Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 28. juli 2004 25 Venjarin hjá B68, Trygvi Mortensen, dylur ikki fyri, at UEFA-Cup dysturin móti lettiska Vent- spils í morgin verður mettur sum ein liður í fyrireikingunum til seinnu hálvu av landskappingini UEFA-CUP Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í morgin fyrrapartin fer eitt flogfar hjá Atlantsflog úr Vágum við kós móti Let- landi. Umborð á flogfarin- um eru bestu manningarnar hjá ávíkavist B68 og B36, sum sama dag skulu royna seg í UEFA-Cup dysti í Letlandi. B36 skal, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, royna seg móti Metalurgs, meðan toftamenn skulu í dyst móti Ventspils. Ikki óseriøst Trygvi Mortensen, venjari hjá B68, sigur, at teir hava so at siga allar mans tøkar. Sterki verjuleikarin Herbert í Lon Jacobsen breyt eitt bein í fótinum í fyrra dyst- inum móti lettunum á Svangaskarði fyri tveimum vikum síðani, og hann verður neyvan tøkur aftur fyrr enn móti kappingar- enda í ár, sigur B68-venj- arin. Eisini er Mikkjal Thomassen, sum heldur ikki var við í fyrra dystin- um, framvegis skaddur, men burtursæð frá teimum báðum løgreglumonnunum eru allir mans hjá B68 tøkir. Spurdur um tað ikki er óseriøst av B68 og B36 ikki at fara til Letlands fyrr enn á sjálvum leikdegnum, sig- ur Trygvi Mortensen, at tað metir hann ikki. – Vit vænta ikki at vinna dystin, og í okkara eygum er dysturin meiri ein fyrireiking til fyrsta dystin í seinnu hálvu av landskappingini móti KÍ. Nú taptu vit 0-3 á heimavølli, men høvdu vit kanska vunnið 1-0, so er væl hugsandi, at vit fóru avstað nakrar dagar framm- anundan, sigur Trygvi Mortensen. At tað eisini er ein stór fíggjarlig sparing hjá feløgunum við at fara avstað á sjálvum leikdegn- um, sigur seg sjálvt, og tað er eisini vert at hava í huga, heldur Trygvi Mortensen. Hann greiðir frá, at tofta- menn sjálvir hava mat við til ferðina, soleiðis at teir ikki eru í vanda fyri at fáa onkran fremmandan mat úr Letlandi, sum møguligani kann fáa onkrar leikarar at kenna seg illa fyri. Í mun til B36, sum skal spæla einans sjey kilometrar frá flogvøllinum, skulu tofta- menn koyra einar 120 kilo- metrar við bussi til teirra leikstað, sigur venjarin hjá B68. Væntar stórt trýst Sjálvur var Trygvi Morten- sen ikki til staðar, tá ið B68 leikti fyrra dystin móti Ventspils, men hann hevur sæð dystin á sjónbandi. Út frá tí, sum hann hevur sæð, heldur hann, at Ventspils er eitt gott lið, sum spælir skjótan og tekniskan fót- bólt. Hinvegin heldur Trygvi Mortensen, at lett- arnir ikki eru serliga av- gjørdir framman fyri málin- um, tí teir høvdu eina rúgvu av málmøguleikum, sum vóru misnýttir, sigur venj- arin hjá B68. – Okkara menn høvdu tó eisini sínar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at gera sær dælt av hesum møguleik- um. B68-venjarin sigur seg vænta, at lettarnir fara at leggja eitt stórt trýst á tofta- málið frá fyrsta bríklsi, men hann vónar samstun- dis, at Ventspils fer at lata summar av sínum bestu leikarum sita yvir, soleiðis at onkrir av vanligu eyka- leikarunum sleppa framat. – Okkara útgangsstøði verður verjukent, og høv- uðsendamálið hjá okkum verður at fáa leikferðina so langt niður sum gjørligt, sigur Trygvi Mortensen, sum vónar, at B68 fær eitt gott úrslit i dystinum, hóast tað fyrst og fremst er lands- kappingin, ið telur hjá toftamonnum. RÆTTING Jóannes Hansen Tá ið vit í blaðnum í gjár søgdu, at Jóannes Eides- gaard er sætti løgmaður, sum fer at handa Løg- manssteypið, síðani tað í 1989 varð farið undir at kappast um tað, so vórðu løgmenninir nevndir. Teir eru Jógvan Sundstein, Atli P. Dam, Marita Petersen, Edmund Joen- sen, Anfinn Kallsberg og so Jóannes Eidesgaard. Á internetinum høvdu vit øll seks nøvnini. Í blaðútgávuni var eitt navn dottið burtur ímill- um. Tað var Edmund Joensen. Hann var løg- maður frá 15. september 1994 og til 15. mai 1998. Hann handaði tískil Løg- manssteypið í 1995, 1996 og í 1997. Vit biðja lesararnar og Edmund Joensen halda okkum til góða. Edmund er nú løgtingsformaður og fer tískil at ganga fremstur í skrúðgonguni fyrrapartin í morgin úr tinghúsinum og í Havnar kirkju og niðan aftur. Undir liðini á honum fara at ganga løgmaður og biskupur. Mikudagin 28. juli fara 57 bátsmanningar at rógva síðsta FM-róðurin í ár. Har- umframt vera eisini 18 barnamanningar við. Start- røðin verður henda: 5-mannafør, dreingir 1 Royndin Fríða 2 Svanur 3 Sílið 1G 4 Firvaldur 5 Spógvin 6 Fípan Fagra 7 Blikur 8 Havfrúgvin 1G 9 Tekla 10 Drekin 11 Tjaldrið 1G 12 Kollur 1G 5-mannafør, gentur 1 Dúgvan 2 Tjaldrið 3 Falkur 4 Junkarin 5 Blikur 6 Fípan Fagra 7 Sílið 8 Firvaldur 1G 9 Frúgvin 10 Havfrúgvin 1G 11 Drekin 12 Ørnin 13 Spógvin 14 Tekla 8-mannafør 1 Knørrur 2 Ørvur 3 Nevið Reyða 4 Argjabáturin 5 Kvívíkingur 6 Miðvingur 1G 7 Tofta Regin Barnaróður, gentur 1 Blikur 2 Firvaldur 3 Dúgvan 4 Fípan Fagra 5 Tekla 6 Drekin 7 Ørnin 8 Royndin Fríða 9 Havfrúgvin 10 Spógvin 11 Tarvurin 12 Sílið 6-mannafør, kvinnur 1 Sølmundur 2 Gongurólvur 3 Páll Fangi 4 Jarnbardur 5 Lómur 6 Víkingur 7 Sundabáturin 6-mannafør, menn 1 Sandingur 2 Hósvíkingur 3 Víkingur 1G 4 Strálan 5 Jarnbardur 6 Sundabáturin 7 Gongurólvur 1G 8 Lómur 9 Sølmundur 1G 10 Hvessingur 11 Smyril 10-mannafør 1 Hoyvíkingur 1G 2 Eysturoyingur 3 Havnarbáturin 1G 4 Nólsoyingur 5 Vágbingur 6 Vestmenningur 1G Barnaróður, dreingir 1 Junkarin 2 Royndin Fríða 3 Fípan Fagra 4 Sílið 5 Blikur 6 Firvaldur Fyrireiking til seinnu hálvu Startrøðin til FM-róðurin á ólavsøku 2004 Edmund datt burtur ímillum Fram datt mána- kvøldið eitt stig burtur frá bjarg- ingini mánakvøld- ið, tá ið Grindavík fekk stig ímóti Fylkir ÍSLAND Jóannes Hansen Mánakvøldið var ein dystur í tólvta umfar- inum í íslendsku lands- kappingini á skránni. Grindavík vitjaði Fylkir í Reykjavík. Úrslitið var 1-1, eftir at Grindavík hevði verið á odda. Síðstu tjúgu minuttirnar spældi heimaliðið við tíggju monnum, tí ein teirra varð vístur av vøll- inum. At Albert Sævarsson og liðfelagarnir fingu eitt stig hevði við sær, at Fram á næstaftasta plássinum er eitt stig longri frá bjargingini, enn teir vóru sunnudag- in. Sum tað varð sagt í blaðn-um í gjár, so vann Fram sunnukvøldið 4-0 á Akranesi. Í gjár varð nevnt, at føroyingarnir ikki vóru á liðnum hjá Fram. Hans Fróði Han- sen var als ikki á vøll- inum. Fróði Benjamin- sen varð skiftur inn, tá ið tað vóru tjúgu minuttir eftir. Grindavík fekk eitt stig Herbert í Lon Jacobsen, sum her er avmyndaður í fyrra dystin millum B68 og Ventspils, verður neyvan at síggja aftur á B68-liðnum fyrr enn móti kappingarenda mynd: Jens Kr. Vang 25 24 Nr. 142 - 28. juli 2004 Hóast FM kappingar- nar eru avjgørdar, so verður tað sagt at vera bjarging í kiksaðum róðrarári, um tað eydnast at vinna á Ólavsøku ÓLAVSØKURÓÐRUIN Jóannes Hansen Í dag er fyri fyrstu ferð nakrantíð sjeyndi FM róð- urin á skránni. Ongantíð áður hevur ólavsøkuróðurin verið meiri enn sætta FM kappingin. Í flestu kappingunum er tað greitt, hvør verður meistari. Blikur hevur vunnið dreingjakappingina, Jarnbardur kvinnukapping- ina, Sundabáturin mans- kappingina millum 6- mannaførini, og Argjabát- urin hevur vunnið kapping- ina millum 8-mannaførini. Umframt í kappingini millum 10-mannaførini er tað framvegis kapping um FM millum gentumanning- arnar. Sílið er við 33 stigum stórfavorittur, men Blikur hevur við 29 stigum møgu- leikan, um tað lagar seg væl til teirra fyrimun. Á Vestan- stevnuni vann Firvaldur. Tvørágentur vóru tvey se- kund frammanfyri Sílið. Munurin frá nummar tvey og til nummar sjey var bara eitt stórt sekund. Blikur misti oddasessin í FM kappingini, tí argjagentur- nar endaðu á sætta plássi og fingu tískil bara eitt stig í Sørvági. Eingin ivi er um, at Sílið er stórfavorittur, men úrslitið í Sørvági vísti, at tað er møgu- leiki fyri, at á Ólavsøku kann tað, sum hevur vent niður, fara at venda upp. Jarnbardur við kvinnum og Argjabáturin hava vunn- ið allar róðrarnar og kapp- ast um Útvarpssteypið. Vit hava áður víst á, at tað átti at verið ein objektivari máti enn nú at gjørt av, hvør skal hava steypið, tá ið tað stendur á jøvnum. Tað halda vit framvegis. Serligt á Ólavsøku Felags fyri allar 57 mann- ingarnar, sum rógva á Ólav- søku, er, at tær droyma um at enda róðrarárið við ma- ner. At vinna ársins síðsta róður frammanfyri fleiri túsund áskoðarum, at taka ímóti steypi og gullkrónum á Bursatanga, og í tveir dagar at ganga í Havnargøt- um og spekka sær sum vinnari, tað verður roknað sum nakað heilt serligt. Ofta hevur tað verið sam- mett við sigur í steypakapp- ingini í bóltkappingunum. Hjá teimum, sum vinna FM, kennist sigurin uppaft- ur trivaligari, um hesar manningarnar vinna á Ólavsøku eisini, og hjá hin- um manningunum er tað stórur uppmuntringur, sum kanska gevur mót og dirvi um at halda fram at rógva eitt ár afturat, um tað eydn- ast at vinna á Ólavsøku. Í dag verður punktum sett fyri róðrarárið. Hjá nógv- um hevur kappróður verið á skránni síðani stutt eftir ársskiftið. Fyrst varð vant í maskinum og í túnum og á teigum, og síðani fyrst í apríl hevur verið togað í árarnar. Seinnapartin í dag verða allar árar lagdar í sjógv, og eftir fýra minutt- um ella gott tað, verður av- gjørt, hvør skal sóla sær í gulli og skreyti, og hvør skal kenna seg eyka móðan, tí tað ikki eydnaðist so væl. Tíðirnar Óføru hagtølini á heimasíð- uni hjá Havnar Róðrarfelag siga okkum, hvør hevur róð teinin av Argjahøvda og fram við Molanum og inn undir Skipafelagið skjótast í teimum ymsu kappingun- um. Tað eigur at havast í huga, at fasti starturin hev- ur verið nýttur síðani 1979. Frammanundan var leysur startur. Tí kann eitt sindur av elastikki vera í tíðunum, sum eru frammanundan 1979. Í kappingini millum 5- mannaførini við dreingja- manningum eigur Junkarin metið. Í 1975 róðu teir ólavsøkumálið í tíðini 4.27.40. So skjótt hevur eingin annar róð hetta mál- ið. Í kappingini millum 6- mannaførini við kvinnum eigur FM vinnarin í ár met- ið. Í 1995 róði Jarnbardur málið í tíðini 4.21.12. Bestu tíðina í kappingini millum gentumanningarnar eigur Aldan. Í 1981 var tíðin hjá henni 4.38.40. Sølmundur eigur bestu tíðina í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Í 1983 var tíðin hjá teimum 4.15.40. Ørvur eigur metið í kapp- ingini millum 8-mannafør. Í 1999 róði Ørvur teir 901,35 metrarnar í tíðini 4.03.21. Besta tíðin í kappingini millum 10-mannaførini er framvegis tann hjá Skála- bátinum í 1992. Hon er 3.52.00. Øll eiga eyka møguleika Nú er greitt, at tofti- maðurin, sum í eina lítla viku ikki kundi venja, verður við í morgin. Heksaskotið er burtur, men fyri at einki skal henda und- ir róðrinum, verður blokada løgd, og nóls- oyingar undirstrika dyggiliga, at teir hava fingið serkøna útsøgn um, at hetta hevur einki við doping at gera FM FAVORITTURIN Jóannes Hansen Í Nólsoy og millum við- haldsfólkini hjá Nólsoy- inginum hevur tað verið fylgt serliga væl við fyri- reikingunum til ólavsøku- róðurin. Tíðliga í síðstu viku varð annar av tofti- monnunum, Aksel Joensen, raktur av heksaskoti. Tað hevði við sær, at tað var neyðugt at fáa eykamann at venja við alla síðstu viku. Nólsoyingar vildu minst av øllum missa Aksel Joen- sen. Hann var fyrstu ferð við í 1993. Tvey ár var hann á flatlondum. Í 1997 luttók Nólsoyingurin ikki. Øll hini árini hevur Aksel sitið á toftibekki. Bátsformaðurin, Nicolaj Falck, gevur toftimanni- num, sum teir hava ivast so nógv í seinastu dagarnar, hetta skoðsmálið: - Aksel vilja vit fyri alt í verðini ikki vera fyri uttan. Hann er álitismaðurin fram um allar aðrar. Vit lurta ser- liga eftir honum. Tað gera vit, tá ið vit leggja til start- in, og drúgvu royndirnar hjá honum gera, at hann veit betri enn við aðrir, hvussu tað stendur til undir róðrinum. Verður Aksel so umborð, tá ið tit í morgin fara at leggja til undir Argja- høvda? - Hann hevur verið til intensiva viðgerð, síðani hann varð skaddur, og tað hevur hjálpt. Tá ið vit sunnudagin vandu fyri síðstu ferð í ár, var Aksel við, og hann segði seg standa royndina. Vit vilja heilt útihýsa møguleika- num fyri, at heksaskotið vitjar aftur undir róðrinum í morgin. Tí er avrátt, at læknin skal leggja eina blokadu í morgin. Tað vil siga, at um tað skuldi borið soleiðis á, at skaðin vitjaði aftur, so fer hann einki at kenna til hansara fyrrenn eftir róðurin. Teir siga, at hetta er ikki óvanligt, og tað er meiri enn so komið fyri, at kapprógvarar hava fingið blokadu. Tað verður so nógv tosað um doping. Tit kvíga ikki fyri, at onkur skal siga, at týdningarmikli maðurin hjá tykkum verður dopaður í morgin? - Tað hava vit sjálvandi hugsað um. Vit hava spurt okkum fyri hjá serkunn- leikanum, og vit hava fing- ið at vita, at hetta hevur einki við sovorðið at gera. Um illa fer at vilja til, so fer tað at ganga út yvir Aksel sjálvan aftaná róðurin, men hann hevur sjálvur tikið av- gerðina um, at soleiðis skal tað vera, og tað eru vit allir fegnir um, sigur Nicolaj Falck, bátsformaður um- borð á Nólsoyinginum. Heksaskot hevur argað nólsoyingar Tá ið tað ber til hjá svimjarum at seta met bæði á morgni og kvøldi, so halda teir umborð á Havnar- bátinum, at tað eisini kann bera til hjá einum kappróðrar- báti at hava stutt millum venjing og kapping OUTSIDARIN Jóannes Hansen Flestu kappróðrarbátarnir gjørdu síðstu venjingina burturav sær í vikuskifti- num. Summir vandu síðstu ferð leygardagin, og aðrir vandu síðstu ferð sunnu- dagin. Eitt av undantøkunum er Havnarbáturin. Fríggja- kvøldið var manningin á Havnarbátinum saman við hinum róðrarfólkunum hjá Havnar Róðrarfelag útferð kring Hestoy, og tey vitjaðu eisini í Hest bygd. Í viku- skiftinum vandu teir, mána- kvøldið vóru teir við í hugnakvøldinum, sum Havnar Róðrarfelag hevur undan øllum stevnunum, men í gjárkvøldið løgdu teir til brots aftur at venja. - Vit fara at rógva ein trivaligan túr, og so fara vit eisini at venja eitt sindur í intervallum, segði Magni Brøðraberg, áðrenn hetta blaðið fór til prentingar. Hvussu ber tað til, at tit í hesum hava øðrvísi upplegg enn hini 10-mannaførini? - Undanfarnu árini hava vit hvílt tveir teir síðstu dagarnar undan kappingun- um. Í ár hava vit vant bæði hóskvøld og fríggjakvøld, tá ið vit hava kappast leyg- ardag. Og undan Ólavsøk- uni hava vit ikki viljað broytt hetta. Men eru tit eins væl fyri, sum hinar manningarnar eru? - Vit hava valt at royna hetta, tí vit halda, at tað kanska er eins gott og betri. Í svimjikappingum verður kappast í innleiðandi fyrra- partarnar og um kvøldarnar eru finalurnar. Tað kemur ofta fyri, at met verða sett í finalunum. Tá ið svimjarar kunnu betra tíðirnar, so skjótt aftaná, at teir hava kappast, so halda vit, at tað eisini eigur at bera til í kappróðrinum. Tí royna vit hetta í ár, sigur Magni Brøðraberg, bátsformaður umborð á Havnarbátinum. Havnarmenn skikka sær øðrvísi enn hinir Spennandi verður at síggja, um teir umborð á Havnarbátinum fara at hava nakað at fegnast um eftir ólavsøkuróðurin í dag. Mynd: Álvur Haraldsen Ólavsøkuróðurin í dag er endabresturin á einum spennandi kappróðrarári mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24