mikudagur 28. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 142 - 28. juli 2004
Nr. 142 - 28. juli 2004
7
Sterkir litir, nýggj
hugskot og øðrvísi
vinklar av tí gerandis-
liga eyðkenna lista-
framsýningina hjá
Jórun Høgnesen í
Leikalund í Klaksvík.
Ongin ivi er um, at
unga listakvinnan av
Norðoyri er sín egin,
og hóast málningar-
nir ikki eru so nógvir
í tali, tykist tað, sum
at teir hvør sær eru á
tremur við orku og
draga uppaftur fleiri
hugskot við sær
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Eg má viðganga, at eg
kann standa púra hugtikin
og stara niður í eitt mál-
ingablikk, tá litirnir verða
blandaðir. Og so haldi eg
tað vera sera spennandi at
koma við góðum ráðum um
litsamansetingar, tá kundar
hava brúk fyri hugskotum.
Men burtusæð frá tí, ber tað
neyvan til at samanbera
mítt arbeiði við tað, sum eg
geri mest av í frítíðini, sigur
Jórun Høgnesen, sum dag-
liga starvast í Norðoya Lit-
búð í Klaksvík. Í frítíðini
tekst Jórun nevniliga við
list, serliga við at mála, og
hesar dagarnar eru nøkur av
úrslitunum at síggja á
framsýningini í Leikalund.
Kroppar, skuggar
og litir
Eitt afturvendandi tema á
framsýningini hjá Jórun er
mannakroppurin. Fyri Jór-
un er kroppurin mest at
líkna við eitt listaverk í sær
sjálvum, eina skurðmynd,
sum kann skapast og um-
skapast alt eftir, hvørjar litir
og skuggar, tú leggur á
myndina. Men í listaheim-
inum hjá Jórun eru skuggar
ikki bara gráir tónar við
ymsari styrki. Á fleiri av
myndunum eru skuggarnir
endurgivnir í brandreyðum,
sólgulum ella havbláum
litum, so at kroppurin nær-
um verður ein eksplosjón
av nýggjum útrykkum.
Sum ein mótsetningur til
sterku litirnar hongur ein
málningur í svørt / hvítum
av einum manni í einum
rættiliga rukkutum jakka.
Ongin ivi er um, at hetta er
ein mynd av Jákupi Magn-
ussen, men Jórun greiðir
frá, at tað kanska mest vóru
skuggarnir á jakkanum á
eini mynd, hon sá av Ják-
upi, sum hon vildi endur-
skapa. Ætlanin var, at
skuggarnir skuldu hava
litir, men so langt kom
Jórun ikki. Men sjálvt um
málningurin í grundini als
ikki liðugur, valdi Jórun at
taka hann við fyri eisini at
vísa ein part av listarligu
gongdini og tað øðrvísi
úttrykkið, ein mynd hevur,
áðrenn litirnir verða lagdir
á hana.
Eivør - ein fyrimynd
Jórun heldur seg ikki hava
nakrar ávísar málarar sum
fyrimyndir, men gerst held-
ur hugtikin av einstøkum
málningum ella stílbrigd-
um hjá øðrum málarum.
Hon nevnir, sum dømi,
grafiska stílin hjá Edward
Fuglø og litirnar hjá Øssur
Mohr, men hon leggur seg
ikki eftir endurskapa hesi
stílbrigdi í sínum egnu
málningum. Hinvegin er
hon altíð til reiðar at brúka
listina hjá øðrum sum
íblástur, so hon sjálv kann
koma víðari og skapa okk-
urt nýtt og øðrvísi. Tí er tað
kanska ikki so løgi, at
Jórun nevnir Eivør Páls-
dóttir sum tað nærmasta,
hon kemur eini einstakari
fyrimynd.
- Har hugsi eg ikki bein-
leiðis um tónleikin ella
málningalistina hjá Eivør,
men heldur um hennara til-
gongd til tað listarliga ar-
beiðið. Eivør líkist ongum
øðrum, og ger sjáldan tað,
vit vænta ella kanska vóna,
og tað eri eg øgiliga hug-
tikin av, sigur Jórun, sum
eisni hevur brúkt Eivør sum
myndevni í tveimum av
málningunum á framsýn-
ingini.
Liðug, tá eg eri nøgd
Jórun kundi hugsað sær at
brúkt nógv meir tíð uppá
listina, men sum er, ber tað
ikki til við fullum starvi og
nógvum øðrum frítíðar-
virksemi. Ætlanin var, at
hava nógv fleiri málningar
við á framsýningini, men
hon fekk ikki stundir til tað,
og tí valdi hon heldur at
brúka tíðina til at fínpussa
tær myndirnar, hon hevði.
– Eg arbeiði ógvuliga
seint og kann brúka fleiri
vikur uppá ein málning.
Tað ber ongantíð til hjá
mær at siga framman-
undan, nær ein málningur
verður liðugur. Hann er
liðugur, tá eg eri nøgd, og
tað kann taka bæði vikur og
mánaðir, sigur Jórun.
Jórun hevur sett sær fyri,
at arbeiða við list burturav í
framtíðini, og í løtuni royn-
ir hon at kanna ymsar
skúlar, sum kundu komið
uppá tal. Tað skal helst vera
ein skúli, har hon fær høvi
at royna seg við ymsum
listagreinum, sum til dømis
design og leirlist. Hetta
hevur hon roynt seg við
fyrr, og á hesi framsýn-ing-
ini hevur Jórun eisini
nakrar leir- og glaslutir við.
Framsýningin hjá Jórun
verður at síggja fram til 6.
august.
Ung list í Leikalund
Kroppurin sum listaverk
Kroppar í nýggjum vinklum
og við øðrvísi skuggum er eitt
afturvendandi tema á
framsýningini hjá Jórun.
Jakkin hjá útvarpsvertinum, Jákupi Magnussen gav Jórun íblásturin til hendan málningin
Jórun blandar máling, bæði tá hon er til arbeiðis og í frítíðini.
Hon starvast dagliga í málingahandlinum Norðoya Litbúð í
Klaksvík
Systir Ruth, nunna,
hevur seinastu 17 ár-
ini ferðast við stand-
mynd sínari av Mariu
og Jesusbarninum.
Lív hennara hevur
fleiri ferðir í vanda,
og hon er næstan
altíð bangin, men hon
vildi ikki givið upp
arbeiði sítt fyri allar
pengarnar í verðini
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein,
ingrid@sosialurin.fo
Nunnan, systir Ruth, er 63
ára gomul, og seinastu 17
árini hevur hon ferðast
kring allan knøttin við síni
standmynd av Mariu og
Jesusbarninum.
Hon hevur verið í 207
londum í heiminum – henni
vantar enn 30, men mál
hennara er at náa hesi lond-
ini innan tvey ár eru liðin.
Sunnudagin kom systir
Ruth til Føroya. Hvussu
leingi hon ætlar at steðga er
ikki avgjørt enn. Men hon
ætlar í øllum førum at vera
her á ólavsøku.
Deyðshóttanir
Systir Ruth ferðast kring
heimin fyri at boða gleði-
boðskapin. Sjálv er hon ka-
tólsk, men hon vitjar allar
trúarbólkar. Fyri hana er
tað týdningarmesta at koma
út við Guds orði, og hevur
hon vitjað nógv vandamikil
støð ígjøgnum seinastu 17
árini.
– Eg eri fleiri ferðir vorð-
in hótt og álopin. Í Norður-
írlandi varð eg álopin, og
onkur hevur eisini stoytt
eitrandi tablettir í kaffið hjá
mær. Nógvir satanistar
hava nógv ímóti mær, og tí
fara teir heldur ikki væl við
mær, sigur systir Ruth.
Tá hon kemur til eitt nýtt
land, fer hon runt við stand-
myndini á barrir, skúlar,
sjúkrahús, fongsul og so
framvegis, har hon hittir
fólk.
– Tað týdningarmesta
fyri meg er at hitta fólk,
sum ikki vanliga fara í
kirkju. Tey koma til mín, og
eg biði saman við teimum,
greiðir hon frá. Hon leggur
afturat, at fleiri fólk koma
til hennara við persónligum
trupulleikum. Eitt nú um
hjúnarfelaga,
pedofili,
AIDS, misnýtslu og so
framvegis. Tað hon so ger
er, at vísa teimum á Harran
og biðja fyri teimum.
Norðurlond best
Nunnan kemur upprunaliga
úr Onglandi. Áðrenn hon
byrjaði at ferðast kring
heimin, arbeiddi hon við
brekaðum børnum í Lon-
don í 30 ár.
Systir Ruth hevur verið í
øllum heimspørtunum, og
sum sagt, so vantar henni
bert 30 lond fyri at hava
verið í øllum londunum í
heiminum.
– Eg havi verið nógva
staðni, og eg havi hitt nógv
fólk. Men tað vísir seg, at
fólk í Norðanlondum van-
liga eru meira fólkalig og
hava virðing fyri einum enn
aðrastaðni. Til dømis í Lon-
don rópa og banna fólk eftir
mær, har eg komi, og eg
havi havt nógvar keðiligar
upplivingar, sigur nunnan.
Tað var tá nunnan hevði
verið í Íslandi, at fólk
søgdu við hana, at hon átti
at farið ein túr til Føroya, tí
fólkið í Føroyum var ógvu-
liga kristið.
– Føroyingar eru ógvu-
liga fólkaligir, og tað er fá
støð í heiminum, at fólk eru
soleiðis, sum her. Tað ber
eisini til at fara inn í eina
kiosk í Føroyum, uttan at
allar hillarnar eru fullar av
pornografiskum bløðum.
Tað er fantastiskt, sigur hon
og flennur. Stóra stand-
myndin av Mariu og Jesus-
barninum stendur á borði-
num. Hetta er onnur stand-
myndin systir Ruth hevur
gingið við. Ta fyrru stand-
myndina gav hon til eina
kvinnu, ið skuldi byggja
eitt altar, og sum fegin vildi
hava standmyndina hjá
nunnuni við.
Onki forðar
Arbeiðið hjá systir Ruth
kann ikki gerast sørt vanda-
mikið til tíðir. Men í Føroy-
um kennir hon seg trygga.
– Eg eri bangin næstan
allatíðina. Men onki skal
steðga mær í at gera mítt
arbeiði. Um eg verði dripin,
so góðtaki eg tað. Tað eru
so nógv fólk, ið eru vorðin
dripin fyri teirra trúgv, og
verði eg ein av teimum, so
verður tað bara so.
Systir Ruth gongur ikki í
nunnuklæðum, sum vit
vanliga kenna tey. Hon
gongur í púra vanliga klæð-
um. Orsøkina til hetta sigur
hon vera, at hon hevur ver-
ið og vitjað so nógv lond,
har hon ikki hevði sloppið
inn, um hon var í nunnu-
klæðum.
Vitjar illa stødd
Á ferðum sínum í teimum
ymsu londunum vitjar syst-
ir Ruth øll sløg av fólki.
Vaksin og børn, og eisini
ferðast hon í teimum so-
nevndu »red light dis-
tricts«,
har
skøkjurnar
halda til.
– Eg síggi hesar naknu
genturnar sita í vindeyga-
num, og so fari eg til teirra
at tosa við tær, og tær
greiða mær frá sínum søg-
um. Hvussu teimum er lov-
að eitt gott arbeiði og góðar
umstøður, og so enda tær
soleiðis. Tað er syrgiligt,
heldur nunnan.
Tær mongu ferðirnar
verða rindaðar av pengun-
um, ið systir Ruth fekk fyri
at selja húsini hjá mamm-
uni. Í London eru harafturat
nógvir møguleikar at ogna
sær ein ókeypis flogferða-
seðil uppá, og hesar roynir
hon at gagnnýta til fulnar.
Ferðast í Føroyum
Systir Ruth hevur ongantíð
eina fasta skrá, tá hon
kemur til eitt land. Og hetta
er eisini galdandi nú, hon er
komin til Føroya.
– Eg vil vera her á ólav-
søku. Ferðin er løgd soleið-
is til rættis, at eg kundi vera
her til tjóðarhátíð tykkara.
Eg haldi, at tað er ein vakur
siður, sum vísir aftur á
tykkara kristnu røtur.
Nær hon fer avstað aftur,
er tískil ikki fastlagt enn.
Fyrst og fremst ætlar hon
sær at ferðast kring landi
við standmynd sínari, og
tosa við fólk.
30 lond á 2 ár
Nú vanta bert 30 lond, so
hevur systir Ruth vitjað øll
londini í heiminum. Føroy-
ar eru hennara 207. land.
– Eg hevði viljað havt
eina aðra nunnu við mær.
Fyri tað fyrsta, so merkir
tað selskap, og fyri tað
næsta, so er tað ikki eins
vandamikið, sum tá ein er
einsamallur.
Um tvey ár ætlar systir
Ruth at gevast við at ferðast
kring heimin, og mál henn-
ara er at hava nátt tey sein-
astu 30 londini innan ta tíð.
– Eg havi verið kring
helvtina av Afrika, í størsta
partinum av Asia og mær
vantar framvegis nøkur
lond í Suðuramerika. Tey
vandamestu londini, sum
eitt nú Irak, Afghanistan og
Saudi Arabia, ætli eg mær
at vitja seinast, tí har eri eg
bangin fyri at fara.
Spurd um hví hon hevur
valt hetta slagi av arbeiði
svarar hon:
– Eg byrjaði at lesa Opin-
beringina, og har sá eg, at
nógv av teknunum, ið eru
nevnd har eru komin nú.
Hon sigur, at millum ann-
að er álopið á World Trade
Center lýst í kapitli 18 í
Opinberingini.
Við arbeiðnum kemur
systir Ruth í samband við
fleiri milliónir av menniskj-
um, tí tað er ofta, at hon er
at síggja og hoyra í sjón-
varpi, útvarpi og bløðum.
Og eisini tá gingið verður
runt, so hittir hon hundrað-
tals fólk.
– Hevði tað ikki verið
fyri míni trúgv, so hevði eg
sjálv verið deprimerað. Eg
lurti eftir trupulleikum all-
an dagin. Men mítt arbeiði
gevur mær stóra gleði, vón
og troyst. Tað týdningar-
mesta í mínum lívið er Jesu
kærleiki, og um eg kann
vísa menniskjum á hann, so
eri eg gleð. Serliga nú, tá
verðin er háttað soleiðis,
sum hon er í dag.
– Mítt arbeiði er hart.
Men eg vildi ikki givið tað
upp fyri allar pengarnar í
verðini, sigur 63 ára gamla
systir Ruth úr London.
Systir Ruth, nunna:
Næstan
altíð bangin
– Eg eri bangin næstan allatíðina. Men onki skal steðga mær í at gera mítt arbeiði. Um eg verði
dripin, so góðtaki eg tað, sigur systir Ruth, nunna, ið seinastu 17 árini hevur ferðast kring
heimin við standmyndini av Mariu og Jesusbarninum og boðað gleðiboðskapin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6