Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 142 - 28. juli 2004 Nr. 142 - 28. juli 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo, runa@sosialurin.fo, Fartelefon 222983 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Leygardagin 24. juli skipaði Havnar Svimjifelag fyri mót- tøku í Svimjihøllini í Gundadali í sam- bandi við at 40 ár vóru liðin, síðan fyrsta liðið hjá felag- num fór til Danmark- ar at luttaka í eini svimjikapping Tey sum fyri 40 árum síðan vóru við fyrsta liðinum, sum Havnar Svimjifelag sendi til Danmarkar at luttaka í svimjikappingum í 1964, høvdu nógv at tosa saman um og minnast aftur á, tá tey møttust í Svimji- høllini í Gundadali seinasta leygardag. Tveir av luttakarunum, Hedvig Poulsen og Bjarni Rubek Nielsen, vóru komin úr Danmark í samband við dagin. Øll fingu hvør sína blusu, sum varð gjørd í hesum sambandi. Eftir at felagsmynd var tikin, var móttøka í kantin- uni í Svimjihøllini. Ein av fyrireikarunum, Victor Carlsen, beyð øllum at vera vælkomin. Hann segði frá ymiskum, hugleiddi um túrin og mintist annan av ferðaleiðarunum, Bobby Brockie, sum doyði 13. apríl í fjør, 76 ára gamal. Bobby var ein av eldsálun- um í Havnar Svimjifelag og var í mong ár heiðurslimur í felagnum. Í kantinuni var eisini ein framsýning við myndum, avísútklippum, ymiskum lutum og gomlu svimjidraktunum. Teir 15 svimjararnir klár- aðu seg væl á túrinum og vunnu teir tær flestu kapp- ingarnar. Tá móttøkan var liðug, varð skipað fyri ymiskum, m.a. einari kappsvimjing við núverandi limir í Havn- ar Svimjifelag, eisini varð ymiskt undirhald í teimum ymsu hyljunum, ið fekk tey at minnast gomlu tíðina í svimjihylinum í Gundadali, eins og "gomlu" svimjar- arnir royndu síni kynstur og evni í hylunum. Um kvøldið var skipað fyri veitslu. Havnar Svimjifelag: Nostalgisk móttøka í Svimjihøllini Felagsmynd av teimum sum møttust í Svimjihøllini leygardagin 24. juli 2004. Aftasta rað f.v.: Christian Ihlen, Tórshavn, Victor Carlsen, Tórshavn, Finnur Lützen, Tórshavn, Brynhild Mohr Joensen, Tórshavn, Hedvig Poulsen, Esbjerg, og Marjun á Fløtti, Argir. Miðraðið f.v.: Karin Joensen, Tórshavn, Bjarni Rubek Nielsen, Gadstrup, Kai Aage Troest, Saltangará, Heri á Lava Olsen, Tórshavn, og Poul Nolsøe, Tórshavn. Fremra rað f.v.: Guðbjørg Christiansen, Tórshavn, Elna Skylv Hansen, Tórshavn, og Jóngerð Høgnesen, Hoyvík. Erla Mørch, Pandrup, og Edna Brockie, Tórshavn, vanta á myndini Mynd: Magnus Gunnarsson Tveir sum altíð hava svomið nógv - eisini í gamla svimjihylinum í Gundadali, Bjarni Rubek Nielsen og Jógvan Asbjørn Skaale Mynd: Magnus Gunnarsson Johan Norðfoss, sum arbeiddi gamla svimjihylinum í Gundadali og í Svimjihøllini frá 1963-90, og ÍSF forsetin, Heðin Mortensen Mynd: Magnus Gunnarsson Hilda Jacobsen, sum arbeiddi í gamla svimjihylinum í Gundadali frá 1960 og Poul Nolsøe, sum var við á Danmarkarferðini í 1964 Mynd: Magnus Gunn0arsson Nógv fólk vóru til móttøkuna í kantinuni í Svimjihøllini, fremst á myndini eru: Heri á Lava Olsen, Sigurð Lamhauge, Finnur Lützen, og Christian Ihlen Mynd: Magnus Gunnarsson Victor Carlsen beyð øllum at vera vælkomin, segði frá ymiskum áhugaverdum og hugleiddi um túrin í 1964 Mynd: Magnus Gunnarsson NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo, runa@sosialurin.fo, Fartelefon 222983 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 28. juli. Aurelius, deyður umleið 852. Í faðirætt vóru bæði hann og konan Natalia av mauriskum fólki, men tey vóru í loyndum kristin. Tá ið tey saman við øðrum alment viðgingu kristnu trúgv sína, vórðu tey tikin av mauriska emirinum og hálshøgd. 29. juli. Ólavsøka verður hildin til minnis um, at norski kongurin Ólavur Haraldsson fell á Stikla- støðum í árinum 1030. Eftir deyða hansara hendu mong undurverk við grøv hansara og skjótt verður hann mettur sum mikið halgimenni og fær navnið Ólavur hin Heilagi. Minningardagur hansara varð hildin um øll Norðurlond, men serstakliga í Før- oyum hevur dagurin í øldir verið hildin sum mikil hátíðardagur, sum Janus Djurhuus sigur frá: Stiklastaða vápnabrestur slongdist yvir havið vestur. Ólavsøkan gjørdist tjóðarhátíð okkara. Hon var eyðkend við, at tingið varð sett ólavsøkudag og hildin varð ólavsmessa í Havnar kirkju. Eisini tey árini, tingið varð sett seinni um heystið, var ólav- søkugudstænasta hildin. Tað er í nýggjari tíð, at ólavsøkuhaldið, sum tað nú er, er íkomið. Ting- setan og gudstænastan eru við sama lag óloysandi partur av ólavsøkuhaldinum. Fríggingarmyrkt sigst vera tveir tímar á ólavsøku. Ólavur er norrønt navn, ið merkir bæði ættfaðir og eftirmaður. 30. juli. Abdon, deyður umleið 250. Høgt mettur embætismaður í Róm, sum varð tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína. Herfyri setti Tórshavnar Býráð 53 ára gamla Bo Is- holm í starv sum leiðara fyri Tórshavnar Musikk- skúla. Bo er føddur í Keyp- mannahavn tann 10. august í 1950. Hann hevur hollar roynd- ir sum musikkskúlaleiðari, tí í 12 ár, frá 1984-96, var hann leiðari á musikk- skúlanum í Tårnby. Í 1996 kom hann til Føroyar, og hevur verið í starvi sum guitar-lærari, fyri tað mesta við Tórs- havnar Musikkskúla, men eisini við musikkskúlan í Suðuroy. Seinasta skúlaár hevur hann virkað sum fyribilsleiðari á Tórshavnar Musikkskúla. Bo er uppvaksin í Keyp- mannahavn og búði har til 1996. Hann er hálvur før- oyingur, sonur Solveig Is- holm, fødd í Havn og Henry Svendsen úr Keyp- mannahavn. Solveig er dóttir Christian Holm Isak- sen, ella Kristin í Geil, sum hann varð róptur, ið eitt skifti var blaðstjóri á Tinga- krossi. Bo eigur sonin, Andreas. Hann býr saman við Honnu Áarstein (Piddan), sum eigur børnini, Gvøðny, Bárður og Eyðfinn. Bo hevur útbúgving frá Fynske Musikkkonserva- torium, Kgl. Danske Musikkonservatorium og frá Early Music Center í London. Hann stóð tón- leikanámsfrøðiliga roynd í 1976 og diplomroynd í 1978. Í eini 10 ár starvaðist hann sum free-lanse tón- leikari og lærari, og hevði konsertir í Danmark, Svø- ríki, Týsklandi, Luksem- borg og Fraklandi. Bo Isholm leiðari á Tórshavnar Musikkskúla Tórshavnar komm- una hevur sett nýggj- ar leiðarar í 6 komm- unalar dagstovnar: Dagstovnin á Landa- vegnum, Býlings- húsið í Maritugøtu, Dagstovnin í Løkja- túni, Dagstovnin í Kaldbak, Dagstovnin við Botnánna í Kolla- firði og Dagstovnin Kurl@ Kirstin Djurhhus er sett sum leiðari fyri Dagstovnin á Landavegnum, Inga Mariu Amandusardóttir í Býlingshúsinum í Maritu- gøtu, Jensina Magnussen í Dagstovninum í Kaldbak, Ann Jacobsen sum leiðari í Dagstovninum Kurl@ og Siv Joensen í Dagstovnin- um við Botnánna í Kolla- firði. Charlotta á Váli Ol- sen, ið er leiðari í frítíðar- skúlanum á Argjum, heldur fram sum leiðari fyri Dag- stovnin í Løkjatúni, sum eisini fer at hýsa børnum í frítíðarskúlanum á Argjum. Charlotta á Váli Olsen er 50 ára gomul. Hon fekk prógv sum pedagogur á Personale Háskúlanum á Islandsbrygge í Keyp- mannahavn í 1978. Sama ár byrjaði hon í starvi á Før- oya Barnaheimi. Í 1982 fór hon á Stella Maris vøggu- stovu, har hon 1. desember 1986 varð sett í starv sum leiðari. Síðani 1. august í 1991 hevur hon verið leið- ari á Frítíðarskúlanum á Argjum. Frítíðarskúlin verður nú lagdur saman við nýggja dagstovnin í Løkja- túni, sum Charlotta verður leiðari fyri. Kirstin Djurhuus er 48 ár og útbúgvin pedagogur í 1992 frá Føroya Lærara- skúla. Áðrenn Kirstin fór á pedagogskúla, starvaðist hon í mong ár innan ser- stovnadeildina hjá landin- um, eisini arbeiddi hon eitt skifti innan dagstovnaøkið. Sum námsfrøðingur hev- ur Kirstin starvast í Bý- lingshúsinum undir Fjalli, har hon eisini avloysti leiðaran í eitt ár. Síðani 1997 hevur Kirstin verið leiðari í Býlingshúsinum millum Gilja. Inga Maria Amandus- ardóttir er 47 ár og út- búgvin pedagogur frá Kolding barnagarðssemi- narium. Inga Maria hevur drúgvar royndir innan bæði bú- og dagstovnaøkið, har- umframt hevur hon verið leiðari á Vøggustovuni við Velbastaðvegin í trý ár. Í løtuni starvast Inga Maria sum økispedagogur í dag- røktarskipani hjá Tórs- havnar kommunu. Jensina Magnussen er 30 ár og útbúgvin pedagog- ur á Esbjerg seminarium 2001. Jensina hevur royndir innan bæði bú- og dag- stovnaøkið. Í løtuni starvast hon sum varaleiðari í ein- um sambýli fyri ung. Ann Jacobsen er 33 ár og útbúgvin pedagogur í 1998 á Hovedstadens Pædagog- seminarinum. Ann hevur royndir við bæði vøggustovu- og barna- garðsbørnum. Síðani 1. mars í ár hevur Ann verið varaleiðari í Kurlu. Siv Joensen er 30 ár og útbúgvin pedagogur frá Høgskolan í Finmark í 1997. Siv hevur royndir við børnum bæði í vøggustovu- og barnagarðsaldri. Hetta seinasta árið hevur Siv verið varaleiðari í Barna- garðinum millum Bóla í Kollafirði. Nýggju stovnarnir byrja at taka ímóti børnum 16. august. Nýggir leiðarar á dagstovnum 90 ára føðingardagur Mina Wang Hansen úr Nólsoy, búsitandi í Havn, verður 90 ár ólavsøkuaftan Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni á Hotel Føroyun 1. august. Lydia Arge 80 ár Fríggjadagin 30. juli fyllir Lyda Arge í Tórshavn 80 ár. Lydia er dóttir Elsebeth Frederikku f. Poulsen av Neyst í Hvalba og Hans Hendrik Eide Hansen av Eiði. Í 1950 giftist hon við Eliesar Arge og eiga tey døturnar Honnu, sum býr í Ísrael og Sigrid, sum býr í Havn. Lydia eigur 6 ommu- børn, Jael, Ruth og Alon Eliesar og Sáru, Onnu Katrinu og Honnu Elisu. Hon er uppvaksin í Keypmannahavn, har hon fekk sær útbúgving sum barnarøktari og sjúkrasyst- ur. Mitt í 60-unum flutti familjan til Føroya, tá Essa varð settur í starv á Landssjúkrahúsinum. Lydia var við til at stovna fimleikafelagið, Ljósið, og hevur hon sjálv undirvíst har øll árini. Lydia er serstakliga áhuga í samfelagsviður- skiftum, og hon hevur ikki hildið sína hugsan fyri seg sjálva, men gjøgnum árini verið ein íðin lesarabræva- skrivari. Hon er sera virkin kvinna og hevur fingið nógv álitis- størv litin í hendur. Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni. Kunngjørt verður fyri ætt,vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Anna Elisabeth Thomsen Tórshavn andaðist á Lágargarði 26. juli, 93 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Jákup,Tummas Pauli, Margreta og Matilda Tey, ið vilja minnast Lisabeth við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Lágargarð, kt. nr. 655.821.8 í Føroya Sparikassa C M Y K 13 12