mánadagur 24. august 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Landsliðið fótbóltur
Verjan í upploysn
Føroyska verjan frá Grikkaland sigrinum seinast er í upploysn
Lars Olsen hevur úr at gera undan landsdystinum móti Norðurírlandi og Finnlandi. Verjan er
í upploysn, og avloysarnir melda eisini avboð. Tó hevur landsliðsvenjarin gott mót
Tróndur Arge – FSF Húsið
Atli Gregersen hevur leik
bann, Sonni Ragnar Natte
stad er uttan felag, Viljormur
Davidsen hevur verið undir
skurð, Bárður J. Hansen er
ikki tøkur vegna útbúgv
ing, meðan Jóhan Troest
Davidsen
og
Ári
Mohr
Jónsson eru skaddir.
Seks verjuspælarar, sum
í størri og minni mun hava
verið á landsliðnum í sein
astuni eru ikki tøkir til lands
dystirnar móti Norðurírlandi
4. september og Finnlandi 7.
september. Atli Gregersen er
tó tøkur til seinna dystin.
Lars Olsen er tó við gott
mót. Odmar Færø og Jónas
Tór Næs eru partur av verj
uni hjá B36, sum ikki hevur
latið mál inn í 501 minutt.
Fróði
Benjaminsen,
Gilli
Sørensen og René S. Joensen
kunnu allir røkja uppgávur
í verjuketinum. Rógvi Bald
vinsson
hevur
landsliðs
royndir og Sonni Ragnar
Nattestad hevur hóast alt
hildi seg í gongd í Føroyum,
hóast hann ikki spælir við
nøkrum liði í løtuni.
Eisini eru boð send eftir
Hanusi Jacobsen og Erlingi
Jacobsen, sum byrjaði inni
seinast Norðurírland var á
vitjan.
Atli við til báðar
dystirnar
Hóast Atli Gregersen hevur
leikbann til fyrra dystin, so
er hann úttikin. Somleiðis
Sonni Ragnar Nattestad, ið
ikki er í dystarvenjing.
– Atli er so týdningarmikil
fyri hópin, at eg havi sent
honum boð um at møta
longu undan fyrra dystinum.
Sonni Ragnar hevur staðið
seg væl í landsdystunum.
Tað er óheppið, at hann ikki
er í nøkrum felag, og at hann
harvið ikki er í dystarvenjing.
Sonni Ragnar venur við
B36, og sambært Eyðuni
Klakstein er hann væl fyri.
Jóannes
Jakobsen
hevur
vant saman við honum,
og hann hevur staðfest, at
Sonni Ragnar Nattestad er
væl fyri likamliga. So er tað
upp til hann undir fyrireik
ingunum at vísa, at hann er
nóg væl fyri at spæla lands
dystir, sigur landsliðsvenj
arin. Lars Olsen harmast um,
at Jóhan Troest Davidsen
orsaka av skaða ikki er tøkur.
Jónas þór Næs er komin fyri
seg aftur, og hann verður við.
Tað er Gilli Sørensen eisini.
Hann er komin fyri seg eftir
skaða.
– Viljormur Davidsen og
Ari Mohr Jónsson hava verið
evni til vinstra vongverjan.
Teir eru báðir skaddir og
harvið ikki tøkir. Tí er tað
kærkomið, at Jónas þór Næs
í B36 hevur víst seg at vera
góður á vinstra vongverja,
sigur landsliðsvenjarin.
Sum væntað
miðvøllinum
Ámiðvøllinum eru øll tey
vanligu nøvnini, ið hava ver
ið á landsliðnum seinastu
tíðina. Fróði Benjaminsen,
Hallur Hansson og Brandur
Hendriksson Olsen eru allir
við. Somuleiðis eru vengirnir
Christian L. Holst og Sølvi
Vatnhamar við. Fyri uttan
Brand, so spæla allir fast,
meðan skálvíkingur helst
venur á hægri stigi enn hinir
í FCK. Róaldur Jakobsen
prógvaði í Rumenia, at hann
nú er til reiðar at traðka til á
landsliðnum.
Finnur fyri Lava
Í álopinum hevur Finnur
Justinussen fingið møgu
leikan saman við Klæminti
A. Olsen og Jóan Símun
Edmundsson.
– Eg veit, at Finnur mis
nýtti fleiri møguleikar ímóti
B36, men hann var væl upp
lagdur, og tí havi eg sent
boð eftir honum, sigur Lars
Olsen.
Andreas Lava Olsen hevur
somikið av trupulleikum av
lærkrikanum, at hann ikki
megnaði at spæla móti B36.
Tí varð hann ikki roknaður
sum klárur til dystin.
Jóan Símun Edmundsson
hevur verið skaddur, men er
nú væl fyri. Hann byrjaði fyri
Vejle í farnu viku og skoraði.
Fimm víkingar
á liðnum
Merkisvert er tað, at ikki
færri enn fimm Víkinga
spælarar hava fingið lands
liðsboð. Bárður Hansen hev
ur givið avboð orsaka av, at
hann skal til sveinaroynd.
Allir hinir í Víkinga verjuni
eru úttiknir – Atli Gregersen,
Erling Jacobsen og Hanus
Jacobsen. Umframt teir eru
Sølvi Vatnhamar og Finnur
Justinussen boðsendir at
vera við í fyrireikingunum til
hesar báðar landsdystirnar.
trondur@sosialurin.fo
Málverjar
Gunnar Nielsen, Stjarnan (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36
Verja
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Sonni Ragnar Nattestad, FCM (DEN)
Jónas þór Næs, B36
Rógvi Baldvinsson, Ålgård (NOR)
Erling Jacobsen, Víkingur
Hanus Jacobsen, Víkingur
Gilli Sørensen, AaB (DEN)
Miðvøllur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Fróði Benjaminsen, HB
Hallur Hansson, Vendsyssel (DEN)
Róaldur Jakobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson, FC København (DEN)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger (NOR)
René S. Joensen, Vendsyssel (DEN)
Árni Frederiksberg, NSÍ
Álop
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, Vejle (DEN)
Finnur Justinussen, Víkingur
Tað eru bara tey fýra, sum eru ovast á stigatalvuni í
Effo-deildini, ið eiga spælarar í 24 mannahópinum:
Víkingur (5), B36 (4), NSÍ (3) og HB (2).
Føroyski hópurin