Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2004 15 14 Nr. 142 - 28. juli 2004 Krabbagággan skrivar: - Eg fari suðureftir. Tað ljóðar so deiliga ek- sotiskt. Hendan ættin er fyri okkum norðbúgvar vegurin til summar, sól og strond. Umborð á Smyrli á veg suðureftir fyllir tað eksot- iska tó sera lítið á nethinn- uni og enn minni í nøsini, tá gingið verður framvið sonevndu flúgvarasetrun- um. Luftin ber brá av at her hava fólk við sjóverki tømt sær vælindini so leingi nak- ar kann minnast. Einaferð gingu suðuroying- ar kravgongu við boðum um at "ogur eiga Smyrol". Nú mugu tigor gjarna eiga hann, hugsi eg, men unni teimum kortini betur. Hetta skipið er farið væl og virði- liga framvið seinasta sølu- degi og treingist til at verða annaðhvørt umvælt ella út- skift. Alt bendir á at tað seinna fer at henda um stutta tíð, men lat okkum nú ikki skjóta skinnið fyrr enn gamli Smyril er seldur, og yvir- menninir hava skrivað und- ir tey røttu pappírini. Í kaffistovuni umborð á Smyrli fylgir alt vanligu rutinuni. Flestu ferðafólk- ini hava verið umborð ótal- ligar ferðir fyrr og sita á sínum meira ella minni føstu plássum. Krabba- gággur umborð á Smyrli eru heldur sjáldsamar, og føroyskar krabbagággur eru sum lundar í nissuhúgvu jólanátt. Tí er tað einki at siga til, at hundrað pør av eygum fylgja okkum á okk- ara leið frá inngongdini inn til fremstu beinkirnar. Veðrið er rættiliga gott, meðan vit sigla suðureftir, men kortini flytur skipið seg nakað, og skjótt síggj- ast heldur fá høvd í kaffi- stovuni. Ístaðin hómast føt- ur í leysari luft útfyri flestu beinkirnar. Meðan vit sigla framvið einsamøllu Lítlu Dímun er rættiliga friðar- ligt umborð, men so skjótt Suðuroyggin kemur í eyg- sjón og gevur lívd fyri hav- alduni ernast fólk. Høvdini koma uppundan aftur, og røddirnar harðna. Endiliga eru hini ferðafólkini heima aftur, og endiliga eri eg komin til Suðuroyar. Á naknu atløgubryggjuni á Drelnesi stendur ein kunn- ingarskúrur, har eg beinan- vegin leiti mær leiðbeining. Hetta er annað lív enn at leita eftir bussum í Eystur- oynni. Eg fái greitt at vita hvør av hjástøddu bussun- um ætlar sær til Sumbiar. - Skunda ter! Hann fer avstað so skjótt sum hann sær, at øll eru komin í land, sigur daman í kunningar- skúrinum, og hyggur spent út ígjøgnum vindeyga fyri at hyggja, um bussurin kanska longu hevur sett kós ímóti Føroya syðstu bygd. Men hann er ikki farin, og eg stígi umborð. Skal eg koyra ryggsekkin í viðførisrúmi? spyrji eg bussføraran. - Ja, men skunda ter! Je fari avstað beint nú. Eg nái tað, og næsta tíman sita vit báðir myndamaður- in og stara út ígjøgnum bussvindeygað og síggja bygdir í ymsum skapum. Onkur tekur seg so væl út í landslagnum, at myndamaðurin tekur myndatólið fram, aðrar eru so lítlar og keðiligar, at man kanska átti at kalla tær búsetingar heldur enn bygdir. Aftaná at hava koyrt slalom ígjøgnum landsins syðsta berghol, koma vit oman í Sumbiar bygd. Veðrið er av tí fagrasta, børn ganga í stuttum buksum, so tað merkist, at vit eru farnir suðureftir í dag. Tann, sum droymir um heitar hvítar strendur sunnanfyri, vaknar tó við kaldan dreym í Sumba. Her er sandurin á strondini svartur. Sumbingar hava eftir øllum at døma ikki so nógv at taka sær til í dag. Ein gongutúrur ígjøgnum bygdina fer framvið ikki færri enn sjey bilvaskandi sumb- ingum. Eg spyrji ein eldri sumbing uttan vaskibust í hondini hvussu langt tað er til Akraberg, syðsta enda á syðstu oynni her í landinum. - Tað plagdi ikki at vera langt. Tá eg var óviti runnu vit niðan har á leistum. Men nú hava teir stikað so ólukksáliga, so tit vera noyddir at fara tann longra túrin eftir vegnum. Bíða, tit kunnu fara við hesum her, sigur eldri maðurin og steðgar einum lastbili, ið kemur koyrandi framvið. Eldri maðurin hevur grein í sínum máli. Her eru hegnpelarnir so títtir sum talufeilirnir í útvarpinum, so ikki er hugsingur um at fara stytsta veg ígjøgnum hagan. Men veðrið er so gott at vit takka nei til óføra tilboðið um at verða koyrd- ir niðan. Vegurin út í Akraberg er as- falteraður og lítið verri enn restin av veganeti- num í Suðuroynni, sum í nógvum støðum er so vánaligt at tveir bilar ikki kunnu møtast uttan trupul- leikar - í øllum førum ikki um annar av bilførarunum er norðingur, sum ein buss- førari í Suðuroynni tekur til. Á vegnum út ganga vit framvið famøsa millum- bylgjusendaranum í Akra- bergi við tilhoyrandi bygningum. Hesin dýri varðin frá glaðu áttatiá- runum tekur seg út sum ein heilur býlingur, og sigst eisini at kunna hýsa tveim- um familjum alt árið. Nú koma fyrst vitin og síð- an vøkru vitapassarahúsini til sjóndar. Vit fara so langt oman, sum vit sleppa, om- an til tokulúðurin í Akra- bergi, og njóta sjónina eina góða løtu. Sunnari sleppur ein krabbagágga í egnum landi ikki, og nógv heitari enn beint nú fær hon tað heldur ikki. Sólin bakar, og nøsin verður reyð. Krabbagágga í egnum landi: Krabbagágga í egnum landi: Krabbagággurutan: Havnin Akraberg Á síni ferð skal krabbagággan hjá Sosialinum liva fyri í mesta lagi 300 krónur um dagin. Fyri hesa upphædd skal hon gerast mett hvønn dag og helst sova undir føstum taki hvørja nátt, ásannandi at Føroyar ikki eru nakað tjaldingar- paradís. Krabbagággan er ókunnufólk mestsum alla aðrastaðni enn innanfyri ringvegirnar í Havn, og velur tí so ofta sum gjørligt fyriskipaðar útferðir framum at fara einsamøll til gongu. Ferðaseðla- og útferðaprísir verða ikki íroknaðar í tær 300 krónurnar, sum krabbagággan hevur at liva fyri, men hon fer at lata orð falla, um hesir tykjast henni ov dýrir, tí eisini her roynir hon at vera sparin. Krabbagággan hevur ongan bil, men tveir tumlar. So sært tú nakran standa í vegjaðaranum og veipa við tumlinum, kann tað væl vera okkara krabbagágga. Krabbagággan Tú kanst senda krabbagágg- uni uppskot og góð ráð um ferðamál og annað á teldu- post adressuni: krabbagaggan@sosialurin.fo Hjálp krabbagágguni Krabbagággan fær sær ein souvenir burturav gamla tærda Smyrli Grillbarrin "Aldan" læt tíverri ikki upp fyrr enn kl. 18, so krabbagággan fór svong heimaftur úr Sumba. Drekkamuður í Akrabergi Ferðamaður og dóttir hansara Syðsta hús í Føroyum Krabbagággan fer suðureftir Myndir: Høgni Heinesen Kunningardiskurin á Drelnesi C M Y K 14