mánadagur 24. august 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. august 2015 · Nr. 96
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Sunnudagin var oddabrak í Gundadali millum B36
og Víking. Gongdina í dystinum kunnu tit lesa um í
blaðnum, men eg hugsaði at neva karmarnar kring
dystin. Tað var ótrúliga hugaligt at síggja, at bæði
B36 og Víkingur hava rikið áskoðarar til undan
dystinum.
Hetta sást aftur á skoðaraplássunum. B36 húsið
og syðri endin í vestaraskýlinum fóru stúgvandi
full av áskoðarum. Umframt tað, so stóðu nógvir
áskoðarar framvið øllum vøllinum, meðan HB
húsið mundi vera betri mannað enn til onkrar av
dystunum hjá HB í ár.
Hetta prógvar at áskoðarin er har. Tað bara
ein spurningurin um at fáa hann til dyst. Í hesum
førinum hevur veðrið og serliga týdningurin av
dystinum sjálvandi nógv at siga. Men eg havi ein
mistanka um, at tað ger mun, tá feløgini reka undan
einum dysti. Tað vísir, at spælararnir og felagið
veruliga seta prís uppá áskoðaran.
Vit síggja eisini viðvíkjandi landsliðnum, at tað
snýr seg nógv um úrslit. Men eg haldi eisini, at tað
merkist tá tað verður rikið. FSF hevur gjørt nógv fyri
at skapa ein stemning kring landsdystirnar. Hetta er
eisin við til, at tey sum fara til dyst skapa ein víðari
áhuga til onnur, sum síðani koma við.
Hetta skulu vit fáa víðariført til landskappingina.
Sjálvandi er ta torført at reka til hvønn einasta dyst,
men tað er at fáa gongd á.
Føroyski áskoðaran er til staðar – nú er at fáa
hann at vakna.
Landsliðið
So er aftur landsdystur á skánni. Tíverri sær einki út
í verjupartinum, men Lars Olsen er við gott mót. Tað
skulu vit eisini vera, men eins og seinast, so mugu
vit hava góðar, men realistiskar vónir til okkara
landslið.
Lat okkum stuðla landsliðnum alt tað vit
kunnu. Vit hava fyrr fingið avbera góð úrslit móti
Norðurírlandi, men tað skal ikki verða avgerandi fyri
stuðlinum, sum vit geva landsliðnum.
Odda
brakið og
landsliðið
www.ab.fo:
Vit knústu TB sundur og liggja omaná niðurflytingarstrikuna. Er lívið ikki
herligt?
www.if.fo:
Í hálvleikinum var sera ringt lag á fuglfirðingum, flest allir ristu við
høvdinum, og hildu fyri: “Helst fara teir at spæla ein góðan seinna hálvleik,
tí liðið spælir sjáldan góðan fótbólt tveir hálvleikir.”
www.hb.fo:
Samanumtikið eitt rættvíst úrslit hóast vit fegnast vildu havt øll stigini við
suður aftur.
www.b36.fo:
Trýstið var í løtum ovurhonds stórt. Men við hørðum arbeiði, einum
fantastiskum liðavriki og eitt sindur av hepni eydnaðist okkum at toga trý
serstakliga týdningarmikil stig heim
www.nordlysid.fo:
KÍ gjørdi kevtti í dag. KÍ vann trupla útidystin í Vági, meðan HB misti sigurin
í yvirtíðini í Fuglafirði.
www.svimjing.fo:
Jon Hestoy fer komandi leygardag hin 29. august at døma havsvimjing í
Makedónia, sum umboð fyri teknisku Open Water nevnd FINA.
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
■ Vesputýnarin for ikki
við Streyminum
( NSÍ - EB/Streymur )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Hans Jørgen
ivasamur
til finaluna
Tróndur Arge
Í gjár fór hann av vøllinum
við skaða í økslini, og í ring
asta falli so spælir hann ikki
aftur í ár.
Tiggju minuttir inn í
seinna hálvleik fór Hans
Jørgen upp í ein lufttvídyst.
Hann fekk eitt skump og
fekk ikki tikð fyri seg, tá
hann lendi.
– Eg visti beinanvegin, at
okkurt var gali. Eg hoyrdi
eitt knekk og fekk ilt í øksl
ina, greiðir Hans Jørgen
Djurhuus frá.
Tað tók eina løtu at fáa
Hans Jørgen á føtur aftur.
Økslin er farin úr lið og nú er
spurningurin hvussu umfat
andi skaðin er.
– Tað er einki brotið, men
eg skal í skannaran í dag. So
fáa vit at síggja hvussu illa
liðbondini eru farin, sigur
Hans Jørgen.
Eru
liðbondini
ikki
skrædnað, so er ein møguleiki
fyri, at Hans Jørgen verður á
vøllinum leygarkvøldið til
steypafinaluna. Í ringasta
føri – um liðbondini eru
skrædnaði – so verður talan
um drúgvan skaða. Nevnast
kann, at Jónas Tór Næs hjá
B36, hevur sitið uttanfyri í
næstan eitt hálvt ár við líkn
andi skaða í ár.
Víkingur skal leygarkvøld
ið spæla móti NSÍ í finaluni
um Løgmanssteypið.
trondur@sosialurin.fo
heimasíðurnar skriva...
Hans Jørgen Djurhuus er ivasamur til
steypafinaluna komandi leygardag