mikudagur 28. juli 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 28. juli 2004
27
27
26
Nr. 142 - 28. juli 2004
Jógvan Martin Olsen
roknar HB at hava
fleiri góðar
einstaklingar, meðan
hansara lið meiri
hvílir á kollektivinum
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Fyrrapartin í gjár kom NSÍ
til hús aftur, eftir at teir
síðani leygardagin høvdu
verið í Hvalba og fyrireikað
seg til steypafinaluna ímóti
HB, sum verður á Tórsvølli
í morgin klokkan fýra. Í
kvøld klokkan tíggju hittast
NSÍ arnir aftur. Teir fara at
halda til í hølunum hjá
Tryggingarfelagnum Før-
oyar, inntil teir eftir døg-
urða í morgin fara til Havn-
ar.
Í Hvalba vandu teir í NSÍ
tvær ferðir sunnudagin og
tvær ferðir mánadagin.
Ætlanin var at spæla venj-
ingardyst
ímóti
Royn
mánakvøldið, men hann
varð avlýstur. Fleiri spælar-
ar vóru plágaðir av smá-
skaðum, so tað var ikki
hildið ráðiligt at leggja so
nógv fyri. Allir NSÍ spælar-
arnir eru tøkir uttan Sjúrður
Jacobsen, sum er leikbann-
aður.
Samhaldsfesti
NSÍ
venjarin,
Jógvan
Martin Olsen, kennir allar
fótbóltsspælarar í Føroyum.
Hann er hjálparvenjari á
landsliðnum hjá Henrik
Larsen,
sum
verður
í
Gundadali í morgin. Bæði
fyri landsliðið og sum NSÍ
venjari
fylgir
Jógvan
Martin væl við. Tá ið vit
spyrja hann, hvør munurin
er millum liðið hjá honum
og HB liðið, so svarar hann
soleiðis:
– HB hevur eftir føroysk-
um
umstøðum
nógvar
framúr spælarar. Jákup á
Borg, Rógvi Jacobsen og
Heine Fernandez kunnu
allir einsamallir avgera, og
har eru fleiri aðrir eisini.
Okkara avrik og harvið
úrslit er kanska meiri treyt-
að av, at alt liðið sum tað er
stemmar, um tað ber til at
siga tað soleiðis. Sjálvandi
er tað eisini hjá HB talan
um liðavrik, men eg haldi
ikki, at vit hava individual-
istarnir av sama slagi, sum
teir hava tað, er metingin
hjá Jógvani Martin Olsen.
Hvussu eru tit fyri?
– Vit eru so væl fyri, sum
tað ber til hjá okkum at
vera. Aftaná hálvfinaluna
ímóti ÌF 4. juli høvdu
spælararnir frí í knappar
tvær vikur. Síðani høvdu
vit tunga fysiska venjing í
eina viku. Nú hava vit havt
sum mál at fáa bóltførleik-
an og taktiska spælið at
rigga. Tað hevur gingið
rætta vegin, men dystar-
venjingin er sjálvandi ikki,
sum hon er, tá ið vit spæla
eina og fleiri ferðir um vik-
una.
NSÍ hevur síðani teir fóru
undir aftur venjingarnar
spælt tveir venjingardystir
á heimavølli. Fyrst vunnu
teir 2-1 á KÍ, og so vunnu
teir 4-0 á ÍF Føroyum.
Tá ið vit tosa við Jógvan
Martin um munin í fyri-
reikingunum hjá HB og
NSÍ, heldur hann, at tað
kann síggjast frá fleiri
síðum.
– Okkara spælarar høvdu
frí í tvær vikur. At hava
fingið hvíld eigur at geva
sinniligt yvirskot, men tað
gongur út yvir førleikan á
øðrum økjum. HB hevur
verið í trimum stórum av-
bjóðingum síðani seinnu
hálvfinaluna. Teir hava
spælt ímóti FCK og tvær
ferðir í Europa Cup. Allir
dystirnir hava verið á grasi.
Tað hevur verið góð fyri-
reiking. Spurningurin er so,
um teir sinniliga eru troytt-
ir. Tað bendi avrikið á
heimavølli ímóti WIT ikki
á. Eg sá tann dystin, og tal-
an var í 2. hálvleiki um
framúr HB avrik, sum teir
megnaðu
uttan
Heine
Fernandes, Rógva Jacobsen
og Jákup á Borg. Vit hava
stóra virðing fyri teimum,
men vit halda okkum vera
væl fyri.
Um tú sammetir við fyri
tveimum árum síðani, tá ið
tit vunnu 2-1á teimum í
finaluni?
– Vit eru betri fyri enn tá.
Men tað er HB ivaleyst
eisini. Teir vunnu 1-0 á
okkum í landskappingini
undan summarfrítíðini. Tað
var uppiborið. Men tá skal
havast í huga, at vit mistu
ein mann. So nú fáa vit at
síggja. Vit eru so væl fyri-
reikaðir, sum tað ber til. Vit
trúgva upp á møguleikan,
og vit hava gott mót. Men
vit vita, at alt liðið skal
spæla upp til sítt besta, um
tað skal eydnast at vinna.
Trupulleikin hjá HB
spælaranum er, at
hann framvegis hevur
nógva pínu, tá ið
hann roynir at renna,
men hann sigur seg
hava stórt álit á
liðfeløgunum, sum er
góð blanding av
royndum og minni
royndum spælarum,
ið hava framúr
vinnaravilja
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
HB eigur ongan lut í hesum
Løgmanssteypinum. Einki
annað felag eigur fleiri enn
tvær aktiur í tí, so tað ber
framvegis væl til hjá HB at
vinna steypið til ognar.
Higartil hava teir átt eina-
rætt til bikar, súlur og
steyp, sum tað hevur verið
kappast um.
Í gjár var ivasamt, um tað
fer at bera til at mynda HB
álopið við Jákupi á Borg,
Rógva Jacosben og Heðini
á Lakjuni. Jákup varð
skaddur í fótinum í Europa
Cup í síðstu viku, og hann
hevur einki serligt mót um,
at tað skal bera honum til at
spæla í morgin:
– Tveir teir fyrstu dag-
arnar gekk tað skjótt rætta
vegin. Eg havi ikki pínu, tá
ið eg gangi, og eg havi
verið til arbeiðis á Føroya
Bjór, har nógv er at gera í
hesi vikuni. Mánadagin
royndi eg at renna, og tá var
pínan so mikið nógv, at eg
mátti gevast beinanvegin.
Eg fái viðgerð av øllum
slagi, og eg vóni, at tað skal
bera til at spæla, men
akkurát nú havi eg einki
serligt mót, vóru boðini frá
Jákupi á Borg í gjár.
Tá ið vit fregnast um,
hvat læknarnir hava sagt, so
svarar Jákup, at teir hava
sagt, at einki er brotið, og at
tað er upp til hann sjálvan
at gera av, um hann er førur
fyri at spæla ella ikki.
– Eg havi ikki ilt í
liðbondunum. Tað er heldur
rundanum hælsinuna, at
pínan er so ógvuslig, tá ið
eg royni at renna. Men nú
fáa vit at síggja, er optim-
istiska vendingin hjá síðu-
spælaranum, sum HB illa
vil vera fyri uttan í morgin.
Hóast hann møguliga
ikki verður við, so sigur
Jákup á Borg seg hava gott
mót um, at tað hesa ferð
skal eydnast HB at vinna
finaluna. HB hevur annars
tapt tvær tær seinastu ferð-
irnar, tá ið teir hava verið í
steypafinaluni - í 2000 1-0
ímóti GÍ og í 2002 2-1
ímóti NSÍ, sum aftur hesa
ferð er mótstøðuliðið.
Blandingin og viljin
Í síðstu viku vann HB
størsta sigur, sum nakað
føroyskt felag nakrantíð
hevur vunnið í Europa Cup.
Sammett við mótstøðuliðið
í morgin eigur HB at vera í
betri dystarvenjing. NSÍ
hevur ikki verið í týdning-
armiklum dysti síðani í
níggjunda umfarinum í
landskappingini. HB hevur
síðani tá spælt tvær ferðir í
Europa Cup.
Jákup á Borg er nýliga
komin aftur í HB, eftir at
hann í eitt skifti royndi seg
í OB. Hann sigur seg hava
lagt
til
merkis
serlig
eyðkenni á hesum liðnum:
– Eitt er, at blandingin
millum royndar og minni
royndar spælarar er so góð.
Ungu menninir hava rættu-
liga víst, at teir eru førir
fyri at taka við ábyrgd.
Afturat teimum eru spæl-
arar, sum hava verið við í
mong ár og tískil hava
týdningarmiklu royndirnar.
Felags fyri bæði meiri og
minni royndu spælararnar
er, at teir hava ein vilja at
vinna, sum sjáldan er at
síggja. Allir berjast fyri
hvørjum einasta bólti, stað-
festir Jákup á Borg.
Tá ið HB fyri tveimum
árum síðani var í finaluni
ímóti NSÍ, var ætlanin, at
teir skuldu fara inn á
Svangaskarð
ólavsøku-
aftan. Í síðstu løtu var hetta
avlýst. Hesa ferð er ætlanin
aftur at fara inn á Svanga-
skarð í kvøld. Við gongdini
fyri tveimum árum síðani í
huga man lítið vera at ivast
í, at HB í kvøld fer á inn á
Toftir at leggja síðstu hond
á
fyrireikingarnar
til
steypafinaluna í morgin.
Jákup rennur kapp við tíðina
NSÍ hevur verið í Hvalba og hvest seg
Tað verða uttan iva nógvir áskoðarar til steypafinaluna Ólavsøkudag. Tá ið Gert Langgaard og Hallur Danielsen dystaðust um
steypið fyri tveimum árum síðani, vóru oman fyri 4.000 áskoðarar á Tórsvølli
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26
Ólavsøkuaftan
klokkan
17.30 verður søguligur
fótbóltsdystur á Niðaravølli
í Gundadali, har spælarar,
sum gjørdu um seg í 80-
árunum, fara at dystast.
Eitt suðuroyarlið mannað
við leikarum, ið spældu við
1. deild hjá TB og VB í
1980-árunum, og eitt HB-
lið somuleiðis mannað við
leikarum, ið høvdu síni
bestu ár í áttatiárunum,
hittast í einum dysti, sum
fær gamlar dagar aftur í
Gundadal.
TB hevði síni gullár í 70-
árunum, men teir megnaðu
eisini at gerast meistarar í
1987 skutin framman fyri
HB. Árið eftir gjørdist HB
føroyameistari við at vinna
síðsta dystin á TB. Tvørá-
menn
vóru
eisini
føroyameistarar í 1980, og
HB var føroyameistari í
1981, 1982 og 1990, so tað
eru millum bestu liðini um
hetta mundið, sum bresta
saman á ólav-søku.
VB
var
fyrstu
ferð
føroyameistari í 2000, men
síðst í 1980-árunum kom
eitt nýtt ættarlið fyri seg,
sum millum annað gav HB
bank í Gundadali. Við á
HB-liðnum vera eisini tveir
leikarar frá tiltikna B71-
liðnum, sum tók øll á bóli
við at vinna FM í 1989, so
tað verður eitt satt afturljóð
frá teirri fortíðini, tá ið tað
var skomm at skifta felag.
Tvørábakkin plagdi at
vera avtaglaður, tá ið HB
og TB høvdu sínar upp-
gerðir í gomlum døgum.
Har standa felagshúsini í
dag, so heilt tað sama
verður tað neyvan, men
søgufróðir fótbóltskennarar
munnu helst fáa smílið
fram kortini, um teir vitja
niðan í Gundadal 28. juli
klokkan 17.30.
Atgongdin er ókeypis.
Fimta útgáva av
tíðarritinum hjá
fótbóltssambandin
um er komið, og í
blaðnum eru fleiri
áhugaverdar
greinar
FSF-TÍÐINDI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í nýggjastu útgávuni av
FSF-tíðindum
ber
millum annað til at lesa
um, at formaðurin í
kappingarnevndini hjá
FSF, Bjarki Mohr, í
áhugaverdari grein, setur
spurning við, um próvtil-
farið er haldgott, tá ið
kappingarnevndin skal
taka støðu til innkomin
mál og kærur.
Videoupptøkur sum
próvtilfar
Bjarki Mohr skýtur í
grein síni upp, at støða
verður tikin til, um tíðin
ikki er búgvin til, at
videoupptøkur
verða
nýttar sum próvtilfar, tá
ið kappingarnevndin skal
taka støðu til ymisk mál.
Formaðurin í kapping-
arnevndini sigur, at nú
vit liva í einari tíð við
framkomnari
tøkni,
verða
nærum
allar
hendingar á leikvøllum
festar á sjónband. Tað
hevði gjørt tað lættari hjá
kappingarnevndini at av-
greitt innkomin mál, um
hesar kundu nýtast sum
próvtilfar, og sum hann
eisini sigur, so er tað
trupult at burturforklára,
tað eyga sær.
Ein onnur áhugaverd
grein í FSF-tíðindum er
greinin hjá varaskrivar-
anum í FSF, Fríða B.
Nielsen, um at FSF
komandi ár ætlar sær at
seta nøkur av minstu-
krøvunum hjá UEFA í
verk í 2. deild. Í høvuðs-
heitinum snúgva hesi
minstukrøv seg um, at
feløgini skulu lúka nøkur
minstukrøv, sum fata um
ítróttarlig, starvsfólkalig,
bygnaðarlig, løgfrøðilig
og fíggjarlig krøv. Hesi
eru galdandi í fremstu
deildini, og til tess at
feløg í 2. deild, sum flyta
upp í fremstu deildina,
ikki skulu fáa ein skelk
av hesum krøvum, ætlar
FSF at seta nøkur av
teimum í verk í 2. deild
komandi ár, so at feløgini
hava lættari við brynja
seg til fremstu deildina.
Nú er greitt, at
havnarmaðurin
Sophus Dal-
Christiansen, næstu
tvey árini skal venja
kvinnurnar hjá VÍF
HÓNDBÓLTSVENJARI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sophus Dal-Christiansen
hevur drúgvar royndir sum
venjara, serliga á kvinnu-
økinum, har hann áður hev-
ur roynt seg sum venjara
hjá bæði barndómsfelagn-
um Kyndil og í Neistanum.
Sum ein av teimum heilt
fáu her á landi, hevur
Sophus tikið øll venjara-
skeiðini, so ikki kann sigast
annað, enn at hann er væl
skikkaður til starvið.
Havnarmenn í
Vestmanna
Nú VÍF hevur sett Sophus í
starv sum venjara hjá
kvinnunum
næstu
tvey
árini, kann staðfestast, at
tað eru tveir havnarmenn,
sum báðir hava sínar røtur í
Kyndli, sum koma at standa
á odda fyri kvinnuliðnum
og mansliðnum hjá vest-
menningum. Fyrr í summar
varð Dia Midjord nevnliga
settur sum venjari hjá
monnunum hjá VÍF, og júst
Sophus og Dia vóru báðir
venjarar
hjá
ávíkavíst
kvinnunum og monnunum
hjá Neistanum seinasta
kappingarár.
Tað ljóðaði annars leingi,
at tað fór at ganga striltið
hjá VÌF at fáa mannað
kvinnuliðið hjá sær, tí so
nógvar fullu frá. Greitt er,
at Nikolina Eyðbjørnsdóttir
fer til Spania at royna seg
sum yrkisleikara, og eisini
sigst, at veteranurin Sóley
Mikkelsen gevst við hond-
bólti á hægsta stigi, um-
framt
at
ivasamt
var,
hvussu tað fór at verða við
onkrum av útlendsku leik-
arunum,
sum
vóru
á
kvinnuliðnum hjá VÍF sein-
asta kappingarár. Nú leiðsl-
an í VÍF hevur sett Sophus í
starv, kann hetta óivað tulk-
ast sum um, at spælara-
grundarlagi til komandi
kappingarár er í lagi.
Eyðun Leo, formaður í VÍF,
sigur, at tað er nokk av
spælarum til liðið, hóast
manningin komandi kapp-
ingarár neyvan verður eins
sterk sum í fjør. Hann legg-
ur tó afturat, at tað verður
arbeitt við at styrkja liðið
allatíðina.
Ein av okkara royndastu hondbóltsvenjarum, Sophus Dal-
Christiansen, skal næstu tvey árini venja kvinnurnar hjá VÍF
Ein tann størsta stjørnan á HB-liðnum í áttati og nítiárunum, Gunnar Mohr, verður óivað at
síggja á HB-liðnum, sum ólavsøkuaftan skal dystast við eitt suðuroyarlið samansett av
fyrrverandi stjørnum hjá VB og TB
savnsmynd
Sophus skal venja VÍF-kvinnurnar
FSF-tíðindi
komin
80-ára stjørnur bresta saman