týsdagur 25. august 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
lønarmunur
sokallaðu og nógv skeld
aðu koyripengarnar. Hetta
er útroknað, alt eftir hvar
løgtingslimurin býr. Hevur
løgtingslimurin
bústað
í
Norðoyggjum, sum Jógvan
Skorheim,
fær
løgtings
limurin 5.760 krónur um
mánaðin (tøl frá 2012) fyri
hetta.
Sostatt er lønin hjá einum
vanligum løgtingslimi til
samans 44.102,04 krónur um
mánaðin.
Løgtingsmaður
og borgarstjóri
Verður ein borgarstjóri vald
ur á ting, hevur hann ikki
skyldu at siga nakran sessin
frá sær. Hann kann velja at
sita í báðum sessum í senn.
Taka vit okkara dømi, Jógvan
Skorheim, fer hann sostatt,
verður hann valdur á ting og
situr í báðum sessum í senn,
at tjena tilsamans 90.910,12
krónur um mánaðin, ella
1.090.921,44
krónur
um
árið.
Og tá hava vit hvørki tikið
borgarstjóra- ella løgtings
mannaeftirlønina við í rokni
stykkið.
Vanligi verkamaðurin
Ein
vanligur
tímaløntur
arbeiðsmaður, sum er settur
eftir sáttmálanum millum
Føroya Arbeiðarafelag, fær í
dag 120,44 krónur um tíman.
Ein vanligur arbeiðsdagur
er átta tímar, og ein arbeiðs
maður arbeiðir í miðal um
leið 21,5 dagar um mánaðin.
Vanliga mánaðarlønin hjá
einum arbeiðsmanni er so
statt 20.715,68 krónur um
mánaðin. Tímalønti arbeiðs
maðurin fær omaná hetta
12,5 prosent í frítíðarløn.
Men hann fær ikki løn tá
hann er í feriu, og tí gongur
hetta rímiliga væl upp, um
vit rokna mánaðarlønina um
til 12 mánaðir.
Omaná hetta fær ein
arbeiðsmaður eisini ferða
stuðul, eins og løgtingsmað
urin. Taka vit dømi við einum
vanligum
arbeiðsmanni
úr Klaksvík, sum arbeiðir í
Havn, fær hann 48,95 krónur
í ferðastuðli um dagin, í
mesta lagi 220 dagar um árið.
Hetta svarar til 10.769 krónur
um árið.
Alt í alt fær ein arbeiðs
maður, eftir hesum, sostatt
21.613,10 krónur um mánaðin,
ella 259.357,16 krónur um
árið.
Munurin
Munurin á einum borgar
stjóra, sum verður valdur í
løgtingið, og einum vanligum
arbeiðsmanni,
er
sostatt
rættiliga stórur.
Við hesum dømi, har vit
samanbera
borgarstjóran
í Klaksvík, sum er valdur í
løgtingið, við ein vanligan
arbeiðsmann
í
Klaksvík,
sum somuleiðis arbeiðir í
Tórshavn, verður munurin
69.297,02 krónur um mán
aðin, ella góðar 831.564,28
krónur um árið.
Og tá hava vit als ikki
roknað eftirlønina upp í.
Eftirlønin hjá einum løg
tingsmanni svarar, eftir ver
andi skipan, har hann eftir
16 árum fær fulla løgtings
mannaeftirløn, sum er 60
prosent av løgtingsmanna
lønini, og fer frá við eftirløn
sum 67 ára gamal, og doyr
sum 81 ára gamal, ið er miðal
livialdurin, í virði til umleið
20.000 krónur um mánaðin.
Men hetta halda vit uttan
fyri roknistykkið hesa ferð.
rogvi@sosialurin.fo
Rokna
tína borgar-
stjóraløn
Jógvan Skorheim er
hesa ferð tikin sum
dømi.
Fleiri
aðrir
borgarstjórar
bjóða
seg fram. Á hesari síðu
síggjast talvur við borg
arstjóralønum og kostn
aðarendurgjaldi til løg
tingsmenn. So ber til
sjálvi at rokna lønina hjá
tínum borgarstjóra, sum
ætlar sær í løgtingið.
Borgarstjóraløn
Borgarstjórar verða løntir eftir fólkatalinum í kommununi.
Lønarflokkarnir eru hesir:
Fólkatal
Mánaðarløn
0 - 499
33.855,75
500 – 999
40.040,35
1.000 – 1.499
42.370,72
1.500 – 4.999
46.808,08
5.000 – 9.999
50.792,50
10.000 +
54.339,50
Kostnaðarendurgjald
Løgtingsmenn fáa kosnaðarendurgjald, alt eftir
hvar í landinum teir búgva, Havnin undantikin.
Suðurstreymoy:
24.400 krónur/árið
Norðurstreymoy:
40.600 krónur/árið
Eysturoy:
56.400 krónur/árið
Vágoy:
48.000 krónur/árið
Sandoy:
39.600 krónur/árið
Norðoyggjar:
69.120 krónur/árið
Suðuroy:
55.000 krónur/árið
rogvi@sosialurin.fo
Munurin á einum borgarstjóra, sum verður
valdur í løgtingið, og einum vanligum
arbeiðsmanni, er sostatt rættiliga stórur.
Savnsmynd
Arbeiðsmaðurin
Arbeiðsmannaløn = 21.613,10 kr./mánaðin
Tilsamans = 21.613,10 kr./mánaðin
( alt íroknað uttan eftirløn )
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík
Jógvan Skorheim
Borgarstjóraløn = 46.808,08 kr./mánaðin
Løgtingsmannaløn = 44.102,04 kr./mánaðin
Tilsamans = 90.910,12 kr./mánaðin
( alt íroknað uttan eftirløn )