Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 142 - 28. juli 2004 Nr. 142 - 28. juli 2004 21 Kjartan Hoydal nevndarformaður Atlants Kolvetni. kjartanh@petroleum.fo Tey fyrstu 4 árini Tann langtíðarætlan stig- takararnir í Atlants Kol- vetni hugsaðu sær eydnað- ist sera væl. At nýta olju- virksemið undir Føroyum til at skapa eina lopfjøl inn í altjóða oljuvinnu, í fyrsta umfarið bretsku, og menna Atlants Kolvetni til eitt altjóða oljufelag, sum varð ført fyri at lyfta tær stóru uppgávurnar í samband við víðari menning av olju- vinnuni undir Føroyum Eftir at hava havt sam- band við flestu av teimum oljufeløgunum, sum høvdu áhuga í at fara undir leiting eftir kolvetni undir Føroy- um, eydnaðist tað longu í 1999 at fáa ein góða avtalu við Faroes Partnership (Amerada Hess, British Gas og Dong). Árið eftir fekk hetta samtak leitiloyvi nr. 1 í fyrsta útbjóðingar- umfarinum undir Føroyum. Longu árið eftir aftur, 19. november 2001, eydnaðist tað við fyrstu boring at finna: ....at týðandi nøgdir av kolvetni vóru í føroysku undirgrundini. Rakt varð við eina uml. 170 metra tjúkka kolvetnisberandi sandsteinsflá á gott 4.000 metra dýpi. Umráðandi var nú at finna fram til víddina í hesi sandsteinsflá, so avgerast kundi um tað loysti seg at fara undir framleiðslu. Úrslitið frá einum brunni enskumegin árið eftir var, at funnar vóru fleiri kol- vetnisberandi sandsteins- fláir, men samband tyktist ikki vera ímillum sand- steinsfláirnar í hesum brunninum og brunninum føroyskumegin. Síðani eru nýggjar seismiskar kann- ingar gjørdar og úrslitini av teimum vera helst klár august-september 2004. Seinastu 3 árini Spenningurin í Føroyum um møguleikarnir fyri ein- ari nýggjari stórari til- feingisvinnu hevur verið stórur og tolið hevur kanska ikki verið so stórt at bíða eftir at fáa at vita nær oljan rennur undir Føroy- um. Eftir Marjun fundin 19. november 2001 hildu ivaleyst nógv at vit høvdu rakt á, og tað fór at ganga skjótari enn kanska onkur hevði væntað. Størsta týdning fyri eina avgerð um at fara undir framleiðslu undir Føroyum hevur sjálvandi metingin av viðurskiftunum undir Før- oyum, meting av møgu- leikum og váða, men líka stóran týdning hava viður- skifti uttanífrá. Oljuprís- urin? Hvussu eru váði og møguleikar undir Føroyum sammettir við viðurskifti í øðrum pørtum av heimin- um? Metingarnar eru eisini bundnar at gongdini á Atlantsmótinum yvirhøvur. Nógvar ymiskar mein- ingar eru um hesar spurn- ingar, men eitt tykjast at kalla allir serfrøðingar samdir um, at oljufeløgini hava tørv av at finna nýggjar møguleikar at hava niðurfyri fyri at kunna nøkta eftirspurningin eftir olju, sum bara veksur og veksur. Teir leitimøguleik- ar, sum vit vita um, og teir fundir, sum ikki enn eru farnir at framleiða, verða ikki mettir at kunna nøkta hendan tørv. Atlants Kolvetni hevur, samstundis sum arbeitt hevur verið við Marjun fundinum, keypt seg inn í ensk loyvi, sum eru komin fram móti framleiðslu og í somu gongd fingið sam- starv við 8 altjóða oljufeløg aftrat teimum trimum í Faroes Partnership. Roynt verður alla tíðina at keypa seg inn í fram- leiðandi oljuloyvi, men høgi oljuprísurin í løtuniger hetta heldur torført. Sama tíðarskeið hevur felagið arbeitt við fígging, við at tekna meira parta- pening, kanna møguleikar hjá íløgubankum og øðrum fyri víðari fígging og kapi- tali yvirhøvur. Samtyktin á aðalfundinum í juni 2004 um at normalisera felagið við at avtaka regluna um at bert føroyingar, sum búgva í Føroyum, kunnu tekna partapening ella seta pen- ing í felagið og at heimila nevndini at tekna nýggjan kapital setir skjøtul á. Felagið hevur síðani 1998 arbeitt við sera lítlari manning fyri at halda kostnaðarstøðið so lágt sum gjørligt inn til inntøkur frá oljuni fara at koma inn í felagið. Hetta hevur noytt felagið til at skapa eitt net av ráðgevandi feløgum og royndum serfrøðingum, sum tryggja tað neyðuga vitanargrundarlagið fyri at taka avgerðir, uttan at neyð- ugt hevur verið at nógv fólk í fast starv. Hetta merkir at Atlants Kolvetni við lítlari manning kann sita við borðið saman við stórum oljufeløgum við stórum tali av starvsfólki. Hvar eru vit nú við- víkjandi oljuvinnu á føroyskum øki? Eg havi loyvt mær at før- oyska tað samanfating leiðarin á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu, hevði á oljuráðstevnuni í mai í ár: Um vit byrja við jarð- frøðini í økinum er breið semja um at vit hava oljugoymslur, stórar nøgdir av sandi eru funnar, ym- iskar í dygd og við ym- iskum uppruna. Nýggj sløg av leiti- myndlum eru skotin upp. Fara vit víðari til møgu- leikarnir undir basaltinum so hevur tað verið ein søgn leingi, at tað ikki ber til at kortleggja botnsig, sedi- ment, undir basaltinum. Eg haldi tað ikki vera ov nógv sagt at kanningar seinastu árini og úrslit løgd fram á stevnuni vísa at tað ber til at kortleggja undir basalt- inum. Tað er ein avbjóðing, men myndin klárnar. Viðvíkjandi kolvetnis- skipanum legði eg til merk- is, at luttakararnir á stevn- uni tóktust vera á einum máli um, at virkin kol- vetnisskipan er at finna á føroyskum øki. Kelda, "køkur" og flyting virka. Seinast er tað av týdn- ingi, at kanningar eru lagd- ar fram sum meta um leiti- møguleikar, sum - sjálvt varisliga mettar - eru týð- andi. Hetta sigur mær, at vit hava allar partar sum tørvur er á í einum úrslitagóðum kolvetnisøki. Vit hava keldugrót, sum framleiðir olju og gass, flyting fer fram, oljugoymslur eru at finna og vit havi fleiri møguleikar fyri fellum. Sjálvandi eru váðar, men støðan kann samanfatast við orðunum hjá einum leitingar jarðfrøðingi, sum vitjaði jarðfrøðisavnið: Vit vita, at stórar nøgdir av kolvetni eru til og skapast í hesum økinum, so talan er um at finna felluna og bora hana. Niðurstøða Hvussu skjótt menningin fer fram undir Føroyum ávirkar ikki beinleiðis ætlanirnar hjá Atlantic Petroleum at menna felagið til eitt fullbúgvið føroyskt oljufelag tí felagið eisini útvegar sær loyvir á bretsk- um øki. Hesi loyvini eru neyðug fyri at Atlants Kolvetni kann mennast og spjaða tann váðan, sum altíð er í oljuvinnuni. Vit satsa ikki alt upp á eitt loyvi, vit spjaða váðan við vera fleiri staðni. Nýggju ognirnar eru ætlaðar at verða grundar- lagið undir einum sterkum føroyskum oljufelag, sum javnvigar ímillum leitiøki, øki undir útbygging og framleiðandi øki. Stovnanin av Atlants Kolvetni í februar 1998 var nýskapandi upp á fleiri mátar. Ein bólkur av sterkum vinnulívsfyritøkum avgjørdi at taka spurningin um oljuvinnu í egnar hendir, heldur enn at lata hann yvir til landsins myndugleikar einsamallar. Hesin sami bólkur sá í oljuvinnuni ein møguleika fyri fjølbroytni í føroyskum vinnulívi og at skapa virði í einari nýggjari vinnu, sum kundi nýtast til at menna føroyskt vinnulív yvirhøvur. Í hesum tiltaki lá eisini ein vilji til finna fram til samstarv við útlendsk feløg, stór altjóða feløg við royndum í oljuvinnuni. Peningurin til virksemið hjá nýggja felagnum - og talan var um stórar upphæddir í føroyskum høpi - skuldi fáast við at tekna partapening í Føroyum og møguligt skuldi vera hjá einum og hvørjum føroyingi, búsitandi í Føroyum, at tekna parta- pening. At taka stig í vinnulívinum uttan at bíða eftir politisku myndugleikunum, at hugsa nýskapandi fyri at skapa fjølbroytni, at finna samstarvsfelagar í útlondum og at finna nýskapandi fíggingarhættir, sum spjaða váðan, eru spurningar, sum føroyskt vinnulív yvirhøvur komandi árini má taka støðu til. P/F Atlantic Petroleum - Atlants Kolvetni - nýskapan og langtíðarsjónarmið í føroyskum vinnulívi Kjartan Hoydal, nevndarformaðurí Atlantic Petroleum Mynd: Jens Kristian Vang Spenningurin í Føroyum um møguleikarnir fyri einari nýggjari stórari tilfeingisvinnu hevur verið stórur og tolið hevur kanska ikki verið so stórt at bíða eftir at fáa at vita nær oljan rennur undir Føroyum. Eftir Marjun fundin 19. november 2001 hildu ivaleyst nógv at vit høvdu rakt á, og tað fór at ganga skjótari enn kanska onkur hevði væntað Mynd: Jens Kristian Vang Føroyska oljufelgið fer í hesum árinum at lata upp fyri nýggjari tekning av partapen- ingi uppá 30 milliónir kr. og sum nakað nýtt verður eisini møgu- leiki hjá útlendingum at seta pengar í felagið OLJUVINNA Jan Müller Føroyska oljufelagið P/F Atlantic Petroleum legði á ársaðalfundi felagsins týs- dagin 22. juni roknskapin fyri 2003 fram. Úrslitið vísir eitt yvirskot uppá góð- ar 426 túsund krónur áðr- enn skatt. Virksemið hjá felagnum í 2003 hevur fyri tað mesta verið í Onglandi, har fe- lagið rættuliga hevur fingið gongd á virksemið. Atlantic Petroleum P/F tekur í løtuni lut í føroyska leitiloyvi 001. Harafturat luttekur felagið - umvegis enska dótturfelagið - í fimm loyvum í enska part- inum av Norðsjónum. Trý av hesum loyvum fara at framleiða í næstum, tað fyrsta eftir ætlan longu komandi ár ella í 2006. Í útbyggingartíðarskeiðnum verða felagsins fíggjarligu skyldur munandi størri enn nú, og tí verður neyðugt at hækka kapitalin í næstum. Á aðalfundinum varð heim- ild givin til at fremja eina kapitalhækking innan árs- lok 2005. Felagið hevur havt tvær kapitalhækkingar síðan stovnan, eina í 1998 og eina í 1999. Partapen- ingurin er í løtuni DKK 46.250.000. Ein týðandi broyting hendi við felagnum á aðal- fundinum við tað, at við- tøkurnar vórðu broyttar soleiðis, at nú kunnu út- lendingar gerast partaeig- arar á líkafóti við føroying- ar. Wilhelm Petersen stjóri sigur, at henda avmarkingin - at bert føroyingar kunnu vera partaeigarar - hevur verið trupul at umsitið, og fegnast um at adalfundurin hevur tikið undir við upp- skotinum frá nevndini um broytingina. Kapitalhækking Atlantic Petroleum hevur ment seg munandi seinastu árini, so nú er ein kapital- hækking neyðug. Á aðal- fundinum fekk felagið heimild til at hækka parta- peningin við DKK 30.000.000. Kapitalhækk- ingin verður framd tíðliga í heyst í ár. Ætlanin hjá føroyska oljufelagnum hevur frá byrjanini verið miðvíst at brúka føroysku oljuvinnuna sum lopfjøl til at finna hóskandi vinnumøguleikar uttan fyri Føroyar. Luttøka í einum føroyskum leitiloyvi skuldi geva felagnum neyð- uga trúvirðið til at gerast partur av oljuvinnuni úti í heimi. Síðani skuldi felagið mennast fíggjarliga og førleika-mennast sum liður í víðari fyrireikingum til komandi virksemi á før- oyskum oljuøki. Felagið skuldi mennast til eitt sterkt føroyskt oljufelag, sum javnvigaði ímillum leitiøki, øki undir útbygging og framleiðandi økir. Atlantic Petroleum var í 2003 í seks samtøkum, sum telja tilsamans 12 ymisk altjóða oljufeløg, hetta hevur givið felagnum eina munagóða atgongd til vinnuna: Sí talvu niðanfyri. Í ensku loyvunum eigur Atlantic Petroleum gott fimm milliónir føt av olju. Hetta er gott tvær ferðir árligu oljunýtsluna hjá øll- um Føroyum. Tá fram- leiðslan frá hesum feltum verður upp á sítt hægsta, fer hon at geva Atlantic Petrol- eum góð 3.000 føt um dagin. Virksemið hjá Atlantic Petroleum í ár 2004 verður væntandi væl størri enn undanfarin ár. Virksemið í sambandi við metingina av føroyska fundinum og víð- ari kanningar í hesum sam- bandið ensku megin markið heldur áfram. Ein leiti- brunnur skal eftir ætlan borast í loyvi P.1027 í august 2004. Hetta verður triði brunnur, ið verður boraður WOS í ár. Hesin brunnur verður boraður saman við BG og DONG. Samtakið hevur góðar vón- ir til henda brunn. Arbeitt verður í løtuni við at leggja til rættis útbygg- ingina av Chestnut og Perth. Ætlandi verða rør- leiðingar frá hesum feltum knýtt at feltum í økinum. Etrick kemur ætlandi í framleiðslu eftir at Buzzard byrjar at framleiða, ætlandi í 2006 - 2007. Loyvini hjá Atlantic Petroleum eru víst á niðanfyristandandi mynd- um. Atlantic Petroleum luttók í ensku runduni, ið endaði 3. juni í ár. Hesi loyvi verða ætlandi givin í august í ár. Næsta føroyska rundan, ið opnar í august í ár, verð- ur næsta avbjóðingin hjá felagnum. Tað hepnaðist sera væl í fyrstu føroysku runduni at gerast partur av einum sterkum samtaki, og sum skilst er hetta eisini ætlanin nú. Bording av Bedlington Atlantic Petroleum fer at luttaka í borðingini av so- kallaða Bedlington pro- spektinum í blokki 294/21, skamt frá føroyska markin- um í august. Felagið hevur góðar vónir til henda brunn. Tað er boripallurin Eirik Raude hjá Ocean Rig, ið skal bora henda brunn. Eftir ætlan verður byrjað at bora um miðjan august. Eirik Raude er ein nýggjur boripallur, ið er gjørdur til djúpt vatn og "hart" hav- umhvørvi. Atlantic Petroleum mennist í enskum øki Føroyskt øki Teigur / Block 6005/20,25 & 6004/16, Marjun Amerada Hess, fyristøðufelag/operator 42.957 British Gas 39.960 DONG 16.983 P/F Atlantic Petroleum 0.100 (option to 5.000) Bretskt øki Teigur / Block 204/21, P.1027 Amerada Hess, fyristøðufelag/operator 42.570% British Gas 39.600% DONG 16.830% Atlantic Petroleum UK Ltd. 1.000 (option to 2.50%) Teigur / Block 204/16 & 176/20, P.1029 Amerada Hess, fyristøðufelag/operator 42.570% British Gas 23.600% DONG 16.830% Premier Oil 16.000% Atlantic Petroleum UK Ltd. 1.000 (option to 2.50%) Teigur / Block 15/21a,b,c,d, Perth EnCana, fyristøðufelag/operator 42.084 PetroCanada 43.333 Kerr McGee 10.833 Atlantic Petroleum UK Ltd. 3.750 Teigur / Block 22/02, Chestnut Venture, fyristøðufelag/operator 69.875 Bow Valley 15.125 Atlantic Petroleum UK Ltd. 15.000 Teigur / Block 20/02a & 20/03a, Ettrick Encana, fyristøðufelag/operator 35.704 / 22.050 Bow Valley 11.752 / 14.281 Roc Oil 12.308 / 14.281 Svenska Petroleum 7.350 / 9.800 Enterprise 24.617 / 28.563 Atlantic Petroleum UK Ltd. 8.269 / 11.025 C M Y K 21 20