Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 142 - 28. juli 2004 Nr. 142 - 28. juli 2004 9 Jóannes Eidesgaard, Pedagogskúlin, Pizza Aage, Sjónvarp Før- oya, Katja K, Verts- húsið, Friðarbogin og Mentamálaráðið eru millum útvaldu offrini á Ólavsøku- kabarettini í ár. Kaba- rettin er í ár ikki fyri sartar sálir, og sam- anumtikið er talan um eina kabarett við hampuligum sketsj- um við onkrum glott- um inn í millum ÓLAVSØKU- KABARETTIN Orð: Ingrid Bjarnstein, Myndir: Álvur Haraldsen Mánakvøldið varð Ólav- søkukabarettin 2004 frum- framførd. Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Sjónleikarhúsið hetta kvøldið, men salurin var ikki heilt fultsettur. Fimm ungir sjónleikarar trinu á pallin við eini røð av sketsjum, sum eru valdar frá árinum, ið fór. Flestu skotini fáa Peda- gogskúlin, Sjónvarp Føroya og Vertshúsið. Pedagogskúlin gerst á ein ella annan hátt ein reyður tráður ígjøgnum alla kabarettina. Stuttar Sjálvt um allar sketsjurnar ikki eru líka góðar, so eiga sjónleikararnir rós uppibor- ið fyri at halda tær hampu- liga stuttar. Ikki fyrr enn beint fram ímóti endanum er ein sketsj, sum kanska kann tykjast í so long, men sum heild, eru tær stuttar og skiftini millum tvær sketsjur gongur skjótt og lætt fyri seg. Sum sagt, so eru allar sketsjurnar ikki líka góðar. Gjøgnumgangandi fyri tær flestu er, at tær hava hug at vera eitt sindur perversar. Tað er ikki heilt frítt, at okkurt fúlt hevur hug at sníkja seg inn í nærum hvørja sketsju. Tær bestu Sjálvt um allar sketsjurnar kanska ikki eru so væl gjøgnumhugsaðar, og við- hvørt lata ein sita eftir við fleiri spurningum, so eru nakrir glottar inn ímillum. Tað eru eisini teir, sum gera kabarettina verda at hyggja eftir. Og sigast skal, at tá sketsjurnar so eru góðar, so eru tær veruliga góðar. Fyri ikki at avdúka ov nógv, so kann millum annað nevnast tann um Mentamálaráðið, har tríggir av leikarunum eitt-tvey-trí-va í ein fittan sang. Pizza-Aage, sum skjýtur fraklendingar og Sunleif Rasmussen, sum hevur kompenerað eitt nýtt verk. Tað ber ikki til at vera sartur og fara á ólavsøku- kabarett, tí kabarettin í ár er ikki fyri sartar sálir. Onki verður goymt, og tað kemur meira enn so fyri, at leikar- arnir eru at síggja í so lítið av klæðum sum gjørligt. Onkursvegna vantar kabarettini veruligan sub- stans. Hon er til tíðir stutt- lig, men sum heild kann hon tykjast eitt sindur ullint og grá. Tað er tó heldur ikki soleiðis, at ein situr og geispar, men innihaldið kann av og á tykjast eitt sindur ov tunt. Sum leikararnir høvdu lovað undan kabarettini, so var nógvur sangur við í ár, og hetta eydnast teimum eisini væl. Tó kann eitt hjartasuff vera, at viðhvørt kann tónleikurin yvirdoyva sjálvan sangin, og tá missir sangurin nakað. Samanumtikið er talan um eina kabarett, sum um- mælarin eftir 13-skalanum gevur eitt sjeytal við einum lítlum píli uppeftir. Tá kabarettin toppar svingar talið seg upp ímóti 10-11, og tá hon er knapt so góð liggur tað um fimm. Men sum so mangan áður er tikið til: Ongin ólavsøka uttan Ólavsøkukabarettina. Ólavsøkukabarettin 2004: 7Ø Karl Anton Klein og Katja K á palli í Ólavsøkukabarettini Teir tríggir frá Mentamálaráðnum eitt-tvey-trí-va í ein sang Tað er næstan ikki til at sleppa undan, at Pizza-Aage eisini fær toyggið í ár Eitt 80 metrar langt grótkast varð mána- dagin hátíðarhildið í Nólsoy. Sosialurin var við, tá lands- og kommunalpolitikarar vitjaðu útoynna fyri eystan NÒLSOY Orð&myndir: Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað er ikki at forsmáa. Nólsoyar kommuna hevur gjørt, í sínari verð, eina risa íløgu. Við einari skattainn- tøku í ár áljóðandi einar 4,8 milliónir krónur í, kann ein íløga í eitt grótkast fyri 2,9 milliónir tykjast ovur- hondsstór. Ein tílík løta, tá ið grót- kastið verður so at siga tik- ið í nýtslu, skal hátíðar- haldast. Landið hevur stuðlað verkætlanini av kontoini til menning av undirstøðukervi á útoyggj- unum. Tískil var Bjarni Djurholm, sum eisini eigur verfamilju úr Nólsoy, eisini úti í Nólsoy. Onnur avbygdarfólk vóru eisini innboðin. Meylað varð til allir býráðslimirnar í Havn, og fjølmiðlarnir vóru eisini bodnir ein túr til Nólsoyar. Áhugin var so sum so, men tykkara út- sendi, ein myndakvinna og tungu dreingirnir í Tórs- havnar býráði eru við Rit- uni á middegi mánadagin. Á nýggjárinum verður Nólsoy partur av høvuðs- staðar kommununi, so tað er rættiliga nærliggjandi, at komandi valevnini til kommunuvalið í heyst eru við. Tað hevur sín heilt ser- ligu sjarmu, at ferðast hesir fáu minuttir til Nólsoynna. Vit sleppa ikki av aftur oynni fyrr enn klokkan nærkast fimm. So tað skuldi verið ríkiligt høvi at síggja tað mesta av grót- kastinum. Væl vitandi, at vit ikki selja nógv bløð við at skriva um grótkøst, er tað kanska líka frætt at lata grótkast vera grótkast í frið. Men tað skal sigast, at fyri nólsoyingar hevur grótkast- ið sera stóran týdning. Tað er ein gomul søga, sum nú hevur fingið skrivað ein týðandi kapittul. Og trygd- in og atløgumøguleikarnir eru nú munandi betraðir. Men aftur til mánadagin í Nólsoy. Royndarhúsið var karmur um kanska tað mest hátíðarliga. Hampuliga stóra fylgið við Jógvani Thomsen, borgarstjóra, á odda høvdu verið og hugt at grótkastinum, so var væl borðreitt í bygdahúsinum. Og einki hátíðarhald uttan røðarar. Nógvir politikarar vóru nánd. Bjarni Djur- holm nýtti tað sokallaðu felagsskapssnildina og nevndi dúgliga verfaðirin og sín tilknýtning til Nóls- oynna. Hann segði seg ikki vera eina løtu í iva um, at hetta var eitt rætt stig at taka. Hann hevur eisini í hyggju at fáa Norðurlanda- ráðið at fáa eyguni upp fyri Nólsoynni sum orku- og royndarøki. Undan landsstýrismann- inum hevði borgarstjórin greitt ítøkiliga frá søguni undan arbeiðinum og ar- beiðinum sjálvum. Umboð fyri RTS, ið stendur fyri Runavíkar Transport Ser- vice, segði eisini nøkur orð, har takkað høvisliga til allar hóskandi síður av sak- ini. Og so kundu politikar- arnir í Havn heldur ikki halda sær longur. Fyrst Bjarti Mohr og síðani Heð- in Mortensen søgdu nøkur orð fyri samkomuni. Tá Heðin Mortensen, sum oft- ani er stand-in borgarstjóri, bar eina heilsu frá borgar- stjóranum, breiðkaðust smílini á hinum býráðslim- unum við borðið og uttan tey nógvu orðini vistu teir, at allir hugsaðu tað sama. Eftir politisku røðurnar var orðið frítt, og tað var tíðanverri bert tann eini, sum tók av tilboðum. Grindaformaðurin í bygd- ini helt fyri, at hann var so ómetaliga glaðan fyri, at Nólsoyggin nú verður partur av Havnini. – Vit eru langt síðani vorðin havnafólk, segði skemtiligi einsamalli røð- arin. Og væl smakkaði. Ikki sum tær nógvu og flottu móttøkurnar í Havn – men nógv hugnaligari. So var ikki so øgiliga nógv at gera. Gingið var ein túr fyri at skoða tær næstu kommun- alu verkætlirnar, sum vit skulu hyggja nærri at kom- andi bløðum. Tað bilar heldur einki, at mann sum so einki konkret hevur at takast við ein tílíkan seinnapart. Tá ið tað byrj- aði at leka av himni, bjóðaði borgarstjórin sínum fylgi inn til hansara at bíða eftir Rituni. Og størri blíðskap skal mann leita leingi eftir. Eitt grótkast í Nólsoy – eitt steinkast úr Havn Forvitni vaknar í teimum ungu nólsoyingunum. Men tað er kanska ikki so øgiliga spennandi at hoyra tær langu talurnar Knappar fimm milliónir hevur nýggja grótkastið í Nólsoy kostað. Og tað er ikki heilt einki fyri Nólsoyar kommunu, men lítið av miklum fyri Havnina Hátíðarløtan skal merkjast á øllum brøgdum. Ì Royndarhúsin- um varð borðreitt við smyrjibreyði og onkrum góðum afturvið Okkara trúgvu lesarar skulu ikki snýtast fyri standard myndina av ábyrgdarfullum politikarum. F.v. Heðin Mortensen, varaborgarstjóri í Havn, Bjarti Mohr, formaður fyri Havnanevndina í Havn, Jógvan Thomsen, borgarstjóri í Nólsoy, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður C M Y K 9 8