli Samuelsen ■ – Lukasz Cieslewicz ■ Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar ■, Hans Jørgen Djurhuus (Gert Hansen, 56.) – Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen ■ (Páll Mohr Joensen, 88.), Súni Olsen (Magnus Jarnskor, 83.) – Finnur Justinussen Lukasz Cieslewicz (11) hevur júst skorað sigursmálið í avgerandi oddadystinum móti Víkingi