Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 22 Nr. 142 - 28. juli 2004 Biskupur burturfluttur Katólskir kirkjuleiðarar í Kolombia siga, at ein vinstrasinnaður uppreistrarfelagsskapur hevur burtur- flutt ein av teirra biskuppum. Misael Vacca var staddur í einum fjallalendi við býin Paya sunnudagin, tá nakrir menn tóku hann. Burturflytararnir tóku eisini ein prest, sum var í ferðalagi við biskuppinum, men hann varð seinni latin leysur. Teir katólsku kirkjuleiðararnir vilja vera við, at burturflytararnir eru limir í tí vinstrasinnaða felagsskapinum ELN. Eitt skifti var ein prestur for- maður í felagsskapinum. Katólska kirkjan í Kolombia hevur fleiri ferðir roynt seg sum semingsmann í stríðnum ímillum stjórnina og uppreistrarfelagsskapirnar. Kortini eru fleiri prestar vorðnir burturfluttir, skrivar Reuter. Skulu arbeiða í frítíðini Ráðharrarnir í fronsku stjórnini hava eins og øll onn- ur rætt til summarfrí, men hesaferð hevur Jacques Chirac, forseti boðað ráðharrunum frá, at í ár verður summarfrítíðin stutt, og harafturat eiga ráðharrarnir at arbeiða í frítíðini. Sambært tíðindastovuni AP stúrir forsetin fyri, at Frakland verður rakt av einari hitabylgju sum seinasta summar. Tá doyðu 15.000 fólk av tí nógva hitanum, og stjórnin var fyri hvøssum atfinningum, tí at ráð- harrarnir hildu summarfrí, meðan fólk doyðu frá hond. Sjálvur var Chirac í Kanada seinasta summar, meðan ringast stóð til. Men hetta skal eftir øllum at døma ikki endurtaka seg í ár. Talsmaðurin hjá stjórnini í París, Jean- Francois Cope, sigur við AP, at í ár verður summar- frítíðin hjá ráðharrunum stutt. Hann sigur eisini, at teir flestu ráðharrarnir hava gjørt av at halda frí í Fraklandi í ár heldur enn at fara av landinum. Forseti lagdur undir svik Ein fyrrverandi ráðgevi hjá forsetanum í Peru vil vera við, at Alejandro Toledo, forseti hevur tikið ímóti um- leið 30 milliónum krónum í mutri. Í samrøðu við eitt blað sigur fyrrverandi ráðgevin, at forsetin fekk pengarnar frá einari fyritøku sum samsýning fyri, at hann hevði hjálpt fyritøkuni. Eitt nú skal forsetin hava fingið 12 milliónir krónur frá bryggjarínum Bavaria, tí tað slapp at keypa tað ein- asta bryggjaríið í Peru fyri tveimum árum síðani. For- setin vísir skuldsetingunum aftur. Hann sigur, at hann er sinnaður at almannakunngera øll síni fíggjarvið- urskifti, sum almenningurin kann síggja, at hann er ósekur. Alejandro Toledo, sum er av indianskum uppruna, vann forsetavalið í Peru í 2001, tí hann lovaði fólkinum at gera enda á tí umfatandi svikinum í almennu umsitingini. Men áhaldandi skuldsetingar um svik hava fingið mong til at venda forsetanum bakið. Sambært teirri seinastu meiningakanningini halda bara átta rposent av veljarunum, at hann er ein góður forseti. Kinesarar á Svalbard Seinastu tíðina hava kinesarar arbeitt við at byggja eina rannsóknarstøð á Svalbard, og í dag verður hon tikin í nýtslu. Á støðini er pláss fyri 18 fólkum, men roknað verð- ur við, at 11 vísindafólk fara at arbeiða á støðini. Tey skulu millum annað kanna djóra- og plantulívið á Svalbard og broytingar í ísviðurskiftunum. Eisini ætla kinesarar at brúka støðina til ymsar kanningar í atmosferuni. Norsku myndugleikarnir eru sera fegnir um, at Kina hevur valt at brúka Svalbard sum vísindaliga kanningarstøð. Sagt verður, at tað hevur alstóran týdning, at eitt stórveldi sum Kina fer at brúka Svalbard til vísindaligar kanningar, og at hetta uttan iva fer at økja áhugan fyri tí, sum hendir har. Frammanundan eru níggju rannsóknarstøðir á Svalbard, og tær hava boðið sær til at samstarva við ta kinesisku rannsóknarstøðina, sum er í Ny-Ålesund. UTTAN ÚR HEIMI Vit kunnu longu nú venja okkum við tann høga oljurprísin, tí prísurin fer ikki at fella stórvegis tey næstu árini OLJUPRÍSURIN Árni Joensen: fartekst@mail.dk Teir seinastu dagarnar hev- ur oljuprísurin á altjóða marknaðinum ligið um 40 dollarar fyri tunnuna. Norðsjóvaroljan kostaði 39,77 dollarar mánadagin, men olja úr USA lá oman fyri 41 dollarar. Enn bendir einki á, at prísurin fer at fella stór- vegis í bræði, og serfrøð- ingar siga, at vit skulu venja okkum við, at oljan verður dýr fleiri ár afturat. Øivind Munthe-Kaas hjá Norwegian Oil Trading sig- ur við Aftenposten, at keypir tú olju í dag og vilt hava hana í 2008, mást tú gjalda meiri enn 30 dollarar fyri tunnuna, og so høgur hevur langtíðarprísurin ikki verið fyrr, sigur hann. Sjálvur væntar hann, at verandi prísur fer at fella eitt sindur, soleiðis at hann kanska kemur niður á 35 dollarar. Men tað er fram- vegis ein sera høgur prísur, sigur Øivind Munthe-Kaas. Tað eru fleiri orsøkir til, at oljan er so dýr. Eitt er tann sera stóri eftirspurn- ingurin í Kina, men eftir- spurningurin er eisini stór- ur í Evropa, USA og í fleiri av OPEC-londunum. Har- afturat er tað trupult hjá oljufeløgunum at økja sínar bensingoymslur, og tað hevur gjørt, at bensinið er sera dýrt nógvastaðni og serliga í USA. Oman á hetta kemur so vandin fyri yvirgangi og trupulleikarn- ir í Irak. Herfyri gjørdi Saudi- arabia av at økja sína olju- framleiðslu fyri at tálma príshækkingini. Sambært Øivind Munthe-Kaas fram- leiðir Saudiarabia nú 9,5 milliónir tunnur um dagin, soleiðis at tann dagliga framleiðslan hjá OPEC- londunum er oman fyri 30 milliónir tunnu. Men eftir- spurningurin svarar til 80 milliónir tunnur um dagin, og í oktober ársfjórðingi verður hann ætlandi umleið 83 milliónir tunnur, sigur Øivind Munthe-Kaas við Aftenposten. Hann leggur afturat, at marknaðurin er sera við- brekin í løtuni, og at sjálvt tað minsta óhappið kann senda bensinprísin upp ígjøgnum. Í høvuðsstaðnum í Bangladesh, Dhaka, noyðast túsundtals fólk at rógva til arbeiðis, tí ein stórur partur av býnum stendur undir í vatni VATNFLÓÐ Árni Joensen. fartekst@mail.dk Bangladeshar eru vanir við nógv regn og vatnflóð hesa tíðina á árinum, men vatn- flóðin í ár er tann ringasta í fimtan ár, og veðurmennin- ir siga frá uppaftur meiri regni. Ringast stendur til í sjálvum høvuðsstaðnum. Umleið tíggju milliónir fólk búgva í Dhaka, og hildið verður, at eini 100.000 hava leitað sær skjól á bjargingarstøðum í býnum. Ein triðingur av býnum stendur undir í vatni, og tey, sum hava arbeiði, noyðast at ferðast aftur og fram í smáum bát- um. Nógv eru rýmd úr hús- unum, tí tey standa undir í vatni. Drekkivatn er næstan einki, og hjálparfelagsskap- ir siga, at stórur vandi er fyri hungri og sjúkum. Matvørustovnurin hjá ST, WFP, segði í gjár, at støðan verður uttan iva verri í august, tí tá fer tað at fløða í Bengalvíkini. Tað fer at gera, at tað nógva vatnið sleppur ikki til havs, og so verður vatnflóðin so mikið størri. Higartil hevur vatnflóðin í Bangladesh kravt umleið 250 mannalív. Vatnflóðin hevur eisini rakt stór øki í indska lands- partinum Bihar, har umleið 450 fólk eru druknað. Milliónbýur stendur undir í vatni Oljan verður eisini dýr tey næstu árini Hesin maðurin hevur funnið sær ein flaka at rógva á, so hann kann sleppa til arbeiðis Øll 10-mannaførini fara út undir Argja- høvda í vónini um, at teir skulu vinna í dag. Allir halda, at vónin kann gerast til veru- leika, og allir hava Nólsoyingin sum favoritt at vinna FM heitið 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Allar seks manningarnar, sum um hálvgum fimm tíðina í dag fara út undir Argjahøvda at gera klárt til ársins síðsta FM róður, gera tað í vónini um, at tað skal eydnast teimum at vinna ólavsøkuróðurin. Nólsoyingurin og Havn- arbáturin kappast um FM heitið. Kappast verður um Fiskasølusteypið. Fyri at vinna ferðasteypið til ognar skal tað vinnast tríggjar ferðir á rað ella fimm ferðir í alt. Eysturoyingur og Havnarbáturin hava vunnið tað fýra ferðir í part. Um Havnarbáturin vinnur FM í dag, so fáa teir bæði í posa og sekk. Teir vinna í heimasjógvi, teir vinna FM, og teir vinna Fiska- sølusteypið til ognar. - Vit trúgva uppá, at tað fer at bera til. Áhugin fyri Havnarbátinum er sera stórur í høvuðsstaðnum, og vit fara at gera okkara besta. Onkrar justeringar hava við gjørt í róðrarlag- num, nú teinurin er 901,35 metrar, men tað er einki soleiðis at tosa um, sigur Magni Brøðraberg, báts- formaður á Havnarbátin- um. Hvør er favorittur? - Tað er Nólsoyingurin. Hann hevur róð sera væl, og teir hava vunnið tvær tær seinastu ferðirnar - bæði á styttra og longra teininum. Men vit fara at gera alt tað, sum vit eru mentir, fyri at taka sigurin frá teimum, sigur Magni Brøðraberg, sum roknar við, at munurin millum nummar eitt og seks neyvan fer at verða meiri enn eini tvey sekund. Sjálvsálitið er í lagi Nólsoyingar vandu síðstu ferð sunnudagin. Teir eru púra tryggir um, at tað skal eydnast teimum at vinna í dag og harvið at vinna fyrsta FM heitið síðani í 1989. - Mánadagin vóru vit ikki saman. Í kvøld fara vit at eta saman, og so verður sjálvandi tosað um ólav- søkuróðurin og kappróður í síni heild, segði Nicolaj Falck, bátsformaður á Nólsoyingi í gjár, og hann helt fram: – Úrslitini seinastu ferð- irnar hava havt við sær, at sjálvsálitið er stórt. Undan- farnu árini hava vit kanska hugsað ov nógv um, hvat hinir ætla og gera. Hesa ferð hugsa vit bara um okkum sjálvar. Vit fara at halda okkum til okkara ætl- anir, og so mugu vit síggja, hvat fer at spyrjast burturúr. Rokna við Nólsoyinginum Umframt Nósloyingin og Havnarbátin hevur ein annar bátur vunnið í ár. Tað er Vágbingurin, sum á Jóansøku vann í hema- sjógvi. Vágbingur hevur vant nógv á Havnarvág í ár, og tá ið teir sunnudagin vandu fyri síðstu ferð, var tað á Havnarvág. - Tað hevur gingið hampuliga væl. Um alt stemmar hjá okkum, so halda vit okkum hava møguleika at vinna í dag. Men tað er eingin ivi um, at Nólsoyingur er favorittur at vinna FM. Teir hava róð sera væl, heldur Johan Sofus Muller, bátsformaður á Vágbingi. Hjá Hoyvíkingi hevur ikki gingið, sum teir høvdu ætlað. Hví, hvat og hvussu hava hoyvíkingar ikki vilj- að tosað nakað serligt við pressuna um. Men Halgir Dahl Olesen, bátsformaður, heldur, at teir eiga at hava møguleika at enda róðrar- árið betri, enn tað higartil hevur roynst. Hann vil einki siga um tað, men á øðrum skilst, at teir umborð á Hoyvíkingi hava rokerað eitt sindur við fólkinum undan Ólavsøku. Hvør verður meistari? - Tað verður Nólsoyingur. Teir hava víst serliga sinni- liga styrki í ár. Tað fer ivaleyst at hava avgerandi týdning í dag. Veteranurin umborð á Eysturoyingi er Sámal Hansen, sum hevur smíðað øll 10-mannaførini, sum rógva í dag, uttan Vest- menning. Hann sigur seg eisini rokna við, at Nóls- oyingur verður meistari: - Eg haldi, at støðið í kappingini í ár hevur verið hægri, enn tað hevur verið undanfarnu árini. Tað hevur verið framúr tætt, og eingin hevur havt ráð til nakran kiksara, uttan at tað hevur havt fylgjur. Undanfarnu árini hevur tað borið til at tikið tað mista aftur. Nóls- oyingurin hevur róð framúr væl, og tað skal vilja illa til hjá teimum, um teir ikki gerast meistarar. Og hjá tykkum? - Tað hevur ikki hilnast sum undanfarnu árini. Vit hava havt marginalirnar ímóti okkum. Í tøttu kapp- ingunum hevur tað fleiri ferðir verið soleiðis, at fýra bátar eru komnir á mál innanfyri eitt sekund. Tá hava vit verið aftastir. Við hesum og tveimum teimum undanfarnu ólavsøkuróðr- unum í huga, so mugu vit rokna við, at hesa ferð fara vit at hava marginalirnar við okkum, og so hava eisini vit møguleika at vinna. Hjá Vestmenninginum hevur tað gingið illa í ár, og undan Ólavsøkuni sær tað einki serligt út. Lærmenn- inir hava báðir ligið við lungnabruna. Í gjár var annar teirra framvegis seingjarliggjandi, men vestmenningar ætla sær at vera við í dag, og teir vóna, at tað hesa ferð skal hilnast betri, enn tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Hvør verður meistari? - Alt kann henda, men tað skuldi verið undarligt, um tað ikki verður Nólsoying- urin. Teir hava róð serliga væl, er metingin hjá stýri- manninum umborð á Vest- menningi, Bjarti Tórhals- son. Meistarin snýttur 3. hvørja ferð Í tíggju av teimum fimtan síðstu kappingunum hevur tað eydnast FM vinnaranum eisini at vinna á Ólavsøku HAGTØL 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað roynist ofta væl hjá FM vinnaranum á Ólav- søku. Men tað er ikki altíð soleiðis, at tað 10- mannafarið, sum vinnur FM, eisini er fyrst á mál á Ólavsøku. Hagtølini fyri fimtan tey seinastu árini vísa, at tíggju ferðir hevur FM vinnarin á Ólavsøku rudduliga undirstrikað, at hann hevur verið bestur. Fimm ferðir fimtan tey seinastu árini hevur annar bátur enn FM vinnarin verið bestur á Ólavsøku. Tvey tey seinastu árni hevur annar bátur vunnið á Ólavsøku enn meistarin. Í 1988 var Nólsoyingurin FM vinnari. Tá vann Eysturoyingurin á Ólavsøku. Í 2003 var Eystur- oyingurin FM vinnari. Tá vann Nólsoyingurin á Ólavsøku! Í 1991 snýtti Skálabáturin á Ólavsøku Havnarbátin, sum var meistari. Í 1995 vann Skála- báturin fimta ólavsøkuróðurin á rað. Hetta árið vann Vestmenningur FM. Í 2002 vann Eysturoyingur FM, men tá snýtti Vestmenningur FM vinnaran á Ólav- søku. Eysturoyingur hevur altso tapt tvær tær seinastu ferðirnar á Ólavsøku, men teir hava vunnið FM. Eysturoyingar siga, at alt í alt hava teir tapt við einum hálvum sekundi tvey tey seinastu árini! Ólavsøkuvinnari FM vinnari 1988: Eysturoyingur Nólsoyingur 1989: Nólsoyingur Nólsoyingurin 1990: Havnarbáturin Havnarbáturin 1991: Skálabáturin Havnarbáturin 1992: Skálabáturin Skálabáturin 1993: Skálabáturin Skálabáturin 1994: Skálabáturin Skálabáturin 1995: Skálabáturin Vestmenningur 1996: Havnarbáturin Havnarbáturin 1997: Vestmenningur Vestmenningur 1998: Eysturoyingur Eysturoyingur 1999: Eysturoyingur Eysturoyingur 2000: Vestmenningur Vestmenningur 2001: Havnarbáturin Havnarbáturin 2002: Vestmenningur Eysturoyingur 2003: Nólsoyingur Eysturoyingur Allir halda seg hava møguleikan Nólsoyingar hava bestu kortini á hondini undan spennandi endabrestinum í 10-mannafarsróðrinum mynd: Álvur Haraldsen Nr. 142 • mikudagur • 28. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo C M Y K 22