mikudagur 28. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 142 - 28. juli 2004
Nr. 142 - 28. juli 2004
3
FRAMSÝNING
Ingrid Bjarnastein
Á
ólavsøku
skipar
Missiónsfelagsskapur
í
Føroyum fyri framsýning í
Margarinfabrikkini í Havn.
Roynt verður at lýsa hug-
takið andalig virði, sum
føroyingar eiga og hava
havt upp ígjøgnum øldir.
Nomið verður við ymisk
øki, eitt nú familjuna, trú-
bótina, tilfeingi og annað.
Fyrireikararnir halda tað
vera hugvekjandi og menn-
andi at hava arbeitt við hes-
um.
Endamálið við framsýn-
ingini er at lýsa og minna á
hetta grundarlag, sum lagt
er, og saman at fengast um
tað hesar serligu dagarnar,
sum ólavsøkan er.
Margarinfabrikkin, sum
er karmur um framsýning-
ina, er sera væl egnað til
hetta, tí har er bæði rúmligt
og ljóst inni.
Framsýningin er opin frá
15-22.
Sunnleif Rasmussen
fær góð ummæli fyri
verkini, ið framførd
vórðu á Musik-
festspelen Korsholm,
sum var frá 27. juni til
5. juli
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Føroyska
tónaskaldið,
Sunnleif Rasmussen, var
um mánaðarskiftið juni/juli
við 11 verkum høvuðsnavn
á Musikfestspelen Kors-
holm í Finlandi.
Festivalurin var frá 27.
juni til 5. juli.
Fjølmiðlarnir lata væl at
verkunum hjá Sunnleifi.
Huvudstadsbladet skrivar
millum annað um Songs of
Seasons:
»Og ligesom i mange af
sine andre værker fra det
seneste årti – blandt andet
den af Nordisk Råd prisbe-
lønnede Symfoni Oceanic
Days – går Rasmussen
tilage til den narrative
færøske ballade-tradition,
og det konkrete kvad får lov
at styrke det associations-
mæssige såvel som de rent
musikalske processer, men
i baner som beskriver sine
forløb
på
betryggende
afstand fra stof-fet.«
Sunnleif
Rasmussen
verður av Vasablaðnum
spáddur til at fáa eina stóra
karrieru í Finlandi, tí hans-
ara tónleikastílur líkist
nógv tí hjá finnum.
Sunnleif góð
ummæli
Framsýning í Margarinfabrikkini:
Andaligi mentanararvur føroyinga
Uppstillingarnar eru nú
greiðar til politiska fót-
bóltsdystin millum sam-
gonguna og andstøðuna á
tingi.
Dysturin
millum
samgongu og andstøðu
verður á Ovara Vølli í
Gundadali fríggjadagin kl.
16. Liðini spæla í T-
troyggjum við búmerkinum
til átakið: »Steðgið Harð-
skapi Móti Kvinnum« hjá
Amnesty International. Við
lutakasti er avgjørt, at sam-
gongan leikar í svørtum og
andstøðan í hvítum T-
troyggjum. Andstøðan hev-
ur ikki nóg mikið av fólki
til eitt heilt fótbóltslið.
Tískil eru nakrir leikarar
leigaðir til endamálið. Upp-
stillingarnar eru hesar:
Samgongan:
Kaj
Leo
Johannesen,
liðskipari,
Bárður
Nielsen,
Bjørn
Kalsø,
Fritleiv
Olsen,
Høgni Mikkelsen, Helgi
Abrahamsen,
Jógvan
á
Lakjuni, Bjarni Djurholm,
Jørgen Niclasen, Jákup
Mikkelsen, Heðin Zachari-
asen, Kristian Magnussen,
John Johannesen, Andrias
Petersen, Henrik Old og
Hans Pauli Strøm. And-
støðan: Høgni Hoydal, Páll
á Reynatúgvu, liðskipari,
Finnur Helmsdal, Heidi
Petersen, Tórbjørn Jacob-
sen, Annita á Fríðriksmørk,
Karstin Hansen, Kári P.
Højgaard, Dánjal Petur
(Piddi) Hansen, Bill Justin-
ussen,
Kristian
Martin
Petersen, Niklái Petersen,
Heini Holm, Jógvan Arge,
Leivur Hansen, Sjúrður
Skaale og Jákup Sverri
Kass.
Dómari verður Nemus
Napoleon Djurhuus. Frá-
søgufólk verða Eir í Ólavs-
stovu og Sigrún Brend.
Atgongumerki kosta 50
krónur. Undir dystinum
verður møguleiki at ogna
sær sama slag T-troyggjur,
sum tinglimirnir spæla í,
fyri 160 kr. Møguleiki
verður eisini at keypa aðrar
Amnesty vørur og okkurt at
leska sær við. Allur ágóðin
av tiltakinum fer til Amnes-
ty arbeiðið.
-HR
Tingmenn dystast
Herverk á politigarðin
Um 19 tíðina fríggjakvøldið uppdagaðu løgreglu-
menn á politistøðini í Havn, at onkur hevði roynt at
»fríðka« um garðin hjá teimum uttanfyri støðina.
Viðkomandi hevði málað sokallað graffitti á sjálvan
garðin, har hann hevði skriva »svín og sadistar« á.
Eisini aðrastaðni í grannalagnum varð málað á
onkran vegg. Politiið veit ikki, hvør gerningsmaðurin
er, men talan er helst um sama persón, tí hondskriftin
er tann sama.
Koyrdi avstað
Beint áðrenn midnátt fríggjadagin kom ein knallert
koyrandi frá krossinum Eiragarður/Frælsi. Hann
rendi beint í síðuna av einum bili, sum kemur koyr-
andi eftir vegnum. Drongurin, sum koyrdi knallert-
ina, koyrdi avstað, men fólk, sum vóru hjástødd vistu,
hvør hann var.
Politiið fann bæði drong og knallert heima hjá for-
eldrunum, og kann hann nú vænta sær eina heilsan
frá fútanum.
Lítil skaði stóðst av óhappinum, og ongin fólka-
skaði var.
Datt av motorsúkklu
Ein maður datt leygardagin av eini 4-hjólaðari motor-
súkklu á Glyvursnesi. Nakkin tók í, og maðurin kom
til skaða, so sjúkrabilurin varð noyddur at fara eftir
honum.
Men av tí, at ferðslulógin ikki er galdandi har, so
hevði løgreglan onki við málið at gera.
Rýmdu frá óhappi
Trý korter til átta sunnumorgunin kom ein maður
framvið Eggvirkinum á Velbastað. Har kom hann
fram á ein bil, sum var í knúsi frammanfyri autoverj-
una. Hann sá tveir mans renna frá óhappinum og út í
hagan. Tað vísti seg seinni, at bilurin varð stolin úr
Havn.
Politiið í Havn sigur, at teir hava ikki funnið gern-
ingsmenninar, men teir hava ein varhuga av, hvørjir
teir eru.
Farstøðin sum
tilhaldsstað
Sambært politinum í Havn er Farstøðin vorðin til eitt
tilhaldsstað fyri fullar menn, sum ganga runt og
órógva tey ferðandi. Politiið er javnan har niðri fyri at
reka teir burtur, og onkuntíð eisini fleiri ferðir um
dagin.
Ferðafólk hevði 15
gramm av hassji
Mánamorgunin tá Norrøna kom á Havnina fangaði
hassjhundurin hjá løgregluni ein ferðandi, ið hevði
hassj uppi á sær.
Viðkomandi varð tikin á støðina, og tað vísti seg, at
hann hevði 15 gramm av hassji uppi á sær. Hann
verður skuldsettur fyri brot á lógina um turvelvandi
drøgg. Ferðafólkið fekk eina bót og varð síðani
leyslatið aftur.
Sambært eigaranum
av gamla Kvøldloti,
Høgna Danielsen, er
enn óvist, hvat virk-
semi verður í bygn-
inginum, sum
stendur liðugur og
klárur at taka í nýtslu
í heyst. Millum
onnur, sum hava víst
áhuga fyri møgu-
ligum leigumáli, eru
teir, sum í dag reka
Eclipse, Platform og
Café Natúr
KVØLDLOT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn hevur eigarin av gamla
Kvøldloti, Høgni Daniel-
sen, eftir øllum at døma
ikki gjørt av, hvat virksemi
verður í bygninginum, sum
er bygdur upp av nýggjum
og væntandi stendur klárur
at taka í nýtslu einaferð í
heyst.
Sosialurin hevur frætt, at
teir, sum reka Eclipse, Plat-
form og Café Natúr, hava
hugt at bygninginum og
hava víst teimum møgu-
leikum, ið har eru, áhuga.
Enn óvist
Petur Olsen, sum er ein av
persónunum
aftanfyri
Eclipse, Platform og Café
Natúr, váttar, at hann hevur
tosað við eigaran, Høgna
Danielsen, men talan hevur
higartil bert verið um prát
teirra millum.
– Eg datt fram við ein
dagin, tá ið Høgni var har
og fór inn á gólvið at
forvitnast.
Petur leggur tó dent á, at
eingin avtala er gjørd um
nakað sum helst, men teir
avtalaðu tó at venda aftur til
málið.
– Tá ið vit starvast innan
hesa »bransjuna«, hava vit
eisini áhuga fyri teimum
møguleikum, sum eru við
gamla Kvøldloti.
Hann vísir á, at í prátin-
um teirra millum, dugdi
Høgni ikki ítøkiliga at siga,
nær bygningurin stendur
klárur at taka í nýtslu.
– Men nú er eftir øllum at
døma ikki nógv eftir at
gera, sigur Petur Olsen,
sum vísir á, at teir í fyrsta
lagi hugsa um møguleik-
arnar við matstovuvirk-
semi.
Fleiri møguleikar
Høgni Danielsen váttar, at
hann og Petur Olsen hava
prátað saman, men vísir á,
at eingin leiguavtala er
gjørd við nakran um bygn-
ingin, og tí er eisini ómøgu-
ligt enn at siga, hvat virk-
semi verður í gamla Kvøld-
loti.
Hann væntar, at bygning-
urin stendur klárur at taka í
nýtslu einaferð í heyst.
Spurdur, hvørjir møgu-
leikar eru, sigur eigarin, at
ovara hæddin er 185 fer-
metrar og niðara 176 fer-
metrar.
– Soleiðis, sum ovara
hæddin er innrættað, er hon
væl egnað til eitt nú mat-
stovuvirksemi, meðan nið-
ara hæddin er meira
klubbakend við møguleik-
um fyri dansi.
Høgni vísir á, at í bygn-
inginum eru nógvir møgu-
leikar – alt frá matstovu- og
klubbavirksemi til skriv-
stovuvirksemi.
Hann sigur, at talan er um
meira enn ein áhugaðan og
møguligan leigara.
Spurdur, hvussu nógv
bygningurin
kostar,
nú
hann er um at verða liðug-
ur, vil eigarin ikki siga nak-
að tal.
– Men bygningurin er
dýrur, leggur hann aftrat.
Høgni Danielsen keypti
gamla Kvøldlot fyri 8 árum
síðan frá Fossbankanum í
konkurs.
Nógvir møguleikar í gamla Kvøldloti
- Áhugi er fyri leigumáli, men enn er einki avgjørt, sigur Høgni Danielsen, sum fyri 8 árum síðan
keypti gamla Kvøldlot frá Fossbankanum í konkurs. Bygningurin varð rivin niður er nú bygdur
uppaftur, klárur at taka í nýtslu í heyst
Seinni í heyst fer
gamla Sæborg aftur
til fiskiskap, men
hesaferð verður tað
ikki við troli. Í løtuni
verður skipið umbygt
til línubát og fær
rættindini hjá Vestur-
leitinum og Norðfinni
UMLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gamla
Sæborg,
sum
Háldan Haldansen eigur,
fer neyvan nakrantíð aftur
at trola. Í løtuni liggur skip-
ið í Hvalvík, har tað verður
umbygt til línubát. Skipið
fær rættindini hjá Vestur-
leitinum og Norðfinni, sum
eru løgd saman í eitt loyvi.
Háldan sigur, at trol-
spølini verða tikin úr skip-
inum, og síðan verður línu-
spæl og egningarmaskina
sett í skipið, sum eisini fær
dragilúku.
– Vit keyptu gomlu
Sæborg í vár, men áðrenn
keypssáttmáli varð undir-
skrivaður, tryggjaðu vit
okkum, at neyðugu loyvini
vóru í lagi.
Reiðarin væntar, at skip-
ið, sum fær annað navn, ið
hann kortini ikki vil avdúka
enn, verður klárt at fara til
fiskiskap aftur um mánað-
arskiftið, september/okto-
ber.
Manningartalið umborð á
gomlu Sæborg verður á leið
tað sama sum við Vestur-
leitinum, 6-7 mans, og
skipari verður Jan Haldan-
sen.
Háldan Haldansen sigur,
at tann parturin av skipin-
um, sum verður umbygdur,
eisini verður sandblástur og
málaður av nýggjum.
Lastin verður fyribils
óbroytt.
Gamla Sæborg umbyggjast til línubát
Seinni í heyst fer gamla Sæborg, sum nú verður umbygd, á
línuveiði
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
3
2