Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 142 - 28. juli 2004 Nr. 142 - 28. juli 2004 11 Ólavsøkan er okkara tjóðhátíð, og hóast henda há- tíð fyri hvørt ár, sum gongur, tykist at veksa í vavi og vøsi, so er hon ein týðandi táttur í okkara mentan og samleika. Ólavsøkan hevur eina kjarnu av gomlum siðvenjum, eitt nú tingsetanin, skrúð- gongan, kappróðurin, kappríðingin, nunnubasar- urin, listaframsýningin, fólkafundurin á háskúl- anum, kristiligu møtini úti sum inni o. m. a. Hartil koma so nýggj tiltøk av øllum møguligum sløg- um. Vit hava í hesum høpi hug at nevna útileikin, sum er aðru hvørja ólavsøku. Hesin leikur er í ár størri enn nakrantíð og fer uttan iva at savna nógv fólk bæði ung og gomul. Spennandi verður at síggja, hvat fyrireikararnir og teir mongu leikar- arnir hava fingið burturúr og fara at sýna áskoð- arunum. Vit hava ivaleyst nógv at gleða okkum til her. Ólavsøkan var upprunaliga ein keypstevna og tingstevna fyri síðan at gerast ein áminningar- dagur fyri einum víkingi av kongaætt, Ólavur Haraldsson, ið varð umvendur og doyptur í Rouen í Fraklandi. Í 1015 kom Ólavur heim til Noregs, sum hann fór undir at kristna. Ikki fór hann fram við mýkindum, og endin gjørdist, at hann varð noyddur at flýggja til Garðarríkis (Rusland). 1030 kom hann heimaftur til Noregs, sum hann ætlaði sær at vinna aftur, men fall hann sum kunnugt í bardaganum á Stiklastøðum tann 29. juli 1030. Nøkur ár eftir fall hansara varð hann lýstur halgi- menni at vera og fekk hann sum halgimenni ómetaliga stóran týdning um øll Norðanlond. Ólavsøkan var hildin til minnis um Ólav Halga og keypsstevna og ting vórðu flutt til 29. juli, ið sum nevnt var deyðadagur Ólavs. Alt hetta vísir, at føroyingar eru teir norðbúgvar, sum hava hildið Ólav Halga hægst í mæti og metum alt fram til okkara dagar. Tað er bæði rætt og gott at ólavsøkan verður hild- in sum ein stór hátíð. Her er nakað, sum vit øll eru felags um. Her er nakað, sum vit øll kunnu semj- ast um og her nakað, sum vit øll eru fegin um og stolt av. Hóast nógv vøs og nógva kommersial- ismu er ólavsøkan vorðin vakrari og vakrari og alt meira hátíðarlig fyri hvørt ár, sum líður. Vit eiga tí at vera góð við ólavsøkuna, og vit eiga at fara væl um ólavsøkuna. Her eiga vit øll í felag nakað, sum er gott og sum er ekta. Her eiga vit nakað, sum er medvirkandi til, at vit øll kenna okkum sum eina tjóð, hóast vit eru ósamd um átrúnaðar- ligar og politiskar spurningar. Vit ynskja lesarum okkara og annars føroyingum øllum eina góða ólavsøku. DAGSINS MEINING Sosialurin Tjóðhátíð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Óli Jacobsen Í seinastu viku hevði Absa- lon eina viðmerking til tað, sum eg hevði sagt við Sosialin um føroyska líka- sælu móti brotum á manna- rættindi úti í heimi. Tað sum Absalon sigur er púra rætt. Føroyingar hava stóra samkenslu við fólk í neyð, og Absalon er eitt gott dømi um tað við hans- ara nógvu ferðum til Rumenia. Men greinin var gjørd í samband við vitjanina hjá Lorraine Britten, hvørs maður hevði sitið í fongsli í nógv ár sum samvitsku- fangi. Og míni sjónarmið snúðu seg bert um, hvussu tungir føroyingar, og ser- liga ungfólk, vóru at fáast at virka fyri slík, sum úti í heimi verða frátikin tey politisku rættindi, sum vit rokna sum eina sjálvfylgju. Samstundis kunnu vit fáa »yvirskrivtir« um viður- skifti, sum eru bagatellir ímóti tílíkum sum t. d. Menakhem Ben Yami og Lorraine Britten, hvørs søgur vit hava havt í FF- blaðnum, hava upplivað. Eg roknaði ikki við, at hetta prátið við Sosialin skuldi gerast ein stór søga í fleiri dagar, men nógv ásanna, at nakað er um hetta. Hava luttakarar í ser- stakliga kristiligum hjálp- ararbeiði fingið fortreð av hesum, kann eg bert biðja um orsaka. Tað var als ikki tað sum lá í hesum. Eg havi stóra virðing fyri tí arbeiði, sum verður gjørt fyri neyðlíðandi. Tí havi eg eisini í FF-blaðnum gjørt nógv burturúr seinastu vitjanini hjá Anastasis, har parturin hjá føroyingum heldur ikki liggur eftir. Absalon hevur rætt! ÓLAVSØKA Tíðindaskriv Aftur í ár verður tann væl- kendi Ólavsøkubasarurin á skránni hjá KFUM. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum byrjaði í 60unum og er í dag ein fastur táttur á Ólavsøku. Á skránni verður eydnuhjól, 21spæl, bamsu- tombola, fiskibrunnur og matsøla. Ein rúgva av ymiskum - bæði stórt og smátt - verður at vinna og fiskar at fiska. Ein rúgva av sjálvbod- num fólki eru knýtt at tiltakinum, harímillum tey ungu í Ten Sing kórinum, sum fleiri kenna frá Prag- ferðini hjá teimum seinasta summar. Fyrireikarirnir hava - í royndini at gerast enn sjón- ligari í býarmyndini og gera Ólavsøkuna eitt sindur meira undirhaldandi - gjørt ein serligan ólavsøkubann- ara, sum kemur at hanga uttan fyri KFUM. Basarurin í KFUM er opin báðar Ólavsøkudag- arnar frá kl. 16 til 24, og eru øll vælkomin inn á gólvið. Hjólið snurrar í KFUM Jústinus Leivsson Eidesgaard journalistur Klokkan er átta, tað er leygarkvøld , enntá seinasta leygarkvøld og deymurin av kryddinum oregano og smeltaðum osti stendur í næsarnar, tá vit koma inn í Pizzaria Napoli í Klaksvík. Vit eru svong, og gleða okkum. Hava leikað tour- istar í egnum landi allan dagin, og vitjað uppi í steyrrøttu fjøllunum í Norðoyggjum. At velja pitsur er ikki so lætt fyri okkum nýbyrjarar. Ein fyritreyt er, at tú dugir italienskt og eg dugi ikki italienskt, velji ta dýrastu við vón um, at hon man fara at standa mát, og tað gjørdi hon. Meðan vit bíða, sita vit og hyggja út á vegin. Klakvsvík er vorðin ein stórbýur. Her koyra bilar allatíðina fram við, hvør flottari enn hin og eg taki synd í hesum breiðu lágu týsku BMW unum, sum eru bygdir til breiðar motor- vegir, men sum nú koyra í tronganum í Klaksvík, skerdir sum ein gás, og koma ongantíð longur enn upp í triðja gear. Eg hevði hoyrt um kenda pitsakokkin Aage úr Dan- mark, sum ikki vildi gera pitsur til týskarar og frak- lendingar. Hvussu mundi hann síggja út. Innanfyri stendur ein maður og eltir deiggj. Hann sær út sum ein heilt vanligur klaks- víksingur, gráur í vangun- um. Eg hugsi, nei, hatta kann ikki vera hann. Ein kundi biður um eina pitsu við sjógætø, tað er rækjur, høgguslokkur, goggur, øð- ur, jákupskel og annað gott agn úr sjónum. Kokkurin snittar skjótt og væl og uttaná er ongin munur. Hann kundi eins væl verið ein agnskerari í egningar- skúrunum norðuri á Stong- unum. Politiskt virkni danski pitsakokkurin hevur helst frí í kvøld. Aftanfyri okkum situr eitt par um miðjan aldur. Eg hoyri beinanvegin, at tey tosa týskt. Tey eru tvey í stóra bólkinum av fólki í Europa sum tosa týskt, 80 milliónir onnur gera tað sama. Eg lurti, tey práta um føroyar, undrast og fegnast um stórleikan. Týskarar elska skapannarverkið, og eru eitt tað mest ferðandi fólkið í heiminum. Tey eru komin nakað longur enn vit, hava etið seg úr eystri í vestan á sunnaru hálvu á einari stórari pitsu og eru vælfor- eint. Tey eru nøgd við mat- in, og eta tær seinastu skorpurnar, tað er uttasta rondin á pitsuni, meðan tey práta, og leggja ætlanir um hvat tey skulu gera restina av kvøldinum. Matarskráin greiðir okk- um frá, at pitsusiðvenjan er 700 ára gomul, stavar úr Italiu og tað serliga við eini pitsu er at tú fær allan føðslutørvin nøktaðan ísenn, um tú fer undir eina slíka. Har er breyð, grøn- meti og kjot ella ostur alt í einum. Ein ung, smílandi og dugnalig klaksvíksgentan gongur okkum til handa, meðan vit eta. Hetta er ordiliga WELL og barasta í ORDAN. So ressast týska parið og fer yvir móti diskinum at rinda fyri matin. Og nú er tað dramatikkurin byrjar. Kokkurin hoyrir, at tey tosa týskt og hann fær ikki hildið sær. Fer yvir til tey, og á vánaligum enskum greiðir hann teimum frá, at næstu ferð tey koma til Klaksvíkar, so skulu tey finna eitt annað stað at eta, tí hann noktar at gera pitsur til týskarar og fraklending- ar, orsakað av leiklutinum hjá stjórnunum í hesum londum í Irak krígnum. Stórpolitikkurin er komin til Klaksvíkar og hendingar niðri í oyðimørkini við Eufrat og Tigris, fyrrver- andi Babylon fáa avleið- ingar fyri eitt sakleyst týskt par í Klaksvík og skelkar gestir á Pizza Napoli við friðaliga Klaksvíksvegin, langt burturi frá hermót- inum, Saddam Hussein og Taric Asis og øðrum tyran- um Her standa hesi sakleysu fólk og enn einaferð verða tey mint á teirra kollektivu skuld, sum byrjaði í 1933, tá týskarar valdu Hitler á ting. Tey vóru ikki fødd tá og hóast tað, so hava tey hoyrt fyri hetta so langt aftur tey kunnu minnast. Á sama hátt sum jødar fingu skerd rættindi í Týsklandi í 1933 og fáa hesi fólk at vita at tey hava ongi rættindi á Pizza Napoli í Klaksvík. Vælangandi oregano- kryddluktutin hvørvu úr næstum mínum. Tað vend- ist í búkinum og seinasti fjórðingurin av pitsuni, sum liggur á tallerkinum, parturin frá norði og niður í eystan kennist nú meira sum ein avbjóðing, heldur enn leskiligir bitar, sum skulu leggja lok á ein framúr góðan verða. Er hetta veruliga eisini Føroyar, mítt elskaða land, har mannarættindi í okkara lítla fólkaræði er í hæddini, mannarættindi, sum av fyrsta tíð vórðu feld í grundlógina aftan á fronsku kollveltingina og sum ST hevur tikið til sín, og sum her á Klaksvíksvegnum í hugnaligur matstovuni Pizza Napoli verða traðkaði niður í sand og øsku. Tað er ikki bara eg sum eri særdur. Ein ung kvinna mannar seg upp og fer til pitsukokkin og á siðiliga hátt sigur sína hugsan. Hann hevur nógv argu- mentir í móti, men hon er ikki løtt at syfta og stendur við sítt. Eg fegnist, at vit eigan djarvan og rætthugs- andi ungdóm sum hana. Hjarta mítt bankar hart, kenni øðina streyma út í fingraspíssjarnar. Tankarnir fara skjótt aftur og fram. Róligur Jústinus, sissa teg Jústinus, er ein rødd innan í mær sum teskar. Róligur Jústinus. Eg reisi meg. Nú eru øll farin, vit, konan og eg eru seinastu kundarnir. Vit skulu gjalda. Eg fari yvir til kokkin og næstan skelvandi á málin- um rósi eg honum fyrst fyri matin, og sigi so honum, at eg varð ógvuliga stoyttur av viðferðini hann gav týsku gestunum. Leggi mær eina við ikki at fara í orðadrátt, tí eg virði hansara rætt til at hava sínar meiningar. Sigi honum, at hóast leskiligt úrval á matarseðli og góða tænastu frá tænara, so komi eg ongantíð aftur á Pizza Napoli, so leingi hann er kokkur har. Vit fara út, uttan fyri er einki skelti sum sigur frá at týskarar og fraklendingar ikki eru vælkomnir. Eg eri framvegis skelk- aður og hugsi hvør hevur ábyrgdina. Vilhelm Jo- hannesen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum koyrir framvið. Hann koyrir eina rundu í valdøminum fyri at vita hvussu stendur til. Fer hann at gera nakað við málið, hugsið eg bein- anvegin. Hetta er kanska ov nær, soleiðis reint lokalt. Betri var at tosað um nakað so fjarskotið sum apartheid í Suðurafriku. Tað hevði javnaðarflokkurin so eina meining um, tann tíð tað var. Hann má eg tosa við, tí skriva skal eg um hetta. Og hvat við býráðnum í Klaksvík, kunnu teir liva við einum slíkum skamm- bletti í býnum sum eini rasistiskari matstovu? Og fútin, hvat heldur hann. Eg orki líkasum ikki ákærumyndugleikan, tá kemur jus í, men onkur má for hundan hava ábyrgdina. Og meðan pulsurin spakuliga fellir síggi eg samanhangin. Pitsakokk- urin er skuldarleysur. Pitsu Aage er sakleysur sum so, kanska nakað einfoldigur, men sakleysur. Hann er alment kendur fyri sínar meiningar, hevur fingið dóm fyri tær í Danmark og meiningar hava avleiðingar viðhvørt. Skurkurin í mál- inum er Njal Reinert Peter- sen, sum eigur matstovuna, og sum hevur sett pitsa- kokkin í starv. Hann var fullvitandi um støðuna hjá pitsakokkinum, tá hann setti hann í starv. Hann átti at mist rættindi til at reka matstovu, so leingi hann hevði ein slíkan kokk í tænastu. Pitsakokkurin hevur rætt til at meina tað hann vil, soleingi hann ikki ger mun á fólki í sínum arbeiði. Og ger hann mun, so eigur hann at vera ein arbeiðsleysur pitsakokkur. Og tann rættin vil eg verja, sum hornasteinurin undir okkara fólkaræði. Vit koyra norður aftur á hotellið á Viðareiði og sova upp á tað. Dagin eftir út fyri Galv- inum í Leirvíksfirði um- borð á Dúgvuni hoyri eg at pitsakokkurin er uppsagd- ur. Nú er skil aftur á Pizza Napoli í Klaksvík. Tað er ordiiga WELL og í ORD- AN. Og so datt grundar- lagið fyri hesum reglum burtur, men nú hava tit tær allíkavæl. Pitsarasisman í Klaksvík "Fráboðan um umhvørvis- góðkenning" Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsufrøði- liga starvsstovan tann 26. juli 2004, við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvis-vernd og kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: Smoltstøðina hjá SP/F Røkt í Heygardalsvatni norðanfyri Vestmanna Góðkenningin liggur al- ment frammi á Heilsu- frøðiligu starvsstovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í um- hvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo . Heilsufrøðiliga starvsstovan "Fráboðan um umhvørvis- góðkenning" Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsufrøði- liga starvsstovan tann 26. juli 2004, við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: Smoltstøðina hjá P/F Fossáaling, Frammi á Vatni í Fonsdali norðan fyri Vestmanna Góðkenningin liggur al- ment frammi á Heilsu- frøðiligu starvsstovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í um- hvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo . Heilsufrøðiliga starvsstovan C M Y K 11 10