mikudagur 28. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 142 - 28. juli 2004
Nr. 142 - 28. juli 2004
5
Arbeiðið upp á berg-
holið ímillum Øravík
og Hov verður boðið
út í heyst og boringin
byrjar tíðliga næsta
ár, akkurát sum
ætlað. Tað vissar
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum,
suðuroyingar um
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit hava ikki útsett ætlan-
ina at gera berghol ímillum
Øravík og Hov.
Tað vissar Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum suðuroyingar
staðiliga um.
– Tvørturímóti kann eg
vissa suðuroyingar um, at
vit arbeiða við tunlinum við
allari teirri orku, vit hava.
Suðuroyingar eru annars
farnir at stúra fyri berghol-
inum ímillum Øravík og
Hov.
Ætlanin hevur verið, at
arbeiðið at gera bergholið
skal bjóðast út í heyst, so at
farast kann undir sjálvan
tunnilin tíðliga næsta ár.
Men í summar hevur
Landsverkfrøðingurin kort-
ini brúkt milliónir av krón-
ur upp á at asfaltera tann
gamla Hovsvegin, sum
tunnilin er ætlaður at koma
ístaðin fyri.
Suðuroyngar
hava
tí
undrast á, at stórar upp-
hæddir eru brúktar uppá at
asfaltera ein veg, sum
kortini skal takast úr brúki
longu um tvey ár .
Og tað hevur av álvara
kynt uppundir ein illgruna
um, at Hovstunnilin verður
ikki gjørdur kortini og tað
er farið at ganga sum róta-
súpan í Suðuroy, at tunnilin
er útsettur í fleiri ár.
Og hetta hevur loypt
órógv á suðuroyingar, tí
júst Hovstunnilin verður
mettur sum størsta einstaka
frambrotið fyri innnan-
oyggja samferðsluna í Suð-
uroy, tí hann fer at binda
oynna saman á ein heilt
annan hátt enn nú.
Arbeiða av kraft við
tunlinum
Men Bjarni Djurholm viss-
ar um, at tað er onki at stúra
fyri.
Hann sigur, at ætlanin at
gera Hovstunnilin er ikki
útsett og enn minni slept.
– Tvørturímóti er stórur
dentur lagdur á at fáa
arbeiðið upp á tunnilin
ígongd so skjótt sum gjør-
ligt.
Hann sigur, at ráðgevarin
hjá landsverkfrøðinginum
mælti fyrr í ár til at fleiri
royndarboringar
vórðu
gjørdar øravíkarmegin, tí
har er lendið heldur vána-
ligt.
– Heldur enn ein, sendu
vit tveir borivognar á staðið
fyri at fáa boringarnar so
skjótt frá hondini sum
gjørligt, sigur Bjarni Djur-
holm.
Hann sigur, at tíverri hev-
ur lendið verið so vánaligt,
at tað seinka royndarbor-
ingunum nógv.
– Men landsverkfrøðing-
urin hevur fingið at vita, at
hetta er eitt mál, sum hevur
fremstu raðfesting.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at ætlanin er, at royndar-
boringarnar skulu gerast
lidnar so skjótt sum gjør-
ligt, so at tilfarið kann
kannast.
Síðani
skal
endaliga
tunnilslinjan stingast út í
kortið og útbjóðingartilfar-
ið gerast klárt.
Samstundis skal uppskot
um eina verklagslóg fyri
Hovstunnilin leggjast fyri
tingið í heyst. Hetta er ein
lóg, sum gevur landsstýris-
manninm heimild til at seta
arbeiðið ígongd.
– Hovstunnilin skal bjóð-
ast út í heyst, so at arbeiðið
kann byrja so tíðliga sum
gjørligt næsta ár, sigur
Bjarni Djurholm.
Tað liggur eisini fast, at
tunnilin skal gerast onku-
staðni niðri á dalinum, sum
er nógv tann betri tunnilin.
Men úrslitið av royndarbor-
ingunum kemur so at vísa,
akkurát hvussu linjan fer at
liggja.
Upprunaliga var ætlanin
at gera tunnilin longur uppi
í fjallinum, men tann ætlan-
in er slept.
Bjarni Djurholm sigur
eisini, at samgongan er eis-
ini sinnað til at seta pening
av á fíggjarlógini næsta ár
til tunnilin.
Hann sigur, at umleið 40
milliónir fara at verða settar
av til Hovstunnilin á fíggj-
arlógini fyri 2005.
Á Ólavsøku fer løgmaður
at leggja fyri tingið ein lista
yvir tey mál, sum lands-
stýrið ætlar at fremja. Og á
tí listanum stendur, at ein
ein verklagslóg fyri Hovs-
tunnilin skal leggjast fyri
tingið í heyst, sigur Bjarni
Djurholm.
– Flutningstuðulin
skal hækka aftur
beinanvegin, krevur
Henrik Old, formað-
ur í vinnunevndini
FLUTNINGSSTUÐUL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú kunnu vit ikki bíða
longur.
Henrik Old, løgtingsmað-
ur og formaður í vinnu-
nevndini hjá løgtinginum er
við at missa tolið.
Hann krevur, at flutn-
ingsstuðulin til at flyta fisk
ímillum teir ymsu partarnir
í landinum, verður hækkað-
ur aftur beinanvegin.
Tað var longu í vár, at
Henrik Old segði við Sosi-
alin, at samgongan avtal-
aði, at flutningsstuðulin
skuldi hækka og tá segði
hann eisini, at ein kunngerð
um hetta varð klárt at lýsa
fyrsta dagin.
Men enn er onki hent.
– Nú eru vit komin langt
út um tíðarfreistina og nú
skal kunngerðin setast í
gildið, sigur formaðurin í
vinnunevndini.
Hann sigur málið hevur
drigið út, tí tað hevur verið
til ummælis hjá nevndum
og serfrøðingum, sum hava
við fiskivinnumál at gera
og sum skulu gera síni til-
mæli í slíkum førum.
Tað er onki dulsmál, at
flutningsstuðulin er illa
lýddur nógva staðni og
Henrik Old sigur, at tað er
heta, sum hevur seinkað
viðgerðini.
– Men nú mugu vit síggja
burtur frá øllum hesum ser-
frøðingatilmælunum. Nú
má metast, at vit eru komin
langt út um tíðarfreistina,
so nú skal kunngerðin lýs-
ast. Nú er onki at bíða eftir
longur, leggur hann afturat.
Hann skilir ikki, hví summi
hava so ilt av flutnings-
stuðlinum.
– Er ongin fiskur at flyta,
fellur stuðulin aftur til
landskassan. Verður stuðul
útgoldin, er tað tí at arbeið-
ið er skapt kring um í land-
ið og tað kann ongin hava
ilt av.
Tryggjar javna
kapping
Flutningsstuðulin er ein
stuðul, sum serliga kemur
virkinum í útjaðaranum til
góðar, tí so kunnu tey fáa
stuðul til at flyta fisk frá
uppboðssølu til virkið til
virkingar.
Verður Suðuroyggin tikin
sum dømi, hevur stuðulin
verið 24 oyru fyri hvørt
kilo av fiski. Men seinasta
summar varð hann lækkað-
ur niður í 14 oyru fyri kilo.
– Hetta var ein dyggur
smeitur fyri virkini kring
landið og í Suðuroynni hev-
ur lítið og onki fiskarbeiðið
verið hetta síðsta áriið
Henrik Old ivast ikki í, at
ein orsøk til, at arbeiðið er
minkað so nógv, er, at tann
langi flutningurin ger, at
virkini í útjaðaranum eru
nógv verri fyri at kappast
um fiskin, enn virkini í
miðstaðarøkinum.
– Tí er tað ein avgjørd
fortreyt, at kappingarstøðan
ímillum virkini verður út-
javnað og tí hevur sam-
gongan avgjørt at hækka
flutningsstuðulin aftur, so
at hann áleið kemur upp
aftur á tey 24 oyruni fyri
kilo, sum hann var, áðrenn
hann varð lækkaður.
Ongin orsøk hjá suðuroyingum
at stúra fyri bergholinum
Krevur at flutningsstuðulin
hækkar aftur beinanvegin
Tað er als onki hald í tíðindunum um, at tunnilin ímillum
Øravík og Hov er útsettur. Tvørturímóti leggja vit alla orku í at
fáa gongd á arbeiðið, sigur Bjarni Djurholm
– Nú má øll rímilig freist metast at vera farin. Nú er onki at
bíða eftir longur so nú skal flutningstuðulin hækkast, sigur
Henrik Old, formaður í vinnunevndini
Hetta vikuskiftið
verður mentanar-
vikuskifti í Suðuroy,
har øll søvn í oynni
eru opin
MENTANAR-
VIKUSKIFTIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hetta vikuskiftið verður eitt
gylt høvi at kunna seg við
søgu og mentan í Suður-
oynni.
Ferðavinnan í Suðuroy
skipar fyri mentanarviku-
skiftið, har øll søvn í oynni
eru opin, eins og kirkjur og
aðrir stovnar.
Søvnini í verða opin
leygardagin og sunnudagin
kl. 15-18 og í Porkeris- og
Fámjins kirkju, verður opið
sunnudagin frá klokkan 15-
18.
Á hvørjum staði eru
heilmildarfólk og greiða frá
meðan opið er.
Og søvnini í Suðuroy eru
helst fleiri í tali enn fólk
geva sær far um.
Í Vági er Ruth Smith
savnið í Gamla Skúla. Ruth
Smith, er ein av okkara
gitnastu listamálarum og er
serliga kend fyri sínar frá-
líku sjálvsmyndir. Á Ruth
Smith savninum eru 27
myndir harav nógvar eru
málaðar úr heiminum hjá
henni á Nesi. Ruth drukn-
aði á Vágsfirði á várið í
1958. Í einum minningar-
orð-um eftir Ruth stendur
at lesa, at listin varð meiri
neyðug fyri hana enn matur
og drekka. Tað kostar 30
krónur at koma inn á savnið
Í Vági er eisini Bygdar-
savnið í Gamla skúla Á
savninum eru lutir úr Vági
sum eru latnir savninum,
eitt nú handverkaraamboð,
umframt ymiskt frá gerand-
isdegnum í einum vanlig-
um húsum. Lutirnir eru
nógvir so tað er vert eina
vitjan. Kostnaður fyri at
vitja savnið er 20 krónur
fyri hvønn.
Og á Seglloftinum í Stóra
pakkhúsið er eisini eitt sjó-
savn. Framsýningin, sum
nú er á sjósavninum, er um
fiskivinnu á sjógvi og landi
í Vági frá mitt í 1800 talin-
um og fram til seinra
heimsbardaga. Eisini ber til
at síggja ein film frá 1927
og hoyra øðrvísi ljóðmynd,
sum helst ikki finst á øðr-
um søvnum í landinum.
Tað kostar 20 krónur at
síggja sjósvanið.
Á Tvøroyri er eisini eitt
sjó- og bygdarsavnið, sum
er í gomlu doktarahúsinum,
Í savninum eru ymsir lutir ,
so sum hándverkaraútgerð,
skrivimaskina, ymiskt frá
»gamla Smyrli« (1931)
osfr. Kostnaðurin er 10
krónur fyri hvønn.
Eisini í Sandvík er eitt
savn. Sandvík er ein av fáu
bygdunum í Føroyum, sum
hevur eini vælhildin aldar-
gomul hús varveitt í bygd-
ini og har tað ber til at
síggja, hvussu forfedrarnir
húsaðust. Húsini Uttan
Ánna, stóðu liðugt bygd í
1866. Tað kostar 20 krónur
at koma inn á savnið í
Sandvík.
Í bóndahúsunum í Sand-
vík ber eisini til at keypa
sær ein drekkamunn við
onkrum
heimabakaðum
afturvið.
Í Hvalba ber eisini til at
sleppa at síggja kolanámið í
Hvalba. Hetta er einasta
kolanámið í landinum, sum
enn er virkið. Arbeiðshátt-
urin er tann sami sum fyrr í
tíðini, við hakkara og
spaka. Kostnaður kr. 50,-
fyri hvønn.
Umframt søvnini, ber
eisini til at síggja kirkjuna í
Porkeri.
Í tíðarskeiðinum 1829 -
1847 vóru 10 kirkjur bygd-
ar ymsastaðni í Føroyum.
Hesar líkjast allar rættiliga
nógv, og tær hava allar fel-
agsheitið »gomlu trækirkj-
urnar«. Porkeris kirkja er
ein av hesum trækirkjun-
um. Hon er bygd í 1847, og
er einasta av sínum slag í
Suðuroy.
Heimildarfólk
greiðir frá um søguna hjá
kirkjuni og hvønn týdning
hon hevur havt í gerandis-
lívinum og her kostar onki
at sleppa inn.
Somuleiðis ber til at
síggja kirkjuna í Fámjin.
Hon varð bygd í 1876 og í
kirkjuni er eisini fyrsta,
føroyska flaggið, sum ein
ungur studentur úr Fámjin
teknaði í 1919. Í forkirkjuni
er eisini forvitnisligur rún-
arsteinur.
Og tey, sum hava hug til
nýggja list, kunnu fara í
Gallarí Oynna á Tvøroyri,
har danska listakvinnan,
Rita
Mortensen,
hevur
framsýning.Tað kostar 20
krónur at fara á listafram-
sýn-ing.
Til gongu leygardagin
Leygasrdagin verður skip-
að fyri gongutúri úr Sumba
til Vikarbyrgi. Gingið verð-
ur eftir gomlu varðagøtuni.
Bussur koyrir av kunning-
arstovuni á Tvøroyri klokk-
an 10 og úr Vági klokkan
10.30.
Tilmelding er 374342
ella 372480 í seinasta lagi
fríggjadagin klokkan 16.
Túrurin kostar 100 krónur,
men børn kunnu koma við
fyri onki.
Suðuroyingar á ferð ígjøgnum søguna
Sunnudagin var Johanna við fullum skipi eina sera væleydnaða ferð í Tjaldavík, har borðreitt var við teilendskum grillmati. Brandur Enni spældi eisini
C
M
Y
K
5
4