mikudagur 28. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
»Choppari« til sølu
Ein av Føroya vakrastu motorsúkklum til sølu. Er
upprunaliga ein Suzuki Intruder VS1400, men er
sera nógv umbygd.Súkklan koyrir væl og er í sera
góðum standi.
Tlf. 229404
Miðflokkurin hevur
júst lagt uppskot fram
á ting um eykajáttan
á 492.000 krónur til
nógv umstrídda
musikkskúlan. - Vit
meta tað vera skeivt
at skerja á øðrum
økjum, og tí mæla vit
til eykajáttan, sigur
Jenis av Rana í
tíðindaskrivi
EYKAJÁTTAN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Tað fór eitt ramaskríggj
ígjøgnum landið, tá tað á
sinni var greitt, at fimm
lærarar og 200 næmingar
ikki longur kundu vera
virknir á musikkskúlanum
orsakað av vantandi pen-
ingi. Undirskriftir vórðu
savnaðar, sum avvarðandi
foreldur
handaðu
løg-
manni, og lesarabrøv í
rúgvuvís hava verið at sæð í
bløðunum frá fleiri síðum.
Lønarvøkstur svíður
Jógvan á Lakjuni, menta-
málaráðharri, ætlaði at
loysa trupulleikan við at
flyta 450.000 krónur frá
játtanini til listaskúlan á
Sandi og yvir til játtanina
til musikkskúlan, men hetta
noktaði Fíggjarnevndin.
Nú hevur formaður Mið-
floksins, Jenis av Rana, lagt
uppskot fram um eyka-
játtan til musikkskúlan við
tí grundgeving, at tað ikki
er rætt at skerja á øðrum
økjum.
Upphæddin, Miðflokk-
urin vil hava løgtingið at
samtykkja
til
musikk-
skúlan, er 492.000 krónur,
og sambært Jenisi er hetta
peningurin, musikkskúlin
skal hava fyri at varðveita
sama støði sum í fjør.
Í skrivi frá Miðflokkinum
verður greitt frá, at "eyka
fíggjarliga byrðan, sum
nýggju lønarsáttmálarnir
høvdu við sær, ger, at
musikkskúlarnir í verandi
fíggjarári tørva kr. 492.000
fyri at kunna veita somu
tænastu sum farna ár. Hetta
fer, um ikki eykajáttan
verður veitt, at hava við
sær, at 200 næmingar missa
frálæru teirra, nú skúlin
byrjar aftur, og 5 lærarar
verða sagdir úr starvi".
Drúgvur bíðilisti
1500 næmingar fáa í dag
frálæru á musikkskúlunum,
og fleiri túsund eru í bíði-
røð. Bert í Havn eru hesi
2500 í tali, og av hesum
2500 kundu tey 1200 byrja
frálæru beinanvegin, um
fíggjarligu møguleikarnir
vóru til hetta.
Í skipanini eru í løtuni 49
lærarastørv, svarandi til 35
størv fulla tíð. Upprunaliga
játtanin til musikkskúlar á
núverandi bráðfeingisfíggj-
arlóg er slakar sjey milli-
ónir, men henda upphædd
verður nú møguliga hækk-
að eina hálva millión, um
uppskotið hjá Miðflokkin-
um verður samtykt.
Eykajáttan til musikk-
skúlan í tingið
1500 næmingar eru á musikkskúlum kring landið
Bert í Havn eru 2500 fólk í bíðirøð
49 lærarar eru tengdir at musikkskúlunum
Harav eru 35 lærarar fulla tíð
Upprunaliga játtanin til musikkskúlarnar
er 6.946.000 kr
FAKTA
Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, metir tað ikki vera rætt at flyta pening frá einari játtan til aðra, og tí hava hann og floksfelagar lagt uppskot fram um
eykajáttan til Føroya Musikkskúla
Á ólavsøku verður serstøk
framsýning í Margarin-
fabrikkini. Missiónsfelags-
skapur í Føroyum stendur
fyri tiltakinum at lýsa
andalig virðir, sum vit eiga
og hava havt upp ígjøgnum
øldir í landi okkara. Nomið
verður við ymisk øki s.s.
familjuna, trúðbótina, til-
feingi og annað. Fyrireikar-
nir uppliva tað hugvekjandi
og mennandi at hava arbeitt
við hesum, og sum ein av
teimum segði tað:
- Eg havið ikki bert fyngi
uppfríska mína søguvitan,
men lært nógv nýtt um mítt
egna land, siðir okkara og
tann týdning, trúgvin á Gud
hevur havt upp ígjøgnum
tíðirnar.
Endamálið hjá fyrireikar-
unum við framsýningini er
at lýsa og minna á hetta
grundarlag sum lagt er.
Margarinfabrikkin, sum er
karmur um framsýningina,
er sera væl egna til hetta, tí
har er bæði rúmsátt og ljóst
inni.
Opið er flestu dagarnar
frá 15:00 til 22:00. Lýsing
stendur í
Ólavsøkuskránni. Fyri-
reikarar siga seg vóna og
trúgva, at vitjandi koma at
fáa eitt hugtakandi upp-
livisi. Høvi verður eisini til
at keypað sær ein kaffi-
munn.
Nú er nýggj bók komin á
marknaðin. Heitið er "Før-
oyatraga, Rannsóknin og
onnur útvald smáverk", og
høvundurin
er
Agnar
Jógvansson, og inniheldur
hon bæði yrkingar og
prosa. Hon er 70 blaðsíður
til longdar og fæst í H.N.
Jacobsens bókhandli og í
bókasøluni í SMS, og
kostar hon 50. Eisini fæst
hon eftir umbøn við at
venda sær til høvundan
sjálvan á teldupostadressu
ni agnar_j@hotmail.com
Agnar Højgaard við nýggjari bók
Andaligur mentunararvur á Margarinfabrikkini
16
Nr. 142 - 28. juli 2004
Nr. 142 - 28. juli 2004
17
Ólavur Presley and
his Dirty Rag Rags
fara at spæla á Summ-
ar Festivalinum í
Klaksvík. Høvuðs-
maðurin í bólkinum
lovar eitt lívligt og
festligt show, nú bólk-
urin fer at spæla fyri
fyrstu ferð í fimm ár
FESTIVALUR
Gloym alt um nútíðar rock,
rapprock, grunge, punk og
hiphop.
Nú koma teir orginalu
orginalarnir afturíaftur.
Teir eru bæði politiskir
og ókorrektir.
Føroya svakast orkestur
spælir á Summar Festivali-
num í Klaksvík.
Ger so væl, Ólavur Pres-
ley and his Dirty Rag Rags!
Tað eru liðin fimm ár,
síðani teir seinast spældu.
Tað var til ólavsøkukon-
sertina, tá ið teir fingu alt at
kóka í Kommunuskúla-
garðinum. Tey mongu fólk-
ini stóðu púra býtt og
gløddu, tá ið bólkurin kom
á pallin, tí eingin visti rætti-
liga, hvat tey skulu væntað,
men tá ið Ólavur Presley og
hansara menn fyrstu høvdu
sett gongd í, vóru hvørki
teir ella áhoyrararnir til at
steðga aftur.
Eitt ordans show
Bólkurin hevur sín uppruna
á tí, sum varð kallað Klaks-
víkar Beat Festivali í 1972.
Tá spældu teir í Atlantis
Bio, og seinni spældu teir
eisini til aðrar konsertir.
Framførslurnar hjá Ólavur
Presley and his Dirty Rag
Rags eru tiltiknar. Teir
dugdu sum fáur at seta lív í
áhoyrarafjøldina, og stund-
um var eisini okkurt púra
óvæntað á skránni.
Men hvat skulu fólk so
vænta frá bólkinum anno
2004.
- Vit eru kendir fyri at
hava eitt gott show, og tað
ætla vit okkum at liva upp
til, sigur Ólavur Klakk,
sum í hesum samanhangi
gongur undir navninum
Ólavur Presley.
Bólkurin hevur nógvar
stuttligar sangir at taka - t.
d. Mín Dingeling, Lambið
sigur mæ, Ein nátt við tær
og Fepur.
Alt hetta og annað gott
verður at hoyra, tá bólkurin
fer at spæla á Summar
Festivalinum í Klaksvík.
Gekkur spælir bass
Menninir,
sum
manna
Ólavur Presley and his
Dirty Rag Rags, eru kendir
og royndir tónleikarar.
Ólavur Klakk er tann lív-
ligi oddamaður, sum við
sínum sangi og skráli hevur
sett nýggjar normar fyri
framførslu á føroyskum
palli.
Afturat sær hevur hann
Rudolf Joensen, sum tey
flestu munnu kenna sum
vertin í Gekkinum, Son-
hard Johannesen, sum er
royndur
trummuspælari,
Eliesar í Pálsstovu, sum er
gittarspælari, Hanus G.
Johansen, sum fólk helst
kenna sum framúr vísu-
sangara, og so yngsta mann
í bólkinum, Johannes Poul-
sen, sum spælir klaver.
Bólkurin hevur longu
vant fleiri ferðir, og teir
ætla sær at vera væl fyri, tá
teir fara á pallin í Klaksvík.
- Eg haldi, at vit eru við
at blíva gamlir, tí nú venja
vit langt áðrenn, vit skulu
spæla, vit stemma ljóðfør-
ini, og vit spæla í sama
duri, sigur Rudolf Joensen.
Og so er at vóna, at fólk
verða heit - um ikki fáa fep-
ur - tá Ólavur Presley og
hansara menn fara at spæla
lívligan rock ´n roll á
Summar Festivalinum, sum
verður hildin í døgunum frá
12. til 15. august.
Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags fara at seta futt í Summar Festivalin í Klaksvík. Manningin í bólkinum er frá vinstru:
Eliesar í Pálsstovu, Johannes Poulsen, Ólavur Klakk, Sonhard Johannesen og Rudolf Joensen. Hanus G. Johansen spælir eisini við,
men hann var burturstaddur, tá myndin var tikin
»Choppari« til sølu
Ein av Føroya vakrastu motorsúkklum til sølu. Er
upprunaliga ein Suzuki Intruder VS1400, men er
sera nógv umbygd.Súkklan koyrir væl og er í sera
góðum standi.
Tlf. 229404
C
M
Y
K
17
16