Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 142 - 28. juli 2004 Nr. 142 - 28. juli 2004 19 Í gjár fór Anne Grete Mikkelsen til hung- ursrakta Darfur- umráðið í vestara parti av Sudan. Vit hittu Onnu Gretu í telefonini, beint áðrenn hon fór avstað LÆKNAR UTTAN LANDAMØRK Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Komandi seks mánaðirnar skal fyrrverandi lækna- stjórin, Anne Grete Mikkel- sen, leiða barnadeildirnar og deildirnar fyri internt medisin á einari av deild- unum hjá Læknum uttan Landamørk í býunum Sarfir Umra og Birka Sayra í norðrara parti av Darfur. Anne Grete sigur, at hon síðani í november hevur gjørt seg til reiðar til hetta starvið við eitt nú at hava verið í Svøríki og endurút- búgvið seg. Hon sigur, at hon altíð hevur verið áhugað í hu- maniterum arbeiði og tí gleðir seg at sleppa í gongd við hetta sera spennandi og meiningsfylta arbeiðið. Anne Grete kom til Før- oya, tá hon varð sett í starv sum læknastjóri við Sjúkra- húsverkið. Men stólurin har gjørdist heitari, enn hon hevði droymt um, og í fjør heyst pakkaði Anne Grete sekkin og fór aftur til Dan- markar. Tað var hon ómetaliga kedd um, tí henni dámdi so avbera væl í Føroyum. - Eg ynski ikki at minnast tað keðiliga, men bara at goyma tey góðu minnini, eg havi um tíðina í Føroy- um, sigur hon. Hon fekk løn eina tíð eftir, at hon var farin úr starvi, og ta tíðina og pen- ingin hevur hon nýtt at endurútbúgva seg til tað arbeiði, sum hon nú fer undir. MSF hevur síðani de- sember í fjør virkað í Dar- fur, har tey 100 altjóða- og 2000 sundanensisku hjálp- arfólkini geva heilivág og føði til tey meira enn 600.000 innanhýsis flótta- fólkini. Í løtuni eru meira ein millión burturrikin sudan- esisk flóttafólk í Darfur, og um 190.000 sudanesisk flóttafólk eru farin um markið til grannalandið, Tshad. Umframt at taka sær av niðurundirkomnum børn- um, viðgera læknarnir hjá MSF eisini offur fyri harð- skapi og neyðtøkum. Anne Grete Mikkelsen er fødd og uppvaksin í Ring- købing. Hon tók lækna- prógv í Århus 1970. Fekk serlæknaviðurkenning í tí, sum rópt verður "intern medisin", í 1981. Í 1991 tók hon við sum yvirlækni á Faaborg sjúkra- húsi, og í 1993 gjørdist hon administrerandi lækni har. Í 2000 varð hon sett í starv sum læknastjóri við føroyska sjúkrahúsverkið og starvaðist har, til hon í fjør heyst fór niður aftur til Danmarkar. Anne Grete Mikkelsen til hungursrakta Darfur Anne Grete Mikkelsen var ómetaliga kedd, tá hon mátti fara úr Føroyum, tí henni dámdi so avbera væl her. – Eg ynski ikki at minnast tað keðiliga, men bara at goyma tey góðu minnini, eg havi um tíðina í Føroyum, sigur hon. Í gjár fór hon til hungursrakta Darfur-umráðið í vestara parti av Sudan í starv sum leiðari á deildum hjá felagsskapinum Læknar uttan Landamørk Ólavsøkuaftan skipar Friðarbogin fyri konsert í Grasagarði, har løgmaður eisini fer at halda røðu KONSERT Tíðindaskriv Ólavsøkuaftan, beint eftir kappróðurin, kunnu fólk leita sær niðan í Grasagarð, har Friðarbogin, felagið hjá teimum sam- og tvíkyndu, skipar fyri eini rokkkon- sert. Í Grasagarði verður eisini kafé, tombola og Friðar- bogin hevur ymiskt til sølu, eitt nú t-troyggjur, lykla- ringar og pennar. Tiltakið byrjar klokkan 18 og hildið verður á til á midnátt. Klokkan sjey heldur løgmaður røðu. Bólkarnir, ið framføra eru: The Story Ends Hatespeech Sic Zink Makrel Mc Hár - Vit eru sera glað um, at Jóannes Eidesgaard hevur játtað at halda røðu til kon- sertina. Hetta er eitt slag av váttan um, at Friðarbogin verður góðtikin sum eitt seriøst felag, ið arbeiðir við viðurskiftunum hjá sam- og tvíkyndum her á landi. Samstundis er hetta ein váttan um, at tað er OK at vera øðrvísi, sigur Tina K. Jakobsen, forkvinna í Frið- arboganum. Friðarbogin vónar, at nógv leita sær oman í Grasagarð, og at fólk hugna sær. Konsertin er ókeypis, eisini ber til at tekna seg sum lim ella stuðulslim í felagnum. Løgmaður heldur røðu fyri samkyndum TÍÐINDASKRIV Frá Seglinum Sunnudagin 18. juli varð siglt á Kaldbaksfirði. 25 bátar luttóku. Veðrið var at kalla ov gott til sigling. Tá segl vórðu sett, datt lotið burtur. Stundum ein ond undan, men so ein kild ímóti. Bátanir høvdu hug at treiskast, og tá 3 tímar vóru farnir, vóru at kalla allir komnir á mál. So var farið til vælbúgvið borð í skúlanum í Kaldbak. Teir fyrstu 17 bátanir vóru: Nr. Bátur Manning Bygd 1 Leivur Petur Petersen Kollafjørður 2 Hoyvíksbáturin Egil Simonsen Hoyvík 3 Niels í Nesinum Alfred Gullbein Havn 4 Falkurin Kári Hansen Strendur 5 Ternan Kári Borgarklett Hósvík 6 Nón Agnar Olsen Hósvík 7 Birgishamar Esmar Petersen Kollafjørður 8 Miðgerð Arngrím Petersen Kollafjørður 9 Elisabeth Símun Olsen Vestmanna 10 Helga Kaj Johannesen Kaldbak 11 Góðadalsbáturin Eli Joensen Leirvík 12 Kristian á Fløtti Kristian Sivertsen Funningur 13 Búgvin Per Mikkelsen Strendur 14 Kollsteinur Mikkjal Hansen Hósvík 15 Sildin Jónsvein Mikkelsen Toftir 16 Vinur Anfinnur Mikkelsen Leirvík 17 Luddi Karl Thomasen Kollafjørður Siglingin á Kaldbaks- firði 18. juli C M Y K 19 18